Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 20. desember 1994síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 4 se Dorete Bloch er nú doktari Nr. 243 — 20. DESEMBER 1994 Dorete Bloch doktari Vardi doktararitgerð í Lund í sein- Føroyingar kunnu vera ernir av at hava fingið enn ein doktara, sum hevur skrivaðritgerð um grindahvalin. Júst grannskingararbeiðið hjá okkara vísundafólki hevur gjørt tað møguligt hjá føroyingum at verja gagnnýtingina av grindahvalinum grund- að á veiðu á burðar- dyggum stødi. Dorete Bloch hevur verið undangongu- kvinna at kanna grinda- hvalin. Scinastu mongu årini hevur neyvan verid eitt grindadråp, hvar grindamenn ikki hava sæð Doretu Bloch í oljuklædum kannad hvalirnar, so skjótt teir hava lagt beinini. Hon hevur, saman við hjálp- arfólki kannað kynsbýt- ið aldur, og heilsustød- una annars hjá hvalun- um. Hon hevur sam- skipað drúgva tilfarið astu viku um grindahvalin altjóða nvalaverðu- stovnurin ikki hevur sett bann móti veiðu av grindahvali. IWC lurtar meir eftir vísundini enn eftir umhvørvisfelags- skapunum. Kanningarnar, = sum Dorete Bloch hevur staðið fyri, greiða okkum frá lívinum hjá hvalunum. Eitt áhuga- vert úrslit er, at nógv fleiri honhvalir leggja beinini enn hannhvalir. Hetta kemst av at fleiri hannhvalir doyggja í bar- daganum um honhval- irnar. Sosialurin ynskir Dorete Bloch tillukku við doktaraheitinum. jústinus Kjartan Hoydal. fiskivinnustjóri: lvasamt um fundur verður við norðmenn aftur í ár — Vit arbeiða við eini frágreiðing um okkara stóðu, hesa senda vit norðmonnum í dag Tíðindablaðið CD ella í morgin. Vit rokna eisini við at hoyra frá norðmonnum, sigur hann Tad er ógvuliga ivasamt um nøkur nýggj fiskiveidu- avtala verdur undirskrivad millum føroyingar og nord- menn í hesum árininum. — Tað verður í hvussu er ikki nakar fundur fýri jól og eg ivist stórliga í um nakar fundur verður millum jól og nýggjár, sigur Kjartan Hoy- dal, fiskivinnstjóri. Fyrr hevur tað verið soleiðis, at skipini hava kunna fiskað hjá hvørjum vørum uppá konto, um fiskisáttmálin = ikki er undirskrivaður. Er hetta móguligt? + i „ — Nei, tað verður ikki í ár. I fjør høvdu vit heldur ikki undirskrivað sáttmálan áðrenn nýggjár og tá bar ikki til at fiska uppá konto. Tað eru longu fleiri ár síðan hetta var møguligt, sigur Kjartan Hoydal. — Tað sum hendir í løtuni er, at vit sita niðri og skriva eina frágreiðing um føroy- sku støðuna. Hesa frá- greiðing senda vit norð- monnum í dag ella í morgin. Tað kann eisini væl vera, at norðmenn fara at senda okkum okkurt, sigur Kjartan Hoydal. I stórtinginum Í hesi vikuni fer norski stórtingslimurin, Peter Angelsen úr Cemtrum- flokkinum, at seta Jan Henry T. Olsen, fiskimåla- ráðharra spurningar um leiklutin hjá Statoil hjá hentleikaskipunum i Loynikrékinum. Leiklutu- rin hjå Statoil f hesum fiskiskapi kemur sera illa vid hjá norsku stjórnini og møguliga kann eitt rumbul í stårtinginum koma at ávirka samráðingarnar við føroyingar. Loynikrókurin er bein- leidis orsøkin til, at so langt stendur millum føroyingar og norðmenn í såttmåla- samráðingunum. Í meðan eru nógvir trol- arar við føroyingum um- borð í Loynikrókinum. Fleiri av hesum skipum verða ikki heima um høgtidina. Tað