fríggjadagur 23. desember 1994síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Nr. 246 — 23. DESEMBER 1994 Síða 223
Tíðindablaðið CEN!
Partur av donska politiska bólkinum. Næstfremst Tove Li
inum og longst burtur Gert Petersen úr SF
millum tey seksti, so skuldu
tey manna dómstólin.
Tað ber teimum, sum bera
sakir viðvíkjandi havrætti
fyri dómstól at velja mill-
um, um tey ynskja málið
fyri dómstólin í Haag ella
henda nýggja. Jógvan held-
ur, at nýggi dómstólurin
hevði kanska verið góður
hjá okkum í sambandi við
marknaðartrætuna við
Ongland, sum ikki er mill-
um tey seksti. Men fyribils
letur hetta seg ikki gera, tí
eftir uppskot frá teimum
meiri mentu londunum er
nýggi dómstólurin útsettur
til august 1996. Tá ber til at
ímynda sær, at til tað tid
hava fleiri av hesum lond-
unum skrivað undir, og so
vera tey við at manna teir 21
dómarasessimar.
Tað sær ljóst út
fyri fiskasølu í USA
Meðan Jógvan Ingvard
Olsen var í New York, hitti
hann Magnus Gustafsson,
stjóra í íslendsku sølufyri-
tøkuni Coldwater. Fyritøk-
an hevur áður selt nógvan
føroyskan fisk í USA. Í nøk-
ur ár hevur millum líuð og
einki verið selt, men nú er
sølan so smátt farin at
vaksa, ti teir keypa frá
Kósavirkinum.
- Tað gleddi meg at
frætta, at teir eru nøgdir við
fiskin øur Føroyum og
fegnir vilja keypa meiri.
Fyritøkan er kend fyri at
seta stór krøv til góðskuna,
men ágóðin av tí er hagur
prísur. Magnus Gustafsson
sá ikki so svart upp á fiska
søluna í USA komandi ár-
ini. Dollarin hevur verið
lágur, men biskaparfrød-
ingar rokna við, at hann fer
at hækka nakað, og so verð-
ur marknaðurin har yviri
spennandi aftur fyri okkara
útflutning.
Men skulu vit fáa nakað
burturúr, so noyðast vit at
prógva okkara dugnaskap
Gera vit tað, so fer prísurin
upp, og táer hugaligt at vera
nærlagdur
Serligu eyðkennini
Meðan vit tosa um ferð-
ina á ST aðalfundin, umrød
ur Jløgtingsmadurin mangt
»g hvat, sum ley sóu og
upplivdu har yvir, men
sum ikki hevði nakað bein
leiðis við aðalfundin at
gera
kring allan heimin, men fyri
okkum var tað stórt uppliv-
ilsi at síggja býin og at fara
útferð ul Washington.
Munurin á býunum er stór-
ur. Í New York eru ský-
skravarnir so høgir og tætt-
ir, at tú kennir tað, sum tú
gongur á botni í djúpum
gjáum. Í Washingtong er
meiri frítt, tí har skal eingin
bygningur vera hægri enn
Capitol, har kongressin
heldur til.
Hjúnini vitjaðu í fleiri
kirkjum, og har var eitt
sindur av hverjum:
— Alla staðni, sum vit
komu á túrinum, kendu vit
amerikumannin at vera
fryntligan, fyrikomandi og
hjálpsaman. Ikki minstkom
hetta til sjóndar, tá vit vóru í
kirkju.
Vit vóru ógvuliga hjarta-
liga móttikin. Fyrsta sunnu-
dagin vóru vit í katólskari
kirkju tætt vid gistingarhus-
ið, har vit búðu, síðani í ein-
ari bapusta kirkju og so var
all sendinevndin í kirkju í
Harlem, har svørt komu.
Tey vóru ógvuliga lívlig!
Í baptistakirkjuni var
tyduligt, at har komu fólk av
betra slagnum. Alt var fyri-
skipað í minsta lutin, og
nógv varð gjørt burtur úr at
geva gávur. Tað var mest
átókt eini fleygingarstong
við glúpi í, sum teir stungu
inn í stólargðini. At nógv
verður givið er einki at ivast
A
ndbo Larsen úr javnaðarflokk-
Í, tí í skránni, sum vísu hvat
Hildubjøre og Jógvan In
tey gera, sást, at kirkjurnar
standa fyri nógvum av ti sO-
siala arbeiðnum, sum tað al-
menna tekur sær av heima
hjá okkum.
Torvleyparnir
Hjúnini Olsen sóu nógv
av ú, sum er kent í New
York. Tá so nógv kemur í
hugan eftir so stuttari tid,
bæði samskifti við onnur
fólk, bygningar, søgur og
annað, so tekur tað sína tíð
at sodna alt.
Jógvan dugir væl at taka
til, og tá vit runda av, heldur
hann fyri, at tá hann minnist
aftur á skýskravarnir í New
York, so vóru teir mest
åtøkir rokatorvunum, sum
vórðu settar fram við rim-
unum á leypunum, áðrenn
fylt varð inní!
-nes
„Farin tíð rann
fram fyri meg«
Tað kendist undarligt hjá fóroyinginum á veg til ST
aðalfundin úr luftini eftir lítlari løtu at síggja nógv av ti,
hann í farnari tíð hevur brúkt so nógva tíð til
Hóast Jógvan Ingvard Ol-
sen ongantíð hevði flogið
hesa farleiðina tvørtur um
Atlantshavið áður, so vóru
tað ikki ókend stød, hann
fleyg oman fyri og eftir
nøkrum fáum tímum sá so
at siga øll í senn. Talan var
um Suðurlandið í Íslandi og
Kappaleiðina í Grønlandi.
