Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1994síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 20 Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 Tíðindablaðið [ sostalurta ] Tá ið brotið varð burtur úr nýggjum Í gjár fylti Just í Túni 75 ár. Yngru lesararnir komast kanska ikki so væl við navnið, men miðaldrandi og eldri minnast, tá Júst var ein av undangongumonnunum i føroyska vinnu- lívinum. Hann var 36 ára gamal, tå hann sum hin fyrsti i nýggjari tid fór til New Foundlands at fiska. Í 1979 greiddi hann myndablaðnum Kolon frá tí ferðini. Við loyvi frá hovundanum prenta vit brot úr tí greinini. Í 1966 fór Just í Túni sum hin fyrsti í Føroyum undir at ala síl í feskum vatni og sjógvi. Í bókini Kongshavnar Havn 75 år, sum kom út i 1991, er grein um, hvussu hetta gekk fyri seg. Við loyvi frá høvundanum prenta vit brot úr tí greinini. Alingin á byrjunarstigi Men tá føroyska alisøgan ná- greiniliga verður fest á blad, fer stødi ivaleyst at verða tikið í tí, at fyrstu lunnarnir til aling, lutvist í feskum vatni og lutvist á sjónum, vórðu lagdir inni í Skála- botni miðskeiðis í sekstiár- unum. Í Kollafirði og Vági vóru aliroyndir gjørdar frammanundan, men bert í feskum vatni. Tað var Júst í Túni á Toft- um, sum fór undir alingina. Hann var um hetta mundið skipari hjá Poul Hansen og á ferð í Noregi í 1963 í sam- bandi við, at teir lótu nýtt skip byggja har, sá hann, hvussu norðmenn royndu at menna alivinnuna. Júst helt hetta vera ein eyðsæddan vinnuveg hjá føroyingum, men f fyrstu atløgu kom ikki meir burturúr. Eini trý ár seinni leigaði Fiskirannsóknarstovan Sild- rekan at leita eftir sild kring Føroyar. Just førdi skipið, sum hann åtti saman vid bróðrinum Símuni og ðrum. Fyri Fiskirannsókn- arstovuna var Andrias Rein- ert við. Hann hevði stutt frammanundan verið á síla- royndarstødini í Brøns í Jút- landi. Teir báðir høvdu fel- ags áhuga fyri alingini og tosaðu nógv um møguleik- arnar. Hetta setti ferð í Júst, og í 1966 fekk hann Fiskirann- sóknarstovuna at keypa æla- bogasílarogn frá royndar- stødini í Brøns. Tey vórðu klakt í Sílastovuni í Sanda- gerði, og yngulin varð valdur heima við hús hjá Andriasi Reinert Samstundis fór Júst at skapa teir itøkiligu karmar- nar fyri alingini. Staðið, hann valdi til sílaaling, var í Skála- firði ella Skálabotni, sum fólk aðrastaðni nevna tað. Lutvíst tí at upplendið var tað størsta har á leið, soleiðis at vatnmongdin kundi gerast stórri enn í nøkrum gðrum øki, ið lá eins høgliga fyri. Men eisini tí at Júst helt Skálabotn liggja væl fyri í mun til Sundalagið, sum hann metti vera best hósk- andi gki til aling á sjónum. Ætlanin var sostatt ikki at knýta alingina í hyljum í Skálabotni saman við sjógv- aling á fjórðinum, men í staðin at flyta sjóbúnan fisk vesturum. 18. apríl 1967 komu 150.000 yngul í Skálabotn, og samstundis kom ein nýggj sending av rognum. Hesi vóru eins og tey fyrru frá Brøns í Jútlandi. Tá hevði Júst teir fyrstu hyljarnar, og hann hevði bygt hús við m.ø. klekingarrennu til rognini. Hyljarnir vóru dåtøkir teimum. danir vanliga hava nýtt. Talan var um tað, ið er niðan fyri vegin í Skálabotni. Áðrenn komið var so langt, hevði hann fingið neyðugu loyvini frá teimum, sum var- aðu av jørdini. Vatnið kom úr Svínagjógv, sum kemur úr Ytsta parti í Skálafjalli. Hetta er ognarhagi, og tí skuldi gangast til allar ánar- Fyrsta alingin á sjónum var í Sundalagnum arnar at fáa játtan. Seinni vórðu aðrir hyljar grivnir oman fyri vegin, og bóndin Niðri við Hús i Gøtu gav loyvi til hetta og til at nýta Fjarðará. Á Oyrarbakka varð gjørt klárt til sjógvalingina. I fyrstu atløgu vórðu steyrar slignir niður í botnin at heingja nót í. Fyrstu sílini vórðu førd norður á Oyr- arbakka í 1969. Meðan ar- beitt varð á Oyrarbakka, sleptu teir sjóbúnum sílum í nót út fyri Skipanesi. Hetta var í 1969, og í september mánaði vigaðu tey yngstu um 800 gramm. Árið eftir vórðu fyrstu sílini seld. Eini 7,8 tons vórðu seld, øll til Onglands. Fóður og fóðring eru týð- andi partar fyri fiskitrivn- aðin. Ein partur av tí, teir nýttu, var turrfóður úr Dan- mark, ið teir smæstu fisk- arnir fingu. Vátfóður varð givið teimum størru. Hetta varð malið við kvørn burtur úr tí, sum var tókt, t.d. frá sildavirkinum í Gøtu og Lynfrost. Tað kom fyri, at tað, teir fingu við gørnum á Funningsfirði, stóð í lási, og so varð tikið, alt eftir sum tørvur var á. Júst nýtti alt sítt hugflog til at fáa allar lutir at hanga