fríggjadagur 29. august 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 162 - 29. august 2003
Nr. 162 - 29. august 2003
7
Fýra kvinnur úr Norð-
oyggjum, Eydna
Dragaberg, Eghild
Poulsen, Ebba Jacob-
sen og Laura Køtlum,
hava júst, sum tær
fyrstu í Føroyum, tik-
ið eitt skeið í sokallað-
ari stólamassasju
MASSASJA
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Massasjan, sum tær fýra nú
eru farnar í holt við, kallast
stólamassasja. Hetta er ein
øðrvísi massasja enn tað,
sum ein vanliga kennir. Tí
her er talan um eina mass-
asju, har ein situr í einum
serligum stóli og verður
masseraður
um
ryggin
niður til lendarnar, nakkan
og høvdið og armarnar,
hendurnar og fingrarnar.
Hetta kvøldið, tá Sosialur-
in tosar við tær, eru tær
staddar á matstovuni Here-
ford, tí tær júst hava lokið
próvtøkuna. Tær sita og
hugna sær, meðan tær greiða
frá, hvussu alt hetta byrjaði.
Tær hoyrdu um hesa
massasjuna og teknaðu seg
so til eitt skeið, sum var her í
Føroyum í desember í fjør.
Síðani tað hava tær vant
nógv. Treytin fyri at fáa
prógvið sum stólamassøsur
eru 100 skjalprógvaðar mas-
sasjur umframt skeiði sjálvt.
Fyri at kunna luttaka á
einum tílíkum skeiði, skal
ein
kenna
musklarnar
frammanundan. Tríggjar av
teimum eru massøsar og ein
er zoneterapeutur.. Tær hava
verið á fleiri stovnum og
fyritøkum og roynt hetta.
Og tær hava ikki fingið
annað enn positiv aftursvar.
– Øllum dámar tað, sigur
Eydna, og hinar nikka
samtykkjandi.
Mitt í øllum sigur Eghild,
at nú er stólurin komin.
Hon hevur ringt eftir hon-
um, og áðrenn ein veit av,
so hava tær sett stólin upp í
gongini í Hereford, og har
verður blaðkvinnan mass-
erað. Eri ikki ein av teim-
um, sum dámar massasju
so væl, so eg hugsi við mær
sjálvari, at tað verður
torført at skriva um. Men
henda massasjan ger eitt
hvørt
annaðleiðis
við
kroppin. Ein slappar full-
komuliga av, og ilt fær ein
ikki, hóast massørurin finn-
ur trykkpunkt allastaðni á
rygginum og ørmunum.
Men ein merkir sanniliga,
hvar tey eymu støðini sita.
– Við nøkrum massasjum,
so skuldi hetta verið burtur,
sigur Laura, meðan hon
masserar. Hetta er uttan iva
ein tann besta massasjan,
sum ein kann fáa, tá ein ikki
flytur seg so nógv gjøgnum
ein arbeiðsdag. Tey, ið sita á
skrivstovu ella standa á
virkjum, høvdu havt gott av
hesum. Púra vist.
Prátið gongur dúgliga
millum tær, meðan Laura
masserar.
Slappar hon nú av? Situr
hon rætt? Og so framvegis.
Men eg merki ikki nakað
annað enn bara, hvussu
betur og betur eg verði fyri.
Eydna Dragaberg greiðir
frá, at tær serliga fara at
miða í móti at fáa fyritøkur
at veita starvsfólkum teirra
hesa tænastuna. Tí hetta er
ein flytibar tænasta, har tær
kunnu koma til fyritøkuna
við stólinum, og so kunnu
starvsfólk fáa massasjuna,
sum varðar í umleið eitt
korter.
– Hetta er ikki viðgerð í
sjálvum sær, men heldur
talan
um
fyribyrging,
leggja tær allar dent á.
Hetta slagið av massasju
hevur vundið meira og
meira upp á seg í Danmark.
Og fyritøkur hava merkt
eina munandi niðurgongd
av sjúkradøgum hjá starvs-
fólkunum. Heilt upp í 25 %
færri
sjúkradagar
hjá
summum fyritøkum.
Men tað er sjálvandi ikki
bara til fyritøkur. Einstak-
lingar kunnu eisini bíleggja
sær massasju.
