Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-23, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

A E — væg RR SE OD ; háa Tíðindablaðið [ sostalurin | Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 Síða 15 Jr sangleikinum Móses Sia ID KM 19.80 Barnaløtan =lestu bygdir hava eina søgn, sum hoyrir til úst hesa bygdina. Soleidis eisini í Nólsoy. I „iðahúsunum í Nólsoy fáa tey vitjan av sinum fólki, sum sigur frá einari prinsessu, sum sigst hava búð her. Skúlabernini í Nólsoy vísa okkum brot úr sangleikinum >Móses<, og Rúna á Heyg- am syngur eitt jólalag. Fríggjakveldið kl. 19.25; Morgindagsins genta Samandráttur av raðsendingini um rúmd- irgentuna Alanu, sum livir í árinum 3000, nen av einum óhappi endar í okkara tíð. Jenny, litlibeiggi hennara og lærarin hjálpa enni, tá tann vandamikli brotsmaðurin Silverthorne úr árinum 2500 royndir at stjala tíðarhylkið frá henni. Fríggjakveldið kl. 20.35: Tango fyri trý - 2:5 Á arbeiðsávísingini hitta Benny og Petur Noru Kjær. Hon var einaferð ein kend sangarinna, men so giftist hon og flutti til Spania. Nú er hon heimafturkomin og ætlar sær at lata eitt dansihøli upp. Benny er forelskaður í Stinu, men sjálvt um hon longu hevur ein annan, játtar hon at sta døgurda við Benny. Jólaaftan kl. 13.00: Jólaaftan fyri born Í dag fara vit at senda fyri børn í fýra tímar: frá kl. 13.00 úl kl. 17.00 og nógv er á skránni. Fyrst skulu vit hitta dólgarnar. Teir droyma um at halda eini rættilig jól. Fer tað at eydnast teimum? Síðani síggja vit ein film um eina gentu, sum droymir um dýr, og dýrini verða livandi... Birita og Reynabørn á veg í Mettustovu Danin H. C. Andersen skrivaði nógv ævintýr. Eitt teirra eitur Snjódrotningin og er um tvey børn, Kaj og Gerdu, sum eru ógvuliga góð. Tað er sjónleikarabólkurin BRIM, sum spælir. 4. fl. í Vestmanna skúla skipar í ár fyri barnagudstænastu í Vestmanna kirkju. Tey spæla ein leik, sum sigur okkum søguna um, tá Jesus varð føddur. Og vit skulu ikki gloyma Disney jólini. Vit síggja tey bestu brotini. Vit enda við einum jólahaldi, sum í ár verður í Mettustovu í Havn. Vit hava fingið børn á Reyni at hjálpa okkum at dansa um træið. Men tey fáa vitjan av nøkrum løgnum verum... Jolaaftan kl. 20.45; Alice byr ikki longur her “ — Ellen Burstyn og Kris Kristoffersen Am. filmur frá 1974. Ellen Burstyn hevur høvudsleiklutin sum Alice, sum býr í New Mexico saman við manninum og tí 11 ára gamla soninum. Hon hevur ein loyniligan dreym um at gerast sangarinna, og tá maður hennara doyr, selir hon alt, hon eigur, og fer undir ferðina til Monterey, har dreymurin skal ganga út. Men vegurin er langur, og freisungarnar nógvar. Joladag kl. 14.00: Jól á Broadway Nøkur av heimsins bestu musicalstjórnum og -bólkum syngja enskar jólasangir saman við nøkrum av heimsins bestu orkestrum, The London Symphony Orchestra, The Royal Philharmonic og The London Phil- harmonic undir leiðslu av Carl Davis. Sang- imir eru tiknir upp á sjónleikarhúsinum í West End í London. Jóladag kl. 14.40: Ferian hjå konu mini Danskur skemtifilmur frå 1967 vid Ghitu Nørby, Axel Strøby, Ove Sprogøe og Malenu Schartz í høvudsleiklutunum. Hcilsølumadurin Allan Thorsen og kona