Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-23, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1994síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið [ sostalurin ] Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 Sida 19 Marjun setti súkluna inn í kjallaran og skundaði sær inn í køkin. Mamman og pápin sótu og fingu sær ein drekkamunn. …Puh, sum tað er kalt í dag,“ sigur Marjun. „Ja,“ sigur mamman, „nú er eisini bert ein mánaði til jóla, so nú kunnu vit vænta kava hvørja létu. Men kom nú og fá tær ein heitan munn, so fært tú hita í kroppin.“ Marjun smakkaði á drekkað. — Ja, hetta var gott at fáa „Veitst tú einki nýtt?“ spyr pápin. „Nei, einki serligt, jú, ein nýggjur maður kemur at arbeiða í bankanum. Hann skal byrja í morgin. Eg haldi, hann skal verða umleið í eitt ár. Hann er dani.“ „Nú so,“ sigur pápin og tømir koppin. Hann biður manga takk, reisist og fer út um. „Nú verður ikki leingi til Jón kemur heim,“ sigur mamman. „Nei, um einar tríggjar vikur skuldu teir verið her. Teir hava fiskað væl higartil, so kanska teir koma fyrr.“ Jón er drongurin hjá Marjuni. Hann var við einum rækjutrolara, sum fiskaði undi Grenlandi. Hetta var góður tjansur, men neyðugt var at hava góða inntøku, tá ið ein skuldi byggja. Grundstykki hevði hann Marjun gleddi seg, til Jón kom aftur. Tað var ringt at vera burtur hver frá ødrum so leingi. men nú var tíbetur ikki so long tíð eftir at bíða. Hann hevði ringt onkuntíð, so hon hevði hoyrt málið í honum. Tað var frægari enn einki. „Tú situr og droymir, góða. Hugsar tú um Jón?“ Marjun vaknaði úr tonkunum við at mamman flennandi hugdi at henni „Ja, tú kanst takka Guði fyri, at tú hevur fingið ein so góðan drong. Jón er av raskastu monnum. og haraftrat er hann bæði fittur og álítandi.“ Tá ið Marjun kom í bankan næsta morg- un, var tann nýggi maðurin komin. Hetta var ein ungur maður. Marjun legði til merk- is, at hann sá ógvuliga gott út og var fínt klæddur. Hon hevði ikki meira enn sett seg við borðið hjá sær, fyrr enn hann kom yvir til hennara og tók í hondina á henni. „Góðan dag, eg eiti Erik,“ segði hann á donskum. „Og eg eiti Marjun,“ svaraði hon, eisini á donskum, tí hann skilti jú ikki føroyskt. Sum dagurin leið, var Erik ofta yviri hjá Marjuni og fekk eitt lítið prát. Hon mátti viðganga, at hann var ógvuliga sjarmerandi og galantur, og so var hann so skemting- arsamur. marjun legði til merkis, at hinar genturnar á skrivstovuni hugdu gvundsjúkar at henni. Tá ið Marjun kom til hús seinnapartin, vildu foreldur hennara vita, hvussu tann nýggi maðurin var. Marjun segði teimum, at hann æt Erik og var ógvuliga fittur og stuttligur. Dagin eftir tá ið Marjun kom til arbeiðis, var Erik skjótur yvir til hennara. „God morgen, smukke!“ Marjun rodnaði. Hon var ikki sért smikr- að av, at hann vísti henni slíkan áhuga. Seinni spurdi hann, um ikki hon kundi vísa honum eitt sindur runt í býnum okkurt kveldið. Marjun drálaði eitt sindur við svarinum. „Ég veit ikki reiðuliga ... eg haldi ikki ... eg havi ein drong.“ „Fyri tað kanst tú koma í býin við mær. Vit eru jú starvsfelagar, so eg haldi, at eg kann „læna“ teg eitt kveld,“ segði hann hålvflennandi. „Ja, kanska, so siga vit tað. Eitt kvgld.