– Hetta er ein massasja,
har tú verður masseraður
sum tú er - bara sitandi í
staðin fyri liggjandi. Sum tú
er, har meini eg við, at ein er
í klæðum, sigur Eydna og
leggur afturat, at tað at skula
úr klæðunum helst ofta
hevur hildið fólki aftur í at
biðja um massasju.
Eydna og hinar tríggjar
hava stórar ætlanir hesum
viðvíkjandi. Tær siga, at
um tað verður eftirspurn-
ingur aðrastaðni frá, so fara
tær at ferðast kring landið
við hesum.
Tá massasjan er av,
verður takkað fyri frá báð-
um pørtum. Tær fara upp-
aftur at fáa sær kaffi om-
aná, meðan eg fari so væl
fyri útaftur í sirmið við
tankanum um, at hesar fýra
hava við teirra skeiði ognað
sær gyltar hendur, sum utt-
an iva fara at hjálpa
mongum fólkum framyvir.
Fýra kvinnur við
gyltum hondum
Tær fýra Eghild Poulsen,
Laura Køtlum, Eydna
Dragaberg og Ebba Jacobsen
hava júst lokið skeið í
stólamassasju, sum tær fyrstu
í landinum
Tann 15. september
skipar Alzheimersfel-
agið fyri skeiði á Hot-
el Vágum. Talan er
um eitt skeið, har lut-
takararnir ogna sær
meir vitan innan
dementsjúkur, og tá
skeiðið er lokið,
kunnu tey kalla seg
dementkoordinatar
ÚTBÚGVING
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Talan er um nakað heilt
nýtt í Føroyum. Framman-
undan eru tað bert trý fólk í
landinum við hesari út-
búgvingini. Og tey tóku
hana í Danmark. Men nú
fer so at bera til fyri fyrstu
ferð at fáa hesa útbúgving-
ina í Føroyum.
Tað er Alzheimersfelag-
ið, sum hevur tikið stig til
hetta. Og tað gera tey, tí tey
meta, at tað so avgjørt er
tørvur á tí. Hóast ongi tøl
eru fyri dementsjúkum í
Føroyum, so vísa tøl í Dan-
mark eina øking í hesum
sjúkum.
– Tað er ein rúgva av
vitan um hesar sjúkurnar,
sum vit fáa við hesum
skeiðinum, sigur Randi
Absalonsen, sum er nevnd-
arlimur sum avvarðandi í
Alzheimersfelagnum.
Skeiðið byrjar sum sagt um
hálvan september, og tað
verða 15 luttakarar. Hesi
fara so eftir lokið skeið at
kunna víðariføra teirra
vitan og halda skeið fyri
øðrum innan starvsøkið.
Ein skal hava onkra út-
búgving innan heilsuverkið
fyri at kunna taka hesa
útbúgvingina. So hon kann
kallast ein yvirbygningur,
har ein ognar sær serliga
vitan innan dementsjúkur.
Skeiðið verður í trimum
modulum. Tað fyrsta í sep-
tember, síðani í desember
og so í februar komandi ár.
Síðani skulu tey skriva eina
endaliga uppgávu, og so
eru tey dementkoordinatar.
Alzheimersfelagið fegnast
um, at tað nú fer at bera til
at taka hesa útbúgvingina í
Føroyum, tí harvið slepst
undan at senda fólk til
Danmarkar.
Nýggj útbúgving innan dementsjúkur
Um hálvan september byrjar eitt skeið á hotel Vágum, sum Alzheimersfelagið skipar fyri, har
luttakararnir fyri fyrstu ferð kunnu taka eina útbúgving innan dementsjúkur í Føroyum
Av misgáum kom hendan myndin av læknamiðstøðini í Klaksvík ikki við í blaðið í gjár. Men
talan er also um ein bygning upp á knappar 700 fermetrar, sum liggur við síðuna av politi-
støðini í Klaksvík. Og fyri stuttum gjørdu Klaksvíkar kommuna og Tryggingarfelagið Føroyar
ein sáttmála um, at Tryggingarfelagið skal byggja tann norðara partin av bygninginum, sum
er áleið somu stødd, so alt í alt verður talan um ein bygning upp á knappar 1.400 fermetrar.