hansara Bodil eru farin at kedast f hjåna- lagnum. Hon syrgir fyri øllum heima vid hús, men hann er erkvisin og illsintur og hugsar bara um elskarinnuna. Ein dagin tekur hann avgerð um at skiljast frå konuni, men hvussu skal hann fáa sagt henni tað? Smáland hjá Astrid Lindgreen Rithøvundurin Astrid Lindgreen er fødd í Smålandi, og i hesi sendingini fortelur hon m.a. um påpa sin, Emil, id er fyrimyndin fyri bókini um Emil úr Lønnebergi, og um øll hini i bygdini. sJóladag kl. 19.10: Jól vid Cliff Richard Cliff Richard syngur kendar jólasangir og jólasálmar saman við kóri og dansarum. | kl. 20. Try blunk vestureftir Hetta er kendi filmurin um Mykines, sum Ulla Bøje Rasmussen gjørdi fyri nøkrum árum síðani. Hon hevur fingið fleiri virðis- lønir fyri hendan filmin. Frammanundan var Ulla Bøje Rasmussen vorðin kend fyri Gåsadalsfilmin >1700 metrar frå framtíð- mi«, Filmurin um Mykines lýsir lívið i bygdini og í Mykineshólma, og samrødur eru eisini við fleiri fólk. Jóladag kl. 21.10; Bygdin í Múla á útisavni Í seinnu sendingini um Múla frætta vit meira um gomlu sethúsini har Frammi, sum saman við úthúsum og ødrum vórðu flutt á útisavnið í Lyngby í Danmark í 1961. Í sendingini hittir Zacharias Hammer fólk, sum hava búð og hildið jól í húsunum har Frammi. Á útisavninum hevur hann eisini hitt teir, sum vóru við til at flyta húsini til Danmarkar. Teir vóru m.a. Bjarne Stok- lund, professari, og Curt von Jessen, arki- tektur. Metropolitan Am. filmur frá 1989. Vanligt er ímillum tey fínu í New York at halda nakrar stórar veitslur ímillum jól og nýggjár, har tey ungu í familjuni verða víst fram. Heilt fastar reglur eru at ganga eftir, og tá ein ungur, fjålturskotin outsidari úr midalstættini fær féun innum, skal hann igjøgnum rættiliga nógv. Joladag kl. 0.35: Bing Crosby — maðurin við ti gyltu røddini Tann amerikanski sangarin Bing Crosby hevur hugtikid fólk í meira enn 50 ár. Í sendingini síggja vit brot úr framførslum hjá honum og tosað verður við hansara næstringar. Umframt Bing Crosby eru Louis Armstrong, Robert Coulet, Patty Page, Rosemary Clooney og Dean Martin eisini við í sendingini, og tey fara at syngja kendar sangir sum t.d. Old Man River, Si- lent Night, Walls of Jerucho, The Christ- mans Song, Jingle Bells og White Christ- mas. 2. jól Teir smáu barna- rænararnir kl. 14.40: i 5 Harry og Davy McKenzie og abbin Canadiskur sjónvarpsfilmur frå 1990. Tveir smådreingir, ið hava mist for- eldrini, verda sendir ta longu leidina år Skotlandi til Nova Scotia i Canada, har abbi teirra, ið er strangur maður, býr..Dreingir- nir eru einsligir, og so ein dagin finna teir eitt lítið barn á strondini. Annan jóladag kl. 17.25: Jólakonsert úr Carnegie Hall Jólakonsert úr Carnegie Hall í New York, har operasangarinnurnar Kathleen Battle og Fredericia von Stade, trompetspælarin Wynton Marsalis og dirigenturin Andre Previn syngja og spæla kendar jólasangir. Í konsertjni, ið spennir frå calypso yvir spirituales til klassiskar sangir, luttaka eisini Orchestra of St. Luke's, The Wynton Marsalis Septet og The Amarican Boy- choir. Vithoyram.a. Mary's Boy child, The Twelve Days of Christmas, Winter Wond- erland og Silent Night. z 7