Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-08-29, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 29. august 2003síða 5

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 162 - 29. august 2003 Nr. 162 - 29. august 2003 9 NØVN Í VIKUNI Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 29. august. Jóhannes hálshøgdur. Dagurin hildin til minnis um, at Heródes læt Jóhannes Doyparan hálshøgga. (Matt. 14, 1-12). Samveldissáttmáli gjørdur í Bergen millum Noreg og Danmark hendan dagin í 1450. Fjórðingøld á Sosialinum Jan Müller, blaðstjóri, hev- ur seinastu fjórðingsøldina verið partur av manningini á Sosialinum, og tey allar- flestu av hesum árum hevur hann eisini stjórnað blað- num sum blaðstjóri. Seinast undirritaði hitti Jan, nú áðrenn starvsdagin, var týsdagin seinnapartin, klokkan hálvgum fýra, og hann var akkurát, sum hann plagar at vera. Eitt sindur nervøsur, slitin av hørðum arbeiði, argur um at hann ikki hevði fleiri tungur og ikki rakk meira. Adrenalin- deymurin hekk í rúminum og onkur kallar hetta stress. Ein telefon lá opin á borð- inum, ein onnur hvíldi inn at høgra oyra og so royndi hann at skjóta ein setning av og á til mín sum gest, og marknaðarleiðaran á Sosi- alinum, Jonhard Hammer, sum eg veit ikki ordiliga. Meðan vit prátaðu, raplaðu teldupostarnir inn á teld- una, og streymurin av hes- um tagnaðu ikki, fyrr enn hann reiv stykkið úr teld- uni. Men friður var ongin. So vóru tað blaðfólk, sum skulu hitta hann. Og rópini gjøgnum samtaluanleggið, stresseggjaarin nummar eitt á Sosialinum, tí nú er proppur í, allar linjur upp- tiknar, og tær á kontórinum vita ikki síni livandi ráð. Tey sum bíða í telefonini eru ótolin og halda at ongin søk kann vera meira týdn- ingarmikil enn júst teirra. Øll vilja tosa við Jan, og hann er bara føddur við ein- ari tungu, hóast hann kundi hugsað sær fleiri. Og borðið er fult av pappírum, av óloystum upp- gávum sum bíða eftir við- gerð. Úr bunkunum koma yvirskriftir, sum onkuntíð verða endurgivnar í hinum miðlunum. Størstur er bunkin við oljutíðindum. Tey eru fyri tað mesta á enskum og tørva eina køna hond, áðrenn tey gerast áhugaverdur lesnaður hjá Sosialinum. Ein bunki er við lesarabrøvum, sum ikki eru ordiliga borðbær. Okk- urt av teimum er dulnevnt, og tað sleppur, mest av gomlum vana, at liggja nakrar vikur, áðrenn tað fer í skrellispannina, tí dul- nevnd eru útihýst av Sosial- inum og eiga ongan góðan har longur. Og so liggur ein lítil bunki við brøvum frá ónøgdum lesarum og hesin er tann allar svárasti. Tí Jan er blaðstjóri, og so hatar hann stríð, og hann sleppur ikki uttan um stríð, skal hann svara aftur. Og so er tað tann bein- leiðis linjan. Tað er tann brúna telefonin, sum stend- ur eitt sindur avsíðis. Úr henni fær hann onkuntíð styrk frá positivum fólki, men sum oftast gerst hann í verri lag, tá hendan telefon- in ringir. Tað eru hansara nærmastu keldur, eini 10 fólk, vit sum hava arbeitt nógv saman við honum, vita ikki reiðiliga hvussu nógv tey eru. Tað eru hans- ara bestu keldur, men tað eru eisini hansara harðastu kritikarar. Tosar tú við Jan á kontórinum, so legg merki til hvussu eyguni flakka millum teg og brúnu tele- fonina. Hon stendur har sum ein hóttan í ein ongan- tíð kann rokna við. Hon spýtir eld, hon hevjar eirindaleyst koyrilin og onkuntíð hendir tað at hon kelar eisini. Veggirnir í skrivstovuni hjá Jan eru tann meira av- kláraði parturin av lívi hans. Her hanga myndir frá loystum uppgávum. Her sær tú eitt sindur til Globe- trottarin Jan Müller, Her hanga myndir frá ferðum úti í heimi. Ein stór er av Herman Jacobsen, sála umborð á einum ferða- skipið á Nílánni. Herman Jacobsen í arabiskum búna, sjarmerandi og prátingar- samur. Jan sæst sjálvsagt ikki, tí hann hevur tikið myndina og Karl Nolsoe, sáli, sum var ferðaleiðari á ferðin,i hevur sikkurt verið og kasta sær á vatninum, ella diskuterað við onkran eftirkomara av pyramidu- smiðjunum. Men tú hoyrir Hermann og tú hoyrir Karl og myndin gevur eisini okkum sum hyggja eina fatan av eini heitari summ- arnátt á Nilen. Hvør kundi ikki hugsað sær at verið har í slíkum selskapi. Og so eru myndir av veld- ugum jarnkonstruktiónum, sum bora seg lagt niður jørðina, niður í skallan á tí versta. Hetta eru boripallar og jomfrúdropin av olju