fríggjadagur 23. desember 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994
8
$
Gamlaårskvøld fer Nólsoyarstova í Havn
at borðreiða við somu matskrá, sum butl-
arin James setir á borðið fyri Miss Sophy
í afturvendandi 90 ára fóðingardegnum
"Mong eru tey, ið siga seg nú
vera vorðin troytt av teim-
um báðum, butlaranum Ja-
mes og hini fínu frúuni Miss
Sophy, ið á hvørjum einasta
gamlaårskvøldi halda tann
tiltikna 90 ára fødingardag-
in. Men allarhelst munnu
hesi somu ein vakran dag, tá
tey bæði ikki longur eru at
síggja á skíggjanum, fara at
sanna, at saknur var í teim-
um.
Ikki er sjónvaprsskráin
um ársskiftið komin fram
enn, men tað skal undra al-
mikið, um tey bæði ikki aft-
ur hesaferð fara at hugna
sær í greivaligu stovuni við
tað stóra borðið — sjálvandi
saman við gllum teimum
mongu >gestunum<.
Men tað verður ikki bert á
sjónvarpsskíggjanum, at 90
åra fødingardagurin verdur
hildin hesaferð.
Gamlaårskvøld borðreið-
ir matstovan Nólsoyarstova
við teimum rættunum, ið
eru verða settir á borðið í tí
Tíðindablaðið (5),
„90 ára fødingardag-
urin< í Nólsoyarstovu
»veruliga« 90 ára fødingar-
degnum, og hóskandi vín
og annað gott verður eisini
sett á borðið. Komudrykkur
og kaffimunnur omaná eru
eisini á skránni.
— Vit vildu gera okkurt
serligt gamlaårskvøld, og tá
komu vit at hugsa um júst
hendan sermerkta fødingar-
dagin, id nå eftirhondini er
vorðin ein av teimum mest
afturvendandi hendingun-
um, tá vit fara inn í nýggja
árið, sigur Dánjal Mariusar-
son, leiðari av matstovuni
- Men í filminum um tey
bæði gomlu verður ikki sagt
so nágreiniliga, hvat tey fáa
sær at eta, men vit hava tó
roynt at lagað tað so væl eft-
ir hesum, sum tað nú eina-
ferð ber til. Og samstundis
hava vit lagað matskránna
eitt sindur eftir føroyskum
viðurskiftum.
Pláss er fyri okkurt um 30
gestum á matstovuni hetta
kvøldid, og sjålvt borðhald-
ið verður liðugt umleið kl.
23. Men fólk kunnu verða
sitandi ein tíma inn í nýggja
árið, um tey hava. hug til
Less.
Um tað viðrar, verður far-
ið upp á takið á Nólsoyar-
stovu á miðnátt, tá himmal-
in yvir Havnini plagar at
vera upplýstur av alskyns
rakettum, sólum og ødrum
fýrverki.
hj.
Heppin føroyingur:
Vann triggjar
milliónir krónur
- Vit ætla okkum at halda fram við at liva, sum vit altíð hava
gjórt, sigur Ásbjórn Magnussen í Hirtshals. Hann og konan
Bjarma hava vunnið 3 milliónir í lotto-spæli
Tey flestu høvdu helst næst-
an mist vitið, høvdu tey
knappliga vunnið triggjar
milliónir krónur. —
Men soer ikki vid Asbirni
Magnussen, sum byr i
Hirtshals. Leygardagin
vunnu hann og konan
triggjar milliónir krónur í
lotto-spæli.
- Vit vóru hetta kvøldi í
sveinagildi, og heimaftur-
komin setti eg meg at
hyggjaat fótbóltsdystinum í
sjónvarpinum millum
Spaniu og Belgiu. Bjarma
fór at hyggja at tekst-tv.
- So hoyri eg hana siga
fleiri ferðir "Hetta kann ikki
passa". Hon helt eg hevði
spælt hund við sær við at
skriva tølini av, men so var
ikki. Sjálvur hevði eg eisini
BILLUTIR
útvegast til
FLESTALLAR
BILAR
Fa. BILLUTIR
Tlf. Fax.
