Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-23, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1994síða 3

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

i i É É Tíðindablaðið CS Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 Síða 3 Tað er stuttligt at fåast við slíkt grótarbeiði, tí tað sæst nakað eftir, at tað fer at síggjast í langar tíðir, sigur Torben Schneider, hóvuðsmaður í fyritókuni Hjálpirótini, sum steinsetir túnið við Havnar kirkju ið Reinari o I og snøggarl Torben Schneider og Hildur Nielsen hava arbeitt saman í Hjálpirótini í fleiri ár. Av og á hava tey havt onnur hjálparfólk í hesum arbeiðinum Torben Schneider og hjálp- arfólk hansara í virkinum Hjálpirótini hava ongantíð gjørt so stórt steinsetingar- arbeiði, sum tey nú gera við Havnar kirkju. Tey byrjaðu at arbeiða har í september, og við árslok vænta tey at verða liðug í fyrsta umfari. Gøtan var bara ein smøl gøta vid grúsi, og uttanfyri portrið var ikki serliga snøgt. Har var eisini ein kantur, sum fólk av óvart kundu stíga útav og tí koma illa fyri. Í samråd við umhvørv- isnevndina hjá kirkjuráð- num í Havn fóru tey í Hjálpirótini at tekna eitt uppskot um, hvussu túnið kundi gerast snøggari, og nevndin tók fult undir við tí. Arkitekturin Jórun í Dali og Fornminnissavnið hava Heilsufrødiliga Starvs- stovan lurtar illa eftir! Heilsufrødiliga Starvsstov- an mótmælir harðliga í við- merking á baksíðuni í gjár eini sending í útvarpinum, ið ber heitið> Vælgagnist«. Starvsstovan vil vera við, at gestakokkurin hevur sagt, at »dunnubringur eins væl kundu borðreiðast ljósa- reyðar — Lv.s. ikki gjøgn- umstoktar«. Hesum vísir útvarpsvert- urin Elis Poulsen nú aftur, tí hesi vóru als ikki orðini hjá gestakokkinum: >Gestakokkurin segði, at honum dámdi best dunnu- bringur soleiðis,at tær vóru rosa, og ikki ljósareyðar, sum starvsstovan nú sigur. Hinvegin greiddi kokkurin væl og virdiliga frá, hvussu fólk kundu fáa dunnubring- una væl gjøgnumstokta!« Myndir: Kalmar eisini verið uppí, tí um- hvørvid við kirkjuna er ein heild, og har er gomul bygg- ing. Komu niður á gravir Í september fóru tey at grava út. Nakað mátti grav- ast niður, og tá komu tey tvær ferðir fram á beina- grindir, men tær fingu frið. Lagt varð bara útyvir tær, Og so steinsett. Tosað varð um at gera tað soleiðis, at líkbilurin kundi koyra heilt nidan til kirkj- una, men tað uppskotið varð slept. Tað er so trong- ligt á Bryggjubakka, at bil- urin hevði íkki kunnað snarað, og so hevði ikki borið til, tí líkbilur við kistu má ongantíð bakka. Torben Schneider letur væl at arbeidinum, at tað hevur gingið væl. Tidarætl- anin hevur so at siga hildið. Einaferð vórðu tey eitt sind- ur seinkað, tí kommunan skuldi skifta út nøkur rør, men tað er liðugt nú. Har var grúsgeta, men gris er so keðiligt, ti tað hongur uppi i skónum, og fólk draga tað við sær og dálka síð klæðir, t.d. slør. Ein meguleiki kundi ver- ið at lagt flísar, men tað hevði verið synd at brúkt betongtilfar, tá vit eiga so nógv gråt i Føroyum, og tað hóskar so væl, heldur Tor- ben Schneider. Har kommunan hevur steinsett á Húsabrúgv er as- falt lagt millum steinarnar. Torben valdi at sementa steinarnar fastar. Sjålv steinsetingin er úr suðuroyargróti, sum tey hava keypt í Hundsara- botni. Eisini hava tey brúkt bøllugråt, sum tey hava grivið upp, og mosagrógvið grót, sum tey fingu loyvi til at taka í einum hava, av ti at tað var til kirkjuna. Flestu steinamir, sum lagdir eru á gøtuna, kundu