Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. desember 1994síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 22 Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 Logtingsmaðurin av Toftum á ST- fundi í New York | — Tað var eitt upplivilsi, sum einki annað í mínum 24 ára delse politiska lívi kann sammetast vid, heldur Jógvan Ingvard Olsen Seinastu árini hava nakrir føroyingar verið á ST aðal- fundi. Teir hava verið har sum partur av nevndini hjá fólkatinginum. Fundurin byrjar í september, og hann heldur á í tríggjar mánaðar. Fyrstu fýra vikurnar eru nakrir danir har yviri, og tá teir eru komnir heim, fara onnur umboð yvir aftur í fýra vikur. Finnbogi Isak- son var fyrra umfarið í heyst í New York. Tað komast út- varpslurtararnir við, tí Finn- vogi dugdi so meistarliga at greiða frá og sammeta tað við føroysk vidurskifti, sum hann sá og upplivdi á aðal- fundinum og annars í USA. Nú eru fleiri vikur síðani, at Hildubjørg og Jógvan Ingvard Olsen komu aftur úr New York. Einki hevur verið at hoyrt frá teimum um ferðina, men tað er ikki tí, at tað ikki eru nøgd: — Tvørtur í móti. Ferðin kann ikki sammetast við nakað annað, sum eg havi upplivað tey gott og væl 24 árini, sum eg havi verið uppi í politikki. Konan og egeru glað og takksom fyri, at vit fingu hetta høvid. Vit høvdu eitt samdøgur at um- ráða okkum í, og vit eru glað fyri, at vit tóku av. Nógv á skránni Fyrstu vikurnar eftir, at aðalfundurin er settur, eru stóru og kendu politikarnir á fundinum. Tá verða stór- politisku rødurnar fluttar fram, og Jógvan heldur, at tað hevði sjálvsagt verið áhugavert at sæð og hoyrt Clinton, Jeltsin og hinar stóru, men hann heldur, at tað eisini hevur sínar fyri- munir at taka lut, tá arbeiðið er meiri gerandisligt: — Danska ST sendistovan í New York var okkara arb- eiðsstaður. Tað tók stívliga eitt korter at ganga frá gist- ingarhúsinum, og frá sendi- stovuni og til ST bygningin vóru tað smáir 10 minuttir at ganga, so tað var høgligt. Donsku embætisfólkini skipaðu fyri at leggja arb- eiðsgongdina til rættis. Vit mgtu > hvønn morgun klokkan citt korter til tíggju. Tá høvdu vit vanliga tveir fundir, har starvsfólkini á sendistovuni, sum vóru ser- køn á ymiskum økjum, kunnaðu um teirra øki. Vit fingu frágreiðing um, hvat gekk fyri seg á fundinum tann dagin, vit vóru kunnaði um støðuna í heiminum, og so var møguleiki fyri at lesa donsku blødini, og eg var gladur fyri Dimmalætting- ina! Seinnapartarnar tóku vit lut á fundum í ymiskum ST felagsskapum, og tað var møgulciki fyri at vera til stadar å fundunum, sum vóru í ST høvudsborgini. Tá vit fóru avstað kendu vit tað nóg so leingi at vera har yviri í fýra vikur, men tíðin rann avstað, og vit keddu okkum ongantíð. Arbeiddi saman við krúnprinsinum Í donskum fjølmiðlum hevur verið nógv at hoyrt um, at Frederik krúnprinsur í løtuni arbeiðir á donsku ST sendistovuni í New York. Vit spyrja, um tey bæði Hildubjørg og Jógvan Ingvard Olsen sóu nakað til hansara, meðan tey vóru í New York: --Jú. krúnprinsurin hoyrdi við til starvsfólkið á sendi- stovuni. Hann tók dagliga lut á fundunum, og føroy- ingarnir vóru saman við hinum partinum av donsku sendinevndini til staðar, tå hann helt rødu í ST byg inginum. Rødan var fy AÐ Norðurlond, og luttakar- amir í danska poliuska bólkinum høvdu fest sitt navn á manuskriptid og lótu krúnprinsinum ein mynt. Føroyingar kenna ikki nógv ul krúnprinsin uttan frá tí, sum hevur verið at lis- ið um hann í donskum blød- um, men sambært Jógvan I. Olsen er komandi dana kongur ein fyrikomandi, dugnaligur og arbeiðssam- ur ungur maður. Urtøkan Jégvan Ingvard Olsen heldur, at tað fæst nógv burtur úr við at vera á al- tjóða fundi í Sameindu Tjóðum: - Tú hevur hug at kenna tað soleiðis, at tú gert einki til nyttu. Tað tosaða vit um innanhysis. Mær dåmdi væl, hvussu tey sóu upp á tann spurning- in. Hin einstaki má sláa seg til tols vid, at tað er lítið, sum hann beinleiðis kann Hildibjórg og Jógvan Ingvard Olsen hava verið á ST aðalfundi í