Sosialurinarkiv
Sosialurin 1994-12-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. desember 1994síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Tíðindablaðið Nr. 249 — 30. DESEMBER 1994 Síða 8 Ingeborg Vinther: Vit royna 2 - Strid á arbeiðsmarknaðinum loysir ongar trupuleikar. Vit mugu bara vóna, at tað í nýggja árinum fer at eydnast at fáa fleiri arbeiðspláss, sigur Ingeborg Vint- her, lógtingskvinna og forkvinna í Føroya Lonargjaldingarnar býttar í 3 hovuðsbólkar, 12 mánaðar miðal 1986-94 | Miðaltalið fyn hvort 12-manaðarskeið er teknað mitt í, Lv.s. í 7. mánað í skeiðinum. T.d. er miðaltalið fyri skeiðið okt. 93 - sep. 94 teknad í april 94. Arbeiðarafelag 1. mai ganga flestu såttmål- amir á arbeiðsmarknaði- num út. Størsta arbeiðarafelagið í landinum er Føroya Arbeið- arafelag. Hvussu verður við teirra sáttmála er ógreitt. Felagið hevur enn ikki tikid stóðu til, um sáttmálin skal sigast upp. Mannagongdin plagar at vera, at nevndin ger sítt tilmæli, og so verður upp til feløgini, hvat tey siga. Enn hevur nevndin ikki havt fund um henda spurning. I år mælu felagið til at leingja sáttmálan óbroytt- an, títey væntaðu sær organ lønarbata. Tað vóru í staðin arbeiðsgevaramir, sum søgdu upp vid tí ætlan at skerja lønina, men såtimål- in varð at kalla óbroyttur. Ingeborg Vinther vil ikki siga beinleidis, hvat hon heldur vera frægast at gera i ár. Keypiorkan er so nógv minkað, minni arbeiði og meiraskattur. - Men tað loysir tað ongar trupulleikar at fáa stríð á arbeiðsmarknaðinum. Tað einasta, sum kann hjálpa, er at fáa fleiri arbeiðspláss. - Vit royna í samgonguni at fáa fleiri arbeiðspláss, og so er bara at vóna, at tað fer at eydnast, sigur Ingeborg Vinther. Hon veit væl, at fólk eru svartskygd, men tað er neyðugt at varðveita von- ina, ti annars ber einki til. Fleiri teirra, sum hava arbeiði, eru eisini við at falla í fátt, tí tey fáa heldur ikki enCarnar at røkka. - Tað ber ikki til at eyðmýkja tey fólkini meira, at tey skulu vera takksom fyri at hava arbeiði. Arbeiði er ein menniskjarættur. - Latið okkum nú vóna, at nýggja árið hevur okkurt gott at bjóða við fleiri ar- beiðsplássum, sigur Inge- borg Vinther. randi — er altíð á staðnum JA! Eg gerist haldari av Tidinda- bladnum Sosialinum bladid 5 ferdir um vikuna. og fáið 225 kr /årsfj. (haldarar í Føroyum) 425 kr./ársfj. (haldarar í Danmark) 340 kr. (haldarar í Danmark, 5 bl. í senn) I — Framlodsiuvirksemi (1-6) Bygging, handil, tænastur og flutningur (9-18) — Ajmennartænastur (19-22) 60 1986 1987 1988 1989 1990 1991 1992 1993 1994 Strikumyndin vísir, at lønargjaldingarnar innan framleidsluvirksemi er í øking. Strikumynd: Hagstovan Stor framgongd i høvudsvinnuni Frá einari stórari minkin ilønargjaldingunum i fjør innan høvudsvinnuna er rættiliga stór framgongd í ár Bæði í fyrraárið og í fjør var stór afturgongd í lønariit- gjaldingnum innan høvuds- vinnuan, men í ár er veru- liga vend komin í. Hetta sæst av seinastu tølunum frå Hagstovuni. I hyrum eru fyrstu 11 månadirnar i år útgoldnar 446 milliónir. Hetta eru fimm prosent meira enn sama tíðarskeið í fjør. I 1993 var afturgongdin annars 17 prosent í mun til árið fyri, og í 1992 var afturgongdin enn stórri enn