21605 21666
ilt vid at trúgva tí, sigur As-
bjørn.
Tey mistu ikki ondina fyri
tað. Ringdu bara til børnini
og søgdu, at tey høvdu
vunnid. Og so til songar.
- Bjarma er eisini so rólig,
so vit svóvu væl. Morgunin
eftir fóru vit tíðliga upp og í
kirkju. .
Sum Asbjørn sjálvur
tekur til, er synd at siga, tey
eru í neyð. Tey fluttu til
Hirtshals í 1979, og hann er
skipari á nótabáti, sum hann
eigur hálvan.
DANNY TRANSPORT
r
— tá okkurt
skal koyrast | -
T
If. 19192 |
- Tey hevdi ti verid rætt-
visari, um onkur annar vann
hasar pengamar, sigur Ás-
bjørn.
Samlaða upphæddin var
2,936.385 krónur, sum tey
soleiðis óvæntað fingu í
jólagávu.
- Vit hava avgjørt, at
børnini fáa eina millión at
býta sínamillum. Børnini
eru fimm.
- Sjálvandi kunnu vit altíð
brúka pengarnar, men vit
ongar serligar ætlanir og
fara ikki at broyta nakað.
Vit halda fram við at liva,
sum vit altíð hava gjørt,
sigur Asbjørn.
Hann er ættaður úr
Sandavági, konan Biarma
er úr Lopra.
randi
fe
Vid útgávu síni »Innerst i sjelen« hevur Sissel Kyrkjebø verið vid at gera sálmin »1 in
rennur sum streymur í å« eftir Fríðrik Petersen nærmast heimskendan
(Savnsmynd)
100.000 japanarar
kenna »Tidin rennur
sum streymur í ác
Norska sangstjórnan Sissel
Kyrkjebø, ið hevur vitjað í
Føroyum nakrar ferðir, er á
veg at fáa sítt heilt stóra
gjøgnumbrot — at kalla um
allan knøttin.
Sissel gjørdist kend, tå
hon var ein av gestasangar-
unum f Melodi Grand Prix i
Bergen fyri nøkrum årum
sidani, og rættiliga vida um
hevur hon verid sidani tå.
Jólaaftan verður hon við í
einar jóla-galla sending úr
Wien, ið verður send í sjón-
varpi ymsastaðni í Europa.
Har skal hon syngja saman
við heimskenda tenorinum
Placido Domingo og Char-
les Aznavour.
Placido Domingo hevur
sagt seg vera sera fegnan
um at sleppa at syngja sam-
an við henni, og so fegin er
hann, at hann hevur gjørt
avtalu við hana um at tey
skulu syngja aftur í Ábo í
Finlandi 2. desember næsta
ár.
Men tað er ikki bara sam-
starvið við heimskendar
sangarar, ið hevur gingið
sum fótur í hosu hjá Sissel
Kyrkjebø.
Iår kom út plåtan »Innerst
i sjelen«, ið hevur gingið
sum heitt breyð — bæði í Eu-
ropa og aðrastaðni. Á hesi
plátu syngur Sissel eitt nú
sálmin >Tíðin rennur sum
streymur í á< eftir Fríðrik
Petersen.
Bara í Japan eru væl yvir
100.000 eintøk av plátuni
seld, so tad eru ikki so fåir
japanarar, ið kennast við
føroyskasålmin við lagnum
eftir Jógvan Waagstein, og
enntá eiga hann á plátuhill-
ini.
Eisini í USA hevur ging-
ist framúr væl hjá Sissel
Kyrkjebø. Hon tók ikki av,
tá henni stóð í boði at fáa
stórbæran plátusáttmála, tí
henni ikki dámdi eyguni á
framleiðaranum, men tað
hevur ikki forðað henni í at
hava stóra framgongd »over
ther< kortini.
Størsta tónleikablaðið í
heiminum, Billboard, hev-
ur skrivað um »Innerst í sje-
len<, at hendan plátan er
»one of the finest albums
and hottest finds of 1994«.
Og tad sigur ikki so lit-
ið...
hj.