Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-03, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 3. desember 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 232 —3.DESEMBER 1994 Ummæli av bók eftir Tórodd Poulsen, sum forlagið Fannir gevur út virskriftini, >yrkingar<. Tíggju ár síðan hansara fyrsta yrkingasavn kom út og aftan á sjey søvn kemur nú hansara stóra bók, fullar 132 síður, (alt er í mun til okkurt annað (relativt), ið onkur longu er farin at kjak- ast um, hvussu hon skal bókast, eg meini tað. Bókin hevur bæði fororð, inngang og útgang, niður- stóðu, samandrátt og fram- hald við einum einsligum spurnartekni niðri undir sær. Í REGLUR er upp í eitt miðal føroyskt yrkinga- savn, og øll hittinorðini í bókini eru so mong, at elsini tey høvdu fylt eitt savn við hittinorðum. Ein prosabók skrivað av einum yrkjara. Heiti REGLUR er við fyrsta eygnakast sjálvsagt, um helmingurin av bókini er bólkað í innihalds yvir- litinum við hesum heiti, uppi yvir hesum brotinum er eitt paragraff iekn, men tú kemur eisini at hugsa um tey mongu brøv, sum eru byrjað: >Nú sendi eg tær hesar reglur<. (annað kann eisini lesast úr hesum orði). Bókin er ein dagbók á brá við mátan S. Kirkegaard brúkti. Ein tráður í bókini er eitt brævasamband millum tveir yrkjarar við nøvnun- um Ká (Káið tá í vegin kom?) og Há (rópa upp í há?) illa slepst undan at Eg mundi næstan skrivað í Reglur nevna, at livandi yrkjarar koma framfyri teg, sum tú lesur hetta brævasamband, sum er strøtt um í bókini, tó ikki tilvildarliga. Ein annar tráður er yrkj- arans arbeiðspláss, kioskin á keiuni, sum onkur hevur skirt Universitetið á keiuni, ella Fólkauniversitetið 0.3. á sama borð. Haðani hevur hann fingið nógv gott, sum hansara gløgga máloyra og skeiva smíl hava lagt í skuffuna við somu gleði sum onkur pengagrískur keypmaður. Vidhvørt brúkar hann sedl- arnar við áskrivaða virðin- um, men hann hugsar og handlar eisini við teimum, so leir geva meira av sær. Vidhvørt letur hann seg í málarakittil og spælir, at hann er málari, soleiðis fær hann eitt lítið fjølbroytni í síni nógvu skriving um tað at yrkja ella rættari at seta orð á blað. Mong eru evnini úr nútíð og tátíð, hidani og haðani, stórt og smátt, onk- untíð snarað ymsar vegir sum ein terningur við nýggjum søgum á hvørjari síðu. Dagsins mål og nøkur av dagsins fólki fáa eitt klapp (nei, Tóroddur spark- ar ongan í reyvina, brúkar helst orðið rumpa, hann er so >hampuligur<, at fiskur hevur munn á síðu 111. Skoða ikki Tórodd á hárin- um). Byrjar tú fyrst at taka úr rúgvuni, fært tú kanska ikki afturhald, men Fyrisøgn á síðu 106 er ein skemtilig pinku stutt stutt søga, má lesast, og so 4.síður mót- ummæli (síðu 42). Her ball- ar tungan ikki, hann sigur sína hjartans meining, og leggur ikki fingrarnar ímill- um, men byrjar viðeini yrk- ing, sum prikk uppi yvir in- um og einari yrking sum punktum. Sjálvt mótum- mælið stóð í Friu Føroyum nr. 7 1992 undir heitinum »Hin blinda á listaframsyn- ing< og tá við røttum navni. Tóroddur gloppar hurð- ina inn á nakið yrkjarahold. (ja, ja, hálvnakið so) Tað sær út sum skemt, men er alvor, tað sær út sum alvor, men er skemt, ella