Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-20, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 20. august 2003síða 6

‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Kenneth Rasmussen form. Unga Sjálvstýri Hesa somu yvirskriftina nýtti undirritaði upp undir løgtingsvalið í fjør og vísti á, at allir løntakarar í sam- felagnum skuldu havt rætt til sama skattafrádrátt sum fiskimenn fáa, og at munur- in millum fiskimenninar og aðrar løntakarar eigur, sum frá líður, at verði javnaður, so øll eftir nøkrum árum vóru javnsett. Eisini varð víst á, at fiskimenn vóru tann samfelagsbólkurin, sum seinnu árini hevði havt nógv størstu inntøkurnar; og at tað skuldu heilt óvan- liga góðar grundgevingar til hjá teimum, sum vilja varðveita hendan óbeinleiðis studningin til fiskivinnuna. Undirritaði mátti við hes- um útsagnum leggja rygg til nógvar ákoyringar, eisini frá mínum egnu parta- monnum. Sannleikin tá var júst tann sami sum í dag, at ongin politikari og ei held- ur politiskur flokkur torir at verða erligur í hesum mál- ið, tí vandi er jú fyri at nakrar atkvøður rúka. Ongin regla uttan undan- tak. Soleiðis var eisini hesa- ferð. Í hesum føri var undantakið Annita á Fríð- riksmørk. Við at vísa á, at tíðin var komin til at strika skattalættan til fiskimenn, gav hon øllum tingmonnum eitt so óvæntað slag undir beltið, at fleiri teirra fullu í løtuóvit (fingu blackout). Allir samlir, ongin undan- tikin, hava teir, síðan skatta- lættin kom í gildið í 1998, siti og vóna, at teir ongantíð aftur fóru at hoyra hetta málið umrøtt í tinginum. Tað er nógv týdningarmikl- ari at taka støðu til um nakrir svøvnskarvar á ein- um hólma á Trongisvágs- firði skulu purrast út, ella hvat fiskivinnustevnugestir skulu hava at drekka aftur- við matinum og onnur stór- mál. Tá so tingmenn vóru komnir nøkulunda fyri seg eftir óvæntaða slagið frá Annitu, tók onkur orðið og hartaði hana og vísti á, hvussu stóran týdning skattalættin til fiskimenn hevur havt fyri samfelagið. Ein teirra var tjóðveldis- maður. Tað undrar ongan, at fleiri tjóðveldismenn eru ósamdir við partakvinnuna á Fríðriksmørk, tí í flokk- inum eru allar hugsjónir frá uttasta høgra til uttasta vinstra umboðaðar. Ein annar, sum hevði at Annitu, var fólkafloksmaður. Hesin flokkur, sum sigur seg ar- beiða fyri liberalismu og fríari kapping, vísti seg enn einaferð ikki hava rygg til at taka eina støðu, sum hevði noytt teir at traðka onkran á tærnar. Dagin eftir var ein av høvdingum floksins í útvarpinum, har hann við sínum eyðkenda orðavavstri royndi at káva útyvir tað sannroynd, at Fólkaflokkurin, tá alt kem- ur til alt, er ídnasti studn- ingsflokkurin á tingi. Nú er ov seint Nógv hevur verið tosað um at Føroyar skulu hava ein sjálvberandi búskap, sum sjálvsagt eisini er fyrsta treyt fyri, at vit í framtíðini kunna taka fulla ábyrgd av okkara egna landi. Vit minnast øll hvussu støðan var fyri 10 árum síðani, tá føroyski búskapurin fór fyri bakka. Tá vóru serlig tiltøk sett í verk á fleiri økjum, fyri at minka um ógvusligu avleiðingarnar av kreppuni. Tey flestu av hesum kreppu- tiltøkum eru nú avtikin, men um ætlanin veruliga er, at Føroyar allatíðina skulu hava optimala saman- seting av framleiðslu