fríggjadagur 30. desember 1994síða 24
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
Síða 24
Árið, ið fór:
Vit
Nr. 249 — 30. DESEMBER 1993
Tíðindablaðið Et",
sjálvi eiga ábyrgdina
av lívinum í Føroyum
--Qllvit í dag so vitandi, bæði um føroysk viðurskifti og um útheimin, at ongin umbering
er fyri ikki at fara í holt vid at hugsa sjálvur. Tí hvør av okkum kann bert sjálvur liva sítt
lív. Og líkamikið um vit skilja tað ella ei, so eiga vit ábyrgdina av >lívinum í Føroyum«,
skrivar Tønnes Mikkelsen í hugleiðingum sínum um ársskiftið
Tíðin rennur og vit onnur
renna bæði undan og aftaná.
Tá ið ársskiftið nærkast er
vanligt, at hvør einstakur
heldur sína egnu heilt pri-
vatu løgmannsrødu — t.v.s.
ger status. Ikki um hvussu
er statt í landinum, men um
hvussu stendur til hjá hvørj-
um sær.
Privatur status og al-
mennur status er hvør sítt.
Ti mong eru dømini um, at
eitt land er væl fyri, sam-
stundis sum borgarin hevur
tað av hundanum til. Ella
tvørturiméti sum í Italiu,
har landið er í ævigari
kreppu og borgarin hevur
tað sum fyrsta dagin.
Okkara politikarar kjak-
ast um Føroyar verða meira
ella minni bundnar til Dan-
mørkina. Tú og eg hava ikki
henda ivaspurningin, tí vit
dag og dagliga noyðast at
siga farvæl við vin- og
skyldfólk, sum flyta niður.
Í summar var lættari hjá
løgmanni at gera status, enn
hjá tær og mær iløtuni. Ti
politiskt status er lítið annað
enn hagtøl um krónur, kilo-
metrar, tonsatøl, fråflyting-
artøl, tvingsilstøl, skatta-
prosent osfr. Men vit bædi,
tå og eg, hvussu skulu vit
kunna gera status, tå ið vit
liva í kaos?
Ateitt orð ikki er eitt orð,
tá ið tað snýr seg um polit-
ikarar, hava vit øll vitað
mest sum altíð. Men at hetta
eisini er veruleiki manna
millum, er rættuliga nýtt.
Einhvør sætar sær, alt skal
rindast kontant. Tidirnar
eru ikki til annad. Eingin
hevur råd til annad.
Vit liva í kaos. Fyrr vistu
vit, hvat ið var skomm og
ikki skomm. Men skommin
er farin í søguna. Tær mo-
demadu tíðirnar eru eisini
komnar til Føroya. Brådliga
vakna vit og noyðast at
sanna, at fyrbrigdini »før-
oyingur« og »hin føroyski
veruleikin« er ein illusjón.
90 prosent av tidini liva tú
og grannin í hvør sínum
veruleika. Tú fert á flaka-
virkið og rívur um frá kl.
8-17, grannin situr sam-
stundis framman fyri einari
teldu. Tú hyggur at sjón-
varpsrá A um kveldið,
grannin at rás B. Felags-
veruleikin eru útvarps- og
sjónvarpstíðindini um,
hvussu av hundunum til alt
er statt, bæði úti og heima.
Í løtuni eru vit øll vitni til,
at vina- og kenningapoli-
tikkurin hevur spælt fallitt.
Og er hetta næstan spell. Tí
hann hevur hildið Føroyum
saman frá ár 880 til 1980.
Men at enda kom fløkja í
tey mongu nullini aftan fyri
lítla eitt-talið, so alt fór so
syngjandi fyri bakka.
Høvdu menn dugað sær
hógv við almenna peningin-
um, kundi vina- og kenn-
ingapolitikkurin verið eitt
positivt fyribrigdi. Tað
hva satan ... hva í helvede
er det, her lugter af!<
William Heinesen segði á
sinni, at Føroyar (Havnin)
vóru heimsins nalvi. Um so
er, so borar útheimurin ein
neglahvassan fingur hart í
henda sama nalva nú á døg-
um.