saman og at ganga lagaliga fyri seg. Seinnu árini eru alt fleiri farnir at fóðra fiskin í ringunum frá landi. Hetta royndu teir í fyrsta ringinum á Skipanesi. Slangan lá av tí hægsta á Skipanesi, soleiðis at fyrimunur fekst av hædd- ini, og við vatntrýsti varð fóðrið skolað út í ringin. Ahugin fyri royndunum í Skálabotni var stórur. Hetta sást m.a. av tí nógva fólk- inum, sum kom hagar at síggja og hoyra. Eitt summ- arið varð í einum av hyljun- um fiskur, sum tey, ið høvdu alistødina sum ferðamál, kundu fiska fyri ávíst gjald. HITAÐA VATNIÐ GJØRDI MUNIN Alingin hevði ein strevnan burð, og tað er eyðsæð, at royndir, sum í sær sjálvum miseydnaðust, men sum samstundis gjørdu greitt, hvussu mannagongdin skuldi vera næstu ferð, vóru dyggur smeitur fyri einsa- mallan mann, hóast nakað av studningi fekst frá tí al- menna. Ein ábending um, hvussu trupult arbeiðið var, fæst, tá vit vísa, hvat roknað varð við, og hvat úrslitið gjørdist. Vit nýta 1967 ár- gangin sum dømi. Av teimum 150.000 rogn- unum, sum komu i april mánaði, vóru um ársskiftið 1967/68 56.000 maðkapirrur eftir. Vektin var í miðal 8 gramm. Í mai mánaði 1969 varð fyri fyrstu ferð fiskur sleptur í byrgingina á Oyrarbakka, og tá vóru 38.000 síl eftir. Helmingurin vigaði 80 gramm og hin 170 gramm í miðal. Við stødi í hesum varð mett, hvat takast kundi sama heystið. Metingin varð grundað á úrslit hjá norð- monnum, og eftir teirra royndum skuldu 19.000 sil, sum vigaðu eitt kilo, takast, og onnur 19.000, sum vigaðu 500 gramm. Úrslitið gjørdist eitt heilt annað. Á heysti 1969 vórðu 13.000 síl tíkin, sum í miðal vigaðu 600 gramm og hin helmingurin varð tíkin á heysti 1970. Tá var talið komið niður á 11.000, og miðalvektin var 800 gramm. Sostatt var samlaða slakti- vektin 8,2 tons, meðan met- ingarnar søgdu 28 tons. Júst var greiður yvir, at ein av høvudstrupulleikun- um var tørvurin á hitaðum vatni, bæði til klekingina og í sambandi við trivnan og vøksturin í hyljunum. Neyð- ugt er at hava ávíst tal av samdøgurs hitastigum fyri at fáa rognini undan. Er áarhitin t.d. fýra stig. so tekur klekingin dupult so Júst í Túni, tá hann var upp á tað besta langa tíð, sum hon tekur, um hitin er átta stig. Hugstoytt var í vetrarveðri at síggja, at ísakalda vatnið gjørdi, at eingin framgongd var í klekingini. Ivasamt var, um tað var rådiligt at hita vatnid vid olju, og tað skuldi berast saman við eykakostnaðin, hetta fór at hava við sær. Eingin ivi var um, at besta loysnin hevði verið, um heit- ari vatn enn vanligt áarvatn kundi fáast fyri einki. Júst greiðir frá, at honum kunnugt var Varmakelda á Varmakeldueiði = einasta heita kelda í landinum. Hann visti ikki betur, bæði av tí, ið var at lesa, og av tí, sum fekst at vita við at práta við fólk. Ein dagin, hann var inni á Elverkinum, hevði Jógvan á Toppafløtum á Skipanesi á munni, um Júst ikki visti um Varmakelduna millum Fjarða. Tað gjørdi hann ikki, og við skund fór hann í kav- anum at máta hitan bæði í nevndu keldu og í ødrum smáum keldum millum Fjarða. Vatnið var heitari enn vanligt áarvatn, og tá keldurnar í rørum vórðu veittar saman, hjálpti. Hetta sæst á miðalvektini. Við árslok 1972 var hon 9,6 og í 1973 12.0 gramm. Í 1970 kom hitt almenna uppí sum partaeigari, og í 1973 yvirtóku teir allan partapeningin í Fiskaaling. Men áðrenn Júst gavst, vóru teir farnir undir fyrireikingar at flyta størsta partin av virk- seminum úr Skálabotni og til Air. Tá Júst gjørdist greiður yvir, at fleiri heitar keldur funnust, varð hildið áfram at kanna, hvar tær vóru. Í 1973 komu teir fram á eina keldu norðan fyri hvalastød- ina við Air, sum gevur 5 litr- ar um sekundið. Vatnið er 14-15 stig. Hetta gjørdi, at 1974 árgangurin við árslok vigaði 120 gramm í miðal, meðan 1973 árgangurin, sum omanfyri nevnt, bert vigaði 12 gramm. Síðani hevur Fiskaaling øll árini havt sil í Skálabotni. Tá sílaprísurin fyri nøkrum árum síðan fór í botn, varð mest sum øskukalt, men nú er rættiligt liv komið í aftur. I løtuni eru 185.000 fiskar — 150.000 sil og 35.000 laksa- smolt. Ein madur hevur fast arbeidi har. Hetta er einasta aling å landi kring fjørdin, men um- framt tær stødir, sum hava ringar á fjørdinum, er fitt av virksemi å landi f sambandi vid alingina. | Vit gera gamla | „gólvið sum nýtt | Vit pussa, slípa, reinsa, polera, bona, lúta og leggja ØLL SLØG AV GOLVUM Gólvtænastan Skemmingsgøta 19 Tlf. 18875 - 88875 Tórshavn Fax. 18809 Ókeypis tilboð og vegleiðing verða givin.