hósdagur 8. desember 1994síða 11
‹ fyrra síða allar 20 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
T
íðindablaðið (371;
Sosialurin og Óli P við nýggjari bók:
1000
tekningar
eftir seks árum
Tíðindablaðið Sosialurin gevur í hesum døgum út sættu bók-
ina við tekningum hjá Óla Petersen. Bók in hevur heitið
"Skemt 94"
Tað er ikki eiti á, sum hann
hevur verið ágrýtin og
uppfinningarsamur, Føroya
kendasti blaðteknari, Óli
Petersen. Umleið 1000
tekningar hevur hann gjørt
fyri Tíðindablaðið Sosialin
síðani 1989.
Tekningarnar, sum eru
sera væl umtóktar millum
allar føroyingar, hava allar
staðið á baksíðuni á Sosial-
inum.
Harumframt hava tær
verið vístar fram á árligu
6lavsøkuframsyningunum
í Smiðjuni í Liluvik.
Men fyri at fólk skal
kunnað ognað sær tekning-
arnar og varðveita tær í betri
líki, hevur Sosialurin hvort
árið givið tær nýggjastu
tekningarnar út í bók. Og so
er eisini í ár. Í bókini
"Skemt 94" eru íalt 156
tekningar. Tær lýsa pol-
itiskar hendingar og aðrar
gerandis hendingar í
Føroyum hetta síðsta árið.
OLi P hevur prýtt bókina
við eini litfagrari og jóla-
ligari tekning, sum vísir
landsstýrismanningina, ið
dansar um tann nýggja
gulikålv føroyinga, nevni-
liga eina komandi olju-
vinnu.
Bókin fæst í bókabúð-
unum kring landið í hesi
vikuni og kostar 90 kr.
Korthúsið
Hvad er hoved og hale
pá det dyr?
16.
Fyrsta baksidutekningin fyri seks árum síðani snúði seg
um Namibiapolitikk fólkafloksins
— Um kabalin ikki gongur upp,
so royn eitt korthús!
16. september 1994:
Edmund Joensen, id er royndur
kortspælari (bridge), fekk umsíðir
eina samgongu uppi at standa
Nr. 235 — 8. DESEMBER 1994
Síða 11
Óli P signerar fyrsta eintakið av Skemt 94, sum Edmund Joensen, løgmadur her fegin
tekur ímóti. Mynd kalmar
Skemt 94 úti í Tinganesi:
Løgmaður fekk
fyrsta eintakið
Vanligur siður at lata verandi løgmanni fyrsta eintakið av
bókini "Skemt". Tað hendi eisini hesaferð.
Beint áðrenn Edmund
Joensen, løgmaður skuldi
taka ímóti norsku nevndini,
ið kom at samráðast um
nýggja fiskiveiðiavtalu fyri
1995, hevði hann vitjan av
listamanninum Óla Peter-
sen.
Ørindini hjá blaðteknara-
num vóru at lata løgmanni
fyrsta eintakið av nýggju
bókini "Skemt 94".
Hetta hevur verið van-
ligur síður øll tey seks árini
Tíðindablaðið Sosialurin
hevur givið út bókina
Skemt.
Løgmadur, sum sjálvur
sigur seg vera Ola P fan, tók
væl ímóti teknaranum, sum
Hesa tekningina dámar
løgmanni væl.
nú í mong ár hevur gjørt
manga stuttliga tekningina
av Edmund Joensen.
-Mær dámar ómetaliga
væl tekningarnar hjá óla
Petersen, sum eru einki
minni enn sonn meistara-
verk. Eg fati ikki, hvussu
hann skal finna upp á alt
hetta og fáa so nógv burtur
úr hvørjari striku sigur ein
sera fegin løgmaður við
Sosialin og takkar samtíðis
fyri hetta fyrsta eintakið av
bókini.
Løgmadur heldur Óla P
vera ótrúliga beinraknan
við sínum tekningum og
ikki minst háaktuellan. Ja
so aktuellan, at hann kundi
forútsíggja gongdina í sam-
gongusamráðingunum her-
fyri. Tekningarnar á bak-
síðuni á Sosialinum avdúk-
aðu fleiri ferðir, hvat stutt
eftir veruliga hendi.
-Hetta kann bert eitt gott
og gávað høvd klára sigur
løgmaður.
Ein annar Edmund
Edmundur er annars við á
nógvum av tekningunum í
bókini eins og í undanfarnu
bókunum. Men nú hann er
vorðin løgmaður viðábyrgd
hevur teknarin eisini valt at
tekna hann meira í and-
glettinum. Fyrr, tá sam-
bandið sat í andstøðu, var
Edmund Joensen oftast at
síggja tigandi út á síðu-
linjuni i tekningunum.
Hann var mest at meta sum
ein heilt passivur figurur.
Nú er so ødrvisi og vit
síggja løgmann meira
virknan, har hann ma.
breiðir út teppið fyri danska
forsætisráðharranum
Um tað verður Edmund
Joensen, sum aftur fer at fáa
fyrsta eintakið av komandi
bók, kann bert tíðin vísa.
Hann er so valdur fyri eitt
fýra ára skeið, og enn er so
einki, sum bendir á, at
samgongan ikki skal fara at
halda. Tað er líka spurn-
ingurin um fíggjarlógina,
sum nú er til viðgerðar í
tinginum. Livst so spyrst.
jan