Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1994síða 16

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 16 Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 Tíðindablaðið CD kl. 18. Victor Borge - fyrr og nu Sendingin vísir tey 50 árini, Victor Borge hevur verið musikari og entertainari, og víst verða bæði gomul og nýggj brot úr hansara framførslum. Victor Borge er 83 ára gamal, men »still going strong<, og vit síggja hann eisini í tí nýggjastu konsertini i ti søguliga »Fox Theatre« í Detroit, har hann hugtók meira enn 18.000 fólk. 2. jól Liv og lagnur fidjs og fyribils seinastu sendingini í rgð- ini um lív og lagnur, tosar Leivur Hansen við 71 ára gomlu Onnu Høgnesen, bónda- konu av Norðoyri. Hon hevur livað eitt sera virkið lív, m.a. í Hiåsmødrafelagnum, Dansifelagnum og sum leiðari og ein av stovnarunum av Dagtilhaldinum í Klaksvík fyri eldri fólk. Vit hoyra hana greiða frá hesum og ødrum tættum í fjølbroytta lívi hennara har norðuri. ag kl. 20.15: Sound of Music Amerikanskur musical frá 1965 Julie Andrews og Chistopher Plummer hava hgvuðsleiklutirnar í hesum væl um- tókta musicalfilminum, sum vann ikki færri enn fimm Oscar virdislønir. Maria ætlar at vera nunna og er novica í einum kleystri í Eysturríki. Men Maria er ung og kleysturlívið er einki fyri hana, so í staðin verður hon guvernanta hjá Von Trapp húskinum. Tann strangi Von Trapp barónur er einkjumaður og eigur sjey børn. Maria verður góð við børnini og tey við hana, men aftan fyri alt lúrir seinni heims- bardagi og týska hersetingin av Eysturríki. jól kl. 0.15: Tommy Kenter Tommy Kenter skemtar saman við Susanne Breuning og Lars Knutzon á ABC- teatrinum, og munnu Alf Velling og Rudy S. Kleutzner ikki eisini fara at vera har? Tyskvøldid kl. 18.00: Sirkus Togni Ennerutey góðu gomlu sirkusini við villum djórum, artistum og klovnum til. Eitt teirra er sirkus Togni, ið hevur nasahorn, giraffar, pantarar, leopardar og strutsar — og ein barnadjóratemjara í leðurklæðum. Tyskvøldid kl. 19.00: Ronja Rånsmanna- dóttur -1:3 Tage Danielsen hevur gjørt filmin um Ronju Ránsmannadóttur, ið er grundaður á Hanna Zetterberg og Dan Hafstrom bókina eftir Astrid Lindgreen. Ein dagin fær rånsmannahøvdingurin eina dóttur, sum hann elskar mest av øllum. Tá Ronja er 11 år møtir hon Birki, id er sonur figginda påpa hennara. Hon kann ikki tola hann, men ein dagin situr Ronja føst í eini holu hjá Rumpunissuni úti í skóginum... Gloria- Am. filmur frá 1980, sum John Cassavetes hevur leikstjórnað og Gena Rowlands hevur høvudsleiklutin í. Gloria fær brúk fyri pistólinum hjá sær, tå ið hon tekur tann seks ára gamla Phil til sín. Mafían í New York hevur dripið foreldur Phil, og nú má Gloria, ið hevur verið elskarinna hjá einum gangstarabossi, vera bæði livvørdur og mamma hjá dronginum. Hetta er sjeyndi og seinasti filmur í rødini vid Cassavetes film- um. Mikukvøldid kl. 18.00: Ronja Rånsmanna- dóttur — 2:3 Ronja og Birk gerast allar bestu vinir, hittast hvønn dag í loyndum. Men ein dagin tekur pápi Ronju Birk til fanga, og Ronja verður soll, at hon rýmir heimanífrá. Hon flytir út í skógin, og har býr hon saman við Birki, í eini holu, sum ein bjørn einaferð búði í. Mikukveldið kl. 19.25: Barnadeildin — 7:11 Leysatidindi ganga um, at barnadeildin skal stongjast. Ein litil genta verdur innløgd. Hon skal hava blóð, tí annars doyr hon. Men hetta stríðir ímóti trúnni hjá foreldrunum. Hvat er so at gera? Mikukvøldid ki. 21.05: Bygdin — 15:18 Donsk radsending. Astrid og Eva hava verið ein túr í London. Men Eva fær aftur ringa samvitsku, tí tað er nakað, hon enn ikki hevur sagt Astrid. Frank veit framvegis ikki, hvar Karin er — men tað veit Ingeborg. Mikukvøldid kl. 21.35: Keisarin av Portugallia — 1:3 = Svensk raðsending í trimum pørtum, ið er grundað á ta klassisku søguna hjá Selmu Lagerløf um faðirkærleikan oman fyri alt skil. Tann fåtæki bønarmadurin Jan og kona hansara eru komin upp í árini, tá tey fáa eitt barn — eina vakra smágentu. Jan elskar hana meiraenn alt, og hon gevur hansara strævna lívi innihald. Mikukveldið kl. 22.30: Hon sá tað henda Am. filmur frá 1987. Claire er ein ung, vøkur og rík kvinna í New York. Tá hon verður vitni til eitt dráp, verður politimad- urin Mike settur at ansa eftir