mikudagur 30. november 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið CT TT " Nr. 229 — 30. NOVEMBER 1994 Síða 5
Sanggudstænasta
i Vesturkirkjuni
Hoyvíkskórið og Meinigheitskórið hava í annadkvøld sang-
gudstænastu í Vesturkirkjuni, har sálmasangur, kórsangur,
prædika, altargongd og Rwanda-innsavning eru á skránni
Jónsvein Bech, sóknarprestur, situr her við borðið í sakrestiinum. Undir liðini á honum
as
standa teir báðar aldar gomlu stakarnir ,ið Lena Dahl á Toftum hevur givið F. ríðrikskirkj-
uni. Hóast eldri enn 300 ár, síggja teir út sum nýggir
300 ára gamlir
stakar aftur til
Mynd: Hilmar Jan Hansen
kirkjusoknina
Stakarnir, ið vóru i teirri kirkjuni, id stóð á Nesi undan núver-
andi Nes kirkju, eru nú aftur komnir til kirkjusóknina. Lena
Dahl á Toftum hevur givið Fríðrikskirkjuni teir sum gávu
Ein av gávunum, ið nýggja
Fríðrikskirkjan á Heygun-
um á Toftum fekk sunnu-
dagin, tá hon varð vígd, eru
tveir ljósastakar, ið eru yvir
300 ára gamlir.
Tað er Lena Dahl á Toft-
um, fædd á Oyri í 1921, ið
hevur givið kirkjuni teir.
Sermerkt við gávuni er, at
hesir góðu stakar hava eina
fortíð í Nes kirkjusókn, við
tað at teir stóðu í teirri kirkj-
uni, ið var á Nesi undan nú-
verandi Nes kirkju. Sostatt
eru teir nú komnir aftur til
kirkjusóknina —heili 150 år
eftir atteir ikki longur verða
nevndir sum ogn hjá Nes
kirkju.
— Mær er sagt frá gamlari
konu á Oyri, ið varð fødd í
1843, at stakarnir vórðu
keyptir á auktión á Nesi, tá
gamla kirkjan varð tíkin
niður, greiðir Lena Dahl frá.
— Madurin, ið keypti stak-
arnar, var oldurabbi mín.
Hann kallaðist Poul Joen-
sen og var kongsbóndi á
Oyri. Hann var føddur í
1786 og giftist Sáru Mariu
Danielsdatter, ið var ættað
av Heyggi á Toftum.
Teir báðir stakarnir, ið eru
í sera góðum standi, síggja
út sum nýggir.
Heilt aftur í 1691 eru teir
báðir stakarnir ogn hjá Nes
kirkju, og í 1828 vóru teir
je
Sé
Má
ie
ufe
já
sjá
ie
Hans Jacob Joensen heldur vigslutaluna í Fríðrikskirkjuni. Á altarinum aftan fyri hann
framvegis á Nesi. Men fyrst
í 1840-unum verða teir ikki
longur neyndir sum ogn hjá
kirkjuni. Í hesum millum-
bili hava teir sum nevnt ver-
ið seldir á auktión norður til
Oyrar í Eysturoy.
Lena Dahl sigur, at tey
eldru fólkini á Oyri høvdu
stóra virðing fyri stakunum
og kallaðu teir kirkjugóðs.
— Tá onkur skuldi bírætt-
ast, vórðu stakarnir læntir
um bygdina, sigur hon.
Síðani hava stakarnir ver-
ið arvaðir í ættini, og síðstu
50 árinin hava verið verið í
varðveitslu sum dýrabært
arvagóðs.
hj.
síggjast teir báðir stóru ljósastakarnir og sjeyarmaði stakin, ið Høgni W. Larsen hevur
teknað. Umframt hesar hevur nýggja kirkjan á Heygunum á Toftum fingið stakarnar, ið
vóru í tí kirkjuni, ið stóð á Nesi undan núverandi Nes kirkju
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Tá klokkan uppi í torninum
í Vesturkirkjuni í annað-
kveld kl. 20 ringir til guds-
tænastu, er tað ein eitt sind-
urgðrvísi gudstænasta, ið er
á skránni — ein sangguds-
tænasta.