New York Mynd: Judith Johannesen Tíðindablaðið ES .8 Kriinprinsurin, sum sæst aftast, telist i løtui millum starvs- fólkini á donsku ST sendistovuni gera. Tad er tydningarmikid at taka til sin, at hitta fólk, lurta eftir teimum, og royna at seta seg í teirra støðu. Og so kanst tú greiða hinum frá, hvussu umstødurnar eru, har tú kemur frá. Tað ger, at tey hava lættari at fata okk- ara stóðu og teir spurningar, sum vit dragast við. Hetta myndar tín hugburð til altjóða viðurskifti, og tað hevur árin á, hvussu tú sært upp á tílíkar spurningar, tá teir koma fyri í tí høpinum, har tú hevur møguleika at hava árin. Er talan ikki í stóran mun um eitt stórt skrivstovu- veldi, sum liggur tofta- manni, ið mesta partin av síni arbeiðstíð hevur balst á sjónum, ógvuliga fjart? — Soleiðis er hugburðurin ivaleyst hjá mongum til ST, og tað eru nógvar skrivstov- ur, og ein rúgva av pappír- um. Men tað er einki at ivast í, at bæði sjálvur ST aðal- fundurin og allir felags- skapimir, sum eru í ST hopi, hava havt ógvuliga stóran týdning fyri, hvussu tað stendur til í heiminum. Tað er stór neyð og nógvur ófriður; men eg ivast onga løtu í, at bæði neyðin og ófriðurin høvdu verið nógv stórri, um ST ikki var til. Limatalid er 185, og tað hevur veldugan týdning, at umboð fyri londini hittast í New York og aðra staðni, har ST hevur sínar stovnar. Trupulleikarnir Og so nevnir Jógvan Ing- vard Olsen nakrar av teim- um nøkur tól og nakrar trup- ulleikar, sum í hvussu so er tey, ið hava við ST at gera, kenna til. Tað eru lagdar einar 100 milliónir landminur kring heimin. Í 25 londum eru so nógvar landminur, at tað ber ikki til at gera nakað fyri minunum. Roknað hevur verið við, at tað hevur kost- að 25 til 30 krónur at fram- leiða hvørja av minunum, og roknað verður við, at tað kostar einar 3.500 krónur at fáa hvørja teirra av vegnum aftur! Hernaðarútreiðslurnar í heiminum verða roknaðar at vera upp móti túsund krónur fyri hvønn íbúgva í heiminum. Utreiðslurnar hjá ST eru hvort ár umleið 12 krónur fyri hvønn íbúgva í heiminum, og tær verða fyri 50 prosent viðkomandi goldnar av limalondunum sum limagjald, medan hin helmingurin fæst vid sjålv- bodnum gåvum. Og Jógvan Olsen kundi hildið á at nevnt trupulleik- ar: Tað er ræðuligt at hugsa sær, at tað hvønn einasta dag doyggja 35.000 børn, sum eru yngri enn fimm ár. Men tað er atgleðast yvir, at talið er nógv minni, enn tað var fyri fáum árum síðani, tå tað var 300 prosent hægri enn nú. Ikki minst arbeiðn- um hjá ST fyri at takka er talið so nógv lækkað. Sendinevndin Jógvan Ingvard Olsen heldur tad var åhugavert at røda um altjóða trupulleikar í donsku sendinevndini. Í nevndini vóru umboð fyri flestu flokkarnar í fólka- tinginum: Tove Lindbo Larsen fyri javnaðarflokk- in, Gert Petersen fyri SF, Elisabeth Arnold fyri teir radikalu, Per Stig Møller fyri teir konservativu, Pia Kjærsgaard fyri framburðs- flokkin og Pia Larsen úr vinstraflokkinum. Conrad Stenholdt umboðaði Grøn- land og so umboðaði Bente Nielsen danska FN felagið, Henrik Væver samtakið av ungmannafeløgum, og eitt umboð var fyri danska kvinnusamtakið. — Serliga Gert Petersen tóktist hava stórt innlit í al- tjóða viðurskifti. Hansara máti at fata trupulleikarnar í heiminum uppá, helt eg vera skilagóðan. Hann helt, at tað hevði verið meiri ein- falt, tá stríðið var millum lond, meðan tað var meiri torført at greina nú stríðið meiri var millum etniskar bólkar, politiskar bólkar og trúarbólkar. Okkara áhugi Tá vit spyrja Jógvan Ing- vard Olsen, um tað ikki var nakað, sum beinleiðis kom Føroyum við nevnir hann havrættarsamtyktina, sum ST gjørdi mitt í sjeytiårun- um. Hon skuldi ratifiserast, tå 60 limalond høvdu góð- kent hana, og tað hendi, meðan tey vóru í New York. Ein beinleiðis avleiðing í hesum sambandi skuldi vera, at ein havrættardóm- stólur innan eitt hálvt ár skal setast á stovn í Hamburg við 21 dómarum. Limalondini, sum hava ratifiserad sátt- málan, skulu manna dóm- stólin, og tá tað serliga eru menningarlondini, sum eru