frá hesum stendur í lítlum medisinfløskum í skriv- stovuni. Teir síggja so leski- ligur út, svartir ella brúnir, at ein hevur hug at drekka teir. Drekkast kunnu teir ikki, tí olja dugir ikki til annað enn at smyrja og brenna. Oljuprøvarnir hjá Jan bera boð um loystar uppgávur, teir bera boð um, at meira orka skal ikki nýt- ast til at leita eftir júst hes- um dropum. Men teir vekja eisini forvitni, tí munnu dropar av sama slag sum droparnir í fløskunum eis- ini finnast í okkara undir- grund í nóg stórum nøgd- um. Tað er ein spurningur sum upptekur Jan nógv. Gud viti hvat hann ger, tá hann fær svarið. Í USA verður sagt, at ein skuldi verið revsaður held- ur enn heiðraður hevur ein sitið so nógv ár í sama starvi. Eg fari at heiðra Jan og bíði við revsingini til 50 ára starvsdagurin er náddur. Er tú journalistur og tímir at skriva, so er Jan best hugsandi starvsfelagin tú kann fáa. Hann er ein ótømandi kelda til evnir. Hann hevur túsund hugskot í høvdinum altíð. Og dugir tú at solda tey góðu frá teim vánaligu, so er tú ongantíð í uppisetri við evnum at ar- beiða við sum journalistur á Sosialinum. Tær nýtist ikki at keða teg, og ger tú tað allíkavæl, so gev ikki Jan skyldina. Framúr góða tevið fyri søgum og so dirvið at ganga nýggjar leiðir eru dugnaskapirnir hjá Jan, sum hevur ført Sosialin fram til annað blaðið í før- oyska blaðheiminum. Og tá so er statt, so er lætt at fyri- geva onnur lítir, som vit øll hava at dragast við. Jan er ikki feilfríur, tað eri eg heldur ikki, og kenna tit nakran sum er tað, so væl- signaði sigið Jan frá. Eitt portrett av hesum hevði verið ein góð søga í Sosial- inum. Jústinus Leivsson Eidesgaard Leygardagin 23. august andaðist Mortan Joensen á Argjum 77 ára gamal. Mortan var føddur á Argjum 26. juli 1926, son- ur Honnu Margrethu, f. Mortensen, vanliga nevnd Hanna hjá Linu, av Argj- um, og Jacob Paula Joen- sen, vanliga nevndur Norð- skála Palli, ættaður av Norðskála. Mortan arbeiddi eina tíð í súkklusmiðjuni hjá André Andrésen, áðrenn hann fór at læra til maskinsmið hjá Wenzel Petersen í Havn. Tá hann varð útlærdur har, fór hann til Klaksvíkar á maskinskúla. Tá hann hevði tikið maskinmeist- araprógv, fór hann til Dan- markar, har hann tók víðk- að maskinmeistaraprógv. Hann sigldi sum maskin- meistari við t.d. trolar- anum Jóannesi Patursson, Smirli og Ternuni hjá don- sku sjóverjuni. Hann sigl- di við Ternuni undir Klaksvíksstríðnum í 50- unum. Síðst í 50-unum fekk hann starv sum maskin- maður á fiskavirkinum Bacalao í Havn. Í 1969 varð hann settur í starv sum bilsýnsmaður hjá Tryggingarsambandinum Føroyar. Hetta starv røkti hann, til hann legði frá sær fyri aldur. Mortan hevði stóran áhuga fyri mekanikki. Hann var servicemaður hjá Thomas Dam, har hann umvældi súkklur, knallertir og motorsúkkl- ur. Hann sat í nøkur ár í bygdaráðnum á Argjum. Honum dámdi eisini væl at fáast við seyð. Í 1953 giftist Mortan við Maritu, f. Jacobsen, úr Miðvági, dóttir Alvildu, ættað uppi við Garð úr Leirvík og Dávur Hansen, úr Kirkjarstovu í Miðvági. Hon kom sum ung til Argjar at arbeiða í handl- inum hjá Richardi Mort- ensen. Marita og Mortan fingu synirnar Hans Paula og Dan, sum báðir búgva á Argjum. Fyri umleið trim- um vikum síðan, tann 2. august 2003, kundu tey halda gullbrúdleyp í heim- inum á Argjum. Mortan Joensen deyður Svanhild Joensen 40 ára starvsdag 1. august í ár hevði Svan- hild Joensen starvast innan skúlafyrisiting í 40 ár. Svanhild er úr Havn, dóttir Annu Malenu, f. Jacobsen, ættað úr Svínoy, og Leivur Christiansen, ættaður úr Norðdepli. Hon byrjaði sum skriv- stovulærlingur hjá Ríkis- umboðnum – Føroya Skúla- stjórn – 1. august 1963, 16 ára gomul. Tá ið skúlafyri- sitingin kom á føroyskar hendur, og Landsskúlafyri- sitingin var sett á stovn við heimild í Løgtingslógini um skúlafyrisiting frá 2. oktober 1978, valdi Svan- hild at halda fram at ar- beiða í føroysku skúlafyri- sitingini, og hevur hon síð- ani starvast sum leiðari á lønarstovuni í Mentamála- ráðnum. Svanhild er gift við Ragnar C. Joensen úr Havn, sonur Helenu, f. Isaksen, úr Klaksvík, og Conrad Joensen úr Havn. Børnini eru: Malan, Tórun, Leivur og Bárður. Í dag, fríggjadagin 29. august, verður móttøka á Mentamálaráðnum, Hoy- víksvegur 72, millum kl. 14.30 og 17.00. C M Y K 9 8