Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-29, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. desember 1994síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið EH) veruleikin er ivaleyst tann, at stødan lítið og einki er broytt hesu seinastu 5 árini av teimi heilt einfaldu orsøk, at tað ikki eru tekniskar fortreytir fyri ein- ari tílíkari broyting og at hetta av líkað so fatuligum orsøkum ikki kann við- gangast alment, uttan at ok- kara leiðandi fólk innan vinnulív, politikk og ráð- geving vilja missa alt, ið eitur trúvirði á gólvið. Neyvan er tað langt frá veruleikanum um — gitt verður, at orsøkin til hetta ófatuliga "samanhald" mil- lum allar partar í okkara fiskivinnu fjalir yvir, at tað í samband við nidurstødur- nar hjá bygnadarnevndini vóru gjørdir hazardlíknandi rossahandlar, har útlitini hava verði bygd, meira á trúgv heldur enn á exakta vísind, á statistikk, royndir og kunnleika. gerne NYREDONOR Rr EDONOR-TESTAMHNTER Um tad er nakar vegur bur- tur úr hesum seinastu anstrongdu krampakendu rembingunum, er ikki gott at vita. Men eitt er vist, tað hevði hjálpt ófórt um stjórin í Faroe Seafood hevði veri ð minni kryptiskur, tá hann sigur sína meining í fjøl- miðlunum: Tað heyrði munað nógv, um Nicls Sør- ensen við fatuligum men- niskjaordum alment hevði boða frá, at hann tíanverri ikki hevur nakra vøru, so tað munar, at bjóða handils- ketunum, tí at tílíkar verur verða ikki framleiddar í Føroyum! Í Føroyum fin- nist einans ein sera av- markað nøgd av ti slagnum av råvøru, ið handils- keturnar treyta sær. Hann kundi (átti) at sagt frá hesum (uttan at verði ræddur fyri at nakar fer at finnast at honum, tí tað er ikki honum at takkað fyri), TESTAMENTER | fas GRATIS hos at føroyingar hava satsa skeivt. Tad er av hesi orsøk ikki so nógv Faroe Scafood kann gera við støðuna. Hann átti eisini alment, at sagt frå, at teir hava ein ex- clusivan såttmåla, at hesin er vid Marks & Spencer i Bretlandi og at hesin sátt- máli er treytaður av (í øll- um fórum í august 1994) at tann fiskurin, ið framleitt verður úr skal verað -linecaught- línufiskað- ur. Gud og hvør maður (og serliga okkara politikkarar) høvdu tå skilt, at her er ikki so nógv at gerad, ti tað er einans ein líul brøkpartur av fiskinum, ið verður tikin vid húki. Nicls Sørensen kundi eisini sagt frá at eitt virki sum dóttirfelag tcirra í Grimsby (ið framleiðir handilsketuvørur) neyvan hevði kunna yvirliva nóg- var dagar her í Føroyum, av teirri einfaldu orsøk, at her fæst ikki tað ráðveru- grundarlag til góðsku- ei- nari tílíkari verksmiðju tør- var. Hann kundi eisini lagt afturat, at so leingi vit enn ikki eru komnir longur enn til hetta, ið kundi verið kallað "karmentan" á okkara framleiðsuvirkjum og uppbodssølum, so er heldur ikki til staðar basala fatanin av ú, ið veruliga skal til, áðrenn Føroyar og før- oyingar fara at telja vid í handilsketuhøpid. Seraavgerandi og åtrokandi er at fáa hesu viðurskifti drigin inn í tjakið um okkara vinnu, skulu vit umganga heilt at forkoma okkum. At halda fast um eitt framhald við fortreingjandi tøgn er meira enn hættisligt! Tað hevði eisini hjálpt nógv um ein fyrrverandi sjóð- maður sum Bjarti Mohr hevði kunna tíkið undir vid hesum, ið tað var ynskiligt at Niels Sørensen hevdi sagt meira tidiliga. Men her er so eitt men og tað er, um Bjarti umframt at hava silgt við rekjutogara eisini