Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 3. september 2003síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 165 - 3. september 2003 Nr. 165 - 3. september 2003 7 Føroya Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøð- ingar (FPS), Sinnisbati og Dansk Psykiatrifond skipaðu mánadagin fyri ráðstevnu í Norður- landahúsinum sum innleiðslu til upplýsingarátakið við psykiatribussinum, sum nú ferðast kring landið. Heili 400 fólk vóru komin saman til fyrilestrar, pallborð og orðaskifti. Eitt hæddarpunkt var, tá danski professarin í sálarfrøði, Per Schultz Jørgensen, hevði fyrilestur við heitinum, »Et barn har brug for en voksen til hver hånd« RÁÐSTEVNA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Á ráðstevnuni í Norður- landahúsinum var danski professarin í sálarfrøði, Per Schultz Jørgensen, av áhugaverdastu nøvnunum. Eitt stúgvandi fult Norður- landahús lurtaði við andakt eftir framløgu hansara við heitinum, »Et barn har brug for en voksen til hver hånd«. Álit eitt lyklaorð Danski sálarfrøðingurin byrjaði fyrilesturin at lýsa, hvørjar fortreytirnar skulu vera fyri einum góðum barndómi. Oyru áhoyrarans spílaðust út, og við hjarta- ligu og kenslubornu rødd síni hevði Per Schultz Jør- gensen orðið í síni makt. - Børn skulu fyrst og fremst hava fólk at hava álit á í bæði familju og millum vinir. Álit á fleiri persónum er ein fortreyt fyri einum góðum barndómi, vóru fyrstu og rámandi orðini hjá Per Schultz Jørgensen. Hann vísti víðari á, at við áliti verða felags normar skaptir, sum síðani føra til tryggleika og fastar karmar. Hetta gevur barninum av- bjóðandi møguleikar at lut- taka í sosiala lívinum. Uttan grundleggjandi álit á fleiri persónar er úrslitið sambært Per Schultz Jør- gensen harafturímóti ótryggleiki, ræðsla, hjálp- arloysi og atburður, sum fer út um ásett sosial mørk. Stóru regnskjólini horvin Danski sálarfrøðingurin fór síðani at lýsa samtíðina, vit liva í, og hugleiddi hann um ein broytandi og ótryggan heim. - Føstu karmarnir við fel- ags normum, virðum og siðum eru horvnir, og í ein- um samfelagi í upploysn er úrslitið veikari sosialt eftir- lit, segði danski professarin avgjørdur. Hann vísti víðari á, at við hesum eru stóru samfelags- ligu regnskjólini horvin, sum verja og hjúkla um ein. Vaksandi einstaklinga- geringin hevur elvt til, at tey veiku detta niður ímill- um, og tískil er eitt barn í dag í stórum vanda fyri sál- arligum trupulleikum. - Vandin fyri sosialari marginalisering er øktur, m.a. tí krøvini at luttaka í samfelagnum eru broytt, vóru millum niðurstøður framleggjarans. Frá materialismu til sosialisatión Í einum vælferðarsamfelagi og materiellari yvirflóð vísti Per Schultz Jørgensen á, at høvuðstrupulleikin í dag er broyttur. Fyrr var høvuðsuppgávan at tryggja eitt materielt grundarlag, tá lítið av pengum var, men í dag er trupulleikin og upp- gávan at trygga barninum sosialan tryggleika. Í hesum høpi endurgav danski sálarfrøðingurin ein fólkaskúlalærara, sum í mong ár hevur arbeitt á donskum skúla. - Samanborið við 1976 hava nógv fleiri børn upp- livað hjúnarskilnaðin. Fleiri eru í dag materielt forkel- aði, men eisini sosialt for- sømd og latin til sín sjálvs, endurgav sálarfrøðingurin danska læraran. Hann legði afturat, at tað eru ikki fleiri børn við trup- ulleikum í dag enn áður, men tey, sum hava trupul- leikar, dragast við bæði fleiri og størri. Í eini vælferðaryvirflóð er yrkisleiðin á arbeiðs- marknaðinum vorðin al- »Et barn har brug for en voksen til hver hånd« Umleið 400 fólk lurtaðu í Norðurlandahúsinum við andakt eftir danska professaranum í sálarfrøði, Per Schultz Jørgensen. - Samanborið við 1976 hava nógv fleiri børn upplivað hjúnarskilnaðin. Fleiri eru í dag materielt forkelaði, men eisini sosialt forsømd og