Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-01, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 1. desember 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 Nr. 230 — 1. DESEMBER 1994 | Bingo til frama fyri Barnahjálp- argrunnin Fyri at fáa útvegað pening til Barna- hjálpargrunnin verður skipað fyri einum stórum bingo týskvóldið 13. desember í Pállsstovu. Fyrireikar- arnir siga, at stórt sæð allastaðni eru teir mølttir við stórari vælvild, tá teir hava verið og biðið um vinningar Havandi í huga, at tað er ein sannroynd, at øll ikki hava tað so gott í Føroy- um í dag, hevur Stuðuls- felagið hjá Blákross- heiminum tikið stig til eitt stórt bingo í Pálls- stovu tyskvøldid 13. de- sember. Yvirskotið av hesum stóra tiltaki fer óskert til Barnahjálpargrunnin, ið hevur sum fremsta enda- mál at hjálpa illa stødd- um børnum í Føroyum, sotey kunnu fáa eini ver- dug jól. — Tað eru nógv fleiri, enn ein kann hugsa sær, ið eru so mikið illa fyri, at tad er trupult at fáa eini hugnalig og góð jól, av tí at eingin peningur er at halda jól fyri, siga Svend og Rønnaug Larsen, ið nú arbeiða við fyrireik- ingunum til bingoið. — Ti vilja vit eisini vóna, at fólk taka undir við ultakinum og meta upp fyri at gera eina góða gerð móti ødrum, id íkki eru so væl fyri. Hugskotið til hetta til- takið kom frá Súsonnu Eliasen á Almannastov- uni, ið másigast at »hava fingurin å pulsinum«, tå talan er um, hvussu fólk hava tað fíggjarliga í hes- um døgum. — Nú royna vit so at fáa sett hugskotið í verk, og sigast má, at vít stórt sæð allastaðni hava mett stór- ari vælvild, har vit eru komin at biðja um vinn- ingar tíl bingoið, siga Svend og Rønnaug Lar- sen við Sosialin. — Tey allarflestu, ið vit hava vent okkum til fyri at fáa vinningar, hava lat- 10 vid hjartanum, so tad verður eitt gott bingo, ið kemur burturúr. So er bert at vóna, at undirtøk- an eisini verður góð, tå bingoið verður tyskvøld- ið 13.desember kl. 19.30 — endamálið, ið pening- urin fer til, fær neyvan verið stórt betri. Talan er um stórar og góðar vinningar, so sum mat, klæði, olju, bensin, gávukort, húsarhaldstól, vikuskifti fyri tvey á gist- ingarhús og mangt ann- Pállsstova leggur holi til tiltakið, uttan at skula hava nakað afturfyri, og soleiðis hevur tað verið allan vegin igjøgnum. hj. Tíðindablaðið (57 BARNAHJÁLPARGRUNNURIN NÓGVAR UMSÓKNIR: Jólastyrkur latin 600 illa støddum børnum í Føroyum — Um øll tey sendu umsóknir inn, ið høvdu havt rætt at fingið stuðul frå Barnahjålpar- grunninum, kundu umsóknirnar skjótt farið um tær 1.000, sigur Kristian á Dul, for- maður í Barnahjålpargrunninum, ið fer at lata jólastyrk til eini 600 børn hesaferð Táfólk í teimum >glaðu 80- unum< yvirhøvur høvdu fleiri krónur og oyru um hendi, enn tey hava í dag, plagdu at koma einar 150 umsóknir inn til Barna- hjálpargrunnin, ið á hvørj- um ári letur jólastyrk til illa stødd børn i Føroyum. — I dag er talið tvífaldað, og eins og í fjør hava vit í år fingið einar 300 umsóknir inn til grunnin, sigur for- maðurin, Kristian á Dul. — Sjálvandi fáa ikkiøll tey stuðul, ið søkja. Summi eru ikki millum teirra, ið sam- bært reglunum hava rætt til stuðul, og so eru tað eisini summi, ið ikki hava útflyt umsóknarblaðið rætt. Barnahjálpargrunnurin er ikki nakar nýggjur grunnur. Hann varð stovnaður undir krígnum, í 1942, tá einkj- urnar ikki vóru so fáar, ið sótu eftir einsamallar við einum barnaflokki at for- syrgja, tí maðurin var sjálát- in á sjónum. Grunnurin hevur so verið virkin øll árini, og tað eru renturnar av stovnsfænum, ið verða býttar út sum stuð- ul. Av tí at umsóknirnar eru fleiri í tali, enn tær hava ver- ið, verður minni í part til teirra, ið fáa stuðul. Ein annar trupulleiki hjá Barnahjálpargrunninum er hesaferð, at renturnar ikki Barnahjálpar- grunnurin Studningar ti ílla stødd børn verða út ” ” a - býttir í desember mánaði. Umsóknir um slíkan Styrk eiga at vera nevndini í hendi í seinasta Í november 1994. lagt 25. Umsóknarblað fáa ti! Barnahjálpararunni 165 Argir.