hósdagur 8. desember 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Nr. 235 — 8. DESEMBER 1994
Fíggjarnevndarformaðurin um fíggjarlógaruppskotið:
Vit hækka tað
ikki við einari
einastu krónu
— Skal nakað tal hækkast, so skulu onnur lækkast. Tað er eisini
galdandi fyri sjúkrahúsverkið og skúlaverkið, sigur Finnbogi
Arge
Nakrir tingmenn, eisini
innan samgonguna, hava
gjørt vart seg í samband við
fíggjarlógaruppskotið frá
landsstýrinum. Millum aðr-
ar Vilhelm Johannesen,
sum ikki vil góðtaka, at
Klaksvíkar Sjúkrahús er
skert so mikið sum tað er.
Eisiri mótmælir løgtings-
kvinnan hjá Sambands-
flokkinum í Nordstreymoy,
at Fiskivinnuskúlin skal
flytast til Klaksvíkar. Lítið
er at ivast i, at tað vera eisini
aðrir samgongutingmenn,
sum hava síni serligu ynski,
sum neyvan vera at skerja
fíggjarlógina.
Ikki eitt oyra aftrat
Men formaðurin í Fíggjar-
nevndini, Finnbogi Arge,
ger heilt greitt, at tað skal
ikki eitt einasta oyra oman á
tær 215,211 milliónirnar,
sum hallið er roknað til.
-Skal nøkur konto hækk-
ast, skal onkur onnur
lækkast samsvarandi, sigur
fíggjarnevndarformaðurin.
Finnbogi Arge sigur seg
ikki ivast í, at fíggjarlógar-
uppskotið verður nakað
broytt, tá tað um smáar
fjúrtan dagar aftur kemur úr
Figgjarnevndini. Sjálvur er
hann heldur ikki heilt
samdur við landsstýrið um
fíggjarlógaruppskotið. 'Fað
eru serliga útreiðslugking-
ar, hann ikki er glaður fyri.
Hvørjar, vil hann tó enn ikki
siga.
Stutt tíð
Tað hevur ikki verið óvan-
ligt, at fíggjariógaruppskot
hava verið í Fíggjarnevnd-
ini í seks og upp í átta vikur,
men so verður ikki hersa-
ferð. Taðeru ikki stundir til.
Klokkan tíggju í dag fara
tingmenn undir fyrstu við-
gerð av uppskotinum til
nýggja fíggjarlóg, og síðani
CLUB 20
SUPER
»DOUBLE UP -
Hvert friggja- og leygarkvøld
kl. 22.00-01.00
KEYP EINA...
OG FÁ TVÆR!!!
| HETTA VIKUSKIFTIÐ: |
DJ - Kári Branckley & Páll Arge
»NYTT LJODANLEGG«
Friggjakvøldid: Kostnadur kr. 30 & kr. 60
Leygarkvøldid: Kostnadur kr. 30 & kr. 70
Kvinnuhúsið
Ráðgevingin hjá Kvinnuhúsinum er opin hvenn
héskvøld frá kl. 19.00-21.00, inngongd hjá KFUM,
Oman Pisuvarða 2, ella á t'f. 17200.
Kvinnuhúsið er opið gerandisdagar frå kl.
10.00-16.30. Telefonin, 17200, svarar hvønn dag
frá ki 10.00 fyrrapart til kl. 7.00 á morgni.
fer tað í Figgjarnevndini.
Finnbogi Arge sigur seg
rokna við, at nevndin hevur
hálvaaðru viku at arbeiða í.
Tað vil so aftur siga, at tað
verður ikki talan um at
innkalla eins nógv fólk á
fund sum vanligt annars
hevur verið. Formaðurin í
Fíggjarneyndini sigur seg
ivast í, um tað fer at eydnast
Tíðindablaðið (X1"1"
at fáa fíggjarlógina sam-
tykta fyri jól.
tór.-
Finnbogi Arge,
figgjarnevndarformadu:
Hallid skal ikki økjast.
