leygardagur 17. desember 1994síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið €7 Nr. 242 — 17. DESEMBER 1994 Síða7
s ed]
Jolakonsert i
STOR GOSPELKONSERT Á HÁLSI Í KVØLD:
Lovsongur við sangi,
tonleiki og drama
Eitt sindur av hverjum
verður at uppliva hjá teim-
um, sum í kveld kl. 21 fara á
gospelkonsert í Ítróttarhgll-
ini á Hálsi í Havn.
Tað er TLT-Booking, ið
skipar fyri konsertini, ið er
ætlað bæði yngri og eldri.
— Vit hava lagtokkum eft-
ir at hava eina fjølbroytta
skrå fyri konsertina, so okk-
urt skal vera fyri øll, og ikki
bert nakað fyri ein ávísan
bólk av fólki. Umframt
andaligan sang og tónleik
av ymsum slag, verður eis-
ini drama á skránni, sigur
Tummas Jákup Hgj frá
TLT-Booking við Sosialin.
— Eisini hava vit lagt okk-
um eftir at hava bílig at-
gongumerki, umframt at vit
havaserlig atgongumerki til
heilar familjur, tað vil siga
foreldur við bórnum. Børn
undir 14 ár, ið ikki saman
við familjuni, sleppa eisini
inn heilt bíliga.
Mangt og hvat kemur at
ganga fyri seg á pallinum,
men eisini verður møgu-
leiki hjá fólki at ogna sær
bond, fløgur, sjónbond og
bøkur við eitt band- og
bókaborð, ið verður sett
Juda
Tá vit vóru í sambandi við
fyrireikararnar, var enda-
liga skráin fyri konsertina
ikki løgd, men mangt bend-
ir á, at fyrsti bólkur á pallin
verður Juda.
Hetta er ein lovsongs-
bólkur burturav, og fleiri av
teimum, ið eru við, eru van-
ir at leiða lovsong í Ebenez-
er í Havn. Framførslan hjá
Juda kemur eisini fyrst og
fremst at snúgva seg um at
leiða áhoyrararnar í lov-
songi við kórum og sangi.
Teir, ið manna Juda, eru
sangi og tónleiki. Har verða Noomi Andresen, Hal al, Juda
Ítróttarhóllin á Hálsi verður í kveld kl. 21 karmu
Rúni Lómstein (klaver),
Regin Toftegaard (trumm-
ur), Høgni Johannesen
(sang), Karl Johannesen
(sang), Rógvi (guitar) og
Dåvur Johannesen (bass).
Hal'al
Manningin i Hal'al er
nakað broytt, síðani bólkur-
in seinast var at hoyra. Fyrst
fór sangarin Paul Hanssen
til Rumenia at leiða eina
samkomu og annars vera
við í ymsum hjálpararbeiði.
Síðani kom Durita Jacobsen
í hansara stað, men hon er
eisini farin til Rumenia.
Men nú er so aftur ein
nýggjur maður komin við,
Petur Zachariassen, ið
spælir guitar og syngur.
Annars er manningin í
Hal'al hendan: Heine Liit-
zen (bass og sang), Jón
Svein Heinesen (tangentar
og sang) og Jón Eli Jacob-
men.
skrånni hjå Hal'al er
okkurt stilt og fridarligt í
country-stili, og so eisini
meira livligur rocktónleik-
ur.
Heine Lútzen arbeiðir
annars í løtuni sjálvur við at
fyrireika eina bandútgávu
til várs, og í januar mánaði
er ætlanin hjá honum at fara
í studio. Helst kemur hetta
bandið út í februar ella mars
mánaði.
Noomi Andresen
Ikki færri enn niggju
sangarar og tónleikarar
verða saman við Noomi
Andresen á pallinum, tá hon
kemur framat í kvold. Fleiri
av teimum eru rættiliga
nýggj, men eisini onkur
royndur er við.
Noomi sjálv er royndur
sangari, og kemur hon hesa-
ferð at framføra onkran
r um stóra gospelkonsert við andaligum
jólasang og onkran meira
stillan.