bæði ella okkurt triðja. Tað sær út sum veruleiki, men er yrkt, og tað sær út sum pent- að saman, men er veruleiki. Hann veit, at eitt orð ikki bara er eitt orð í einari ávís- ari merking. Tað kann vera so mangt. Á tí umfaldaðu permuni stendur: >Tóroddur Poul- sener / føddur í 1957 og ikki í 1950, 56 / 58 ella 59 sum / summi bókmenta- / fólk vilja vera við<. Fjant og fjas sigur onkur, men eitt dómi um, hvussu veruleikin eis- ini kann vera. Tað skrivaða kann lúgva og bókmenta- fólk ikki vera eftirfarandi. Hinu meðin tittulsíðuna stendur: onnur nøvn«: grugg 1984 (skal vera botn- fall) teir fjaðursáru 1986 (skal vera fullir einglar) og hann stuttleikar sær við at geva hinum fimm søvnunum nyggjnøvn, men heitið er jú »Onnur nøvn«. Fyrst tú fær bókina í hondina lesur tú okkurt, har tú av tilvild blaðaði upp og heldur áfram at lesa og blaða. Leggur hana frá tær, kagar aðrastaðni, tá ið tú tekur hana aftur, og hon verður liggjandi á borðinum ella onkra aðrastaðni, og tú má aftur fáa tær ein legg og ein góðan látur. Jú, jú, Tór- oddur er, sum allir góðir alvorsmenn, eisini stuttlig- ur. Hevur tú blýant í hondini verður ein strika sett, og tær vaksa sum dagarnir koma. Eisini tær tú minnist aftur. Tær við tær gomlu strikur- nar verða lisnar og glógva ofta við onkrum nýggjum. Men eg havi eisini lisið hana hampuliga (rímuliga) spakuliga frá byrjan til síðsta spurnartekin og má viðganga, at tám av tung- sinni legðist um heilan ella hjartað ella bæði tvey. Tór- oddur er kanska bestur at njóta í smáum gløsum. Kom at minnast, at Er- lendur fortaldi mær eina- ferð, hvat Halldór Laxness hevði sagt um SULT hjá Knut Hamsun, onkrir fyri- lestrar høvdu verið um Hamsun í Reykjavík, með- an Erlendur gekk á stu- dentaskúla har: >Hví ólukk- an var hasin maðurin ikki farin alt fyri eitt til USA, so var hann sloppin frá at skriva bókina<. Tað er ábart, har Tórodd- ur stendur, í sjálvum and- glettinum, hált eisini, og tað ríður illa undan fótunum, men hann verður standandi, sum ein kempa. Okkurt fjant og gnis er í- millum. Má siga søguna um piltin, ið vil hava eina millión fyri eina tóma fløsku, sum hann fann á einum grønum bøi og eisini hesa: >Í dag kom ein lítil fitt myrkhærd smágenta í alt ov stórum gummistyvl- um yvir til mín. Hon hevði nøkur leyv í hondini, sum hon vildi selja mær: >Hetta eru øgiliga fín leyv, sum ikki hava ligið á jørdini!« Bórn!< Tær lýsa sum tveir gulir dropar á døkkari fold. Best er at lesarin finnur síni egnu blettskot, hóast hugurin er til at prenta nøk- ur. Men í so uttanhanda onga yrking at havt við. mánin kennir ikki okkara nýggju rúsdrekkalóg hann fer aftur við orðinum sum vit ganga á minnist ikki okkara nøvn hann ýtar av eftir teimum sum saman siga tað sama og tað sum so kemur upp úr sjónum hevur onga meining eins og skald sum rennur upp í slokk úr gaddari yrking: mánin keypir enn svart Og til allar, allar síðst, ein findarglaður Tórodd. Ikki er hann lættur at seta í bás, har stendur hann ikki leingi. Sonn listarfólk bólkast ikki so lætt í bólkar. eri so glaður tá eg vakni við eini yrking í munninum og morgunin sigur: spyt út: (frá síðu 61.) Steinbjørn B. Jacobsen Herðaklapp