hósdagur 29. desember 1994síða 14
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 14
Nr. 248 — 29. DESEMBER 1994
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum
Vit mugu tola
at standa fyri
hørdum trýsti
Bygnaðarsparingar innan almenna sektorin verða ikki alla-
staðni móttiknar við opnum ørmum. Tí koma bæði Figgjarnevnd
og landsstýrið at verða fyri hórðum trýsti frá áhugabólkum,
fakfelógum og óðrum. Men orka vit ikki tað trýstið, koma vit ikki
fyri okkum aftur, segði Jóannes Eidesgaard millum annað í róðu
sína á tingið, tá fíggjarlógaruppskotið var til viðgerðar. Vit
prenta róðuna niðanfyri:
Tað sigst vera ein søga um
ein norskan prædikumann,
sum undir einum meti læt
hattin ganga runt, meðan
ein sangur varð sungin. Tá
ið hann fekk hattin tóman
aftur, tók hann soleiðis til
orðanna: >Jeg takker dig
Gud, at jeg fik hatten min
igen«.
Eg skal tó als ikki siga, at
eg havi somu kenslu sum
hesin prædikumaður, nú
fíggjarlógaruppskotið er
afturíafturkomið.
Eg vil fyrst nýta høvid at
takka figgjarnevndini fyri,
at hon so skjótt megnaði at
viðgera uppskotið og leggja
álitið fram aftur á tingborð.
Tað man neyvan vera hent
áður í okkara tingsøgu, at
ein fíggjarnevnd hevur
borið seg so skjótt at. Eg vil
eisini nýta høvid at takka
serliga meirilutanum í
figgjarnevndini, sum jú er
øktur við einum umboði frå
andstøduni, fyri, at hetta á-
litið hóast alt hevur eitt hall,
sum er minni enn tað, sum
landsstýrið mælti til. At
andstødan soleiðis bein-
leiðis tekur undir við sam-
gongumeirilutanum bendir
væl á, at vit eru í eini broyt-
ingartíð, har bæði sam-
gongumenn og andstøðu
taka ábyrgd, og tað er sjálv-
sagt at frøast um.
Men hin vegin, so hevur
Finnbogi Isakson sett ta
treyt, at fíggjarlógin verður
endurskoðað í fyrsta árs-
fjórðingi, og at evt. meir-
inntøkur so skulu brúkast til
ílógur ella kanska serliga
viðlíkahald ella við ødrum
orðum vinnuskapandi. Utt-
an at kenna meira til hesa
avtalu partanna millum, so
vileg bert vísa á, attaðerein
vandi í hvørjari vælferð.
Men kanska formaðurin í
figgjarnevndini kann lýsa
okkum hesa semju betur.
Í samgonguskjalinum frá
sept. í ár er fráboðað ein ætl-
an at differentiera meir-
virðisgjaldið fyri tænastu-
vinnuna. Henda ætlan var tá
mett úl 15 mið. kr., og
skuldi satsurin fara úr 25%
niður í 12,5%. Meðan
landsstýrið fyrireikadi
fíggjarlógaruppskotið varð
greitt, at bert varð orka til at
brúka helvtina, t.v.s. 7,5
mió. kr. til hetta endamál.
Síðan eru landsstýrið og
flest øll onnur komin eftir,
at tað ikki er so skilagott at
differentiera = meirvirðis-
gjaldið yvirhøvur, og so
serliga ikki fyri eina so lítla
upphædd. Landsstýrið ætl-
ar í hesum sambandi at
leggja fram uppskot um
broyting í skattalógini, sum
heimilar ein frádrátt fyri
viðlíkahaldi av egnum ak-
fari. Hetta uppskot líkist tí
skipan, sum fløtuni er gald-
andi fyri viðlíkahald av
egnum bústaði, tó her kann
bert lønarparturin trekkjast
frá. Incitamentid við at
differentiera meirvirðis-
gjaldsskipanina skuldi vera
at tálma tí svarta arbeiðin-
um, men henda skipanin,
sum er skotin upp, er mun-
andi meira effektiv.