Saman við sær hevur hon
sangaramar Sonna Eg-
holm, Gunvør Andreasen,
Sylviu Guttesen og Onnu
Samuelsen. Tónleikarareru
Anfinn Hansen (klaver),
Maiken Håberg Hansen
(sologuitar), Petur Bærent-
sen (rútmuguitar), Såmuel
Jacobsen (bass) og Jén Eli
Jacobsen (trummur).
Rafaja
Umframt framførslu av
sangi verdur eisini drama at
siggja å konsertini.
Tad er bólkurin Rafaja, ið
fer at royna seg undir
leiðslu av Oliviu Johansen.
Hon hevur verid å bibliu-
skúla í Australia, har hon
eisini hevur roynt seg sum
dramainstruktørur.
Rafaja fer at framføra
tveir leikir — annar er aftur
vid tónleiki og hin uttan.
Undir framførsluni bera tey
maskur og búnar, so upp-
leggið er rættiliga professi-
onelt. Bólkurin er ein av-
leggari av bólkinum Dodo-
va, ið framførdi drama fyri
nøkrum árum síðani.
Tey, ið eru við í Rafaja,
eru Heidi Heinesen, Vinjard
Johansen, Tummas Olsen,
Marita Hansen, Annika
Hansen og Maria Abraham-
sen.
Góða útgerð
til ljóð og ljós
TLT-Booking leggur
stóran dent á, at fólk skulu
fáa nakað fyri pengarnar —
bæði so og so — tá tey koma
til eina gospelkonsert sum
hesa, so ti er fingið til vega
gott ljóð- og ljósanlegg frå
F. C. Production, ið skal
tryggja, at dygdin verður av
ti allarbesta.
Eisini hevur eydnast at fåa
gott og roynt fólk at taka sær
av ljóðblandingini.
I april månadi hevdi TLT-
Booking eina gospelkon-
sert i Runavik, id eydnadist
sera væl, og tå var nógv fólk
og lurtaði.
— Málið hjá okkum er at
hava einar tvær konsertir av
hesum slagnum um árið, og
longu nú eru vit farnir undir
fyrireikingarnar til eina
stóra gospelkonsert i Ítrótt-
arhøllini í Runavík. Tann
konsertin verður í februar
mánaði, sigur Tummas Ják-
up Hgj at enda.
hj.
Í
Í
Vesturkirkjuni
Sunnudagin verður stór jólakonsert í
Vesturkirkjuni við kórsangi, horn-
tónleiki og orgultónleiki
Undan jólum verður á
hvørjum ári skipað fyri
stórari = jólakonsert í
Vesturkirkjuni í Havn,
og so er eisini hesaferð.
Konsertin verður sunnu-
dagin kl. 16.
Við á hesi konsertini
verða kór undir leiðslu
av Paula í Sandagerði,
Havnar Homorkestur
við Ova Olsen sum leið-
ara og G. H. M. vid An-
dreu Heindriksdóttir
sum leiðara. Eisini fer
Hildigun Dalsgarð at
spæla klarinett og Jógv-
an Thomsen orgul.
Kendu orðini úr jóla-
evangeliinum >Og hirð-
arnir fóru avstað aftur,
og teir lovaðu og prísaðu
Guði fyri alt tað, sum teir
høvdu hoyrt og sæð, so-
leiðis sum tað hevði ver-
ið sagt við teir« liggja
sum grund undir einum
verki eftir Paula í Sanda-
gerði, ið verður framført
á jólakonsertini. Verkið
eitur Lukas 2,20.
Hetta verk er skipað
LÅ Fasten. Á
fyri kår, obo, klarinett,
cello og kontrabass.
Eisini verdur framførd
åtseting eftir Paula i
Sandagerdi av sålminum
»Føgur er foldin«.
Hornorkestrini fara á
konsertini at spæla verk,
ið hava tilknyti til jólini,
eitt nú >Ich stehe an dei-
ner Krippe hier< og
>Hark, the herald angels
go
onsertin endar vid
jólasálminum >Gleðin,
hon er fødd í dag«, og tá
fara hornorkestrini at
spæla aftur við felags-
Ítróttarhellini á Hálsi í Havn
KVØLD 17. desember kl. 21
NOOMI ANDRESEN
dramabólkurin RAFAJA
HAL'AL
j