fríggjadagur 23. desember 1994síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 Síða 13
tekur millum 8-18 og timar.
Næstu triggjar dagarnar
minnist eg líuð. Men so
vaknaði eg, og ein sjúkra-
systir kom viðeinum spegli.
Tað var ein rgrandi sjón at
síggja, eg táraði. Tað gula í
eygunum var næstan burtur.
Eg hevði fingið heilt annan
lit í andlitið. Eg havi ong-
antíð verið so glað í lívi-
num. Eg kendi meg væl,
sigur Tórunn.
- Um ta tíðina, tá eg varð
løgd undir skurð, gekk eg á
Skals Hondarbeiðsskúla.
Hesin liggur tætt við Vi-
borg, og ein tími at koyra til
Árhus har transplantatiónin
fór fram. Tað gekkst illa í
skúlanum, tí eg var so nógv
burtur. Nú er ørvisi, nú havi
eg so nógva orku, sum ong-
antíð fyrr, og eg byrji aftur á
skúlanum í januar. Aftaná
summarfrítíðina. komandi
ár, fari eg á Handilsskúla í
Viborg. Eg skal ganga
regluliga ul kanningar
fyrsta årid i Århus. I løtuni
tiggjunda hvønn dag. Síðan
er ætlanin, at eg skal ganga
til kanningar einaferð um
árið restina av lívinum, sig-
ur hon.
Sálartrýst og
ein óttafull tid
— Blødini og útvarp og
sjónvarp skrivaðu nógv um
livratransplantatiónirnar i
Árhus, bæði undan míni
skurðviðgerð og aftaná.
Hendan umtala var ikki av tí
góða, tí umleið helvtin av
teimum, sum fingu livrina
skifta í Århus doyðu. Nú er
hendan deild nidurløgd í
Árhus. Eg var tann næst-
seinasta, sum fekk skift liv-
ur í Århus. Hendan umtala
órógvaði meg nógv, eg fekk
ikki latið sjónvarpið upp,
uttan at eg sá okkurt um
eyðsskurðviðgerðirnar i
hus, sama var við blød-
unum. Eg hugsaði, fór eg at
vera millum tey 50 pro-
sentini sum ikki kláraði tað,
sigur Tórunn í Homrum.
Hugsaði tú nógv um
deyðan áðrenn skurðvið-
gerðina?
Sum livimatin versnaði
så eg, at eg fór ikki at gerast
gomul, eg fór at doyggja
Hetta var sjálvandi hug
stoytt at hugsa um, men eg
hugsaði eisini, at tå stødan
var soleiðis, so átti at fáa
sum frægast burtur úr teim-
um døgum eg hevði. Eg
mátti royna at fáa tað besta
burturúr, sigur Tórunn í
Homrum.
Hugsar tú nógv um at
ganga við einum gøgni, frá
einum heilt øðrum menn-
iskja inni í tær?
Ja, tað geri eg. Eg veit
ikki hver donorurin er, tað
fáa vit ikki at vita. Eg veit
heldur ikki hverjum kyni
hann er av, og tá eg tosið um
hetta, so havi eg valt at tosa
um kann. Hann varð 18 ára
gamal og doyði, eg veit ikki
hvussu. Men eg eri Ógvu-
liga takksom fyri, at eg
kundi fáa livrina, nú hann
var deyður. Eg hugsi við
takksemi um hendan per-
són, sum eg ongantíð fari at
læra at kenna, sigur Tórunn
í Homrum.
- Nú eru átta mánaðir
gingnir síðan eg fekk livrina
og eg hugsi kanska ikki so
nógv um skurðviðgerðina
longur. Eg havi tað so gott,
at eg kenni einki á mær.
Heilivágurin er minkaður
niður til trý sløg um dagin.
Aftaná skurðviðgerðina
fekk eg 27 sløg av heilivågi
um dagin. Eg fái eisini heili-
vág fyri, at livurin ikki skal
útstoytast. Eg gangi til
kanningar nú tíggjunda
hvønn dag. Eg kenni meg
spillfrískan, sigur Tórunn í
Homrum.
- Sum tíðin frálíður, so
gerst tað mær alt meira
greitt, at tað var í seinastu
løtu, at eg fekk livrina
skifta. Magin var gingin
fyri og eg var Ogvuliga illa
plågad av åraknutum i væl-
indinum, eg fekk eisini að-
rar sjúkur av at livurin ikki
virkaði.