Av hesi nevndu orsøk
setti landsstýrið meirvirðis-
gjaldið 7,5 mið. kr. lægri,
men nú ætlanin ikki verður
framd, hava vit mælt fíggj-
amevndini tl at hækka
meirvirðisgjaldið við 7,5
mið. kr. og seta tað ul 510
mió. kr. Men orsakað av
nýggja uppskotnum, sum
jú er ein frádráttur, mæltu
vit samstundis til, at van-
ligur landsskattur varð sett-
ur 7,5 mió. kr. lægri. Tað
fyrra hevur fíggjarneyndin
gjørt, men ikki tað seinna.
T.v.s. atinntøkurnar av hesi
orsøk í álitinum eru settar
7,5 mió. kr. hægri, enn
landsstýrið mælti ul.
Mugu selja 330 bilar
Harafturat hevur fíggjar-
nevndin longu tikid ul inn-
tóku tað, sum eitt nidursett
og broytt skrásetingargjald
kemur at geva landskassan-
um. At hesar fara at hækka
við 4 mið. kr. er eitt boð,
sum figgjarnevndin heldur
vera rætt, men vandin er tó
fyri, at tann nógv gkta bila-
sølan, sum figgjarnevndin
eftir øllum at døma væntar,
ikki verður, tí fólk væl sakt-
ans hava túsund onnur ting
at brúka pengar úl í hesum
døgum, enn júst at keypa
nýggjan bil. Gevur sølan av
100 bilum í dag uml. 6 mió.
kr. og skrásetingargjaldið
verður sett niður í Ld. eina
helvt, so skulu gott og væl
330 bilar seljast, áðrenn
henda inntøkuhækking er
realistisk. Men tað má man
so vóna, at so verður.
Við hesum hevur fíggjar-
nevndin hækkað inntgkur
landskassan við 11,5 mió.
kr. Men nevndin mælir bert
til, at arvagjøldini verða
hækkað við 7 mió. kr. í mun
til landsstýrisins uppskot
upp á 10 mió. kr. Hetta tí
nevndin við rådføring við
skattanevndina er komin
eftir, at annað ikki ber polit-
iskt.
Men eg vil annars stutt
viðmerkja her, at eg als ikki
haldi, at figgjarnevndin
hevur lagt ein ov positivan
politikk fyri dagin, hvat
landsins inntøkum viðvík-
ur. Eg haldi, at fíggjar-
nevndin eins og landsstýrið
hava roynt at verið realist-
isk. Og vísandi til eyka-
fíggjarlógaruppskotið fyri
1994, so hevur landsstýrið
har prógvað, at tað ber til at
gera realistiskar metingar
av inntøkunum.
Skuldi tað so hent, hvat
tað vónandi ger, at inntøkur
landskassans seinni vísaseg
at gerast stórri, tess betur
verður so roknskaparliga
úrslitið av árinum. Tað er
júst hetta, sum ger, ateg enn
einaferð taki uppaftur, hvat
liggur í treytim frá Finn-
boga Ísaksyni, fyri at hann
kann taka undir við meiri-
lutanum.
Finnbogi Ísakson er eing-
in ársungi í politikki, og
hevur hann harumframt frá-
lík taktisk evni. Tí var tað
rímiligt at spyrja fíggjar-
nevndarformannin, hvussu
henda avtala skal skiljast.
Hver tekur stóðu til evt.
meirinntøkur — hvør tekur
avgerð um brúk av evt.
meirinntøkum — hvør tekur
avgerð um, hvussu hesar
evt. skulu brúkast? Verður
tað ein meiriluti í fíggjar-
nevndini, sum saman við
Finnboga Ísaksyni, sum nú
skal taka landsstýrið av
ræði? Ella He málið
latið landsstýrinum — til
stødutakan, sum eftir min-
um tykki er tað einasta
rætta. Ella hvat nú, um inn-
tøkurnar als ikki halda, hver
sígur tá fram og sigur,
hvussu viðurskiftini tá
skulu skipast?
