leygardagur 3. desember 1994síða 12
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 12
Útvarpið og V4
halda silvurbrúdleyp .
6.3 milliónir seðlar hava verið við i spælinum, 39,7 milliónir eru goldnar út til spælar-
arnar, og útvarpið hevur vunnið 44,5 milliónir hesi árini
Niels Juel Arge og Hjallgrim Hilduberg vóru teir fyrstu í nýggju “bransjuni"
Í kvøld halda Útvarp Før-
oya og V4 spælið silvur-
brúdleyp. Tað stendur øll-
um føroyingum í boði
framman fyri útvarpslurtið
at taka lut í brúdleypinum.
Eftir V4 dráttin, sum helst
verður ein hin størsti nakr-
antíð, verður undirhaldið,
sungið, spælt og kveðið í
tríggjar tímar í sambandið
við, at 25 ár eru liðin síðani
fyrstu V4 drátturin var
fyrstaleygarkvgldið 29. no-
vember 1969.
Tað er einki at liggja om-
aná, at tað hava verið 25 góð
ár, sum útvarpið og V4 hava
havt saman. Drátturin í
kveld er nummar 1.065, og
tá spælt var 1.064 ferðir,
vóru 103 milliónir krónur
goldnar inn av spælarunum.
Fleiri vinnarar
Tað almenna hevur góða
grund at taka lut í 25 ára
degnum, tí í skatti av vinn-
ingum eru 6 milliónir krón-
ur runnar niður í landskass-
an.
Postverkið hevur eisini
alla orsøk at gleðast um V4.
Tá Niels Juel Arge fekk
hugskotið um V4 spælið at
fíggja nýggju útvarpshús-
ini, var næsti spurningurin
at fáa greiðu á, hvussu sam-
skiftið millum fólkið og út-
varpið skuldi vera. Í staðin
fyri at seta nakað nýtt á
stovn, valdu teir at arbeiða
saman við Postverkinum.
Fyrstu tíðina kostaði tað
fimm krónur at spæla við,
umframt at 50 oyru skuldu
gjaldast til posthúsið. Síð-
ani eru bæði spæligjald og
postgjald fleirfaldað, so-
leiðis at samlaða upphædd-
in, sum Postverkið hevur
fingið, er komin upp á 9,7
milliónir krónur.
Spælararnir hava vunnið
39,7 milliónir. Útvarpið
Nr. 232 — 3.DESEMBER 1994
hevur í sín part fingið 44,5
milliónir, og so eru 3,1 mill-
iónir goldnar í umsiting.
Kemur minni inn
Útvarpið hevur triggjar
inntgkukeldur. Utvarps-
gjaldið, sum er 65 prosent,
lýsingarnar, sum eru 20
prosent og so V4 spælið,
sum gevur tey seinastu 15
prosentini.
— Tað sigur seg sjálvt, at
V4 spælið er eitt gott íkast
til rakstur og iløgur, og tað
er alment kent, at útvarpið
hevði neyvan verið flutt í
nýggj hóli, um V4 spælið
ikki var komið, sígur Jógv-
an Jespersen, útvarpsstjóri.
Tey flestu spæla við
Útvarpið merkir eisini
svian av, at búskaparligu
viðurskifitni eru nógv
broytt:
-Í gllum trimum inntøku-
bólkunum kemur minni í
kassan. Ferðin í samfelagn-
um er minkað nógv, og tað
vísir seg í færri lýsingum.
Tað búgva færri fólk í Før-
oyum, og tað vísir seg í
minni samlaðum- útvarps-
gjaldi. Og so mugu vit eisini
staðfesta, at tað verður
spælt eitt sindur minni í V4.
Hvørji spæla í V4?
— Eg kann ikki vísa á ávís-
ar aldursbólkar, sum spæla
meiri enn aðrir, men tað eru
eini 1.700 fólk, sum trúliga
spæla við so at siga hvørja
viku. Talið var eini try
hundrað hægri, tá tíðirnar
vóru ljósari, men tað eru
framvegis ein fitur skari,
sum er trúfastur móti V4.
Hósdagin kundi útvarps-
stjórin ikki siga, um dráttur-
in í kvøld verður tann størsti
nakrantíð.