Eiuhvørt foreldur veit, at
børn noydast at hava út-
búgving. Men kaos verður,
tå børnini noyðast at rýma
av landinum, skulu tey
kunna brúka út búgvingina,
ístaðin fyri at byggja sær
hús í grannalagnum.
Kaos verður, tá onki fast
starv er fast meira. Tá ið
bankar ikki eru bankar
meira. Tá ið grannahús
verða sum harmonikur, ið
pumpa húski út og inn.
Kaos verður, tá ið samfe-
lagsins oddafiskar bøna og
biðja fólk um heldur at
tørvar hjálp. Ikki frá prest-
um ella sálarlæknum, men
frá fólki, ið kennir hesar
kostir at liva undir og kort-
ini halda lívið vera herligt.
Og er hetta fólkið sjálvandi
listafólkið, sum maltíð hev-
ur dugað at svomið sum
fiskurin í kaos og aldri hev-
ur tíkið dansin um
gullkálvin fyri lívisins
endamál.
Ikki øll, sum arbeiðs-
marknaðurin hevur punk-
terað, skuldu fáast við list,
slett ikki. Men listafólkið
kundi kanska greitt frá, at
lívið hevur meira at bjóða
uppá enn tað, sum er til
keyps í handlum og framm-
an sjónvørpum. Identitetur
kann kanska mátast við ann-
að enn tali av køksmask-
inum og garasju-ífyllu.
Nýliga hava vit frætt, at
allar tær avtalur, embætis-
| Inum<
„Persónliga haldi eg, at tað besta, ið hendi
mær í vár, var, at eg lærdi at mjólka eini kúgv,
sjálvur at toga í boppurnar. So nógv meira
spennandi, enn at síggja ein krimi í sjónvarp-
Persónliga haldi eg, at tað
besta, ið hendi mær í vár
spennandi, enn at síggja ein
krimi í sjónvarpinum.
var, at eg lærdi at mjólka Gott nýggjár!
eini kúgv, sjálvur toga í ;
boppurnar. So nógv meira Tønnes Mikkelsen
I
fíggjarliga undurið í Eyst-
urasiu byggir fyri ein stóran
part á hetta slagið av poli-
tikki, gjørt við skili og skyn-
semi.
Vina- og kenningapoli-
tikkurin er ein síður vid
rétum heilt aftur i vikinga-
tíðina. Og so við eitt riggar
hann ikki meira. Er til for-
treð, vísir tað seg. Og tú og
eg standa eftir, mitt í kaos.
Hvussu skulu vit so bera
okkum at? Hvat er gongd
leið?
Nakað tað sama uppliva
føroysk húski, sum fyri
Stuttum eru flutt niður, tá ið
tey fyrstu ferð kóka sær
ræstan fisk. Við eitt renna
danir oman og niðan trapp-
urnar og rópa: >Hva fa'n …
Postboks 1058 -
110 Torshavn - Tlf. 19820
ganga arbeidsleys her i Før-
oyum, enn at ryma. Hetta er
óvanligt. Og óvanligt er, at
tað ikki er skomm, at konan
hevur arbeiði, meðan mað-
urin er arbeiðsleysur.
Kaos verður ikki tí at tíð-
irnar eru broyttar, men tí at
tær broytast her og nú. Ikki
ber til at gera nakra niður-
stóðu um 1994, tí at niður-
stóða kann ikki gerast eftir
teim reglugerðum, vit nýttu
frammanundan.
Vit kunnu staðfesta, at
5000 fólk eru flutt av land-
inum tey seinastu árini —
men ikki, um hetía er gott
ellaringt. Mangur leikur er í
longum talvi. Kann henda
vit bert eru í opningsspæl-
inum í løtuni. Minnist til:
søgan er long.
Vit í Føroyum uppliva
ikki okkum sjálv sum før-
oyingar— vit eru bert menn-
iskju millum onnur menn-
iskju. Men í útlegd verður
ein medvitandi um, at Før-
oyar hava mergjað ein á ein
serligan hátt. Givið tær ein
dám, tú fegnast um.
Vit standa mitt í kaos.
Mong av okkum blóðfátæk
og við alt ov nógvari fritid.
Summi halda seg ikki hava
nervar til tað. Hesi fólkum
menn og politikarar hava
gjørt við útheimin, ikki eru
verdar tað pappírið, tær eru
skrivaðar á. Aftur kaos.
