Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-29, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 1994síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið ED Nr. 248 — 29. DESEMBER 1994 Síða 11 VISTI TU HETTA Kjartan Hoydal, fiskivinnustjøri: Ongin ivi um at Noreg virðir GATT-sáttmálan — Kanningin hjá uttanríkisráðnum sigur greitt, at vit hava ikki møguleika at banna skipum frá londum, sum hava undirskrivað GATT såttmålan , at landa i Fóroyum. Ella at banna teimum, at fáa tænastur í Fóroyum, sigur hann Í gjár sendi landsstýrið norska fiskimálaráðnum úttalilsi frá danska uttanrík- isrådnum um spurningin um landingarbann móti hentleikaskipum, sum fiska í Loynikrókinum. -Vithava ikki møguleika at seta landingarbann móti limalondum í GATT, ella at forbjóða skipum frá hesum londum at fáa tænastur veittar í Føroyum, sigur Kjartan Hoydal, fiski- vinnustjóri. — Orsøkin til at Noreg og ES kunnu banna landingum er, at teir hava eina serliga marknaðarskipan, sum ger, at teir kunnu regulerað rá- vørutilgongdina fyri at regulerað prísin. Slíka marknaðarskipan hava vit ikki. Vit hava ikki nakrar undantaksmøguleikar fyri at seta eitt landingarbann í verk. Tí vit eru í eini aðrari stóðu enn Noreg, sigur Kjartan Hoydal. — Noreg og ES kunnu seta landingarbann, teir hava nakað at vísa til í GATT- sáttmálanum, sum vit ikki hava. Men tað er ein spurn- ingur um hvussu rætt tað er avteimum, at seta slík tiltøk i verk, sigur Kjartan Hoy- dal. — Skuldi tann politiska meiningin í Føroyum broyttst, soleiðis at frá po- litiskari síðu, var meiriluti fyri at ganga krøvunum hjá norðmonnum um landing- arbann á meti, so ber hetta ikki úl av formellum or- søkum, sigur Kjartan Hoy- dal. — Vit senda úttalilsi frá uttanríkisráðnum til Nor- egs í dag. Fyri jól sendu vit eisini norðmonnum bræv um onnur viðurskiftir í ein- um møguligum fiskisátt- mála. Hesum hava vit ikki fingið svar uppá enn. Norð- menn halda fri í hesum døg- um, segði Kjartan Hoydal, fiskivinnustjóri fyrrapartin í gjár. GATT kann ikki fremja tiltøk Hvat hendir um før- oyingar geva norðmonn- um viðhald í teirra krøvum úm landingarbann og á tann hátt brota GATT regl- urnar, fær tað avleiðingar fyri føroyingar? — Bróta vit GATT-sátt- málan og ongin ger vart við tað, so hendir einki. Vil eitt av limalondunum, tildømis Dominikanska Lýðveldið ella Belize siga: >Hetta vilja vit ikki finna okkum í,<, so kunnu hesi lond draga okkum fyri eitt sokallad GATT -panel, sigur Kjartan Hoydal. — Á einum slíkum paneli kunnu vit fáa eina niður- stóðu, ella ein dóm sum sigur, at vit hava ikki loyvi at bróta sáttmálan. Men GATT hevur ikki nakað politi at senda eftir fólki. Verður sáttmálin brotin, so eru eisini nakrar altjóða reglur brotnar og tað verður ikki roknað sum góður siður, sigur Kjartan Hoydal. — USA er vordir dømt av GATT fyri at hava sett bann målti innflutningi at tunfiski úr Mexico, tí har er ov stór hjáveiða av hvali. Innflut- ningsbannið er framvegis galdandi, men ein politisk loysn er funnin millum bæði londini. ES hevur eisini tapt fleiri mál í GATT og teir mugu so royna at broyta sínar reglur, serliga innan landbúnaðin, sigur Kjartan Hoydal. — Eitt land sum Noreg kann ikki siga við føroying- ar, at