Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 1994síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Síða 10 Nr. 248 — 29. DESEMBER 1994 FF vil hava sáttmála við hent- leikaskipini Vit hava einki Higartil hevur Fóroya Fiskiamannafelag rokna skipini, sum royna undir hentleikaflaggi, fyri útlendsk skip. Tað hevur einki gjórt við tær kærur, komnar eru frá monnum, sum eru við hesum skipum. Men í ársfrágreiðingini, sum verður almannakunn- gjørd í dag, verður sagt, at fóroysk manningarfeløg eiga at royna at fáa sáttmála við hesi skip >Viðurskiftini umborð á skipunum, sum eru undir hentleikaflaggið, = kunnu ikki góðtakast. Tey eru sum í trælatíðini<. Hetta hevur verið ført fram av íslendska fiski- mannafelagnum farnu vik- urnar. Og felagið vil hava hesi viðurskifti í rættlag. Sum útlendsk skip Men higartil hevur einki verið at hoyrt frá føroyskum manningarfeløgum um hesi skip. - Tað var í langa tíð bara talan um tvey skip, og vit gjørdu, fyri at siga sum er, einki við tað, sigur Óli Jacobsen. Vit sóu tað sum útlendsk skip, har før- oyingar eru vid - og tað var tí ikki okkara borð. Viljahava sáttmála Men nú er kanska ein broyting á veg. Í ársfrá- greiðingini hjá Fiski- mannafelagnum, sum verður almannakunngjørd í dag, er eitt brot um hesi skip. Sagt verður at føroysk manningarfeløg eiga at royna at fáa sáttmálar við tey. - Orsøkin er sjálvsagt at hesi skip nú eru so nógv í tali, og at so nógvir før- oyingar eru við teimum, sigur Óli Jacobsen. Nakrar klagur eru komnar Hóast Óli Jacobsen einki kennir til at vidurskiftini umborð á hesum skipum eru sum í trælatíðini, so fær Fiskimannafelagið av og á klagur frá monnum, sum eru við teimum, og sum halda seg vera fyri vanbyti. - Trupulleikin er, at teir sum eru við hesum skipum onga trygd hava av nøkrum slag. Teir kunnu vera burturi ein heilan túr uttan at fáa eina krónu fyri tað, og verða teir td. sjúkir ella koma fyri óhappið, er trygdin eisini vánalig. Men kortini hevur ikki verið nógv at hoyrt til hesar Óli Jacobsen: Fyrr hevur Fiskimannafelagið einki menn, og Óli Jacobsen heldur eina orsøk til hetta kunna vera, at føroyingar ikki seta so stór materiel krgv sum íslendingar. Men ein ávís ónggd er so millum menninar sum eru við hentleikaskipunum, og fiskimannafelagið viður- kennir í dag alment, at okkurt eigur at verða gjørt við tað. S-S- gjørt við korini hjá teimum, sum eru við hesum ski- pum. Men nú eru skipini so nógv, at felagið fer at royna at fáa ein sáttmála við tey Tíðindablaðið >", Jórmund Vágadal, Amfar Dominicana: imoti at gera sáttmála - Men skal sáttmáli gerast, fara vit at seta tvey króv: Okkara manningar skulu hava somu rættindi til minstuløn sum aðrir fóroyskir fiskimenn, og teir skulu, sum aðrir fóroyingar, sleppa í ALS fara teir av skipunum Jórmund Vágadal sigur seg einki kenna til tað, sum íslendska fiskimannafe- lagið hevur ført fram um, at umstødurnar umborð á skipunum sum royna undir hentleikaflaggi eru, sum tær vóru í trælatíðini. Jórmund er stjóri í tí umstrída reiðarínum Amfar Dominicana, sum eigur seks av teimum tilsamans 11 føroysku >hentleika- BG Og hann ir frá at teir hava eina hýrukontrakt, sum á flestu økjum til fulnar lýkur tey krøv, fiskimannafelagið setir. - Í okkara sáttmála er tvey slóg av tryggingum, sigur hann. - Verður ein maður skaddur umborð, fær hann stuðul frá reiðarínum í, minnist meg rætt, upp til trý ár. Og verður ein maður 6arbeidsførur umborð, fær hann eina upphædd frá reiðarínum - alt eftir, hvussu álvarsamt tað er. - Harafturat eru pengar altíð tøkir, um tørvur verður á, at ein maður td. skal flytast á sjúkrahús í skundi - eitt nú við tyrlu. Sambært Jørmund er sáttmálin á hesum gki fult á hædd við sáttmálan hjá ødrum føroyskum fiski- monnum. - Og umstødurnar um- bord lúka eisini ølltey krøv, sett verda um trygd, sanitet 0.2., leggur hann afturat. Eingin minstaløn Men á einum øki er teir føroyingar, sum eru við hesum skipum, munandi verri fyri enn landsmenn sínir: Teir eru ikki við í minstulønarskipanini. Er eingin fiskur, fåa teir onga løn! - Hetta er sjálvsagt ein stórur trupulleiki - og ser- liga nú so lítil fiskur er, sigur Jørmund Vågadal. - Men hetta vita menninir, tå teir fara. Vit hava ongan almennan kassa at fara i. Tad er hart, men har er einki at gera sum stødan er. Sleppa ikki i ALS Mcn tað er eitt, sum nivir Jørmund enn meira: Tá ein maður sum hevur verið við einum av hesum skipum fer í land, sleppur hann íkki í arbeiðsloysisskipanina! - Tað sama er galdandi fyri menn, sum eru við t.d. donskum skipum. Og tað haldi eg vera burtur úr vón og viti, sigur Jórmund. - Hví skal ein maður, sum kanska orsakað av arbeiðs- loysi fer við einum út- lendskum skipi revsast á henda háu? Teir áttu at verið løntir fyri tað, um nakað. - Urslitid av hesum kann verða, at menn verða verandi í ALS í staðin fyri at taka av einum møguleika fyri at vinna pening aðra- staðni, heldur Jørmund Vágadal. Seta krøv, skal sáttmáli gerast Sum greitt frá aðrastaðni fer Fiskimannafelagið at royna at fáa såtimåla við m.a. skipini hjá Jørmundi. Og tí hevur hann einki ímóti. > Vit lúka longu flestu krøv sum er, so tað verður ikki nakar trupulleiki, sigur hann. - Men skulu vit gera sáttmála, fara vit eisini at seta krøv! leggur hann afturat. — Og — krøvini, Jørmund fer at seta, eru hesi: - —Minstulønarskipanin skal eisini umfata teir menn, sum eru við skipum undir hentleikaflaggi, og - Hesir menn skulu eins og øll onnur sleppa í ALS, tá teir fara av skipunum, og ikki finna annað arbeiði. Verða hesi krøv ikki gingin á møti, verður eingin sáttmáli gjørdur. - Vit undirskriva ongan sáttmála, har krøvini bert ganga annan vegin, sigur Jørmund. S-S- Á