Tiverri fingu vit ikki út-
tømandi svar til hesar spurn-
ingar frå figgjarnevndarfor-
manninum. Møguliga tí
hann ikki visti nakað enda-
ligt svar. So hóast tað av-
gjørt er positivt, at meiri-
lutin er øktur, so er eisini
vandi i hvørjari vælferð.
Nógvar bindingar
Samanborid vid semjuna,
sum gjørd var millum
donsku stjórnina og Vinstra
og Konservativu um fíggj-
arlógina, so hava vit sanni-
liga nakað at læra enn.
Var ein politiskt púra 6-
heftur, vildi eg eisini verid
fyrstur at mælt til, at rikin
var ein keynesianskur bú-
skaparpolitikkur, men ti-
verri her eru hjå okkum alt
ov nógvar bindingar og
forðingar av ymiskum slagi,
tiltessat ein slíkur progress-
ivur politikkur er møgulig-
ur.
Sjålvandi høvdu vit
møguleika fyri einum
keynesianskum búskapar-
politikki, um vit frá teimum
góðu árunum høvdu lagt ein
»reservakapital« til sidis,
sum vit í hesum raktíðum
kundu tært uppá. Menum so
hevdi verið, hevði sami
kapitalur nú sjálvandi verið
brúktur í staðin fyri okkara
stóru skuldarbindingar.
So samanumtikið hevur
figgjamevndin havt 8,5
mió. kr. meira av inntøkum
at arbeitt við, enn tað sum
landsstýrið hevði, sjálvandi
umframt tær sparingar, sum
nevndin nú skjýtur upp.
Hesar eru:
Fí GET
1000 kr.
Nýbygging Suðuroyar
sjúkrahús 2.000.000 kr.
Skúlaheimið Marknagils-
vegin 1 000.000 kr.
Stuðul til menning av fiski-
vinnu á landi 1.000.000 kr.
Kappingartillagandi
tiltøk 2.500.000 kr.
Serfor-
sorgin 1.500.000 kr.
Umvælingar Klaksvikar
Sjúkrahús 200.000 kr.
Hesar sparingar geva til-
samans 10,8 mió. kr., so
saman við meirinntøkun-
um, figgjarnevndin roknar
Tidindabladid EH
vid, so hevur nevndin havt
ikki minni enn 19,3 mió. kr.
til umfordeilingar. Tekur tú
so tær 6,7 mió. kr., sum
hallið nú verður minkað og
trekkir tað frá, so hevur
nevndin havt 12,6 mió. kr.
at umfordeila ella at gera
gott við.
Hesar góðar 12 mið. kr.
eru í høvudsheitum farnar
til:
Løgtingid 750.000 kr.
Toll- og Skau-
stovan 300.000 kr.
Sjúkrakass-
arnar 1.000.000 kr.
Klaksvíkar
Sjúkrahús 2.900.000 kr.
Heilbrigdið 400.000 kr.
Teistin å Våg1.000.000 kr.
Postverkid % .000.000 kr.
Landsverkfrødingur
(Vág-Lopra) 1.000.000 kr.
Tekniski Skúli
í Havn 1.500.000 kr.
Lærurådid 1.100.000 kr.
Fróðskapar-
setrið
Landbúnaðar-
studningur 1.000.000 kr.
600.000 kr.
Hvat hesum meirútreiðsl-
um viðvíkur, ætli eg mær
ikki beinleiðis inn í smálut-
ir. Sjálvandi ber til at lesa
mangt og hvat burtur úr hes-
um, en lat tað fara.
