týsdagur 22. juli 2003síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 123 - 3. juli 2003
Nr. 123 - 3. juli 2003
35
KONSERT
Eyðun Klakstein
Tá ið tíðindafundur var um ólavsøku-
konsertina fyri góðari viku síðani, helt
onkur fyri, at tað er so lítið har eftir í
MC Hár, at bólkurin mátti broyta navn
til MC Skall.
Tað gera Niels Uni og teir ikki, men
teir verða hinvegin við á ólavsøkukon-
sertini við fullum útblástri.
MC Hár er ein bólkur, sum hevur
verið rímiliga fastur gestur á ólav-
søkukonsertini seinastu árini, og
gittarspælari Jens V. Jakobsen heldur,
at teir eiga ein heimavøll á ólavsøku-
pallinum.
– Eg haldi, at vit eru tann bólkurin,
sum hóskar best til ólavsøkukonsert-
ina. Tað eru ið øllum førum eingin
annar bólkur, sum fær 3000 fólk at
rópa... ja, orðið lata vit vera við at seta
á prent her.
Men tað er ein sannroynd, at MC
Hár við sínum lívliga rapp-rock tón-
leiki og stundum ónærisligu tekstum
kann fáa líva í stórar áhoyrarafjøldir.
Vent í holuni og á pallinum
MC Hár verður bara ein av bólkunum í
stóru rúgvuni, tá ið ólavsøkukonsertin
verður hildin í Kommunuskúlagarð-
inum sunnukvøldið 27. juli.
Afturvendandi konsertin verður í ár
hildin fyri 18. ferð, men hon hevur ikki
altíð verið so væl fyri, sum hon er nú.
Fyri sjey árum síðani vóru eini 600
fólk á konsertini, men seinastu árini
hevur talið verið omanfyri tey 3000.
Síðani konsertin fekk innivist í Kom-
munuskúlagarðinum miðskeiðis í
høvuðsstaðnum hevur grundarlagið
undir konsertini verið tryggjað. Har-
afturat hava fyrireikararnir roynt at
fingið væl umtóktar konsertbólkar at
spæla, og tað hevur lokkað fólk.
– Ólavsøkukonsertin var í nógv ár
eitt býtisbarn, men seinastu árini hava
vit vent einum buldrandi undirskoti til
eina javnvág, og eisini tónleikarar
hava fingið gleði av hesum, tí vit hava
kunnað gjørt ymisk tiltøk saman við
teimum, sigur Kaj Johannesen, for-
maður í Føroyar Undirhaldstónleikara-
felag (FUT), sum skipar fyri konsert-
ini.
Inntøkurnar frá seinastu konsert-
unum eru millum annað brúktar til
eina útgávu við livandi tónleiki og til
Prix Føroyar, sum FUT er ein partur
av.
20 sleppa ikki við
Bólkarnir á konsertini í ár eru Terji og
Føstufressar, Frændur, Monkey Mon-
golia, Headache Blues Treo, Déjá Vu,
Take Off, All That Rain, roWan og
Troels Skovgaard.
Flestu av hesum bólkum eru kendir
í Føroyum, og teir hava áður víst stór-
ar dygdir sum konsertbólkar.
Helst ókendasta navnið er Monkey
Mongolia, sum er vinnarin av PopTop
kappingini, og tað er siður, at hesin
bólkur sleppur at byrja ólavsøkukon-
sertina. Troels Skovgaard er virdur
danskur gittarspælari, og hann kemur
higar við sínum egna bólki at spæla.
Umframt tey 10 nøvnini, sum eru
komin á plakatina, vóru tað nógv onn-
ur, sum vildu sleppa við til stóru kon-
sertina.
– Ólavsøkukonsertin er vorðin tann
størsta konsertin í landinum, og tað er
stórur áhugi millum tónleikarar fyri at
sleppa at verða við. Tað standa eini 20
bólkar og banka upp á hurðina, men
vit kunnu ikki taka fleiri við, sigur Kaj
Johannesen, formaður í FUT.
– Vit hava valt bólkarnar eftir dygd.
Bæði Prix Føroyar og G! festivalurin
hava tungan og ráan tónleik, men so-
leiðis verður ikki á ólavsøkukonsertini.
Vit vilja hava tónleikarar at spæla, sum
duga at stemma síni ljóðføri, sigur Kaj
Johannesen og sipar helst til, at talan
skal vera um góðan og væl spældan
tónleik, sum tey flestu kunnu taka til
sín.
Líkist sær sjálvari
Ólavsøkukonsertin hevur seinastu ár-
ini líkst sær sjálvari, og tað kann bæði
metast sum ein stór styrki og ein
trupulleiki.
Orsøkin til, at konsertin er livnað
uppaftur er helst, at Kommunuskúla-
garðurin er vorðin karmur, og at
nógvir av best umtóktu føroysku bólk-
unum hava spælt á konsertini.
Fólk vita, at tey fáa góðan tónleik frá
ymsum bólkum, og tí leita tey aftur til
hesa stóru konsertin. Hinvegin er tað
ikki so nýskapandi við hesi endurtøku,
men verður hugt uttanlands eftir líkn-
andi konsertum, so sæst, at talan er
um líknandi konsept.
FUT hevur fleiri ferðir tosað um, at
okkurt útlendskt navn kundi komið at
spæla á ólavsøkukonsertini, og hetta
hugskot endurtók Kaj Johannesen á
tíðindindafundinum í farnu viku.
Men í ár verður tað so ein sera
spennandi føroysk skrá, at bólkar sum
Føstufressar og Frændur ivaleyst fara
at lokka tey meira tilkomnu á konsert-
ina.
Frá býtisbarni til stórt hitt
10 bólkar spæla á stóru ólavsøkukonsertini, sum er vorðin størsta einstaka
konsertin í landinum. Seinastu sjey árini er konsertin farin frá at verða eitt
býtisbarn til at verða eitt stórt hitt millum føroyskan ungdóm, sum leita í
stórum tali til konsertina
Rókur Jakobsen og hinir í MC Hár plaga at seta lív í áhoyrarafjøldina til ólavsøkukonsertina.
Mynd: Jens Kristian Vang
Rói Christiansen er gittarspælari í
bólkinum Déjá Vu, sum stóð seg
væl í Prixnum og sum hevur verið
uttanlands og spælt fyrr í ár.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
35
34