Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-23, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1994síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 246 — ry? 23 ára gamla Tórunn I Fekk nýggja livur - og 23. DESEMBER 1994 ' Homrum í Kollafirði: eitt nýtt lív — Eg var so sjúk áðrenn eg fekk nýggju livrina, at eg hugsaði nógv um deydan. Men longu tríggjar dagar aftaná skurðviðgerðina byrjaði eg at kenna meg betri og í dag havi eg tað so gott sum ongantíð fyrr, tey seinastu 13 árini eg havi verið sjúk. Eg havi fingið eitt nýtt lív og síggi ljóst frameftir, sigur kollfjarðargentan, sum nú í átta mánaðir hevur gingið við nýggjari livur Her er ein søga um eina unga gentu, sum av sonn- um kann sigast at hava fingið lívið aftur í jóla- gávu. Her er søgan um eina gentu, so var vorðin so sjúk, at hon hevði við- gingið fyri sær sjålvum, at alt talaði fyri, at hon ikki fekk eitt langt lív, at hon fór at doyggja ung. Hetta er eisini ein søga um ein ókúgandi vilja og hepnar umstødur, sum góvu gent- uni eitt nýtt lív. Eitt lív so gott sum hon, ongantíð fyrr hevur kent tað, sein- astu 13 árini. Og hon er bara 23 ár. Hetta er søgan um Tórunn í Homrum í Kollafirði, sum seinastu átta mánaðarnar hevur gingið við einum livur, frá einum 18 ára gomlum fólki, ið hon ikki veit hvor er,ei heldur hvørjum kyni fólkið er av. Men hesum fólki sýnir hon stórt takk- semi dagliga, hóast tað ikki er millum okkum longur. Vit sita í stovuni hjá for- eldrunum hjá Tórunn, Poul og Dagmar í Homrum í Kollafirði. Inni er hugnaligt og pyntað til jóla. Kaffi rýkur sterkt og gott úr kopp- unum og nýkókaðar kleyn- ur standa lokkandi á borð- inum. Tær glíða niður, ein og ein, meðan prátað verð- ur. Á veggjunum hanga myndirnar, onkur úr Kana- da, ein bróður Tórunns er við kanadiskum rækjutrol- ara. Tórunn situr í hornasof- uni og ein systursonur hen- nara gongur framvið. Hann hyggur forvitin, við livandi barnaeygum, eftir ókunnu- monnunum. Tað er dagurin undan stytstadegi í árinum og omankava er í Kolla- firði. Ein hevur ilt við at ímynda sær tann ótta og ta stúran, sum hevur valdað í hesum heimi, síðan Tórunn gjørdist sjúk í 1982. I dag situr hon væluppløgd og prátar og gleðin um lívið skínir úr andliti hennar. Sjúk helvtina av lívinum — Sum smågenta kendi eg mær einki til, men sum 11 ára gomul var okkurt galið. Eg hevði ofta fepur og hevði ov lítið blóð. Læknar- nir funnu fram til, at okkurt var galid vid miltinum og tað varð tikið í 1982. Næsta árið gekk gott, eg var rættu- liga frísk, men í 1984 byrj- aði eg aftur at kenna meg rættuliga illa. Eg spýði blóð og fekk áraknútar í vælindi. Magin gekk eisini fyri seinni. Næstu árini var eg fleiri ferðir um árið á ríkis- hospitalinum. Bara í 1985 var eg seks ferðir á Ríkis- hospitalinum. Teir funnu útav, at okkurt var galið við livrini, eg hevði fingið skrumpilivur, eins og drykkjumenn, sigur hon | —Eg fekk at vita, atlivurin ongantíð gjørdist frísk aftur, men bara versnaði. Ég trúði ikki rættuliga, at hetta fór at henda fyri meg. Men livimåtin gjørdist verri við árunum og veruleikanum var eg ongantíð frísk, sigur Tórunn í Homrum. — I 1991 byrjaðu læknar- nir at tosa um, at eg skuldi skifta livur. Eg varð kannað hetta árið við eini trans- plantatión fyri eyga. Eg var innstillað tvær reisur næstu árini og Dýra Biðjudag, 29. apríl í ár, varð livurin skift út, sigur Tórunn í Homrum Vær fyrireikað — Um hesa tíðina í fjør tosaðu vit nógv um, at eg skuldi skifta livur. Eg stóð á bíðilista og tað kundi henda hverja løtu. Eg haldi, eg var væl fyrireikað. Eg hevði tosað við foreldur míni um hetta, og eg hevði tosað við mínar vinir. Læknar og sjúkrasystrar høvdu eisini greitt mær frá øllum spurn- ingum. Tá ein er sjúkur og er nógv á sjúkrahúsi, tá fær Foreldrini hjá Tórun, Poul og Dagmar og systirsonur Tórunnar Tórunn í Homrum hevur tað gott í dag. Hon hevur fingið eitt nýtt lív em ersim eitt tættan sam- band við læknar og sjúkra- systrar. Seinastu 3-4 árini hevði eg verið ul kanningar eina ferð um mánaðin og tað gjørdist alt meira greitt, at livurin fór ikki at halda meira. Eg var heilt gul um holdið, tað hvíta í eygunum var gult og eg vigaði 40 pund meira enn eg geri í dag. Eg var hovin og upp- blást, sigur Tórunn í Hom- rum. — Eg var í Danmark hesa tíðina og 29. apríl, klokkan 15:00, ringdi telefonin. Nú skuldi eg innleggjast. Nú skuldi tað vera. Eitt korter seinni stóð taxabilurin í tún- inum, eg fekk als ikki tíð at gera meg kláran, áðrenn eg var á sjúkrahúsinum. Teir høvdu fingið eina livur, sum skuldi setast inní meg, sigur Tórunn í Homrum. - Eg varð løgd undir skurð ámidnáttog skurðviðgerðin tók sjey tímar. Hetta var skjótt, tí ein vanlig skurð- viðgerð av hesum slagi f ve