Tað eru kórleiðararnir í
Hoyvíkskórinum og Mein-
igheitskórinum í Havn, ið
hava tikid stig til konsert-
ina, og fara hesi bæði kór
eisini at syngja fýra sangir í
— Endamálið við hesi ser-
ligu gudstænastu er at savna
nakrar av kreftunum innan
PA Á
kirkjunnar karmar, ið vilja
syngja Harranum lovsang í
júst kirkjuni, siga fyrireik-
ararnir.
Bæði kórini syngja van-
liga lættar, talandi og inni-
ligar sangir við sjálvandi
andaligum innihaldi.
Gudstænastan fer stórt
sæð at fara fram sum ein
vanlig gudstænasta, men
høvudsdenturin fer at verða
lagdur á sang — bæði kór-
sang og sálmasang.
Høgni Poulsen fer at hava
stutta prædiku og aftan å
hana verdur bodid til altar-
gongd.
Men eisini annad enn bert
sangur er á skránni í annað-
kveld. Innsavning verður til
frama fyri hjálpararbeiðið
hjá Neyðhjálp Fólkakirkj-
unnar í afríkanska landinum
Rwanda, ið er rakt av bæði
borgarakríggi og hungurs-
neyð. Aðrenn hesa innsavn-
ingina verður stutt greitt frá
støduni í Rwanda í løtuni,
og hvussu sjålvt ein lítil
peningaupphædd kann vera
til signing og gang fyri tey
mongu neydstøddu har.
Jona Henriksen, skrivari i KFUK, vid nøkrum av vinningunum Mynd:KalmarLindenskov
Basarur i KFUK
aftur i kvøld
Tann årligi stórur basarurin
hjå KFUK byrjadi i gjår-
kvøldid kl. 19, og heldur
hann fram i kvøld — somu-
leidis kl. 19.
Vanliga er mangt og hvat
áhugavert á skránni, og bas-
ararurin hesaferð er einki
undantak.
Umframt tað stóraeydnu-
hjólið, ið hevur nógvar og
góðar vinningar, so sum
kjøt í rúgvuvís — eisini turt —
og einar 22 rullupylsur, eru
eisini fleiri onnur tiltøk á
skránni í KFUK í kvold.
Tey hava sett eina stóra
bordsølu upp, har tey selja
hópin av heimavirkaðum
hosum, vøttum og skóleist-
um, umframt at tey eisini
einari lítlari bordsølu selja
nógvar smálutir, ið smá-
genturnar í Várgleði hava
virkað.
Millum vinningarnar eru
eisini tvey stór dukkuhús, ið
Suni Joensen hevur gjørt.
Innan í húsunum er eisini
ymist innbúgv, ið dóttirin
Astrid, ið eisini er skóta-
leiðari hjá KFUK-skótun-
um, hevur gjørt. Tey bæði
eru sera vælgjørd og fitt í
hondunum.
Børnini hava heldur onga
grund til at keda seg, um tey
koma i KFUK i kvøld, ti har
hava tey eisini sett upp ein
stóran fiskibrunn — og har
vinnur tú hvørja ferð.
Umframt alt hetta, ið er
nevnt omanfyri, verður eis-
ini eitt lítið kondittarí, har
fólk kunnu keypa sær ein
drekkamunn við lagkøku
ella vaflum afturvið.
KFUK hevur selt ein luta-
seðil í síðstuni, ið hevur ikki
færri enn 18 vinningar.
Sum vanligt á árliga bas-
arinum hjá KFUK fara tey
eisini at draga um vinning-
arnar á hesum lutaseðlin-
um, tá basarurin endar í
kveld.
— Eins og tað tykist vera
allastaðni, er tað eisini tungt
hjá okkum at fáa raksturin
av KFUK at bera seg, sum
tíðirnar eru, sigur Jona Hen-
riksen, skrivari í KFUK.
— Tader fíggjarliga stræv -
ið at fáa endarnar at røkka
saman, og tí kunnu vit ikki
minst takka eitt nú meir-
virðisgjaldinum fyri. Húsið
er ikki nýtt longur, og tí eru
nógvar åbøtur, ið skulu ger-
ast millum ár og dag. Men í
dag eru allar slíkar rokning-
ar ein heilan fjórðing stórri,
enn tær vóru áðrenn meir-
virðisgjaldið kom, so tí skal
meira til av pengini fyri at
fáa arbeiðið at hvíla í sær
sjálvum.
hj.