“ Hon kendi á sær, at okkurt skeivt var í hesum. Men kortini var okkurt nýtt og spennandi - ja nærum dragandi — við hesum dananum. Eitt kveldið sótu Marjun og pápin inni í ' pe rr áláláaláalals álalslælæi dástartantantándar á stovuni og hugdu at onkrum í sjónvarpinum. Mamman putlaði við onkrum í køkinum Tá ringdi telefonin. Mamman tók hana, kagaði inn um stovudyrnar og segði: „Telefon til tín Marjun. Tað er ein dani.“ „Á, so man tað vera Erik.“ Mamman hoyrdi, at Marjun tosaði nokk so gott danskt. . Tá id hon hevði lagt hornið á, gloppaði hon køkshurdina og sigur: „Eg fari út eina løtu; eg verði skjót aftur.“ Hon lat seg í ein jakka og fór avstað. Erik hevði sagt, at tey kundu hittast við pylsuvognin. Tá ið hon kom. stóð hann har og bíðaði eftir henni. Hann keypti teimum pylsur. og tá ið tey høvdu etið tær, fóru tey til gongu. Erik tekur tá tvey atgongumerki upp úr lummanum og sigur: „Hvat heldur tú um at fara ein túr í biograf?“ „Ja, men so gjaldi eg fyri meg sjálva.“ „Einki tvætl, nú havi eg keypt atgongu- merkini.“ Aðrenn tey fóru inn, keypti hann henni eina sukurlátuplátu. Har sat longu heilt fitt av fólki í tí myrka rúminum. Filmurin var helst góður, men Marjun kendi tað, eins og fekk hon lítið og einki burtur úr honum Tá id tey komu út úr biohøllini, sigur Marjun, at nú mátti hon fara til hús. Hon hevði sagt, at hon var skjót aftur, og nú hevði hon verið longur úti enn ætlað. „Kunnu vit ikki fara ein lítlan gongutúr fyrst?“ „Nei, eg má fara. Eg segði fyri mammu, at eg skuldi verða skjót aftur.“ „So tú ert ein lítil mammusa genta enn,“ segði Erik hálvt spottandi og hálvt skemt- andi. Marjun svaraði ikki. Tá ið tey fóru til gongu, legði Erik armin um hana, men hon skrykti seg leysa. „Hvat feilar, kann eg ikki halda um teg?“ „Nei, eg havi sagt tær, at eg havi ein drong. Ég eri trúlovað!“ „Hann eigur teg væl ikki.“ Marjun tagdi, og tey gingu bæði tigandi eina løtu. So letur í Eriki: „Kemur tú ikki út við mær okkurt annað kveld?“ „Nei, tað haldi eg ikki. Minst til, at her kenna øll hvønn annan, og so fara tey at síga, at vit ganga saman.“ „Er tað ikki keðiligt at búgva í einum so lítlum holi, hvar ein ikki fær vent sær fyri slatri?“ „Eg haldi ikki, at hetta er nakað hol, og mær dámar at búgva her. Eg fari at búgva her so leingi, sum eg livi." „Neyðars tú.“ Tá id tey komu til húsini, har Marjun búði, sigur Erik: „So kann ein heldur ikki vænta sær ein góða nátt muss, ella hvat?“ „Nei, men tú skalt hava takk fyri í kveld.“ Marjun beyð góða nátt og fór inn. Men hetta varð ikki einasta ferð, Marjun var úti við Eriki. Fyri foreldrunum segði hon, at hon var hjá vinkonuni Rannvá, ella okkurt annað, ið hon fann uppá. Hon hevði ringa sam- vitsku um at lúgva fyri teimum, men tað var sum kundi hon ikki siga nei, tá ið Erik bað hana koma út við sær. Hann var so livandi, hann fekk hana altíð at flenna. Eitt kveldið hon kemur til hús, eftir at hon hevði verið úti vid Eriki, sat mamman uppi og bíðaði eftir henni. „Hvar hevur tú verið?“ spyr mamman. „Bara úti ein túr.“ „Ja, bara úti ein túr við hasum Eriki. Skammast tú ikki? Veitst tú ikki av, at fólk tosa um teg, hvussu tú gongur úti og floksast við hasum dananum.