Læknamiðstøðin fer uttan iva at merkja ein munandi bata í umstøðunum hjá kommunu-
læknunum í Klaksvík, sum í dag halda til í hølunum, har Sjóvinnubankin húsaðist tann tíð
tað var.
– Tann allarstørsta
uppgávan hevur verið
at menna Sosialin frá
at vera eitt meira og
minni partapolitiskt
blað til at vera eitt
tíðindablað fyri allar
føroyingar. Hetta er í
dag grundarlagið
undir sjálvum
eksistensinum hjá
blaðnum, sigur Jan
Müller, sum í dag
hevur starvast í 25 á
Sosialinum
INTERVIEW
Eyðun Klakstein
Hann er kendur sum tann
ídni ábygdarblaðstjórin, og
fólk, sum starvast saman
við honum, verða ferð eftir
ferð ovfarin av hansara
ótroyttiliga arbeiðið fyri
hjartabarninum, Sosialin-
um.
Í dag eru 25 ár liðin, síð-
ani hann sum nýútbúgvin
journalistur kom í starv á
Sosialinum, og hóast hann
ikki ætlaði, at hetta skuldi
haldast, so hava fólkini
kring hann skipað fyri mót-
tøku og veitslu.
Og í dagens anledning
gera vit eina samrøðu við
ábyrgdarblaðstjóran her á
blaðnum.
Valdi journalistikkin
Jan Müller er farin um tey
fimmti árini, og helvtina av
sínum lívi hevur hann
starvast á Sosialinum. Eftir
at hann hevði tikið prógv
sum studentur í 1971, og
síðani læs á hægri læri-
stovni í bæði Danmark og í
Føroyum, fór hann á blað-
mannaskúla í Danmark.
Hann tók prógv í 1978 og
fór eftir tað beint í starv á
Sosialinum.
Hví gjørdist tú journalist-
ur?
– Tað er helst ein saman-
blanding av nógvum. Fyri
tað fyrsta tí eg eri vaksin
upp í einum heimi og um-
hvørvi við journalistikki.
Man kann siga, at eg havi
fingið tað inn við móður-
mjólkini, nú pápi mín virk-
aði sum blaðmaður alt sítt
lív fyrst á Dimmalætting og
seinni sum freelansari fyri
føroyskar og útlendskar
fjølmiðlar. Síðani man tað
stava frá mínum áhuga fyri
at skriva og einum ómett-
andi áhuga fyri øllum tí,
sum fyriferst rundum um
meg heima sum úti í stóru
verð. Eisini botnar tað helst
í mínum áhuga fyri sam-
skiftinum millum menn-
iskju.
Hvussu var tað at fara
frá starvinum sum blað-
maður til at gerast blað-
stjóri?
– Á einum so lítlum
arbeiðsplássi sum Sosial-
inum loysa fólk ofta sera
ymiskar uppgávur, og áðr-
enn eg gjørdist blaðstjóri,
hevði eg av og á onkrar
blaðstjórauppgávur, meðan
blaðstjórin kanska skrivaði
meira onkuntíð. Vit arbeiða
sum eitt team, og tí yvir-
lappa
uppgávurnar
og
størvini eitt sindur. Eg
merkti ikki nakra stóra
broyting, men kanska slapp
eg betur at arbeiða við
teimum evnunum, sum eg
hevði hug til, eftir at eg
varð blaðstjóri.
Tann størsta
avbjóðingin
Hvat hevur verið tín størsta
avbjóðing í tíðini á Sosial-
inum?
– Tað hava verið nógvar
stórar og spennandi avbjóð-
ingar á vegnum. Vit fóru frá
trimum til fimm útgávur
um vikuna í einum lopi, vit
tóku teldur í brúk, fyri
nógvum árum síðani fluttu
vit í egið blaðhús við prent-
smiðju, vit eru farin út á
internetið, vit hava gjørt
strategiskt samstarv við
aðrar fyritøkur, og vit hava
gjørt nógv við at koma út
um alt landið sum blað.
Men tann allarstørsta upp-
gávan hevur verið at menna
Sosialin frá at vera eitt
meira og minni partapolit-
iskt blað til at vera eitt tíð-
indablað fyri allar føroying-
ar. Hetta er í dag grundar-
lagið undir sjálvum eksist-
ensinum hjá Sosialinum, og
høvdu vit ikki gjørt hesa
týðandi broyting, so var
blaðið ikki til í dag.