til Foroya EN VANDHISTORIE fingið góð ummæli í donskum blóýðum Fyrr í ár boðaði Sjónvarp Føroya frá, at yrkingasavn- ið >Kirkeme pá havets bund< eftir Jóanes Nielsen hevði fingið sera góða mót- tøku í donskum bløðum. Bókin var sum kunnugt inn- stillað til ta noðurlendsku békmentavirdislønina i fjør. Tydari er Ebba Hentze. Men eisini ein onnur bók við týðingum úr føroyskum hevur fingið góða móttøku frá donskum ummælarum. Hetta er séguúrvalið »En vandhistorie og andre fær- øske fortællinger«, sum Kirsten Brix hevur valt og umsett. Eins og yrkinga- savn.ið hjá Jóanesi er henda bókin komin út hjá tí kenda og kræsna forlagnum Vind- rose, sum eisini gav út tær seinastu bøkurnar eftir William Heinesen. Í savn- inum eru søgur eftir Oddvør Johansen, Gunnar Hoydal, Bergtóru Hanusardóttir, Hanus Andreassen og Lydiu Didriksen. Realisma og gandur »En vandhistorie« er um- mæld í fleiri donskum blød- um, m.a. Information, Jyllands-Posten og tí kenda bókmentatíðarritinum Standart. Um bókina sum heild skrivar Jyllands-Post- en: >Udvalget og oversætt- elserne er ved Kirsten Brix. Begge dele er fint gjort<. Og Ejgil Søholm sigur í In- formation, at bókin er »et lille, men godt og repræsen- tativt udvalg af, hvad der rører sig i færøsk prosa i dag«. Sami ummælari held- ur, at henda bókin ger góðan mun å kreditsiduni hjå Før- oya umdømi í útheiminum. Um søgurnar sum heild skrivar Keld Gall Jørgensen i Standart: »Skal man pege på en linie gennem de ellers forskellige fortællinger, så må det være deres varier- ende måde at blande real- isme og magi på. Hvadent- en temaet er ægteskab, død, grindblodbad eller den første menstruation, sá skrives det ind i en ramme og rodfæstes i den særfær- øske natur, sum melder sig med sine destruktive og for- tryllende kræfter«. Oddvør, Bergtora og Lydia Um teir einstøku høvund- arnar skrivar Ejgil Søholm: Den længste (novelle) er en barsk ægteskabshistorie af Oddvør Johansen; den handler om kærlighedens ufattelige langmodighed, der måske overvinder alle problemerne (druk og hustruvold = og social deroute). Oddvørs to med- søstre tegner sig for de kort- este bidrag: Bergtóra Han- usardóttirs to historier skildrer med udgangspunkt i barndommen og med overbevisende ægthed følelser som glæde, sorg og savn. Lydia Didriksens »Liljevånden« emner af koglende naturstemning, og >Blod< er en skildring af en ung piges oplevelse af sin første menstruation — den dag byen svømmer i grindedrabets blod«. Gunnar og Hanus Og Ejgil Søholm leggur afturat: »Lige så færøske er Gunnar Hoydals historier skønt de begge foregår langt hjemmefra — i Ecua- dor og København, hvor han og hans bror/søskende netop som færinger oplever alt som anderledes. Bogens titelhistorie af = Hanus Andreassen er en naturmyte fuld af — også menneskelig — glæde ved livet og vandet. En — i ordets egentligste betydning — overstrømm- ende munterhed bobler i den«. »En vandhistorie« kostar 140 krónur. Hon er at fáa í teimum føroysku bók- handlunum. Bókin átti at veriðein hent jólagáva — eitt núatsent útlendingum, sum ikki duga at lesa føroyskt, men hava áhuga fyri Før- oyum og føroyskum viður- skiftum og bókmentum. -ee