leygardagur 3. desember 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Nr. 232 — 3.DESEMBER 1994
Miðbýarfelagið mótasýning í Klubbanum
Ein rúgva av
konufolki og
ein rugva av
mótaklæðum
Meðan allir teir ymsu handlarnir í miðbýnum í Havnini fyrr bert
vóru kappingarneytar og skuldu royna at fáa so nógvar kundar
frá hvørjum ødrum sum gjørligt, eru teir nú farnir undir gott
samstarv, ið hóskvóldið visti seg í verki við mótasýning í Havn-
ar Klubba. Magnussen á Magnussen fórdu orðið, meðan ein
ørgrynni av ungfólki vísti teimum 200 gestunum nýggja mótan
Eftir
Hilmar Jan Hansen
Klokkan er farin av hálvg-
um átta, og tað er h6skvøld.
Í teirri stóru veitsluhøllini
í Havnar Klubba er fullsett,
tí nú skal vera mótasýning.
Í sigarettroyki og stórari
málageipan sita einir 200
gestir við borðini og bíða
eftir, at okkurt skjótt skal
henda á pallinum, ið er sett-
ur miðskeiðis á gólvinum
eftir allari longdini — eitt
sindur oman móti vindeyg-
unum, ið venda móti Ting-
húsvegnum.
Ein rúgva
av konufólki
Kagar tú út yvir ta stóru
mannfjøldina, so ber næst-
an ikki til kalla hana mann-
fjøld, tí tey allarflestu eru
konufólk — í hvussu er nøk-
ur og hálvfems prosent av
teimum, ið hava funnið sær
sess, eru konufólk, so helst
er málsliga eins rætt at kalla
hetta eina konufjøld.
Onkur av konunum hev-
ur tó hálað mannin við sær,
og okkurt hendinga mann-
fólk sær út til at vera komið
av sær sjálvum.
Hesin sami konufólkado-
minansurin er eisini eyð-
sæddur, tá tær modernaðu
og dunkandi rútmumnar
smáar tíggju minuttir yvir
hálvgum átta koma send-
andi út úr hátalarunum.
Men fyrstu røddirnar, tú
hoyrir undan tónleikinum,
eru tó mansrøddir: Magnus-
sen á Magnussen, ið vóru
so væl umtóktir í sending
síni við sama heiti — teir
báðir, Jákup og Rasmus —
skulu leiða okkum øll som-
ul gjøgnum næsta hálvan-
triðja tíman, ið bert verður
avbrotin av steðgi í hálvan
tíma, tá drigið verður um
lutaseðlar og atgongumerk-
ini — 27 vinningar eru at
vinna við lutaseðlunum og
ein vinningur við atgongu-
merkinum.
Miðbýarfelagið
skipar fyri
Tað er Miðbýarfelagið í
Havn, ið hevur tikið stig til
hesa stóru framsýning.
— Miðbýurin er jú alt ann-
að enn deyður. Her er rætti-
ligt lív í, sigur Siri Eystur-
oy, ið er formaður í felagn-
um.
— Og eg haldi ikki at eg
taki munnin ov fullan, um
eg sigi, at handlarnir hava
tað gott í midbynum. Með:
an tað fyrr var meira van-
ligt, at handlarnir bert kapp-
aðust um kundarnar, hevur
tað eydnast hjá Miðbýarfel-
agnum at fáa handlarnar at
samstarva. Vit seta okkum
niður fyri at finna útav, hvat
kann gagna miðbýnum, og
eg haldi at allir handlarnir
eru glaðir fyri hetta góða
samstarv.
Mótasýningina í klubb-
Tíðindablaðið CSE
anum hava handlamir og
salongirnar verið saman um
at fyrireika, og nógv orka er
løgd í at fáa tað so gott og
hugnaligt sum gjørligt.
Bordini eru dekkað við
kaffikoppum og skálir við
»risalamang« standa alla-
staðni. Eisini kunnu gest-
irnir keypa sær okkurt lesk-
andi og fáa sær salat.
Hesi 200 fólkini, ið sita í
veitsluhøll klubbans, hava
keypt sær atgongumerki í
handlunum fyri 50 krónur,
og tað er ikki bara nakað
fyri eyguni, ið borðreitt
verður fyri teimum.
Ætlað vera eitt aftur-
vendandi tiltak
— Vit vilja við hesum til-
takinum fegin vísa, hvat tað
er, ið miðbýurin hevur at
bjóðað, og vit eru eisini
samd um, at hetta tiltakið
ikki bert skal vera hesa einu
ferðina, men skal gerast eitt
afturvendandi tiltak, sigur
Siri Eysturoy, meðan hon
fær sær sess undir blað-
manninum eina lítla løtu í
steðginum.
Sjálv gongur hon eisini í
mótaklæðum á pallinum, so
vitmugu gera skjótt av. áðr-
enn tey eru liðug at draga
luiaseðlarnar, tí tå skal hon
vera millum tey fyrstu á
pallin.
- Aftur til várs verður
mótasýning, og tá verður
tað sjálvandi vármótin, ið
verður á skránni.
Meðan vit soleiðis sita og
práta, hoyrist onkur við
borði sleppa einum bøllut-
um út millum varranmar, tí
tað aftur var lítla e, ið stóð
framman fyri tí vinnandi
nummarinum.
— Soleiðis er tað bara alla
somlu tíðina. Nú mugu tey
fara longur niður í posan, so
stóra A ella lítla c heldur
kemur, sigur ein kona, ið
hevur keypt eina rúgvu av
seðlum, men enn ikki hevur
verið so heppin, at hon hev-
ur fingið fatur á nøkrum av
teimum 27 vinningunum, ið
eisini eru frå midbyarhandl-
unum.
Summi pallvand
= onnur smæðin
Undan steðginum hevur
meginparturin av sjálvari
målasyningini verið, og har
hava handlarnir havt síni
ungu og vøkru umboð úti í
fleiri umførum.
Tað er sera ymist, hvussu
hesi fólk bera seg at á pall-
inum.
Summi teirra eru pall-
vand og tú sært beinanveg-
in, at hetta ikki er fyrstu
ferð, at tey royna seg í slík-
um sambandi.
Kroppurin verður syftur
aftur og fram í vaggandi
gongulag, so tú næstan sært
klædini úr øllum hugsandi
vinklum, og andlitini eru
frímóðug og smílandi — ella
fastfryst í einum álvarsom-
um brá, uttan at vika ein
vødd meira enn neyðugt er,
tá andað verður.
Men so eru tað summi, ið
heilt týðiliga ikki hava verið