hósdagur 29. desember 1994síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 8
Danski fútarætturin, ið
skuldi taka støðu til, um
bókin >Frimureri — My-
sterier, Felleskap, Per-
sonslighetsdannelse<, ið
kom út í november í Nor-
egi og Svøriki, skuldi
bannast í Danmark, gav
ikki Den Danske Fri-
murerorden viðhald.
Frímúrararnir meld-
aðu Akademisk Forlag,
ið gevur bókina út í Dan-
mark, fyri eina lýsing um
bókina, og vildu frímúr-
ararnir haraftrat hava, at
bókin ikki varð givin út í
Danmark.
sókin ikki bannað
Orsøkina til, at teir
meldaðu forlagið, søgdu
teir vera, at bókin er av
slíkum slag, at hon var
»en krænkelse af privat-
livets fred«.
Hendan spurning hev-
ur fútarætturin ikki tíkið
stóðu til, men er kortini
komin til ta niðurstøðu,
at bókin ikki kann verða
bannað.
Nú er so eftir, um frí-
Nr. 248 — 29. DESEMBER 1994
Frímúrarar
fingu ikki
steðgað
losjubókini
í Danmark
Niðurstóðan hjá fútarættinum var, at
bókin »Frimureri—Mysterier, Felles-
skap, Personlighetsdannelse< ikki
kann verða bannað í Danmark
múrararnir fara víðari
við málinum í Lands-
rættin.
Sambært B.T. segði
sakførarin hjá forlagn-
um, Torben Koch, aftaná
sakarmálið, at niður-
stødan hjá fútarættinum
var »en sejr for ytrings-
friheden«.
Stjórin i Akademisk
Forlag, Henrik Borberg,
vísti eisini á, at danir
høvdu fingið viðurkenn
ing frá prestinne2 í Iran,
um bóka varð bannað í
Danmark. Her sipadi
hann til bókina »Satans
ørindi« efur høvundan
Salman Rushdie.
Um fútabann hevði
komið móti útgávuni av
bókini í Danmark, hevði
hon í staðin verið innflutt
úr Noregi.
Tað hevði eisini verið
vónleyst at sett bannid í
verk, tí longu eru seldar
2.000 bøkur í Danmark,
og neyvan hevði verið
lætt at fingið tær allar
innaftur...
hj.
Kyndil nýggjarskonsert
á Hálsi í annadkvøld
Við á nýggjárskonsertini hjá Kyndli hesa-
ferð verða Hanus Johansen, Mark No Li-
mit, Eyðun og Terji, Ray of Hope og Ika-
roz. Sum nakað nýtt verður felagssangur
á skránni móti endanum á konsertini
»Stundisligt«. Hetta er eitt
av lyklaorðunum aftan fyri
stóru nýggjárkonsertina, ið
hondbóltsfelagið Kyndil
aftur í ár skipar fyri í Ítrótt-
arhøllini á Hálsi í Havn. I
tjúgu ár hevur verið skipað
fyri nýggjárskonsert í Havn
á hendan hátt.
Konsertin hesaferð verð-
ur í annadkvøld, og byrjar
hon stundisliga kl. 21.30 —
hvorki meira ella minni. Ein
tima frammanundan verdur
høllin latin upp, so fólk
kunnu finna seg til rættis.
Fråsøgumadur å konsert-
ini verdur 31 åra gamli Jåk-
up Magnussen, ið millum
manna eisini er kendur sum
»disco-beiggin«. Hann er
av Tvøroyri, og síðstu fimt-
an årini hevur hann fjasad
vid tónleik — bæði í útvarpi
og á dansistødum kring alt
landið.
Sum vanligt verða bæði
einstaklingar og bólkar at
hoyra á konsertini, ið verð-
ur drúgv. Men ein hundrað-
krónuseðil fyri góðan tón-
leik í næstan fimm tímar er
tó ein rímiligur prísur.
Glasfløskur og fýr-
verk eru bannlýst
Ikki verður loyvt at hava
glasfløskur ella fýrverk við
sær í høllina, so øll kunnu
roknað við at verða krops-
kannað, um illgruni er um
slíkt »vidføri«.
Frá Kyndli verður eisini
sagt, at tey vóna góða undir-
tóku —eins og undanfarin år
—og at konsertin eisini fer at
geva yvirskot. Tað fer til
ungdómsarbeiðið í felagn-
um.
Her skal so stutt verða
greitt eitt sindur frá teimum
einstaklingum og bólkum,
ið fara at manna pallin á
nýggjárskonsertini 1994
Hanus Johansen
Fyrstur á skránni — frá kl.
21.30 til 22.00 — verður Ha-
nus Johansen. Hann verður
eisini at hoyra millum kl.