og størstu møguligu virðisøk- ingina í samfelagnum, er alneyðugt at tann studning- ur, sum beinleiðis og óbein- leiðis verður latin vinnulív- inum verður strikaður. Eftir at vit í áravís hava havt methøgar fiskaprísir, og veiddu nøgdirnar eisini hava verið óvanliga høgar, átti allur studningurin til fiskivinnuna at verði tikin burtur fyri langari tíð síðani. Nú er helst ov seint at fara at minka studningin til fiskivinnuna, tí fiska- prísirnir eru versnar mun- andi og útlitini eru ikki alt ov góð. Men um nú fiska- prísurin komandi árini fell- ur enn meira og nøgdirnar aftur fara at minka. Skulu vit tá skrúva studningin enn longur upp? Í Føroyskum Lógar Riti frá november 2002 viðger Eyðfinnur Jacobsen, advo- katur, undir yvirskriftini – Hótta serskattaskipanir rætt- artrygdina? – tær serreglur, sum seinnu árini eru settar í gildi í Føroyum. Hansara niðurstøða er, at serskatta- skipanirnar, sum eru settar í gildi, av álvara hava sett til síðis líkagrundregluna og grundregluna um fram- skygni innan føroyskan inntøkuskatt. Og at sigast kann, at serskattaskipanir- nar hótta rættartrygdina viðvíkjandi inntøkuskatting í Føroyum. Spennandi verður at síggja hvussu roknistykki fyri 2004 fæst at ganga upp… VIÐMERKINGAR Somu skattafyrimunir til øll TÍÐINDASKRIV Umleið tvær ferðir um árið hittast føroyingar í donsku kirkjuni í London til kirkjugongd og ein døgurða aftaná. Tey, ið skipa fyri eru Marjun Needlestone, Louis Wilson og Marjun Joensen-King. Hesaferð er gjørt av at hittast sunnudagin tann 14. september. Av tí at umvælingar fara fram í donsku kirkjuni í løtuni verður farið í kirkjuna, All Souls, ístaðin. Ætlanin er fyrst at fara í kirkju og aftan á kirkjugongdina verður far- ið á turkiska matstovu. Kostnaður fyri døgurðan er £8 fyri tveir rætt- ir. Drykkjuvørur eru ikki íroknað- ar. Áhugað verða biðin um at tekna seg hjá Marjun Joensen- King á tlf. 0208 998 8459 ella t-post: marjun@btopenworld.com. Freistin at tekna seg er mánadag- in 8. september. Skrá Kl. 11.30 Guðstænasta, All Souls Langham Place London W1B 3DA Tlf.: 0207 580 3522 Heimasíða: www.allsouls.org Kl. 13.00 Matstovu, Ozer Restaurant 5 Langham Place Regent Street London W1B 3DG Tlf.: 0207 323 0505 Føroyingar hittast í London 10 Nr. 155 - 20. august 2003 Nr. 155 - 20. august 2003 11 Fjølmiðlarnir eru týðandi partur av politiska valdsbýt- inum í einum hvørjum sonnum fólkaræði. Fjølmiðlar- nir skulu tryggja, skipa, upplýsa og miðla almenna orðaskiftið og samskiftið. Vit skulu tryggja, at politik- ararnir standa fólkinum til svars fyri teirra gerðir og avgerðir. Hendan er so at siga idealmyndin av okkara leikluti, og hon eigur at verða tikin í størsta álvara. Í sambandi við umrøðuna av fullveldisfilminum hevur leikluturin hjá fjølmiðlunum í samfelagnum verið um- røddur. Fjølmiðlarnir eru ov veikir, verður sagt. Teir megna ikki í nóg stóran mun at kunna almenningin um politisku gongdina og um politiska spælið í Føroyum og millum Føroyar og Danmark. Nakað er ivaleyst um hesar atfinningar. Vit eiga at taka í egnan barm og at gerast nógv betri. Men er so alt sagt um pressuna ella fjølmiðlarnar og teirra leiklut sum hitt fjórða sam- felagsvaldið? Kann pressan einvíst lastast fyri at vera ov