— Men tað skal nógv til at
koppa gamla metinum. Fyri
12 árum síðani vóru tað eina
ferð 37.000 seðlar. Tá vit
hugsa um fólkatalið í Før-
oyum, so merkir hetta, at
nógv teir flestu føroying-
arnir hava spælt í V4 onk-
untíð.
Laga seg til
broyttu
umsteðurnar
Útvarpið noyðist at klára
seg við inntøkurnar, sum
tað sjálvt fær til vega. Fyri
trimum árum síðani vórðu
2,5 milliónir á fíggjarlógini
til millumbylgjusendaran. Í
ár er upphæddin 0,5 milli-
ónir. Restina skal útvarpið
gjalda av sínum inntøkum.
Hetta hevur borið við sær, at
tað á millumbylgjuni verður
sent við hálvari kraft.
Hvussu stendur útvarpið
seg, tá inntøkurnar mink-
að?
— Vit hava roynt sum
frægast at laga okkum til
nýggju tíðirnar. I fyrstu at-
løgu hava vit roynt at spara
á øllum økjum, sum ikki
beinleidis hava vid sending-
amar at gera. T.d. hava vit
sagt allar såttmålar upp og
fingið nýggjar í staðin, sum
eru bíligari fyri okkum. Her
Tíðindablaðið (ST),
Oskar Hermansen, ein av teimum, sum hevur tikið stórstu
tókini fyri at halda V4 á lívi
verður m.a. hugsað um
gjald fyri rættin at senda
tónleik, samsýningar til rit-
høvundar og rættin at nýta
tíðindi frá tíðindastovun-
um.
Um vit skulu spara meiri,
so er einasti møguleikin
sendingamar. Tað er lítið
hugaligt, og vit vóna, at tað
ikki verður neyðugt, men
møguleikin kann ikki úti-
hýsast. Skulu vit ikki gera
tað, og inntøkurnar fram-
vegis minka, so er einasti
møguleikin at hækka út-
varpsgjaldið, vísir Jógvan
Jespersen á.
Umleið 40 prosent av tí,
sum fer í luftina, verður
gjørt av fólki, sum hevur út-
varpsarbeiðið framíhjá.
Skulu sparingar gerast, so
er ein møguleiki at minka
um hendan partin, men í út-
Feðgarnir báðir, Niels Juel og Jógvan hava nógv at vera stoltir av, nú V4 royndist útvarpinum so góður stuðul.
varpinum halda teir tað vera
eina styrki, at nógv fólk
sleppa framat:
— Øll hugskot til sending-
ar verda gjølla vidgjørd, og
tey flestu gerast til sending-
ar. Vit ansa bara eftir, at
javnvág er í, og so hjálpa vit
til, har tað er neyðugt.
Serligan leiklut
Útvarpsstjórin vónar ikki,
at tað kemur har til, at tað
verður neyðugt at skerja
sendingamnar:
— Útvarpið hevur havt ein
serligan leiklut í Føroyum.
Tá útvarpið kom í fimtiår-
unum hevdu føroyingar
lurta nógv eftri danskaran-
um og norðmanninum. Tað
varu fleiri útvarpslurt, og so
var tað bæði hugaligt og for-
kunnugt at hoyra føroyskt
útvarp.
Samfelagið var lítið út-
bygt tá. Samskiftið var lítið,
fólk ferðaðist ikki serliga
nógv, vegimir millum
bygdir vóru fáir, knortlutir
og smalir, og millum oyggj-
arnar fóru fólk bara, tá tey
høvdu ørindir. Ti var tað so
hent at fáa eitt amboð, sum
kundi bera tíðindi ímillum.
At fólk vóru glað fyri út-
varpið hongur framvegis
við: Ongastaðni í heiminum
lurta millum 80 og 90 pro-
sent eftir tíðindunum. Vit
vilja fegin halda fram við at
betra um góðskuna á tí, sum
verður sent og við at økja
um senditíðina, men tað er
ikki ókeypis, undirstrikar
útvarpsstjórin.
Í kveld flødir í útvarps-
kassanum. Tað er eingin
ætlan um, at útvarpið og V4
skulu skiljast. Tíðirnar gera,
at tað ongantíð hevur komið
betri við hjá stovninum, at
fólkið roynir eydnuna í
spælinum, enn tað ger nú,
og tær nýtist ikki at hava
serlig evni at síggja inn í
framtíðina fyri at staðfesta,
at soleiðis verður tað eisini
næstu nógvu árini. .nes