árið fyri. Sama er gongdin innan fiskavøruidnadin. Afturgongdin frå 1991 til 92 var 16 prosent, og frå 1992 il 93 var afturgongdin i lønargjaldingunum innan fiskavøruidnadin 32 pro- sent. Men í år er ødrvisi. Í teimum fyrstu 11 mánaðnum í ár, samanborið við sama tíðarskeið í fjør, er útgoldið níggju prosent meira í lónum innan fiska- vøruidnad. Samladu lønargjalding- arnar siga annars, at fyrstu 11 månadimar í ár eru útgoldin trý prosent minni í lónum ella fyrstu 11 månadirnar í fjør. tór.- r > | | | | OKSA- FJÓRÐINGAR bíliga til solu. | | | | | Í Í | TI.24344 | Til ber altíð at gerast haldari og goldið | verður bert fyri blødini, ið eftir eru av ársfjórðinginum. , 0 Tíðindablaðið | staður SOSIALURIN. areråeereerennese eee ereeeineereeannere Postboks 76, | Bygdbjur.….........eeeereeeerrr FR-110 Tórshavn | Kannað postverkinum | Tollaksmessukvøld varð konsert hildin um borð á Høganesi, sum liggur í Runavíkar havn. Ein sera góð og áhugaverd kon- sert. Niels Midjord legði fyri við sínum sera skemting- arsomu og álvarsligu vís- um, okkurt var kent frammanundan og okkurt hevði eg í hvussu er ikki hoyrt áður. Alt var sera gott og stílurin er tann sami, so ikki kann sigast annað enn at vit í Føroy- um eiga góðar vísusang- arar, sum duga at halda sín egna stíl, og tað í sær sjálvum er alla æru vert. Aftan á ein kaffisteðg kom ENEKK á pallin, mannað við Kára Sverris- son, guitar, floytu og sang, Agnar Lamhauge, bass, guitar og trummur, og Eyðun Lamhauge á harmoniku. Teir spældu umleið 10 sangir/vísur, enskar og føroyskar, sera væl valdir sangir, sum allir hóskaðu Niels Midjord £ ENEKK konsert umborð á Høganesi til teirra sang og spælistil. Paul Simon átti okkurt, Bob Dylan okkurt og síð- ani spældu teir løg, sum teir hava sett til yrkingar hjá Janusi Djurhuus, um- framt egnar vísur og sang- ir. Ikki kann sigast annað, enn at hesir triggir eru sera evnaríkir tónleikarar, ja, eg vil fara so langt og siga, at teir standa ikki aftan fyri nógvar professionell- ar útlendingar. Teir hava megnað at skapt ein heilt serligan ENEKK stíl, sum ikki kennir sín líka. Klára teir at halda fast við hetta, sum ikki er tónleikur, fólk fanga beinanvegin, men sum fólk skulu lurta eftir upp til fleiri ferðir fyri at skilja, so fara teir nokk at sláa sínar listarligu gávur fastar í framtíðini. Teir spæla ikki tað, sum van- liga verður rópt lætti- soppatónleikur, teir bróta heilt burtur úr og teir vaksa við uppgávuni. Eg tori vegna teir um- leið 30 áhoyrararnar at skriva her, at øll fóru heim aftur við einum góðum upplivilsi, at vit í Føroy- um eiga so góðar tónleik- arar, sum ikki leggja so stóran dent á at duga ljóð- føri, ið eru stór og dýr, men at teir leggja dentin á at duga at spæla upp á tað tónleikatól, teir hava á- huga fyri 100%, er bara at fegnast um. Sangrøddin hjá Kára má fáangkur orð. Kári syngur heilt ótrúliga væl. Hann dugir og torir at brúka sína kláru, penu rødd. Ein konsert, sum nógv fleiri áttu at havt leitað sær til. Har vóru fýra sera evnaríkir tónleikarar, sum allir eiga rós uppiborið og vónandi kann hetta fátæka skriv eisini gera sítt til, at teir halda fram í nógv ár afturat. Gleðilig jól og eitt gott nýggjár. Hilmar Gaardbo, Toftir