Hvat hevur verið tann
størsti sigurin sum blað-
stjóri?
– Tað hevur verið, at vit
hava yvirlivað sum blað,
hóast
blaðdeyðin
bæði
heima og burturi hevur
gjørt enda á óteljandi bløð-
um. Og so at tað nú eru so
nógvir føroyingar, sum
hvønn dag lesa Sosialin.
Hvussu heldur tú, at tað
gongst blaðnum at halda
eina journalistiskt ópolit-
iska linju, sum málið hevur
verið í nógv ár?
– Tað kunnu onnur meta
um. Vit eru øll menniskju,
og vit eru øll drigin av
ymiskum áhugamálum og
meiningum, hóast vit vilja
vera objektiv. Tað er alla
tíðina ein menning fram
ímóti objektiviteti. Men eitt
kann eg siga fyri púra vist.
Sosialurin fer ongantíð
aftur til ta gomlu partapol-
itisku linjuna, tí er tann
vissi deyði fyri blaðið.
Hvat hevur verið tað
størsta tapið í tíðini sum
blaðstjóri?
– Tað hava sjálvandi ver-
ið nógvir trupulleikar á
vegnum, men vit hava
vunnið á teimum flestu. Eg
vil tó siga, at tað størsta
menniskjaliga tapið var, at
vit mistu fyritaksstjóran
Kristjan Dahl. Hann var eitt
fantastiskt menniskjað og
doyði alt ov ungur.
Vakin alt døgnið
Tú ert kendur sum blað-
stjórin, sum ongantíð hel-
dur frí. Eigur arbeiðið sum
journalistur ikki at vera frá
átta til fýra?
– Sjálvandi eiga journal-
istar, sum øll onnur, at hava
rímiliga arbeiðstíð, men tað
skerst ikki burtur, at vilt tú
verða ein ordiligur journal-
istur, so mást tú hava eygu
og oyru opin 24 tímar um
døgnið. Tú skalt ikki altíð
arbeiða, men tú mást vera
til reiðar at lofta søgum.
Tað hevur nógv at siga fyri
eitt blað, at tú hevur slíkar
journalistar.
Hvat heldur tú sum blað-
stjóri um journalistar?
– Eg má halda alt gott um
teir, tí teir eru ein trygd
fyri, at eg kann hava hetta
starvið. Eg haldi, at journ-
alistar bæði fyrr, nú og
framyvir hava eina sera týð-
andi uppgávu í samfelagn-
um við at upplýsa og seta
kritiskar spurningar til tað,
sum fer fram.
Størsti kappingarneytin
hjá Sosialinum á blað-
marknaðinum er Dimma-
lætting. Hvat heldur tú
Dimmu?
– Eg havi stóra virðing
fyri Dimmalætting. Blaðið
hevur 125 ár á baki, meðan
vit bara eru gott 75 ár, so
vit skulu hava virðing fyri
aldursforestanum í blað-
heiminum. Eg haldi eisini,
at Dimma hevur givið
okkum viljan til at gera eitt
gott blað. Ofta eru kapping-
arneytar fíggindar, men so-
leiðis er ikki hjá okkum. Vit
hava til dømis gjørt ein
felags prentsmiðju, og tað
má vera einstandandi í Før-
oyum, at tveir kappingar-
neytar av hesum slagnum
kunnu gera eina felags
íløgu, hóast stóru kapping-
ina, sum annars valdar mill-
um fyritøkurnar.
Hvussu leingi ætlar tú at
halda fram sum blaðstjóri?
– So leingi, sum eg orki
og fólk vilja hava meg her.
Tað er eisini umráðandi fyri
meg, at eg havi nakað at
kempa fyri, og sjálvt eftir
25 ár á Sosialinum veit eg,
at vit hava nógvar stórar
avbjóðingar fyri framman,
hóast vit eru komin sera
langt hesi árini. Eg ætli
mær ikki at gevast á hálvari
leið.
Tann ótroyttiligi blaðstjórin
Jan Müller á redaktiónini hjá Sosialinum, har hann hevur starvast í 25 ár. Hann ætlar sær ikki at gevast á hálvari leið sum blaðstjóri
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6