“ Pargrunnin, boks 2165 tygum við at skriva Tórshavn 7. november 1994 Barnahjálpargrunnurin Lýsingin frå Barnahjálpar grunninum, ið stóð í blóðunum herfyri. Einar 300 umsóknir eru komnar um jólastyrk eru fleiri enn 200.000 krón- ur, meðan tær plaga at vera einar 400.000 krónur. Men kortini hevur eydnast at fáa nakað av peningi til vega, ið peningastovnar, virki, fel- ég og aðrir grunnar hava latið. Tilsamans verða tí aftur í ár einar 400.000 krónur latnar í stuðli til »illa stødd børn«, sum sagt varð í lýs- ing frá Barnahjálpargrunn- inum í bløðunum herfyri. — Stuðulin verður latin eftir, hvussu nógv børn eru at forsyrgja í tí einstaka hús- arhaldinum. Er bert eitt barn, er stuðulin einar 1.250 krónur, meðan upp til 3.000 krónur verða latnar, um tey eru fleiri í tali, sigur Kristi- an á Dul. Minni verður í part — Men eisini hetta tal er minkað seinnu árini, tí fleiri umsóknir koma. Tá mest varð latið, var hægsta upp- hæddin uppi á 4.000 krón- um. Kristian á Dul sigur, at um øll tey sendu umsókn inn, ið høvdu havt rætt at fingið jólastyrk frá Barna- hjálpargrunninum, hevði talið á umsóknum óivað far- ið um tær 1.000. Tey flestu, ið søkja um jólastyrk frá grunninum, hava eisini rætt til styrk, og tað kunnu vera umsóknir, har talan er um eina einkju ella einliga mammu, sjúkan pápa, arbeiðsleys ella bara, har tey standa illa í tí. Fyrr sendi grunnurin eis- ini styrk, um talan var um onkra vanlukku, men tann tørvin megnar grunnurin ikki at bera, so tí verður tað ikki gjørt longur. Í annadkvøld verður so stóða tíkin endaliga til tær innkomnu umsóknirnar, og tá kann væntast, at eini 600 illa stødd børn í Føroyum fáa jólastyrk, so tey kunnu fáa eini verdug jól við góð- um mati á borðinum og eis- ini onkrari jólagávu. Nevndin í grunninum er mannað við sjey fólkum. Tey eru Kristian á Dul, for- maður, Jákup Christiansen, Dorthea Winther, Bergtóra Hanusardóttir, Beinta Jac- obsen, Árni Svartafoss og Óli Breckmann. hj. verdug jol fyri yvir eina million Fleiri grunnar eru í hesum døgum i ferð vid at gera endaligu fyrireikingarnar til tað, ið fyri einsamallar og illa staddar fór- oyingar skal gerast eini verdug jól. Fólk, ið hava sent umsóknir inn til hesar grunnar, fáa í næstum pening útgoldnan — tilsam- ans er talan um yvir eina millión krónur, ið fara til endamálið Mangan verður tikið til, at jólini eru barnahátíðin fram um allar aðrar hátíðir. So er óivað eisini — men tað verða jólini kortini ikki av sær sjálvum. Tey, ið eru so heppin at hava eitt nú tveir forsyrgj- arar í húsinum og fasta inn- tóku, hava neyvan stórveg- is trupulleikar við at kunna geva børnunum eini slík jól, men hesar umstødur hava bara ikki øll i dag. Mangar mammur eru ein- samallar við sínum børnum og hava ongan forsyrgjara, og í mongum førum er tann forsyrgjarin, ið skuldi tikið sær av húsarhaldinum, ikki førur fyri tí — kanska vegna sjúku, arbeiðsloysi ella ann- að. Og tá gerast umstødurnar ikki júst tær allarbestu, ið kunnu geva børnunum eina minniliga jólahátíð — og fyri tað eisini teimum vaksnu. Fleiri grunnar hjálpa fólki Nú jólini nærkast, hava verið at sæð fleiri lýsingar í frá ymsum grunnum í blød- unum, har greitt verður frá, hvussu fólk kunnu bera seg at við at søkja um stuðul av ymsum slagi. Omanfyri er nevndur so- kallaði Barnahjálpargrunn- urin, ið aftur í ár hevur eina ørgrynni av umsóknum á borðinum, ið skulu viðger- ast í annadkvøld. Her er tal- an beinleiðis um at hjálpa illa støddum býrnum at fáa eini verdug jól. Upphæddin, Barnahjálp- argrunnurin letur í ár, liggur um 400.000 krónur. Men umframt eru eisini aðrir grunnar, ið koma fólki til hjálpar undan jólum, so eisini tey kunnu fáa eini verdug jól við gllum tí, ið hartil hoyrir. Hjálpargrunnurin fyri 6- arbeidsførar fiskimenn er ein teirra, og í fjør komu um 200 umsóknir inn. Tilsam- ans læt grunnurin tá umleið 430.000 krónur í stuðuli, 0 Borgarhjørt Kragesteen, ið er skrivari í grunninum, sig- ur við Sosialin, at roknað verður við nakað tað sama hesaferð. — Vit hava fingið 170 um- sóknir, men freistin er ikki úti fyrr enn 8. desember, so helst fer talið at liggja um einar 200, tá avtornar, sigur hon. — Tað vísir seg, at um- søkjararnir gerast yngri og yngri, men framvegis eru tað tó eisini nógvir pension- ístar, ið søkja um stuðul. Almanna- og heilsudeild- in í Tinganesi umsitur eisini tríggjar danskar grunnar, ið á hvørjum ári lata jólastyrk. Teir eru >Legatet til sociale formál af 1989<, >Jule- mærke-legatet< og >Spare- kassefonden«. — I fjør vóru um 220.000 krónur at byta út, og tá vóru 120.000 krónur latnar, sigur Johnny Winther Holbech. - Umsóknarfreistin er úti 8. desember, so enn eru ikki allar umsóknirnar komnar. Higartil eru tær einar 20-30 í tali. hj.