brúkast sum teir vóru, tí teir vóru so slættir. Nakrir máttu høggast eitt sindur til. Grót er gott tilfar Torben Schneider veit, at øllum ikki dámar líka væl túnið og gøtuna, sum hon fer at síggja út. Tað vil so vera, tá slíkt verður broytt. Sjálvur dámar honum væl, og hann heldur eisini, at vit kundu gjørt meira úr gróti. T.d. í staðin fyri at innflyta kantsteinar hevði borið ul at høgt steinar úr okkara egna gråt. Hann heldur tað eisini vera stuttligt at fåast við slíkt arbeiði, tí tað sæst nakað eftir, og tað fer at síggjast í langar tíðir fram- yvir. Planta runnar Torben Schneider verður ikki heilt liðugur við arbeiði síttnú, tí sumt arbeiði hoyrir várinum til. Í vár ætlar hann atplantanakrar runnar fram við gøtuni nidan til kirkj- una, og kanska verða ljós- steyrar eisini settir upp har. Ætlanin hjá kirkjuráð- num er at halda fram og fríðka meira um kirkjuna, men tað veldst um ráðini. Tað hevur verið ein av- bjóðing fyri Torben og tey at sleppa at gera eitt so stórt arbeiði. Nógv hava víst arbeiðinum áhuga, og av tí sama hava tey longu fingið nakrar fyrispurningar, um tey møguliga kunnu átka sær aðrar uppgávur. randi Nú verður ólíkað betur at spáka sær í Havnar kirkju til gudstænastu og annað — ikki minst jólaaftan — síðani stór- ur partur av túninum er vorðið steinsett Mynd: Kalmar Inngongdin til Havnar kirkju er nú steinsett Farið er nú undir at fríðka og seta í stand rundan um Dómkirkjuna. Fyrsta stigið er at gera niðangongdina frá Bryggjubakka høgligari og betri, og hetta er nú gjørt Kirkjuráðið í Tórshavnar Eystara Prestagjaldi hevur sett sær fyri at fridka og seta í stand økid rundan um Dómkirkjuna, og ta fyrstu broytingina kemur kirkju- fólkið í >gomlu kirkju« í Havn at merkja nú á jólum, tá sera nógv fólk plagar at koma til gudstænasturnar — fyrst og fremst jólaaftan, men eisini jóladag. Í fleiri ár hevur túnið í niðangongdini frá Bryggju- bakka ikki verið í so góðum standi. — Tá veðrið hevur verið gott, hevur niðangongdin virkað, sum hon skal, og tá kavin hevur ligið um vetur- in, hevur verið roynt at koyrt sand á túnið, so betri var at ganga. Men so skjótt sum landsynningurin hevur sloppið sær framat, er allur sandurin farin oman móti portrinum, sigur Per Jacob- sen, ið er formaður í kirkju- ráðnum fyri Tórshavnar Eystara Prestagjald. — Nú hava vit fingið túnið í nidangongdini steinsett, og eisini eru rennur gjørdar báðumegin við, so umstød- urnar nú eru nógv betri. Og niðri við vegin er nú gjørd ein trappa, so tað eisini har verður betri at ganga. Ser- liga trupult hevur tað verið hjá eldri fólki, tá líkindini ikki hava verið góð. Men nú skuldi hetta verið nógv betri. Ætlanin er eisini at fáa steinsett restina av túninum, men sum við gllum øðrum, so kostar hetta pengar, og tí hevur kirkjuráðið gjørt av at taka ein part í senn. Eisini eru ætlanir um aðr- ar åbøtur rundan um Dóm- kirkjuna. Kirkjan stúgvandi full á jólum — Vit settu okkum sum mál at fáa niðangongdina gjørda fyrst, tí hetta var tað mest átroðkandi. Og serliga løgdu vit okkum eftir at fáa arbeiðið gjørt liðugt fyri jól, sigur Per Jacobsen. — Táeru ofta eini 700 fólk íkirkju, og ikki er bert sjálvt kirkjuskipið fult, men eisini á báðum loftunum og aftan- fyri frammi í kór. Fyrr vóru heldur ikki so góð líkindi at hoyra nakað, men við teirri frálíku håtalaraskipanini, ið kirkjan nú hevur, skuldi eis- ini øll tey fingið hvort orð við, ið koma at standa uttar- laga og kanska ikki fáa sess í sjálvari kirkjuni. hj.