Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-08, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. desember 1994síða 9

‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið { sostalurin | Nr. 235 —8. DESEMBER 1994 Sida9 Arkitektafelagið talar at: Skeivt at lækka tað handverksliga og tekniska stoði Arkitektafelagið mótmælir ógvusligu skerjingunum á Tekniska skúlanum í Havn Føroyskir arkitektar eru ikki fegnir um uppskotnu skerjingarnar av Tekiska Skúla í Havn. Arkitekta- felagið hevur nú sent løgtingi og landsstyri skriv, har sagt verður, at føroyskir arkitektar, nógvir teirra við fyrstu yrkisútbúgving síni av Tekniska Skúlanum í Havn, harmast um uppskot landsstýrisins til komandi fíggjarlóg. Sagt verður, at føroyskir arkitektar vita av royndum, hvønn tydning tað hevur fyri byggivinnuna og tek- niska kunnleikan í landin- um, at eiga sjálv og at sam- starva við fólk við hollari tekniskari útbúgving, hand- verkarar, byggifrødingar og verkfrødingar. Felagið leggur eisini dent á, at arkitektar vita av royndum, at føroyska grundútbúgv- ingin stendur seg væl samanborið við útbúgving- ina aðrsastaðni, og seinastu árin í hava eisini víst, at føroyskir handverkarar og teknikarar eru væl umtøktir í øllum arbeiði uttanlands. Felagið sigur í skrivnum til løgtingið og landsstýrið, at í dag hevur góð út- búgving meira at siga enn nakrantíð áður, og ti er harmiligt og skeivt at lækka tað handverksliga og tek- niska stødi i Føroyum. Ut- reiðslur til handverksút- búgving er ikki bara rakst- ur, men fyrst og fremst ein fløga í ein ógvuliga týðandi part av okkara felags fram- tíð, sigur Arkitektafelagið, sum tí mótmælir teimum ógvusligu skerjingunum á fíggjarlógini, sum skjótt kunnu gera okkum verri fyri, enn vit longu eru í dag. tór.- Gunnar Hoydal, formaður í Arkitektefelag Føroya mótmælir, vegna felagið, harðliga ætlaðu skerjingunum á Tekniska Skúlanum í Havn. Mynd: Kalmar Eingin fiskivinnu- og handilsskúli í Su ðuroy Miðvis roynd at beina fyri skúlanum Nýggju útbúgvingarnar í Suðuroynni hava roynst væl, men kreftir eru, sum vilja forkoma hesum skúlum, sigur Henrik Old, løgtingsmadur Suduroyardepulin stendur f fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár við 4,5 milli- ónum. Hetta eru 120.000 krónur færri enn í ár. Har- aftrat vil landsstýrið játtað 500.000 krónur til nútím- ansgerð av hølum til alis- frødi. Men í viðmerkingunum til hesi tøl og Suðuroyar- depulin sigur landsstýrið, at eingir næmingar skulu takast upp komandi skúlaár til fiskivinnu- og handils- útbúgvingar í Suðuroy. Henrik Old, løgtings- maður heldur hetta vera sera logið. Játtanin er stórt sæð tann sama, men tvær útbúgvingar skulu takast burtur. Hetta er neyvan av spariåvum, men heldur tí, at tað eru kreftir, sum vilja hesum útbúgvingum til lívs. Henrik Old sigur, at hesar nýggju útbúgvingar hava annars roynst sera væl, og hann sigur seg tí íkki skilja landsstýrismannin í skúla- málum, at hann tekur hesa avgerð. Henrik Old leggur aftrat, at mangan verður talað um at varðveita bú- pláss kring landið, men hetta er so eitt dómi um tað Øvugta. -Er fridur blivin å einum øki, so kemur ein landsstyr- ismadur vid onkrum hug- skoti at flyta onkran skúla, tí tá veit hann, at bydgir verða settar upp móti bygdum og oyggjar móti oyggjum. Møguliga er ætlanin, at tílík stig skulu virka fyri, at leiða fólksins tankar frá veruligu trupulleiknum í Føroyum, sigur Henrk Old og leggur aftrat, at hann fer ikki at góðtaka hesa loysn hjá landsstýrismanninum, men vil heldur virka fyri at tryggja verandi útbúgving- ar upp aftur betri. tór.- Henrik Old sigur, at tað gerst alt greiðari, at tað eru ávísar kreftir, sum vilja nýggju útbúgvingunum í Vági til lívs, men hesum kreftum fer hann at royna at fáa bilbukt við. Norðmenn í Tinganesi Samráðingar um fiskisåttmåla við norðmenn hildu fram í allan gjár Norska samráðingar- nevndin við Hallstein Ras- mussen á odda kom til Før- oyar týsdagin og fór bein- anvegin undir samráðing- ar. Fundir vóru eisini allan gjár og seinnapartin varð roknað við, at ein nýggjur fiskisáttmáli lá á borðin- um. Tó eydnaðist okkum ikki at fáa hetta váttað, aðrenn blaðið fór til prentingar. Gjørdu Ivani órætt Vit skrivadu f tysdags- blaðnum, at Ivan Johanne- sen, sum umsitir fiski- vinnumål, onki hevdi vid samráðingarnar at gera hesuferð. Tað er rætt, at embætimenn standa fyri tingingunum, men sam- rådingarheimildina hevur landsstýrið orðað og góð- kent. jústinus F.C. BÚÐIN Undir Tórs-Cafeteria = Inngongd við gos-vatnið CD-LISTIN 1. BON JOVI / Crossroad 2. CYNDI LAUPER / Twelve deadly Cyns 3. NIRVANA / Live & alive 4. AEROSMITH / Big ones 5. STING Best of 6. SAGA / Very best of 7. OSLO GOSPEL CHOIRE / Get UP! 8. BECK / Mellow Gold 9. FOREIGNER / Mr. Moonlight 10. RET HOT CHILI PEPPERS / Out in L. A. 11. EAGLES / Hell freezes over 12. INXS/Greatest Hits 13. ERIC CLAPTON / From the cradie 14. ABSOLUTE / Let Dance mix 6 15. SMOKIE / Celebration 16. TOM PETTY / Wildflowers 17. MADONNA / Bed time stories 18. NIRVANA / Mtvun- plugged in New York 19. SLADE / Walls of hits 20. Status Quo / Thirsty Work og fleiri. Ring, vit senda! „Allar 195,- Postboks 1250 FR 110 Torshavn Tlf. 17646 - Fax. 18401 Opið kl. 10-12 & 13-17.30 Leygardag stongt at taka tað róliga Cd |