hevur verði á fesk- fiskaveidu við ávikavist troli og snellu/linu? — um ikki er hann kanska um- skiltur! Tad skal bert strikast undir at har vit fyri ikki so langari tid síðani vóru hart tyngdir av einari tonsamentan so er status nú, at vit hava førkad okkum inn í eina KAR- MENTAN. Men mest hevði tað muna um okkara politisku flokkar aftur høvdu tora at hugsa og handla visiónert: Settu sær verulig mál, og fóru undir tann = veruliga fiskivinnu- politikkin hesum landinum tørvar, — heldur enn des- pirat at royna at halda tórn og ullaga seg, ein danskt dikteraðan politikk, og har- til føroyskar leivdir , flak- sandi runt eins og fjålurs- stungnar kamæliGnir . j.smith Nr. 248 — 29. DESEMBER 1994 Sida 13 Ur ferðslulógini: Súkkla skal altíð halda seg høgrum »gin á teirri farbreyt, ið liggur longst høgrumegin ferðslu- leiðina. Súkkla má ikki koyra undir liðini á eðrum akfari. Har rúmd er, kunnu tvær súkklur koyra lið um lið, um tað er vandaleyst og ongum til ampa. Súkkla, ið skal sneiða til vinstru, skal halda fram heilttvørturum krossvegin og kann tástani fara at sneiða, tá ið tað fær verið uttan ampa fyri hina ferðsluna. Súkklur kunnu yvirhála onnur akfør á høgru síðu Tá snarað verður til vinstru, mugu akfør ikki tarna súkklum og prutlum sum koyra beint fram. Bannað er at súkkla á gongubreytum, uttan so at annað er tilskilað av landsstýrinum. Súkkla skal verða leidd tvørtur um gongubreyt. Landsstýrið kann seta reglur um ferðing hjá súkklum á gongu- breytum. Í slíkum forum eigur greinligt mark at vera millum tann partin av gongubreytini, sum súkklur kunnu ferðast eftur, og tann partin, ið er kannaður fólki til gongu. Súkkla (og prutl) kunnu bert koyra eftir súkklu breyt høgrumegin við vegin ferðsluleiðina, um ikki annað er tilskilað við merking. Tann, ið súkklar, skal hava báðar føtur á åstig- inum(pedalini), ogiðhvussu so er, aðra hondina á stýrinum. M Barnyngriennseks år må ikki súkkla uttan saman við einum 15 ára gomlum ella eldri, ið hyggur at tí. M Sukkla må ikki flyta fleiri fólk, enn hon er ætlað til. Tó kunnu tvey børn yngri enn seks ár verða havd við á súkklu, um hon hevur serligt sæti, sum verjir beinini móti hjólsnældunum. Tann, sum stýrir súkkluni, skal í slíkum føri vera fyltur 15 år. M ikki er loyvt at súkkla so mikið ávirkaður av rús- drekka, at tú ikki er førur fyri at koyra trygt. Tann ið setir súkkluna frá sær, skal læsa hana, uttan so at hon skal standa heilt stutt. ...0g Vit og skil Taðræður umathava bremsur, ljós og endurskin í lagi. Súkklufólkið er veika liðið í ferðsluni, so ver eltíð á varðhaldi. Vísið sjålvsålit í ferðsluni. men takið ikki óráð fyri. Lesferðsluna av, fanga eyguni á bilførarunum, og tá tú veitst, at tú ert sæddur stýr so avstað. Tad ringasta súkklufólkið kann gera, er at krógva seg burtur. Vegurin kann stundumvera sosmalur, attryggast er at taka eitt fult pláss á koyribreytini Viðhvertkann vera tryggast at fara upp á gongu- breytina. Vísið av. Men er vegurin ringur, kann vera trygg- ast at hava báðar hendur á róðrinum. Berneigahelstikkiatsúkkla einsamøli í ferðsluni, fyrr enn tey eru 10-11 ár. Keypið eina góða súkklu, sum klárar brekkurnar. Og haldið súkkluna í góðum standi. Nýtið fallhjálm. Ringastu súkkluskðarnir raka høvdid. Og til bilførararnar : Gevið súkklunum gætur, tit eru ikki einsamallir å vegnum. haldaragjaldið Nú ræður um at skunda | sær at gjalda