týsdagur 20. desember 1994síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 243 — 20. DESEMBER 1994 Síða5
Fult av
fullum
4 -
folki
Hetta vikuskiftid hevdi
politiið í Havn nógv at
gera orsakað av fullum
fólki í býnum.
Fleiri smáir bardagar
vóru út á gøtuni, uttan
at:tað tó var harðskapur
uppií. Nakrir fáa eina
heilsan fyri at hava
brotið politiviðtókur-
nar fyri býin við at berj-
ast.
Eini 10 fólk hevur
politiið tíkið upp í bý-
num og latið tey sovið á
stødini.
Heilt nógv vórðu eis-
ini koyrd heim, tí tey
vóru ikki gongufør,
sigur Suni Vinther,
leiðari á politistødini í
Havn.
Úti alt
sam
dogrið
Polktiið í Havn hevur
rættiliga sett sær fyri at
taka tey, sum finna
uppá at koyra bil við
kenning.
Nú øll jólaborðhald-
ini hava verið, hevur
politiid verið betur
mannað enn vanligt, og
stútt hava tveir politi-
bilar koyrt og steðgað
bilum, ið so eru kann-
aðir.
Eitt sindur fingu teir
eisini burturúr hetta
vikuskiftið, fýra vórðu
tikinir og eru skuldsett-
ir fyri at hava koyrt
ávirkaðir.
Tað er nógv í mun til
onnur vikuskifti, sigur
Suni Vinther, sum ann-
ars heldur, at rús-
drekkakoyringin er
nógv minkað seinasta
árið. Fyrr tók politiid
vanliga fleiri ávirkaðar
bilførar eitt vikuskifti,
sjålvtum ikki heilt lika
nógv varð gjørt fyri at
steðga teimum sum nú.
Annað
skip
Oljufelagið Statoil er
farið at leita eftir nýggj-
um oljubáti fyri Stat-
hav, sum fórst herfyri
við Hoyvíkshólm.
Tað skuldi ikki verið
so torført at funnið,
heldur Sørin Christian-
sen, stjóri á Statoil.
Sidan Statoil gekk
burtur, hevur eingin
oljubåtur verið í land-
inum til at flyta olju út á
oyggjamar og til skip-
ini.
Beint nú ger tað ikki
so nógv, tí øll vóru út-
gjørd fyri veturin.
randi
drúgvar royndir sum tíðindamenn
Nú verða teir vigaðir
Landsstýrið setir væntandi nýggja sjónvarpsstjóran í dag
Nýggi sjónvarpsstjórin fer
helst at eita Jóhann Mort-
ensen, Tróndur Djurhuus
ella Finnbogi Ísakson.
Sjónvarpsneyndin gjørdi
innstilling sína á fundi leyg-
ardagin, og nevndin inn-
stillaði Jóhann Mortensen
sum nummar eitt, Trónd
Djurhuus sum nummar tvey
og Finnboga Ísakson sum
nummar trý.
Innstillingin var púra
greið. Jóhann fekk fýra av
seks atkvødum til fyrsta
plássið, Tróndur fekk fýra
av seks til annað plássið, og
Finnbogi fekk eisini fýra til
triðja plássið.
Landsstýrið fekk í gjár
bræviið frá sjónvarps-
nevndini við innstillingini.
Væntandi verður tað í
dag, at landsstýrið avger,
hver skal verða nýggjur
stjóri. Málið verður í
hvussu er tíkið fram.
Tríggir í at velja
Sámal Petur í Grund kann
ikki frammanundan siga,
um landsstýrið fer at fylgja
innstillingini. Sjálvur held-
ur hann, at landsstýrið eigur
at velja ein av teimum tnm-
um, sum innstilladir eru, ti
annars var eingin meining i,
at nevdin gjørdi nakra inn-
stilling. Og landsstyrinum
má standa frit at velja
$ RRS
Jóhann Mortensen, Tróndur Djurhuus og Finnbogi Ísakson hava allir útbúgving sum journalistar, og allir hava teir
ímillum teir innstillaðu, tí
so hevði eingin meining
verið í, at landsstýrið setti
starvið, heldur landsstýris-
maðurin.
Tað hevur skund at seta
nýggjan stjóra, tí Arni
Gregersen, sum hevur fing-
ið starv á Bornholm, fer úr
Føroyum longu nyggjårs-
dag.
Nýggi sjónvarpsstjórin
verður ikki áramálssettur
sum hinir hava verið.
Hesi søktu
Fjúrtan umsøkjarar vóru til
sjónvarpsstjórastarvið.
