Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. desember 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 232 — 3.DESEMBER 1994 Sida 13 Nógvir gjørdust kendir í V4 sendingunum Sjónleikarar, yrkjarar, táttayrkjarar og sangarar gjørdust fólkaogn gjøgnum leygarkvøldssendingarnar í útvarpinum Tær undirhaldssendingar, sum útvarpið fór undir eftir at V4 spælið var fingið í lag, høvdu sum mål at fáa spæl- ið út millum fólk og at kveikja áhugan fyri at spæla við. Jógvan Arge mundi sam- an við Niels Juel Arge vera oddamaður fyri sendingun- um, og tað var ikki lítið, teir ætlaðu til. Leygarkveld eft- ir leygarkvøld frá heystin- um og út á vári í eini átta ár, syrgdu teir fyri undirhaldin- um, sum føroyskir útvarps- lurtarar gjøgnum vikuna gleddu seg til. Nógv orka varð nýtt — Tað kostaði nógva orku, og tå vit høvdu havt send- ingarnar í so mong ár gjørdu vit av at gevast. Fyrireik- ingarnar tóku nógva tid. Tað mesta skuldi fáast frá hondini eftir vanliga arb- eiðstíð, tá tey, sum vóru í ødrum starvi, høvdu møgu- leika at koma í útvarpið, greiðir Jógvan Arge frá: Nógva arbeiðið, sum varð lagt í sendingarnar, gekk út yvir annað arbeið, og so valdu vit at saðla um. Vit kunnu eisini siga tað soleið- is, at V4 spælið tá var vorð- ið kent millum føroyingar, og tað var øllum greitt, at spælið var komið fyri at vera. Síðani tá hava vit av og á havt undirhaldssendingar, sum eru tiknar upp í útvarp- inum, t.d. Ruskredaktión- ina, kvøldsetur, og so ser- stakar sendingar á nýggjár- inum, føstulåvint og á ólav- søku. Tidimar eru nógv broyttar, og tað verður neyvan aktuelt aftur í so stóran mun at skipa fyri undirhaldssendingum, sum vit høvdu tær fyrstu árini. Olivur Næss og Herman Jacobsen, sum áttu lívið í V4- sendingunum í mong mong ár. is Umhvervið úr Sjónleikarahúsinum Hvat hava tit á skránni í kveld? Pauli í Sandágerði spælir og børnini syngja — Vit halda 25 ára dagin fyri V4 spælinum við einari undirhaldssending eftir at drátturin hevur verið klokk- an sjey. Fyrsta tíman verður Heri Smith. sum setti sín dám á V4 við síni herming. Her saman við einum av ynglingsoffrunum, Eivind Vilhelm, biskuppi Marner Simonsen og Jógvan Arge undirhald, sum Robert Mc- Birnie, Hilmar Jan Hansen og onnur hjálpa til við, so fara tvey orkestur at spæla dansitónleik í ein tíma, og vitrunda av við einum tíma, har vit hoyra Havnar Dansi- felag kveða. Tá vit líta aftur á tey 25 ár- ini, er tað so mangt, sum rennur fram fyri Jógvan Arge: — Stuðlarnir undir send- ingini vóru so at siga teir somu alla tíðina. Utskift- ingarnar komu so við og við, uttan at tað nervaði samanspælið. Oskar Her- mansson og Olivur Næs, sáli, tóku nógv tók, og sam- an við teimum fleiri, sum vóru í umhvørvinum kring Sjónleikarahúsið í Havn. Óli Kurt Hansen var 6før- ur, og fólkið dámdi væl, tá Heri Smith hermdi eftir pol- itikarunum, sum tá mynd- aðu pallin. Ikki minst líktist tað væl, tá hann royndi seg við røddini hjá Atla Dam og Johan Nielsen, sála. Táttirnir endumýggjaðir Tað hevur altíð verið van- ligtat yrkja táttir í Føroyum, bæði til ávís høvi og um persónar, sum hava verið framstandandi ella sum hava gjørt seg merktar á onkran annan hátt. Tá út- varpið fór at senda, fekk táuayrkingin vind í seglini. Tað vóru fleiri, sum yrktu, Ld. Oskar Hermans- Frá dansi í V4 son, Poul Arne Joensen, Tummas Napoleon Djur- huus, Axel Tórgarð, Suni Jacobsen, Finnbogi Ísakson og Jógvan Arge. Onkrir verða framvegis nógv nýttir, Ld. >Per fór til Havnar< og >Hví eru Før- oyar bert grót og flag«. Suni Jacobsen yrku teir báðar tveir. - Eitt var at tað tóktist liggja raðið fyri hjá fleiri at yrkja, men tað hevði stóran týdning, at tað vóru úrmæl- ingar, sum bóru teir fram og sum høvdu undirspælið. Eg hugsi t.d. um Svend Brim- heim, sum var sannur snill- ingur á guitarinum, og Simma, sum dragsaði tungu ljóðferini alla staðni, har vit fóru, og eg hugsi um teir, sum komu aftan á, Ld. Koll- bein Simonsen og Ólavur Øster. Herman Jacobsen var framúr at syngja og tulka tættir, og parturin hjá Flem- mingi Samuelsen lá ikki eftir. Oivad havi eg gloymt onkran, men eg kann siga um tað mesta, at tað var dygd í tí, og tað gjørdist eitt umhvørvid við góðum trivnað kring sendingarnar, heldur Jógvan Arge. Ferðin til Klaksvíkar Útvarpið ferðaðist nógv við V4 sendingunum fyrstu árini. Umstødurnar á Bryggjubakka vóru ikki til slíkar sendingar, og tí vóru samkomuhøllin á Lands- sjúkrahúsinum, aulan í Stu- dentaskúlanum í Hoydøl- um, fimleikarahøllin á Hå- skúlanum og Læraraskúla- høllin nógv nýttar. — So fóru vit út á bygd. Tað var nakað nýtt. Bygda- fólk kendu røddirnar á teim- um, sum tóku lut, og tey tóku væl undir, tá vit komu á vitjan. Eg minnist serliga ferðina ul Klaksvíkar, ið stendur sum ein sonn perla í rødini av ferðum út á bygd. Tað mundi vera í 1971. Tað var stílur yvir tí. Vit leigaðu Rituna norður, tøkningarnir vórðu settir í land at gera klárt, og so løgdu vit okkum út á Pollin at gera tær síðstu fyrireik- ingarnar. Ikki minst var tað týdningarmikið at fáa nógv av lokalum skemti blandað uppí. Tá hurðarnar vórðu lætnar aftur eitt korter undan at sendingin skuldi í luftina, vóru tað stúvaðir eina staðni millum 1.500 og 2.000 klaksvíkingar og norðingar inn í KI høllina, og teir vóru væl upplagdir, minnist Jógvan Arge afturå. Eitt sindur av kapping var eisini uppí. Leingi var spurnarkappingin »Nær var tað?< fastur táttur í sending- unum. Tað var næstan sum í kappróðri og fótbólti, tá ein klaksvíkingur, ein havnar- maður og fólk aðrastaðni frá royndu at minnast årstøl. -nes