Mynd: Kalmar
Figgjarnevndarformadurin broytt meining um lånsbrøv:
Sjálvandi eiga vit
at keypa lånsbrøv
— Tad fari eg eisini sjálvur at gera. Hetta er trygg iløga til góða rentu, sigur Finnbogi
Arge, sum ikki dylur, at hann hevur aðra hugsan í dag um almenn lånsbrøv, enn hann
áður hevur havt
Á fyrstu síðu í Dimma-
lætting leygardagin verður
Helgi Fossádal, fyrrverandi
bankastjóri og valevni
Sambandsfloksins seinasta
løgtingsval, endurgivin fyri
at siga, at almennu láns-
brøvini eru "dødens pølse",
sum hann tekur til, og hann
mælir øllum føroyingum frå
at keypa hesi lånsbrøv. I
greinini í Dimmalætting
leggur hann aftrat, at tað átti
ikki at verið loyvtat selt tey í
Føroyum.
Av fremstu sambands-
monnum hevur tad ikki bert
verið Helgi Fossådal, sum
hevur sagt seg vera meira
enn ivasaman við hesi låns-
brøv. Heldur ikki Finnborgi
Arge, sum nú situr sum
fíggjarnevndarformaður,
hevur verið serliga fegin um
almennu lånsbrøvini, men
hvat sigur hann nú, hansara
egna landsstýrið fer út at
selja lånsbrøv til frama fyri
landskassan?
-Eg havi altíð verið ímóti
at vit skuldu fíggja lands-
kassahall við almennum
lånsbrøvum, men sum stød-
an er í dag, havi eg broytt
meining. Danir hava gjørt
greitt, at teir vilja ikki fíggja
hallið á føroysku figgjar-
lógini, og ti eru lånsbrøvini
einasti møguleiki, sigur
Finnbogi Arge.
Figgjamevndarformad-
urin leggur aftrat, at tad eru
eisini aðrar orsøkir til, at
hann hevur broytt meining
um lånsbrøvini.
-Landsstýrið er nú farið
virkið inn at fremja skerj-
ingar innan almenna gkið,
og milliónir eru avsettar til
tess at kanna og fremja
rationaliseringar innan tað
almenna. Haraftrat, at vit
hava sett okkum fyri at fáa
hallið á fíggjarlógini heilt
burtur um eini trý ár, sigur
Finnbogi Arge, sum nú
mælir fólki til at keypa
almenn lånsbrøv.
Fer tú sjálvur at keypa?
-Ja, so avgjørt,- av prinsi-
piellum orsøkum.
Góð trygd
Finnbogi Arge vísir á, at
einki óvanligt er við tílíkum
lånsbrøvum. Til dømis hava
islendingar utskrivad låns-
brøv, sum svara til 40 pro-
sent av brutto tjóðarúr-
tøkuni. Okkara lånsbrøv
svara til millum fimm og
seks prosent av okkara
bruttotjóðarúrtóku.
Finnbogi Arge heldur, at
tey, sum keypa almenn
lånsbrøv, gera eina góða
forrætning. Fólk kunnu
vera púra trygg at keypa, og
afturfyri fáa tey eisini góða
rentu. Munandi meira enn
at seta pengarnar í banka
ella sparikassa.
Lánsbrevini koma
framum skuld
Ein onnur stór trygd í al-
Mánadagin fara Jens Erik
Magnussen og onnur frá
Landsbankanum út at
selja almenn lånsbrøv.
Mynd: Kalmar
mennu lånsbrøvunum er, at
danir hava gjørt greitt,at
landsstýrið skal afturgjalda
lånsbrøvini áðrenn hugsað
verður um almennu skuld-
ina. Eisini hava danir tikið
eina prinsippavgerð um, at
føroyska bankakervið ikki
fer á húsagang, og tá teir
hava tað, fara teir eisini at
tryggja landsstýrið í sam-
band við lånsbrøvini, hóast
talan ikki er um beinleiðis
statsveðhald, sigur Finn-
bogi Arge.
Sambandsflokkurin
mælir til at keypa
Løgtingsmadurin hjá Sam-
bandsflokkinum sigur, at
flokkur hansara hevur verið
rættiliga ivasamur viðvíkj-
andi lånsbrøvum, men tað
erhann ikki longur, og mæl-
ir fólki til at keypa lånsbrøv.
-Hví skulu vit í veruleik-
anum ivast í trygdini av
almennu lånsbrøvnum tá vit
ikki ivast í trygdini hjá
bankanum. Tá bankin 6
ir fyri ein stóran part låfs-
brøv fyri teir pengar vit seta
í bankan, so kunnu vit eins-
væl sjálvi keypa lånsbrøv,
sigur Finnbogi Arge.
tór.-