Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 1994síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið CCD Nr. 248 — 29. DESEMBER 1994 Síða 15 Ungir føroyskir tonleikarar visa hvat teir duga I kvøld kl. 19.30 verður seinna konsertin við ungum fóroyskum tónleikarum, sum hava fingið stuðul úr grunninum til minnis um Volker Behrens, sála, Í sambandi við konsertirnar í Listaskálanum hava vit skrivað eittt lítið sindur um í Listaskálanum. hvønn teirra. Nær tey fingu stuðul, hvat fyri útbúgving tey hava 0.s.fr. Í kronologiskum samanhangi sær tað soleiðis út: Jóhannes Andreasen er klaverleikari og byrjaði at læra níggju ára gamal, m.a. hjáRigmor Restorff og eitt ár hjá Hrefnu Eggerts- dóttir. Víðari lesna við Musik Hochshule í Wien frá 1982-86. Privattímar hjá Feuchtwanger í London 1988/89, fekk lestrarstuðul til hetta frá Tórshavnar Bý- ráð. Hevur virkað sum lær- ari við Tórshavnar Musikk- skúla, frá 1992 akkompag- nørur við tónlistarskúlan í Kópavogi. Jóhannes er ein av okk- ara virknastu tónleikarum við eini fjøld av konsertum, bæði sum solistur og kam- artónleikari aftan fyri seg í Føroyum, Íslandi, Eystur- riki, Ong landi og Amerka. Hanner eisini at finna á inn- spælingum hjá Tutl og : skal í jan. 1955 verða við í eini flóguútgávu saman við Árnesingakórinum. Hann er klaverleikari hjá Fílhar- moniukórinum og Kamar- kóri Langholtskirkju. Jó- hannes fekk stuðulsfæið úr grunni Volkers í 1986 og nýtti tað úl eitt kamar- musikkskeið í Genéve. Ernst S. Dalsgarð er floytuleikari og byrjaði eisini sum barn at spæla. Her heima fekk hann tann klassiska lærdóm, ið møgu- ligur var at fáa og luttók eisini í rútmiskum tónleiki, har serliga hansara pan- floytuleikur var væl um- tóktur. Eftir eitt skeið í Reykjavík hjá Bernharði Wilkinsson søkti Ernst um upptøku vid kgl. musikk- konservatoriið i Keyp- mannahavn. Haðani tók hann diplom og seinni, sum fyrsti føroyingur, solist- klassa í 1990. Høvudslærari hansara var Switscr. Ernst er eisini ein sera virkin tónleikari við eini fjøld av konsertum, út- varps- og sjónvarpsupptøk- um aftan fyri seg, serliga í Føroyum og Danmark. Ernst hevur spælt inn hjá Tutl og fingið onnur stuð- ulsfæ, ei nú frå Føroya Sparikassa og Phil & Søn. Ernst fekk stuðulsfæið úr grunni Volkers í 1988, sum hann nýtti úl masterclass í London hjá navnframa William Bennet. Sámal Petersen er violinleikari og byrjaði at spæla hjá Viggo Dahl- Christiansen sála í 1977. Helt síðani til Odense, har hann tók musikkpedagog- iskt diplom í fjør. Í løtuni víðari lesna hjá Ernst Kova- cic í Wien. Sámal Petersen hevur hildið fleiri konsertir í Før- oyum og Danmark og var við Jóhannesi Andreasen eina turné við konsertum í Reykjavík-Havn-Klaks- vík-Keypmannahavn og Odense. Sámal fekk studulsfæ Volker Bchrens í 1988 og nýtti stuðulin til eitt skeið hjá Valerij Klimov. Anna E. Klett er klarinettleikari og byrj- aði atspæla hjá Hugh W atk- ins seinast í 70-unum. Víð- ari lesna við kgl. musikk- konservatoriið. Anna hevur hildið konsertir víða hvar og er eftirhondini vorðin kend fyri