hoyrdu vit í kvøduljémunvm í útvarpi- num sunnudagin. jústinus Fleiri vitja svimjihøllina Tað er stongt tað, ið eftir er av árinum, ti åbøtur verða gjørdar Tey, sum í orðsins rætta týdningi ætlasær at svimja í høvudsstadnum noyðast at bíða til komandi ár. Høllin hevur verið afturlatin síðani 12. desember, og hon letur ikki uppaftur fyrr enn 2. januar. Soleiðis hevur verið nógvu tey seinastu árini, og soleiðis fer tað ivaleyst eis- ini at vera komandi árini. - Vitroyna sum frægast at fáa åbøtur frå hondini, með- an høllin er opin, men sumt ber ikki til at gera, medan vitjandi eru. Ti lata vit aftur seinnapartin av desember månadi. Tå verda m.a. åbøt- ur gjørdar á motorar, pumpuskipanir og ventilar, og i år fuga vit gólvini í brúsurúmunum av nyggj- um. — Tað hava vit gjørt fleiri ferðir áður, men tað hevur vist seg torfønt at fáa fuguna at halda. Tí royna vit eitt nýtt slag, sum verður kallað epoxifuga. Vit rokna við, at hon fer at halda betur. Tað er av stórum týdningi, tí so verður tað lættari at vaska, og tað ber aftur við sær, at reinførid verður betri, greiðir Heri Olsen, leiðari í svimjihøllini frå. Nøgdur vid gongdina Heri Olsen er nøgdur vid talið á teimum, sum vitja svimjihøllina. Talan hevur verið um eina lítla men støðuga framgongd síðani 1991, tá vánaligu tidirnar ivaleyst vóru orsøkin til, at talið fór langt niður í mun til tey bæði undanfarnu árini. - Í 1989 svumu 156.637 fólk og í 1990 150.592. So fór talið niður á 131.050, men nú eru vit komin upp aftur á 136.355. Tað eru 1.965 fleiri enn í fjør. Talið í 1989 og í 1990 var nógv hægri enn árini frammanundan. T.d. vitj- aðu 130.693 í høllini í 1988. Vitjanin er støðug alt árið. Besti mánin í ár var nov- ember, tá 13.588 vóru í høllini, og burtursæð frá desember var mei lakasti mánaðin. Tá vóru 10.385 í høllini. Tað svimja fleiri mann- fólk enn konufólk, og tað svimja fleiri vaksin fólk, enn tað svimja børn. Saml- aða talið á vaksnum í 1994 er 69.144 og barnatalið er 46.928. Av teimum vaksnu vóru 39.881 menn cg 29.263 kvinnur. Ábyrgdarfullir politikarar Tað verður nógv grenjað inn á politikaramar, og hvussu teir ábyrgdarleyst skerja á ollum økjum. Men Heri Olsen ynskir ikki at taka lut í tí kórinum: - Vit hava verið skerdir, vit hava spart nógv, men alikavæl hava vit havt tørv á eykajáttan. Tá figgjarætl- anin verður løgd hevur trup- ulleikin fleiri år verid, at inntøkurnar hava verid sett- ar hægri, enn vit hava vitad, at tær í veruleikanum fóru at vera. Á pappírinum hevur talan verið um javnvág, men í veruleikanum hevur hetta borið við sær, at neyðugt hevur verið við cykajåttan. Høllin er tólv ára gomul. Tað vil siga, at tað krevst meiri viðlíkahald, og tað ger raksturin dýrari. Hetta skilja politikarnir í Tórshavnar býráð, og eftir fleiri ára tillading er tað nú eydnast at fáa samband millum játtan og útreiðslur, soleiðis at hollin í 1995 fer at standa seg vid inntøkun- um, sum hon fær frá teimum vitjandi og játtanini á fíggj- arætlanini hjá býráðnum. Um tað gongur, sum vit rokna við, so verður ikki neyðugt við nakrari eyka- játtan í 1995, heldur Heri Olsen. Tað eru tíggju fólk í full- tíðarstarvi í svimjihøllini í Gundadali. Aftur at teimum eru avloysarar í vikuskift- unum. -nes