tit skulu seta landing- arbann í verk, sjálvt um talan er um brot á GATT- sáttmálan. Tað kann ein åbyrgdarfull stjórn íkki krevja. sígur Kjartan Hoy- dal. - Noreg er eisini eitt GATT-land og hevur i hval- amálum og í øðrum málum lagt stóran dent á at tað skal bera til at selja frítt, sigur Kjartan Hoydal, físki- vinnustjóri. jústinus — um koyring og rúsdrekka? VISTI TÚ: at tå ið talan er um »promille«, verður meint við hvussu nógv alkohol er í blóðinum? attáið talan er um »alkoholprosent«, verður meint við nøgdina av reinum alkoholi í rúsdrekkanum? (t.d. 42% alkohol, restin vatn og smakkievni) at verður tú tikin at koyra bil vid 0,8 til 1,2 promille av alkoholi í blóðinum, missir tú koyrikortið og fært bót? (promillukoyring) at verður tú tikin at koyra bil við 1,2 promille av alkoholi í blóðinum, missir tú koyrikortið, fært bót og skalt inn at sita? (rúsdrekkakoyring) at koyrir tú bilog kemur tær í óhapp, kanst tú fáa revsing, hevur tú bert lítla nøgd av alkoholi í blóðinum? at livurin, ið altíð arbeiðir við somu ferð, niðurbrýtur alkoholið, sum er komið inn í kroppin? at livurin hjá miðalfólki (70 kg) megnar at beina fyri uml. 7 gav alkoholi um tíman? at livurin hjá fólki í miðal megnar at minka um alkoholinnihaldið í kroppinum við 0,15 promille um tíman? (Hetta kann tó vera sera ymiskt millum fólk, úr 0,1 til 0,25 promille) at tað tekur 1'/2 tíma at beina fyri alkoholinnihaldinum í einum føroyskum »litlum«, sum inniheldur uml. 10 g av alkoholi? at ein føroyskur »litil« er uml: 25 ml av snapsi — ein fløska av t.d. »Vedri«/»Silvur«, — ella eitt glas av vini? at tú verður bert edrúur av at lata tíðina ganga og bíða, meðan livurin ger arbeiði sítt? at tú verður ikki skjótari edrúur av at renna, fara í sauna ella brúsubað, drekka nógv kaffi, tiansheldur bert við at fáa sær ein blund? at lítil og løtt fólk verða lættari ávirkað av rúsdrekka enn stór og tung fólk, hóast sama nøgd verður drukkin. Hetta tí at alkoholinnihaldið verður størri í mun til kroppin. at konufólk verða lættari ávirkað av rúsdrekka enn mannfólk, hóast tey vita tað sama. Orsøkin er, at konufólk hava meiri feitt í kroppinum enn mannfólk og alkohol loysist ikki so væl upp í fiti? at alkoholpromillan í blóðinum hjá einum, sum drekkur niður í tóman maga, verður sterri, enn tann hjá einum, sum drekkur og hevur etið ella samstundis etur, hóast sama nøgd verður drukkin? at alkohol minkar um evnini at síggja í náttarmyrkri? at alkohol minkar um evnini at síggja til síðurnar? at alkohol minkar um evnini at reagera skjótt, t.d. at bremsa? at alkohol ger, at fólk fáa trupulleikar av at skilja millum grønt og reytt? at sambært kanning hava 17% av føroyingum onkuntid koyrt bil ávirkað av rúsdrekka? (Sama kanning í Finnlandi, Noregi og Svøriki gav urslitid 6-7%) at meginparturin av teimum ålvarsligu ferðsluvanlukkunum eru orsakaðar av rúsdrekka? at meginparturin av teimum, sum verða handtikin fyri at koyra ávirkað av rúsdrekka, verða tíkin um næturnar í vikuskiftunum? KELDUR: H. D. Joensen: >Rúseitur, turvelvandi drøgg« 1987 Jørgen Green: »Hvad ved vi om alkohol?« 1992 Føroya Legting: »Ferdslulégin« 1988 Kanning hjá Narkotika- og Rúsdrekkaráðnum Ráðið fyri Ferðslutrygd [I FA Lýsið í sosialinum