hósdagur 8. desember 1994síða 10
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
KE ss ff —————— "———m=—2"——=———————8—"11— TTT . . .
Síða 10 Nr. 235 —8. DESEMBER 1994 Tíðindablaðið CJ
BP framleiðir úr
Foinaven fyri slakar
27 krónur tunnuna
Í dagsins prísum mennir BP Exploration F oinaven-økid vestan
fyri Hetland fyri bert 25% av tí, tað í sínari tíð kostaði at menna
Hutton-ókið í Norðsjónum
Birgir
Christiansen
ABERDEEN
Serfrødingar frá Wood Mac
Kenzie hava roknað seg
fram til, at framleiðsla úr
Foinaven-oljukelduni fer at
loysa seg, hóast prísurin á
olju gerst munandi lægri
enn hann er í dag.
Teir hava spælt sær við
oljuprísir millum 10 og 20
dollarar fyri tun.nuna. Hóast
kostnaðurin av at framleiða
hækkar 20%, so koma olju-
feløgini ikki í trupulleikar,
fyrr enn prísurin fer undir
$ #
12 dollarar.
Verkætlanin hjá BP er
tann fyrsta menningin av
einum oljugki vestan fyri
Hetland. Henda ætlan vísir
týðuliga stóru framstigini,
ið framd eru tey tíggju árini
síðani kollveltandi nýtslan
av flótandi framleiðslu-
skipanum byrjaði við
Hutton-gkið í Norðsjónum.
Foinaven-verkætlanin og
Hutton — báðar uml. 200
milliónir tunnur til støddar
— eru tey størstu økini í
Bretlandi, ið eru ment við at
nýta flótandi framleiðslu-
skipanir. Munurin í kostn-
aði fyri hvørja tunnu er
ovurstórur; £2,75 fyri Foi-
naven og £10,41 fyri Hutt-
on.
>Avgerandi fyri fram-
stigini eru tøknifrødin og
tann nýhugsan, ið oljufeløg
nú nýta í hesum kostnaðar-
sáru tíðum<, sigur Norð-
sjóvardeildin hjá Wood
MacKenzie í seinastu frá-
greiðing síni.
BPer ikki einasta felag, ið
dugir at vanda sær um kost-
naðin. Kerr McGee, eitt
lítið kentoljufelag, fekk olj-
una úr Gryphon-gkinum til
lands fyri £2,75 fyri tunn-
una, og hjá Amerada Hess
var kostnaðurin bert £2,43
fyri tunnuna úr Hudson-øk-
inum.
Wood MacKenzie ávarar
ímóti beinleiðis at saman-
bera øki, har framleitt verð-
ur við flótandi skipanum,
men semja er um, at kostn-
aðarstóðið gongur tann
rætta vegin... niðureftir.
„Líkt er til, at BP er kom-
(EÐ Typical Floating Production Schedule
Discovery
H Appraisal
Preliminary
Engineering
Feed
Sanction -
Design/Construct
Install
First Oil -
Years
Improved Business Approach
Discovery
Appraisal
Preliminary
Engineering
Feed
| Sanction
| Design/Construct
Install
First Oil
Talvurnar vísa fyrr og nú. Meðan tað fyrr tók 7 ár frå at olja var funnin til
2 5
Years
framleiðslu tekur tað nú bert 4 ár.
Her er munurin. Í erva síggja vit nýggju skipanina við flótandi framleiðsluskip og
tangaskipi. Niðanfyri stóru og dýru framleiðslupallarnar, sum nú verið farið frá.
.
ið á mál í at tryggja lønsemi
av virksemi sínum um allan
- be
heim. BP arbeidir vid ein-
um oljuprisi upp å 14 doll-
arar fyri tunnuna«, sigur
Wood MacKenzie at enda.
Flótandi framleiðsluskipanir
eitt ævintýr í sær sjálvum
Aberdeen 6. des. 1994
Aftur eru tað Smith Rea
Energy Analysts, ið eru á
ferð. Smith Rea sigur, at
talið á slíkum skipanum fer
at vaksa úr teimum verandi
52 til 100 fram til aldarskift-
ið.
„Hetta er nærum ein tví-
falding upp á bert 5 ár av
einum tali, ið hevur verið 20
ár um at koma á verandi
stødi«, sigur Smith Rea.
Bretar fáa ágóðan
Væntað verður, at bretskar
tænastufyritøkur fara at
standa seg væl í kappingini
at umbyggja verandi skip
og boripallar til fram-
leiðslueindir. Eisini ágóðin
av at framleiða neyðugu
tólini til møguligar um-
byggingar uttan fyri Bret-
land, fer í stórum tali at fella
til bretskar fyritøkur. lalt er
útlit til hundraðtals -
kanska túsundtals — milli-
ónir av bretskum pundum í
inntøku.
Eitt er umbygging av ver-
andi førum, men bretskar
fyritøkur hava litlar og ong-
ar royndir i at byggja slikar
skipanir frå byrjan til enda.
Hetta sjónarmið hava fak-
feløg og politikarar úr Skot-
landi ferð eftir ferð lagt
fram fyri stjórnina.
Ein fyritøka, ið fyri vist
ætlar at gera sær dælt av
møguleikunum, er High-
land Fabricators vid Crom-
artyfjørdin. Fyritøkan
kannar møguleikan at
broyta turrdokkina, so hon
kann nýtast at framleiða
flótandi framleiðsluskipan-
ir.
Heimsumfatandi
vekstur
Feska kanningin frá Smith
Rea av marknaðinum fyri
flótandi framleiðslueindir
sigur, at tørvurin fer at
vaksa um allan heim.
Størsti vøksturin verður í
londunum í Fjareystri.
Skipanir, ið eru skapaðar
sum skip, verða tær mest
eftirspurdu, tí tær longu
hava møguleika at goyma
olju.
Skiftid frá føstum til flót-
andi boripallar er mest or-
sakað av broyting í vinnu-
ligum hugsanarhátti hjá
oljufeløgum.
= >Tað er ikki uttan tydn-
ing, at áhugin vaks týðuliga
eftir at oljuprísurin fall
nógv í 1986<, sigur Smith
Rea.
»Ein versnandi heimsbú-
skapur og minkandi støddin
á nýggjum oljunámum
noyddi oljufeløg um allan
heim at finna ta kostnaðar-
minstu loysnina<.
Skiftid frá føstum til flót-
andi framleiðsluskipanir
byrjaði so líðandi í Kyrra-
havinum og út fyri Vestur-
afrika, har veðurlíkindini
vanliga eru góð. Nú verða
somu skipanir eisini nýttar í
Norðsjónum og vestan fyri
Hetland, har BP nýtir
nýggju tøknifrødina til at
menna Foinaven-gkið.
Bora eftir olju undir
Windsor Castle
Bretska drotningin hevur
givið loyvi til at bora eftir
olju undir einum av borgun-
um hjákongsfamiljuni. Ser-
frødingar meta, at keldan, ið
liggur 300 metrar undir
jørd, inniheldur umleið 100
milliónir tunnur av olju.
Oljan hevur eitt virði upp á
10 milliardir krónur