henni. Mike er giftur, men hevur kortini ilt vid at standa ímóti tí tølandi Claire — og mordarin nærk- ast alsamt. Óhóskandi fyri smærri børn. Hoskvøldid kl. 18.00: Ronja Rånsmanna- dóttur —3:3 Mattisi leingist so illa eftir Ronju, at hann biður hana koma heim aftur. Og bæði hon og Birk fara úr bjarnaholuni. Hendan vetur doyr Skalla-Per, og báðir ránsmannaflokk- arnir verða lagdir saman. Um várið flyta Ronja og Birk aftur í bjarnaholuna. Hóskvoldi Desmaradýrið Desmaradýrið hoyrir ul heimsins for- vitnastu og viðeiriligastu súgdjór. Tey eru djørv, men hjúkla eisini óvanliga nógv um ungar sínar. Filmurin fylgir tveimum ung- um. kl. 18.50: kl. 20.35: Hóskveldi Handilstjóvar Ensk dokumentarsending um handilstjóvar og stríðið handlarnir hava av at sleppa av við henda stóra trupulleika. Í filminum síggja vit tjóvarnar, meðan teir stjala, hvussu teir verða handtiknir í handlinum og síðani sendir til avhoyring hjá løgregluni. Við í filminum er eisini ein professionellur kvinnuligur tjóvur, sum ferðast runt í Ong- landi og stjelur. Hóskveldið kl. 21.25: Keisarin av Portu- gallia - 2:3 Svensk raðsending í 3 pørtum. Tá húsbóndi Jan, Erik, doyr, broytist lív teirra fullkomiliga. Vandi er fyri, at familj- an má fara frá húsi og heimi, og dótturin Klarafina noyðist at fara til Stockholm at vinna foreldrunum pengar. Jan er ringur av longsli eftir dóttrini og uggar seg við dag- dreymum, har hann umbroytist til Jóhannus Keisara av Portugallia. Eríggjakveldið kl. 18.30: Simpsons — Morðhóttanir Bart fær eitt hóttanarbræv skrivað við blóði, har hótt verður at drepa hann. Hann fær illgruna um, at tað er onkur í familjuni, sum er úti eftir honum. Men hvussu gongst? Man Bart finna tann seka, áðrenn ov seint er? Jolaaftan kl. 15.25: One Magic Christmas Kanadiskur filmur frå 1985 við Mary Steenburgen, Gary Basaraba 0.0. Leik- stjórn: Philip Borsos. sJólaaftan kl. 18.00: Murder She Wrote Á handilsferð í Boston metir Jessica John Winslov, einum gomlum kenningi. Jessica er glað at síggja hann, men trupulleikin er, at hann letst ikki at kenna hana. Hvat er hent honum? Joladag kl. 15.10: Børnini frå Frostmofjallinum Svenskur filmur frå 1949 við Hans Lind- gren, Siv Hansson, Anders Nystrøm o.g. Leikstjórn: Rolf Husberg. 2. jóladag kl. 17.00: Queenie Am. sendirgð í fimm pørtum frá 1987. Hin unga Queenie Kelly veksur upp undir truplum korum í Calcutta. Hon verður ill- tonkt fyri morð og noyðist í skundi at flyta úr býnum. Í London uppdagar filmsmað- urin Sir David Konig hana, og hann vil hava hana at spæla høvudsleiklutin í nýggja filminum hjá honum. Men hon verður skelkað, tá ið hon frættir, at filmurin skal spælast inn í Calcutta. Grass Roots Am. filmur í tveimum pørtum frá 1991. Will Lee er evnaríkur advokatur og ráðgevi hjá einum senatori í Washington. Tá ið senatorurin brádliga gerst sjúkur, yvirtekur Lee pláss hansara í senatinu — men hann veit ikki, hvussu nógv hetta fer at ávirka lív hansara. Samstundis skal hann vera verji hjá einum ungum manni í einari morðsak... Týsdagin kl. 13.10; Follow that Dream Am. filmur frá 1966. Pop Kwimper eigur ein son, Toby, og fýra, sum hann hevur ætt- leitt — óalment. Ein ættleiddur er 19 ára gamla Holly, og hon er forelskað í Toby. Tá ið Pop, sum er sheriffur, fer í hernað móti nøkrum yvirgangsmonnum í býnum, noyðist hann at brúka judo-teknikk at verja seg. Men trupulleikamir verða ikki loystir. Mikukvøldid kl. 22.50: What's New Pussycat? Fransk/am. filmur frå 1965. Stóri trupul- leikin hjá ike er, at hann dugir ikki at halda seg til bert eina kvinnu. Hann fer til sálar- frøding, men tess meira hesin hoyrir um, hvussu Mike fær fatur á ollum damunum, tess meira hug fær hann sjálvur at royna seg. Mike er bangin fyri, at gentan hjá honum, Carol, skal gera tað liðugt — men hann heldur seg kortini ikki burtur frá ødrum. Góði vinurin hjá Mike, Victor, hevur øvugtan trupulleika — hann fær onga gentu. Hóskveldið kl. 22.20: Misfits Am. filmur frå 61 bygdur å handrit hjå kenda høvundanum Arthur Miller (táver- andi manni Marilyn Monroe). Hesin film- urin gjørdist tann seinasti hjå Clark Gable og Marilyn Monroe. Søgan fer fram i Nevada, har Roslyn Taber kemur at fåa hjånaskilnad. Hon hittir Gary Langland å or barr, hann er cowboy og tey verda væl...