— Vit fóru úr Keypmanna-
havn og stevndu norðureft-
ir. Vit sótu í stýriborð í flog-
farinum, og helst hava vit
verið norðan fyri Føroyar, tí
tær sóu vit einki til. Men tá
vitkomu móti Íslandi kendi
eg meg aftur. Vitkomu yvir
móti Sudurlandinum, og
eftir líðlari løtu sóu vit nógv
av tí, sum tað tók fleiri dag-
ar og samdøgur at sigla
framvid.
Og sonevnir Jégvan sumt
av ti, hann minnist aftur frå
fyrstu årunum, hann var til
skips: ;
— Eg fór fyrstu ferð til Is-
lands i 1948. Tå hevdi eg
framman undan róð út vid
pápa mínum í nøkur ár.
Hetta árið var fór eg við
Kongshavn, sum Jakku
Højgaard á Toftum førdi.
Vit vóru á sild á Eystur- og
Norðurlandinum. Í 1950
var eg fyrstu ferð á Suður-
landinum. Tað var við Elsu,
sum Hans í Norðri á Toftum
førdi. Til saman var eg við
Elsu í sjey ár. Vit royndu
við línu og sneri.
Tað kundi ofta vera ill-
vedursligt, kalt og ónosligt
á Suðurlandinum um vár-
arnar. Tí kendist tað undar-
ligt nå at flúgva uppi yvir og
síggja niður yvir eitt nå Mc-
dalandsbuktina, Portland-
ið, Vesumannaoyggjarnar,
Reykjanes, Faxabuktina og
Snæfellsjøkulin, sum lá so
kritahvítur og skygdi í sól-
skininum.
Tú kundi sigla eina heila
vakt tvørtur av jøklinum, og
tå tú tórnaði inn sást hann
eins høgur.
Aðrenn mína tíð brúktu
teir íti á landi á sama hátt,
sum tað verður gjørt á út-
róðri undir Føroyum. Jøkul-
in sást langa leið og var tí-
skil týdningarmikil í tí sam-
bandinum. Mær er sagt, at
tað var ikki vanligt at nýta
heitar keldur sum íti. Royk-
urin frá teimum sást eisini
langt. Eg fór ikki til skips
fyrr enn eftir kríggið, og tá
var ekkoloddið komið. Tá
varð tað brúkt at kunna seg
við. Nógvir høvdu roynt
nógv undir Íslandi, og teir
kendu væl botnin.
Kappin í dýrdarveðri
Tað gekk hálvur annar
tími frátí,atkendu plássini í
Íslandi vóru farin aftur við
stýriborðsloringini til
Kappin var sást daga undan.
— Nú lá hann har i dyrdar-
veðri, sólskini og logn, og
vit sóu norður måti Prins
Christians Sund, og vestan
fyri Julianihåbsbuktina og
sonorðureftir. Eg var fyrstu
ferð í Grønlandi við Kongs-
havn í 1949.
Vit royndu við bátum, og
árini aftan á upplivdi eg tað,
sum so mangur føroyingur
hevði upplivað framman-
undan og eisini aftaná. Sum
flytifuglar fóru vit vestur
um Kappan á vári og eystur
um aftur um heystið. Grøn-
lendska farvatnið gjørdist
alt kendari í huganum, og
tað var har, vit vóru kunn-
ugast aftan á nærleiðirnar
kring Føroyar. Ja summir
vóru kanska meiri kunnugir
har yviri,enn teir vóru i Før-
oyum.
Mcdan vit hingu uppi í
luftini runnu gomul minni
av stóðum sum Vatnhavn-
ini, Tuborghavnini, Kirkju-
garðsneshavnini, Kappa-
havnini, Krabbasundinum,
Tunafjørðinum, Tórsteini
islendingi, Kitsigsuttoyggj-
unum og bygdini Abbilad-
og fram fyri meg. Hetta eru
alt nøvn, sum føroyingar, ið
hava fiskað i Grønlandi
minnast væl og kennast aft-
ur við.
Eingin nålaroddur
Kappin hevur altid sitid
djúpt i føroyskum fiski-
monnum. Tad var punktid,
sum kós var sett eftir, og
sum kós var sett úr. Har er
ofta ódnarveður, og tá tú ert
farin um hann umleið hálvt
hundrað ferðir, og teinurin
hevur verið drúgvur, so
kennist tað heilt ødrvisi í
luftini at fúka framvið eftir
lítlari lotu.
Og so minnist Jógvan aft-
ur áeina ferð, teir vóru á veg
til Grønlands við Elsu:
Hans í Norðri var skipari.
Skiparin var nógv har afturi
og kom fram at skaffa. Ein
av manningini spurdi skip-
aran, hvussu langt vit vóru
komnir, og hann segði, at
vit vóru 80 fjórðingar úr
Kappanum. Dagin eftir
spurdi sami maður aftur
skiparan, hvussu langt vit
vóru komnir, og aftur svar-
aði hann, at vit vóru 80
fjórðingar úr Kappanum.
Tað helt maðurin kundi íkki
passa.
Hans var hittinorðaður,
og hann svaraði, at Kappin
var eingin nålaroddur at
runda, og soleiðis var tað, tí
bogin, sum Kappin var
rundaður í, var stórur og tað
gekk drúgv tíð, áðrenn tú
vart leysur av honum.
-nes
haldaragjaldið
; Skalt tú Soslalin
x halda, so mást
+. ta elsinl gjalda