“ „Eg havi onkuntíð verið og víst honum éláláólálalalala! ALTA TT BtB: býin. Hann er fremmandur her, og nú eru vit eisini starvsfelagar.“ „Víst honum býin.“ hvesti mamman. „Vil hann síggja býin, kann hann fara einsamall- ur. Her er eingin, ið etur fólk, heldur ikki danar. Men tú mást velja. Jón skalt tú ikki halda fyri spott. Hann er alt ov góður drongur til tess! Kanska vil hann als ikki hava teg, tá ið hann hoyrir, hvussu tú gongur.“ „Hann eigur meg ikki.“ - Uttan at vita av tí, brúkti hon somu orðini sum Erik „Kanska tað, meg eg ávari teg bara.“ Tá ið Marjun var komin í song, lá hon leingi uttan at kunna sovna. Hon hugsaði um Jón. Hon hevði ikki hugsað so nógv um hann hesa seinastu tíðina sum hon plagdi. Hon visti ikki hví. Tað var ikki tí, hon ikki var góð við hann. Tað var hon. Og hon vildi ongan annan hava. — Men um nú hann frætti, at hon hevði verið úti við Eriki, og helt, at hon heyði verið ótrúgv. Nógvar gentur gvundaðu hana Jón, so tær fóru helst at verða skjótar at slatra um hana. Hvussu fór tá at verða??? Marjun tendraði ljósið, tók myndina av Jón og hugdi leingi at henni. Hon hevði ikki hugt at henni í seinastuni. — Ikki sidan Erik var komin! Hon hevði verið sum gandað — var bara lopin avstað, tá ið hann ringdi. Tað var eins og hevdi hann hypnotiserað hana. Men tíbetur, nú var hon vaknað. Hon skuldi so ongantíð út aftur við Erik! Hon mintist allar tær hugnaligu Íssturnar, hon og Jón høvdu havt saman, tá tey m.a. høvdu tosað um framtíðina. Og hetta vildi hon fyri alt í verðini ikki missa... Sum hon hevði verið býtt. Í morgin fór hon at siga Friki, at tað var liðugt við hasum „býtúrunum“ hjá honum. Jú, víst átti Jón hana. Fult og heilt! Marjun fekk ikki nógvan svøvn ta nått- ina... Hon møtti í bankanum morgunin eftir svøvnpiskut og illa til passar. Men Erik var ikki komin enn, og hann kom ikki tann dagin, so Marjun fekk ikki sagt tad, sum hon ætlaði. Men hon skuldi siga tað, fyrsta hon hitti hann aftur. Um kveldið ringdi telefonin. Marjun tók hana. Kanska tað var Erik, so fekk hon sagt honum tað beinanvegin. Men tað var ikki Erik. Tað var vinkona hennara Rannvá. „Halló, Marjun. Eg havi nakað, sum eg má siga tær. Eg var á flogvøllinum í dag og tók ímóti systur mínari. Hon er komin heim at halda jól. Tá var Erik har og tók ímóti einari ungari dámu. Tað var antin kona hansara ella genta, soleiðis sum hann muss- aði og kroysti hana...“ …… Hey ... Ert tú har, Marjun? Ja, tú mást orsaka, men eg mátti siga tær tað.“ „Takk fyri, Rannvá. Tað var gott, at tú segði mær tað. Annars hevði eg ætlað at sagt honum í dag, at nú var liðugt við kvgldtúrunum hjá okkum. Men nú skilji eg, hví hann ikki var til arbeiðis í dag. Annars hevur einki verið okkara millum, tíbetur, sjálvt um hann ofta hevur roynt, tann revur. Men tú skalt hava takk fyri, at tú segði mær tað.