Veruleikin er ikki, sum vit
hava hildið hann vera.
Tað er ikki bert tíðin, ið
líkist streymi í ánni — eisini
øll virði eru streymur, sum í
heilum broytist. Og kaos er
ikki bert innan í okkum hvor
sær — eisini allur knøtturin
er kaos. Alt gamla Sovjet,
alt Kina, alt Afrika, alt
Europa broytist. Gomul
størv og livsmynstur følna
burtur ella verda tikin av
døgum, medan tey nyggju
ikki eru råtfest enn.
Nógv grenj hoyrist frá
okkum í løtuni, men sam-
mett við kreppulívið í New
York, í Sahara, í Hongkong,
á Balkan, so fer okkara
kreppa fram í hugnaligum
umhvørvi, bæði materielt
og sålarliga.
Øll eru vit í dag so vitandi,
bæði um føroysk viðurskifti
og um útheimin, at ongin
umbering er, fyri ikki at fara
í holt við at hugsa sjálvur. Ti
hvør av okkum kann bert
sjálvur liva sítt lív. Og líka-
mikiðum vitskiljaellaei, so
eiga vit ábyrgdina av >lívin-
um í Føroyum«.
MALTEIGURIN
Hugsið tykkum, at ein kona ringir á Tórshavnar
Skipasmiðju at spyrja eftir manninum, og svarið, hon
fær, er: >Á, hann stendur og sjóðar saman við
Katrinu< (nú á døgum kunnu eisini konufólk arbeiða
á skipasmiðjum). Nú kann konan a) leggja oman á
skipasmiðjuna við tann spentar ál at forða fyri at tey
verða ov samansjóðað, b) stilla heilan inn á mál-
broytingarfrekvensin og minnast til, at ein tekniskur
skúli nú ein dagin lýsti í blóðunum við einum skeiðt í
sjóðing. Vituliga eru teir ikki farnir at brúka peng-
arnar hjá skattaborgarunum at læra handverkarar at
sussa við konufólk, so tað má vera okkurt annað,
Katrina og maðurin fáast við. Og hevur konan lurtað
eftir útvarpinum, so hava tíðindini har roynt at trúttað
niður í okkum, at bógportrini á bilfergum nú skulu
sjóðast.
Hvat tað er, sum skal gerast við portrini, hevði
verið púrasta óforstáiligt, høvdu vit ikki havt út-
lendskar tíðindasendingar til hjálpar. Við at lurta
eftir teimum skilst, at tað, teir meina í útvarinum, er
at sveisa!
Men hví siga teir so ikki tað?
Tað er rætt, at nakað var fyrr í føroyskum, sum var
kallað at sjóða jarn, men tað er tekniskt sæð ikki tað
sama, sum vit nú á døgum alla at sveisa. So sam-
stundis við at vit loypa brong! í tað tekniska, missa vit
eisini eina nuansu í málinum. Og eitt orð, sum
frammanundan hevur ov mikið av viðmerkingum,
verður ovbyrjað við einari afturat. So henda nýgerð
er ikki bara óneyðug, hon er beinleiðis skaðilig.
Vorðið sum målrøkt, sum við vilja ger málið fá-
tækari og minni beinrakið.
Teir, sum so staðiliga royna at beina handverkara-
málið og annað fakmál inn á aðrar leiðir, áttu at
hugsað seg eitt sindur betur um, áðrenn teir so al-
tráðir leggja eftir gomlum og væl royndum orðum.
Høvdu teir spurt teir, sum dag og dagliga liva av
hesum arbeiði, høvdu teir sjálvsagt fingið at vitað, at
hetta eitur at sveisa og ongantíð hevur itið annað
miilum sveisarar.
Men virðing fyri teimum, sum skulu brúka málið,
hevur ongantíð ligið serliga frammarlaga í huganum
á fóroyskum málreinsarum. Teir smæðast ikki fyri at
læra upp á menn, sum meginpartin av lívinum hava
fingist við at sveisa.
Í grundini er hetta ikki sørt nasvist og arrogant at
koma sær at gera hetta. Hvor skal siga: her koma vit
og fortelja tykkum fákunnigu, hvussu tit eiga at siga.