0.05 og 0.20.
Hanus hevur í mong ár
ferðast land og ríki runt,
umframt at hann eisini onk-
untíð hevur gjørt vart við
seg uttan fyri landoddarnar.
Tað er fyrst og fremst
fólkasangarastílin, Hanus
er kendur fyri, men hann
dugir eisini eitt sindur av
hvgrjum. Ikki minst hevur
hann við hepni tulkað fleiri
av yrkingum Poul F's.
Sum vanligt fer Hanus at
hava gittaran við sær á pall-
in.
Mark No Limit
Næsti bólkurin á skránni
verður Mark No Limit, ið er
ein rættiliga nýggjur bólk-
ur, ið bert framførir egnan
tónleik.
Mark No Limit spældi á
6lavsøkukonsertini í ár, har
hann fekk góða móttøku við
sínum »ioyrafallandi«
popptónleiki.
Manningin í Mark No Li-
mit er Teitur Lassen (gitt-
ara, sang og kór), Mark Jo-
ensen (tangentar), Jóhan
Ziskason (gittara, sang og
kór), Trygvi í Brekkunum
(trummur og percussion),
Egil Høgenn (bass) og Mal-
an Eyðunsdóttir (sang).
Eyðun og Terji
Eitt tað >heitasta< navnið
á føroyskum pallum síðstu
tíðina hevur verið duettin
við Eyðuni og Terja.
Eyðun Nolsøe og Terji
Rasmussen eru eftirhondini
eisini »gamlir í g-i“, Og
tað cry ejer Heir av teim-
um, 1ð hava gjørt tónleikin,
teir framføra á hesi nýggj-
Fólk sleppa ikki inn á nýggjárskonsertina vid glasfløskum
ella fýrverki, og øll kunnu roknað við at verða kannað, um
illgruni er um, at tey hava slíkt uppi á sær
árskonsertini og yvirhøvur.
Løg eftir Beatles, Simon á
Garfunkel og fleiri verða
framførd við gittara og slag-
verki.
Eyðun og Terju koma á
pa!lin kl. 22.45 og halda teir
fram til kl. 23.20.
Ray og Hope
Hóast fleiri kend nøvn eru
við, ljóðar navnið Ray of
Hope nýtt — og er tað eisini.
Meginparturin av tón-
leikinum er tó heimagjørt
tilfar — eitt nú okkurt nýtt
eftir Regin Guttesen.
Við í Ray of Hope eru
Regin Guttesen (tangentar
og sang), Brandur Jacobsen
(trummur), Hans Petur i
Brekkunum (saxofon, sang
og kór), Eyðstein Johanne-
sen (bass, sang og kór) og
Sámal Lindenskov (gitt
ara).
Rav of 110pe, ið verður at
nvyra millum kl. 23.25 og
miðnátt, er fyri ein part ein
útisetabólkur, tí bæði Hans
Petur og Brandur gangu á
tónlistaskúla í Holstebro og
Sosialin i 19952? - So mást tú minnast haldaragjaldið!
(Savnsmynd)
eisini er Regin Guttesen
niðri — hann arbeiðir í Keyp-
mannahavn.
Ikaroz
Hetta verður bólkurin, ið
brúkar mest pláss á pallin-
um á nýggjárskonsertini, tí
her eru flestu sangararnir og
tónleikararnir við — tilsam-
ans telur manningin í Ikaroz
hesaferð nýggju mans.
Fyrstu ferð bólkurin var at
hoyra, var á nýggjarskon-
sertini fyri tveimum árum
síðani, tá méttøkan millum
áhoyrararnar var sera góð.
Síðani hevur bólkurin ment
seg nógv, og eisini eru blás-
arar komnir aftrat — tað gev-
ur líkasum tónleikinum eina
hægri dimensión.
Teirníggiu ið áranna Ika-
roz eru randur Jacobsen
(sang), David Isfeldt (gitt-
ara, sang og kór), Jens Tum-
mas Næss (bass, sang og
kór), Høgni Zachariassen
gr sang og kór), Fríði
ster (trummur), Djóni í
Geil Johansen (tangentar),
Andras Olsen (trombone),
Olavur Olsen (trompet) og
Mads Hoydal (saxofon).
Ikaroz er á pallinum frå kl.
0.25 til 1.00, og síðani endar
konsertin við felagssangi.
hj.
Umframt Eyðun á Terja
(á myndini) verða eisini
Hanus Johansen, Mark
No Limit, Ray og Hope
og Ikaroz við á årligu
nýggjárskonsertini, sum
Kyndil skipar fyri í ltr-
óttarhóllini á Hálsi kl.
20.30 í annadkvøld
(Savnsmynd)