“ Nú var bei í ein vika eftir til jóla, og Jón og teir skuldu koma heim í dag eftir ætlan. Marjun bæði stúrdi og gleddi seg. Hvussu fór nú at verða, skuldi hon fara niðan til Jón og tey, ella skuldi hon bíða og vita, um hann kom til hennara? Hon hevði tosað við hann í telefon, tá ið hann segði, at teir sigldu heim. Sum tað var gott at hoyra málið í honum. Tao var tíðliga um kveldið, og tað kavaði úti. Pápin sat og las avísina. Marjun og ty Í Í Í Í h n ' ) 7 n ' p/sis|(slslaelelelalelelele! EET TLET mamman bakadu kleynur. So letur í påpanum: „Nú eru Jón og teir komnir. Man hann ikki hyggja inn á gólvið í kveld?“ Marjun hvakk við. Mamman sá, at hon feldi seg illa, streyk henni eftir kjálkanum og segði: „Tað man hann helst. Ella kanska í morg- in,“ Pápin reistist og segði: „Eg fari niðan at heilsa uppá hann.“ Tá id pápin var farin, sigur Marjun mamm- uni frá øllum, sum Rannvá hevði sagt henni, og eisini, at einki hevði verið millum hennara og Erik. Hon visti ikki, hví hon hevði verið so nógv saman við honum. Kanska hevði hon hildið tað vera nýtt og spennandi at tosa danskt. Men hon visti nú, at hon hevði gjørt býtt „Mamma. heldur tú, at Jón fer at halda, at eg havi verið ótrúgv? Tað havi eg ikki, mamma!“ „Kanska heldur hann tað, um hann fær hetta at vita frå ødrum. So tað er best, at tú sjálv tosar við hann, áðrenn nakar annar sigur nak- að.“ „Ja, men hvussu skal eg koma í samband við hann, um hann longu hevur frætt tað og ikki kemur inn?“ „Hav tú bara tol, góða. Hann man fara at koma, kenni eg hann rætt. Men nú eru vit lidnar við kleynunum, so nú fara vit at fáa okkum ein góðan munn.“ Tær høvdu júst skonkt sær uppí, tá ið hurðin gekk. og inn komu pápin og Jón. Marjun visti ikki reiduliga, hvussu hon skuldi vera, men eftirsum hann kom inn, mundi hann ikki hava frætt nakað, ella ikki trúð tí. Tá ið mamman hevði givið honum ein klemm og ynskt honum væl afturkomnan, drálaði Marjun so mikið, at Jón flenti og spurdi: „Ert tú ikki glad at síggja meg aftur?“ So tók hann um hálsin á henni og mussaði hana, so hon rodnaði upp um bæði oyru. Marjun var so rørd, at hon fekk næstan einki sagt. Mamman, sum visti, at tey bæði høvdu okk- urt at tosa um, sigur við pápan „Magnus, eg fari niðan til gomlu Sillu við nøkrum kleynum. Kom tú við.“ — „Og Marjun, gev tú so Jón ein drekkamunn.“ Tá ið mamman og pápin vóru farin, fingu tey bæði sær ein drekkamunn, og Marjun segði Jón frå øllum. Tá ið hon var liðug, var Jón ålvarsamur á at líta. Marjun hugdi uppá hann og segði: „Ert tú illur við meg, Jón?“ „Nei, ikki við teg, men við hasa flatpannuna. Nei, góða, teg verði eg ongantíð illur við. Eg eri glaður um, at tú segði mær alt sum tað var, og eg veit, at hvert orð er satt, sum tú sigur.“ Marjun kendi tað, sum ein tung byrða var tikin frá henni. Hon tók Jón um hálsin og mussaði hann. „Góði Jón, eg elski teg, og eg gleði meg til at giftast við tær.“ „Ja, men eg havi ikki spurt teg, um tú vilt giftast við mær,“ segði Jón og flenti. „So spyrji eg teg, meðni,“ segði Marjun. „Og so sigi eg ja,“ svaraði Jón. Tá mamman og pápin komu í túnið, hoyrdu tey láturin frá teimum báðum. „So, nú eru jólini bjargað,“ sigur mamman. Hon hevði sagt alt fyri pápanum framman- undan. Tað kveldið hevði Marjun ilt við at sovna, men nú var tað av berari gleði. Hon helt ongantíð, at hon hevði glett seg so nógv til jóla sum í ár. Elsa Blicher Christiansen Í n 2 ' i ; Í i i ' is! Í I &lele r 3 ÞETAEI í TA "5 i.