veik í mun til politikkararnar og teirra sterka og vælskipaða embætisverk? Henda søk hevur fleiri síð- ur. Tey seinastu árini hava vit fingið lóggávu um alment innlit. Hetta skuldi alt annað líka gjørt arbeiðið hjá fjølmiðlunum lættari, men so einfalt er tað ikki. Fleiri halda, at tað er vorðið torførari. Ein orsøkin er, at vit eins og í grannalondum okkara hava fingið eitt nýtt ættarlið av politikkarum, sum einvíst vil stýra kunn- ingini til almenningin. Hetta ættarlið nýtir serfrøðing- ar, ið taka sær av kunningarstreyminum. Virksemi teirra er at javnmeta við tað hjá spindoktarum. Henda støða er ein nýggj og stór avbjóðing til føroysku fjøl- miðlarnar, um teir vilja varðveita tann leiklut, ið teir eiga at hava í samfelagsskipanini. Í hesum sambandi kann verða nevnt, at tað í næstum verður lóggivið um fjølmiðlaábyrgd og um góðan fjølmiðlasið. Hvat henda lóggáva kemur merkja fyri fjølmiðlarnar er tor- ført at meta um, men vit fara at venda aftur til henda spurning seinni. Fjølmiðlarnir eru nú noyddir til at brynja seg til hesa nýggju støðu, og tað kunnu vit gera eitt nú við at ger- ast dugnaligari og betri í allar mátar. Vit mugu bøta um førleikarnar hjá okkara medarbeiðarum og vit mugu nýta meira orku til research og læra at nýta lóggávuna um innlit betri. Vit mugu síggja til, at politisk evni og politisk mál í nógv størri mun verða tikin upp til við- gerðar og til orðaskifti og lýst frá øllum síðum. Hetta er alt annað enn lætt í eini støðu, har politikkararnir einvíst vilja gera av, hvat almenningurin skal fáa at vita. Uppgávan hjá pressuni er sostatt ikki bert at kunna almenningin um faktuellar hendingar ella viðurskifti – at bera tíðindi, men at skapa og menna orðaskifti og samfelagstjak. Henda uppgáva verður ikki loyst við at samantvinna tíðindi við politisk ella persónlig sjónarmið. Nakað, ið vit tíanverri uppliva alt ov oftani. Vit eiga heldur ikki at gloyma ta týðandi uppgávu, sum fjølmiðlarnar og serliga bløðini hava sum serviceorgan tvs. kunningina um alt tað, sum dag um dag hendir í okkara samfelag. At skipa og menna føroysku fjølmiðlarnar eftir hesum prinsippum er ein stór avbjóðing. Men hetta er ein avbjóðing, sum fjøl- miðlarnir eiga at tak í størsta álvara. DAGSINS MEINING Sosialurin Fjølmiðlar í fokus VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Heri á Rógvi heri@sosialurin.fo Ingrid Bjarnastein ingrid@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Ingi Rasmussen ingi@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 225429 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Hestprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Ivan Eginsson og Heri Simonsen Tað er sera, sera undrunn- arvert og næstan átalu vert, at tú kemur til Føroya við íslendska landsliðnum. Felag títt, Chelsea, sum klæðir, føðir og gøðir teg, stríðist fyri at koma í Champions League-bólkaspælið. Og kortini velur tú at koma við landsliðnum hjá einum lítl- um landi fyri at spæla ímóti einum enn minni landi, til hvat? Ert tú ikki væl vit- andi, at tú kanst blíva skaddur í dystinum ímóti Føroyum á Tórsvølli í Havn? Ein skaði hevði merkt, at tú ikki hevði kunnað verið við í seinna kvalifikasjónsdystinum í Champions League á Stam- ford