sínar sera krevj- andi klarinettsoloir, fram- førdar á artistiskum niveau. Anna fekk studulsfæ Volker Behrens í 1989 og nýtti peningin til eitt skeið í Norðurnoregi hjá Michael Avignon frá Academy de Paris. Ólavur Jakobsen er guitarleikari og byrjaði sum piltur atspæla guitar. Í 1988 ritaðist hann inn á kgl. musikkkonservatoriið. í Keypmannahavn, haðani hann tekur diplom komandi summar. Høvudslærari har hevur verið Ingolf Olsen. Arsskeið í m 1993/94 á Gabriel Fauré-konservator- inum í Paris. Ólavur hevur hildið kon- sertir í Danmark, Spania og var seinasta summar og aft- ur í ár solistur á Summar- tónum í Havn. Hevur inn- spælt á fløgu nýggjan før- oyskan tónleik. Skal kom- andi summar á konsertferð í Barcelona. Olavur fekk stuðul Volk- er Bchrens í 1991 og nýtti peningin til eitt skeið í Wien hjá onglendinginum David Russell. Elsa Súsanna Dalsgarð er sopransangarinna. Hon byrjaði at syngja í kóri sum seks ára gomul. Í 1989 kom hon inn á Nordjydsk Musikkonservatorium, har hon er útbúgving sang- pædagogur. Er í løtuni í holt við diplom í sangi. Elsa Susanna er ein virkin sangari og er m.a. limur í Nóatón og skal á Summar- tónum 1995 syngja saman við Joannu Johansen. Ný- liga hevur Elsa Súsanna í kapping vunnið sær sæti í Utvarpskórinum danska, har hon hevur sáttmála til 1999. Elsa Súsanna fekk stuðulsfæ Volker Behrens í 1993 og nýtti tað åvikavist til skeið í nusikkdramatisk- ari improvisatión og til masterclass hjá Walter M. úr Wien. Búi Petersen er trompetleikari. Hann byrjaði at spæla klaver sum 8 ára gamal og trompet tá ið hann var 15 ár. Víðari lesn- aður við Tónlistarskúlan í Reykjavík hjá Ásgeir, har hann tók prógv í 1992. Tekur nú Postgratuate Di- ploma in Advanced Perfor- mance in Music í Royal Northern College of Music í Manchester. Búi er virkin bæði í ti klassiska og í jazzi, har hann hevur spælt bæði í Føroyum og í Íslandi. Búi fekk stuðulsfæ Volk- er Behrens í ár og nýtir pen- ingin ul summarskeið í Nice í Fraklandi komandi summ- ar. Berghild Poulsen er sopransangarinna. Begga, sum hon vanliga verður kallað, hevur í áravís verið sera virkin í kórsam- anhangi. Seinnu árini hevur hon, við síni nåttårurødd, fingið alt fleiri soloupp- gávur, sum hon hevur greitt sera væl. M.a. var hon so- listur í framførslu av Magni- ficat í fjør. Begga hevur fingið undir- vising hjå Morit Mordal og Olavi Jøkladal. I mars komandi år verdur Begga solistur í sambandi við jubileumskonsert Tórs- havnar Kamarkórs. Begga fekk eykastuðuls- fæið úr grunni Volker Beh- rens í ár. Hon nýtti pening- in ul privattímar hjá André Orlowitch í Keypmanna- havn. Frá honum fekk hon eina sera góða og positiva umsøgn, so ivaleyst fer Begga at gera meira við rødd sina í framtíðini. Prísráðið møguliga avtkið A fíggjarlógini fyri næsta ár er Prísráðið skert við 50.000 krón- um, niður í 863.000 krónur. Men tað er ikki vist, at nakað tal fer yvirhøvur at standa á fíggjarlógini framyvir til hetta endamál. Løgmaður = hevur upplýst, at landsstýrið hevur = samtykt at kanna, um tað er neyð- ugt við einum prísráði. tór.-