Hørd tíð hjá
foreldrunum
Í stovuni sita eisini for-
eldrini hjá Tórunn, Poul og
Dagmar í Homrum. Hetta
hevur verið cin stríggin tíð
hjá teimum. Poul er sjálvur
avlamispensionistur og
Dagmar er arbeiðsleys
Vit hava verið í Dan-
mark síðan skurðviðgerð-
ina. Vit hava fingið eina
íbúð í Danmark og vit hava
verið saman við henni
hvønn dag, sigar tey.
Tað hevur verið eitt
stórt press hjá okkum sum
foreldur og tað eru jú ikki
bara vit, vit eiga fimm børn.
Hóast hesi eru vaksin, so
hevur tað eisini verið eitt
trýst hjá systkinunum hjá
Tórunn, sigur Dagmar.
Er tað ikki fantastiskt at
sígjja Tórunn í dag, sigur
hon smílandi. >Vit hava
fingið eina nýggja dóttur,<
leggur hon afturat.
Takkar læknum og
sjúkrasystrum
Tórunn vil at enda takka
øllum teimum, sum hava
hjálpt henni, hesi 13 árini
hon hevur verið sjúk. Eina
serliga tøkk til kommunu-
læknan i Kollafirdi, sum
eitur Turid Petersen og til
Jógvan Rin, yvirlækna á
landsjúkrahúsinum. Hon
takkar eisini sjúkrasystrum
og læknum í Føroyum og í
Danmark og starvsfólki
annars á hesum stóðum
Tit hava verið fantastisk,
sigur hon.
Tórunn leggur afturat, at
meðan hon lá sjúk, var tað
ein rúgva av fólki, sum
ringdi ul hana á sjúkrahúsi,
bæði i Føroyum og í Dan-
mark. Hetta uggaði hana
nógv og hon vil fegin takka
øllum sum ringdu.
- Ein onnur føroysk genta
hevur fingið skift livrina út
seks ella sjey dagar áðrenn
eg. Hon er av Norðskála..
Hon er 21 ára gomul og býr í
Álborg. Hon slapp ikki
heim ul jóla. Eg havi ongan-
tíð sæð hana, men vit hava
tosað saman í telefon.
Søren Søgaard
í Føroyum
Søren Søgaard, danskur
trubadourur, fekk sin
fyrsta klavertima 7 åra
gamal, og 12 åra gamal
fór hann at spæla guitar.
Søren las tónleik á há-
skúlanum í Ikast og í
1983 helt hann sína
fyrstu solo konsert.
Hann hevur skrivað uml.
30 tónleikaverk í blues
stílinum. Hann hevur
sum trubadourur ferðast
nógv í Jyllandi. Eisini
hevur hann luttíkið i
fleiri innspælingum fyri
m.a. lokalu útvarpsstøð-
imar i Jyllandi. Frá 1992
—93 var hann í »Swinders
trio<. Honum dámar at
kombinera málaralist og
tónleik. Lærarayrkið er
borgarliga arbeiði hans-
ara.
Søren Søgaard fer at
spæla i Kvøldloti i Havn,
i Klaksvik og å Tvøroyri.
Islendingurin Njål og
Georg eystan Á fara at
hjálpa Sørini við fram-
førslunum.
-
ss,
umtóktu ketlarnir
„eru á goymslu
Bæði dupultir
og einkultir
Skulu tygum hava nýggjan
ketil, so tosið við okkum og
Vit hava serkønt fólk, ið geva
eina skjóta og góða tænastu
- Alt tilfar til hitaverk og |
+
Umbod
MARIA Poulsen &
Smyrilsvegur 8 - Tlf. 12000
Teir væl-
fáið eitt gott tilboð
sanitet fæst hjá okkum.
OO
Vit átaka okkum at selja fyri fólk.
Eisini keypa vit deyðsbúgv.
ROKKJALLARIN - Tlf. 11990
Tinghúsvegur 42 - 100 Tórshavn
Tórshavnar Kommunala
Starvs- og Tænastu-
mannafelag
ynskir øllum limum og við-
skiftafólki eini gleðilig jól og
eitt eydnuberandi nýggjár.
AKKUMULATORAR
+ TIL ØLL ENDAMÁL +
Fa. POLAR
v/ Margeir Ørvarodd
Slættanesgøta 8
10
0 Tórshavn
Tif. 18347 - 12860