Tey eru, nevnd í bók-
stavargð:
Jógvan Arge, Magni
Arge, Árni Conradsson,
Jórun í Dali, Tróndur Djur-
huus, Jústínus Eidesgaard,
Mikkjal Helmsdal, Finn-
bogi Ísakson, Bergur Jacob-
sen, Beate L. Jensen, Jákup
Magnussen, Randi Mohr,
Jóhann Mortensen og Jógv-
an Asbjørn Skaale.
Hans Jørgensen, formað-
ur í sjónvarpsneyndini, vildi
ikki siga nøvnini á teimum,
sum søktu. Hann heldur, at
millum umsøk jararnar vóru
fleiri skikkaðir til sjón-
varpsstjórastarvið.
randi
Mugu avstað jólaaftan
Suðuroyingar, sum skulu til Danmarkar 2. jóladag, noyðast heimanifrá jólaaftans-
morgun
Nakrir suðuroyingar, sum
sigla við donskum skipi,
hava fingið boð um, at teir
skulu mynstra 2. jóladag.
Hesir hava fingið sær
ferðaseðil úl at fara úr
Vágum 2. jóladag klokkan
11.45.
Men hvat, fyri at sleppa til
flogfarið noyðast teir at fara
norður við Teistanum longu
jólaaftansmorgun. Jóladag
er eingin sigling, og 2. jóla-
dag fer Teistin ikki norður
fyrr enn seinnapartin.
- Tað er einki mark fyri,
so vánaligt sambandið hjá
okkum er, og hvussu vit
verða viðfarin av Strand-
ferðsluni. Men hetta ber av
øllum. Menninir sleppa ikki
at halda jól heima, og har-
aftrat noyðast teir norður
longu tveir dagar framm-
anundan, at teir skulu burt-
ur, Sigur ein suðuroyingur.
Menninir umhugsa nú at
fara avstað beinanvegin, tí
teir tíma illa at skula búgva
á hotelli í Havn á jólum - um
hotellini annars hava opið.
So kunnu teir tað sama fara
niður beinanveg og halda
I
F
|
Ein suduroyarkona heldur tað nú vera ovbodid. Fólk mugu vanliga standa í bíðirgð leingi
0
uttandura í øllum veðri, áðrenn tey sleppa at keypa ferdasedil, og nú kemur so hetta aftrat
jól umborð á skipinum,
halda teir.
randi
Royktu
hash
Leygarmorgunin
klokkan ty korter ul
seks tók politiid í Havn
triggjar 19 ára gamlar
menn, sum royktu hash
í miðbýnum.
Teir høvdu ikki ann-
að hash uppi á sær enn
tað, teir beint tá royktu.
randi
1.200
krónur
stolnar
í kiosk
KLAKSVIK: Innbrot
var um vikuskiftið í
einari kiosk í Norð-
depli, og har eydnaðist
tjóvinum ella tjóvun-
um at fáa fyri allar jóla-
gávurnar í einum háli.
Tá innbrotið varð frå-
boðað, varð eisini sagt
politinum, at horvnar
vóru 1.200 krónur, sum
høvdu ligið goymdar í
kioskini.
Stjól
gummi-
bát og
snellu
KLAKSVIK: I viku-
skiftinum hevdi onkur
brotid seg umbord å ein
bát í Klaksvík og stol-
ið eina sjálvvirkandi,
elektroniska snellu og
ein gummibåt tl fýra
persónar.
Politiið hevur ikki
tikið nakran í sambandi
við stuldurin.
Innbrot
í hjalli
a Eiði
RUNA VIK: Ein kona
á Eiði, sum heilt tíðliga
í gjáramorgunin vakn-
aði av gangi í kjallaran-
um, var nær við at ger-
ast eygnavitni til inn-
brot.
Konan vaknaði av, at
okkurt ljóð, ið ikki átti
at vera, var at hoyra úr
kjallaranum, har eisini
hjallur er í útsynnings-
hominum.
Tå hon kom i kjallar-
an, var eingin at siggja,
men hon kundi tå stad-
festa, at innbrotstjóv-
arnir høvdu brotið rim-
arnar frá í neðra og
skorið flugunetið upp.
So teir hava verið væl
fyrireikadir.
Fyrsta politið í
Runavík hevði hoyrt
frá konuni, dugdi hon
ikki at siga, um nakað
var stolið, men poltiiið
skuldi so tosa við hana
aftur seinni í gjár fyri at
fáa meira at vita.
hj.