Venda ikki gongdini
Men tó er ein viðmerking,
tað er hon til rakstrarstað
13018, sum eg haldi er eitt
sindur óheppin, og sum
møguliga kann koma upp-
skotsstillarunum = tvørliga
fyri. Eisini tá hugsað verður
um støðuna aðrastaðni í
landinum eitt nú í Sand-
oynni. Fluttar eru 2 mió. kr.
til syðru helvt av Suður-
oynni, ein millión til, at
Teistin ger tveir túrar um
vikuna á Vág, og hin milli-
ónin til vegagerð Vág-
Lopra. Alt gott at siga um
tað, at tvær eykamilliónir
fella til hetta annars so hart
rakta gkið, men at hetta fer
at venda vinnuligu gongd-
ini, er eittalt ov optimisuskt
og sanniliga eisini naivt
sjónarmið. Men um tað
veruliga var endamálið at
útvega fleiri arbeiðspláss,
og tað er tað jú, sum so
sanniliga er mest átroðk-
andi, so vóru hesar báðar
milliónir betur farnar aðrar
vegir. Sjálvandi til beinleið-
is vinnuskapandi endamál.
At Teistin tvær ferðir um
vikuna leggur inn á vánna,
gevur ikki nógv arbeiðs-
pláss, men sjálvandi kann
vegagerðin geva nøkur ar-
beiðspláss.
Nú skal eg ikk siga, at
hesar báðar milliónirnar eru
tær, sum byggingin á Suð-
uroyar Sjúkrahúsi er mink-
að við, men tølini eru so
undir øllum umstødum tey
somu.
Viðvíkjandi uppskotin-
um um at hækka játtanina
aftur til Tekniska skúla í
Havn, so vísir hetta bert tað
tvørliga í at reka ein mið-
vísan skúlapolitikk. Tá
gingið verður ov nær, so
orka og tora politikarar van-
liga ikki longur.
Broyta bygnaðin
Vit hava í avtalum okkara
við danir bundið okkum til í
fyrsta lagi at gera nakrar
bygnaðarsparingar innan
almenna sektorin. Í ødrum
lagi hava vit bundið okkum
til, at hallið á fíggjarlógini
er burtur í 1998.
Tað er væl øllum pørtum
greitt, at bygnaðarsparingar
innan almenna sektorin ikki
allastaðni verða móttiknar
við opnum ørmum. Tískil
koma bæði figgjarnevnd og
landsstýrið ul ta tíð at vera
undir hørðum trýsti frá á-
hugabólkum, fakfeløgum
0.9. Men orka vit ikki tað
trystid, so nåa vit ikki mål-
inum. Í hesum sambandin-
um kunnu viðurskifti koma
upp á tal, sum øsa fólk
meira enn ein minni játtan
ella ein flyting av einum
skúla. Tá verður neyðugt at
taka tók, munandi stórri enn
hetta ålitisarbeidid hevur
tikið.
Viðvíkjandi hallinum á
fíggjarlógini, so kunnu vit
vænta, tó uttan at nakar pro-
filur er avtalaður, at uml. 70
mió. kr. árliga skulu skarv-
ast burtur av útreiðslunum
komandi trý árini. T.v.s. at
hallið í 1996 verður uml.
140 mió. kr., í 1997 uml. 70
mió. kr., og í 1998 skal hall-
ið vera heilt burtur. Muna
bygnaðarsparingarnar og
fáa vit meiri inntøkur til
landskassan, so verður upp-
gávan munandi lættari, enn
hon beint nú sær út til at
verða. Men øktar inntøkur
til landskassan krevja, at
vinnuskapandi politikkurin
eydnast, og at vit øll vinna
eina trúgv upp á, at tað skal
bera til. Hin vegin mugu vit
síggja í eyguni, at skal
landskassin hava neyðugu
inntøkurnar, tó uttan at
skattatrysid á beinleiðis
lønimar økist, so skulu vit
eisini finna alternativar
skatta- og avgjaldsmøgu-
leikar, sum meguliga í
fyrstu atløgu gera meint.
Hækkingin av arvagjøldun-
um var ein roynd henda
vegin.
uttan mun til, hvat vit
gjarna vilja sleppa at halda,
og hvat vit gjarna vilja
sleppa at meina, soeigur tað
at standa okkum øllum púr-
asta greitt, at tað verða tung
og svíðandi búskaparlig tók
hjá okkum at taka komandi
árini.
Men vónandi veksa vit gll
við uppgávuni og tíðini.