Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-07, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 7. desember 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 12 Nr. 234 — 7. DESEMBER 1994 Jógvan Isaksen fekk M. A. Jacobsens virðislónina fyri yrkisbókmentir. Hann var tó ikki sjálvur hjástaddur at taka ímóti virðislónini Mynd: Kalmar ”Tidindabladid (77, #70 = Niels Jákup Thomsen takkaði fyri heiðurin og somuleiðis øllum teimum, sum eru um at fáa Barnablaðið út Mynd: Kalmar Ella Smith Clementsen takkar fyri heiðursgávuna. Hon helt, at ein tílíkur heiður eisini kann gera sitt til at stimbra fólki at skriva fyri børn Mynd: Kalmar Try heiðrað fyri foroyskar bókmentir Månakvøldid fekk Jógvan Isaksen virdisløn M. A. Jacobsens. Ella Smith Clementsen og Niels Jákup Thomsen fingu barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs Á samkomu á býarbóka- savninum månakvøldid fekk Jógvan Isaksen M. A. Jacobsens virdislønina fyri yrkisbókmentir. Á hesi somu samkomu vóru eisini tvær barnabókaheiðursløn- ir handaðar. Barnabóka- heidurslønimar fingu Ella Smith Clementsen og Niels Jåkup Thomsen. Jógvan Isaksen fekk M. A. Jacobsens virdislønina, sum er 14.000 krónur, fyri bókina "I hornatøkum við Prokrustes" og fyri bók- mentaviðgerð hansara sum heild. Í grundgevingunum hjá << $ nevndini verdur sagt, at Jógvan Isaksen hevur sum bókmentafróðingur mið- víst lagt seg eftir at fáa bókmentaheiminum sak- ligar viðgerðir av føroysk- um fagurbókmentum. Hetta er forkunnugt tilfar, sum kemur væl við, bæði hjá honum, sum roynir at ogna sær tað meiri tor- skilda, og í bókmentafrá- læruni sum heild. "I hornatøkum við Pro- krustes" er bók, sum greid- liga og klárskygt gevur lesaranum amboð til djúpari fatan av skaldskapi Hanus Andreassens. Barnabókaheiðurslønirn ar eru hvør upp á 10.000 Ella Smith Clementsen fær heidurslønina fyri, sum góðum blaði og hevur hann krónur. dugað væl at fylgt við tíðini. tór.- nevndin tekur til í grund- gevingunum, at hava skrivað, týtt og yrkt til børn. Ella er fjølbroytt listafólk, sum í sangi, leiki og týð- ingum hevur sýnt fjøl- broyttar gávur, sigur nevnd- in. Hina barnabókaheiðurs- lønina fekk Niels Jákup Thomsen. I grundgeving- unum sigur nevndin, at sum ábyrgdarblaðstjóri á Barna- blaðnum hevur Niels Jákup Thomsen í fleiri ár staðið fyri einum forvitnisligum, Nógv fólk vóru komin saman á Býarbókasavninum mánadagin tá heidurslønirnar vóru handaðar. Her Ella við heiðursbrævinum og blómum Mynd: Kalmar Ahugin at lesa bøkur og blød økist i hvørjum jølbroytum og dygðar Nógvfleiri følk koma í dag á bókasavnið enn fyri bert fáum árum síðani. Í fjór lænti Býarbókasavnið 90.000 bókur út Aftur í ár var Býarbóka- savnið karmur um hand- anina av M. A. Jacobsens virdislønini og Barnabóka- heiðurslónum Tórshavnar Býráðs. Í síni vælkomurødu i samband við hátíðarhaldið greiddi Heðin Mortensen, formaður í Mentamála- nevndini millum annað frå býarbókasavninum, sum í ár hevur 25 ár á baki. Hann segði, at plássið var ikki tað nógva ta fyrstu tíðina hjá bókasavninum, men so hvgrt alt fleiri fingu sína gongd á bókasavnið, gjørdust krøvini til hølini størri, og spakuliga hevur verið økt um húsarúmdina. Tað varð aftur gjørt í år, nú býarbókasavnið fekk nakr- ar hundrað fermetrar aftrat, og tað kom væl við hjá bæði starvsfólki og ikki minni hjá teimum, sum læna bøkur og støkka inn á gólvið at lesa. Frá Onnu Brimnes kundi formaðurin í Mentamåla- nevndini siga, at tað eru nógv fleiri fólk nú, sum dagliga koma á bókasavnið, enn fyri bert nókrum fáum árum síðani. Fólk geva sær eisini betri stundir at lesa tíðarrit og bøkur í dag. Í meða: støkka 350 fólk inn á gólvið um dagin, segði Heðin Mortensen sum helt, at hvort oyra í samband við útbyggingina var væl út- givið. Mentamålanevndarfor- maðurin helt, at fólk áttu at havt í huga, at tíðirnar í dag natúrliga gera tørvin stórri á einum bókasavni, har allir borgararnir kunnu finna sær tann lesnað, teir hava brúk fyri,- uttan kostnað. Bók- mentir eru ikki altíð bíligar at fáa hendur á, og tí er íkki minst í dag umráðandi, at vit lívga um býarbókasavn- ið, segði Heðin Mortensen. Nýggj telduskipan Býarbókasavnið lænti í fjør ikki færri enn 90.000 bøkur út, og tá eru ikki tær 80.000 bøkurnar tiknar við, sum bókasgvnini á kommunalu skúlunum læna út til skúla- ungdómin. Men tað skulu góðar umstødur at halda skil á einum tílíkum útláni, og ti verður arbeitt við at fáa eina nýggja telduskipan, sum skal hava til endamáls, at bóta um tænastuna á bókasavninum. Heðin Mortensen segði, athettaer gagnlig íløga sum fer at gera, at bókasavnið kann fylgja við tíðini. tór.-