Brigde! Og tað, sum verri er: tú kanst koma at missa dystir í bólkaspæl- inum, og har við nógvan pening og nógvan bonus. Tú átti at verið klókur av gomlum skaða! Tá ið tú, sum blaðungur, hevði leikt saman við núverandi brasil- ska heimsmeistaranum: Ronaldo í álopinum hjá hollendska PSV Eindhov- en, fekst tú ein ræðuligan skaðan yviri í Írlandi í ein- um fullkomuliga týdning- arleysum U-19 landsdysti fyri Ísland. Tú vart uttan- fyri fótbólt í tvey ár, orsak- að av hesum púra óneyðuga landsliðsskaðanum, og tapti fleiri milliónir í penningi. Tú bleiv jú næstan rørslu- tarnaður… Kortini meldaði tú teg kláran til at spæla fyri Ísland aftur. Tú ert besti og ríkasti íslendski leikarin nakrantíð, og álíka- væl stillar tú upp fyri lítla land títt, sjálvt um tú kanst blíva meiddur og missa so nógvar pengar! Ert tú býtt- ur, Eiður Smári? Tann múgvandi nýggji Chelsea- eigarin, Roman Abramo- vitj, hevur óiva havt ilt eyga á tær, at tú soleiðis setir teg í vága fyri lítla Ísland við sínum bara 280.000 íbúgv- um. Tú setir høgu ensku- russisku løn tína uppá spæl! Hví ikki bara venda Íslandi bakið, einaferð og med alla? Tú vinnur einki við Íslandi álíkavæl, tú verður ongantíð heims- ella Evropameistari við teim- um. Ísland er als ikki vert, at tú skal umboða teir, teir eru heilt einfalt ikki á tín- um støði… At tú leikar við landsliði tínum, er sjálvandi tín sak, Eiður Smári. Men minst til – vit hava ávarað teg ímóti hesum. Tí at vit í Føroyum, sum onga aðrastaðni, vita væl, hvussu vandamikið og skaðiligt tað er, at leika á landsliðnum… Hví kemur tú til Føroya við Íslendska landsliðnum, Eiður Smári Guðjohnsen? Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Vit arbeiða við at gerða sáttmála við Ísland sum tel- ur 260.000 fólk viðvíkjandi teim fýra frælsunum, sum vit altíð tosað um, tá talan er um ES hesi frælsini eru sum kunnugt »frælsur handil av vørum, tænast- um, kapitali, og fólki« gevi Løgmanni rætt at hettar er týdningarmikið stig á leið- ini at økja okkara heima- marknað, og fari eg at heita á Løgmann um ikki at loyva Íslendingum at lata henda sáttmála galda fyri alt uttan fiskavørur, nú ís- lendingar fáa loyvi frá okk- um eitt nú at keypa almenn- ar fiskivinnufyritøkir, so er tað ikki annað enn rímiligt at Føroyskar fyritøkir hava somu møguleikar í Íslandi, sum Íslendskar fyritøkir fáa í Føroyum. Tá tað er av týdningi at fáa tey fýra frælsini við Ís- land, sum telur 260.000 fólk, hvussu kunnu vit so siga at vit hava ein góðan sáttmála við ES, sum skjótt telur 450 milliónir fólk, hvar tann sáttmálin einki av hesum frælsunum hevur, bert fríðan handil fyri ávís- ar vørubólkar, sum ikki metast at hótta ES virkir, grundgevingin at teir fara avstað við rávøruni heldur ikki, eftirsum ES virki keyptu uml 50.000 av rund- um fiski úr Føroyum í fjør og er hetta met, og at meginparturin av øðrum, sum fiskað var undir Før- oyum, fór sum hálvfabri- kata ella Ídnaðarvøra, so vit kunnu av røttum siga at ES virki í løtuni fara avstað við Føroysku rávøruni og Før- oyskum arbeiðsplássum, eg vóni at vit í framtíðini fara at góðtaka realitetirnir um at gerðast partur av Evropa innan alt ov leingi. Altjóða sáttmálar og altjóða frælsi Eiður Smári Guðjohnsen C M Y K 11 10