latin til sín sjálvs, segði danski sálarfrøðingurin, sum eisini vísti á eitt veikt sosialalt eftirlit sum úrslit av einum samfelagi í upploysn Stúgvandi fult Norðurlandahús, umleið 400 fólk, vóru komin saman til ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum mánadagin, sum Sinnisbati, Føroyski Psykiatriskir Sjúkrarøktarfrøðingar (FPS) og Dansk Psykiatrifond skipaðu fyri Millum pallborðs- fólkið eftir fyrilestr- arnar var Bill Justin- ussen, landsstýris- maður í familju- og trivnaðarmálum, og var hann avgjørdur um, hvønn høvuðs- boðskap hann hevði tikið til sín. - Málið skal vera at fyribyrgja í staðin fyri at bøta um, segði Bill Justinussen RÁÐSTEVNA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Bill Justinussen var glaður um og nøgdur við tiltakið í Norðurlandahúsinum mánadagin. Hann segði seg hava lært nógv um økið, men av øllum lærdóminum hevði hann serliga bitið merki við ein høvuðs- boðskap. - Eftir mínum tykki kom ógvuliga greitt fram, hvør politikkurin á sálarfrøðiliga økinum skal vera, nevni- liga, at vit mugu fyribyrgja í staðin fyri at reparera, vísti Bill á. Við hesum skal ætlanin sambært landsstýrismann- inum vera at fáa sálarligu trupulleikarnar av vegnum, áðrenn teir fáa fastatøkur á einum mannalívi, og við hesum í huga er greitt, at ein frá byrjan av skal gera íløgur í tey, sum arbeiða við børnum og ungum. Ein útrætt hond Landsstýrismaðurin í fam- iljumálum vísir víðari á, at við psykiatribussinum fer ein spjaðing heldur enn ein sentralisering fram av evninum. - Við hesum átaki fer evnið kring alt landið, í staðin fyri at talan gerst um eina miðsavnan. Við tiltak- inum fáa tey 6-8% av børn- unum eisini hjálp, sum ongan góðan hava, og er hetta tískil ein útrætt hond frá fyrireikarunum til børn- ini, sigur Bill Justinussen. Hann leggur afturat, at hann avgjørt hevur fingið íblástur til t.d. trivnaðar- kanningar og líknandi til- tøk at fremja í framtíðini. Landsstýrismaðurin nýtir eisini høvi at takka fyri- reikarunum fyri tiltakið. - Tað er undranarvert, at einstaklingar fáa slíkt tiltak upp á beinini, sum framm- anundan arbeiða á einum so tungum og krevjandi øki, sum heilsuøkið er, og tað skulu tey hava rós fyri, sigur landsstýrismaðurin í familju- og trivnaðarmál- um, Bill Justinussen, at enda. Eftir ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum segði orðstýrarin og sálarfrøðingurin, Heri Kraagesten, at hann serliga var glaður fyri mongu og fjølbroyttu einstaklingarnar, sum vóru møttir upp RÁÐSTEVNA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Tá orð varð fingið á Hera Kragesteen eftir ráðstevn- una í Norðurlandahúsinum í gjár, viðmerkti orðstýrarin og sálarfrøðingurin, at hann serliga helt seg hava sæð einstaklingar úr sera ymiskum og fjølbroyttum samfelagsbólkum í Norður- landahúsinum. - Umframt at síggja fleiri faklærd fólk, sum arbeiða á sálarfrøðiliga økinum, helt eg meg síggja rættiliga nógvar einstaklingar, sum vóru møttir upp av persón- ligum orsøkum, og tað er avgjørt gleðiligt at síggja, segði Heri Kraagesten. Vónað varð sambært sálarfrøðinginum framm- anundan, at eisini privat- persónar av egnum einting- um komu, og hann gleddist um, at lurtaraskarin var so breiður í Norðurlandahús- inum undir fyrilestrunum. Bussurin eitt framstig Umframt sjálvt tiltakið vís- ir Heri Kragesteen á, at psykiatribussurin, sum komin er til Føroya, avgjørt verður eitt framstig fyri sál- arfrøðiliga økið í Føroyum. - Við bussinum, sum komin er úr Danmark, verða umleið 70% av næm- ingunum í fólka- og mið- námsskúlunum upplýstir um sálarfrøðiligar trupul- leikar, og er hetta við til at bróta tabu, sigur Heri Kraagesten. Spurdur, um talan verður um eitt afturvendandi tiltak við ráðstevnuni og bussin- um, er Heri avgjørdur. - Vit hava við tiltakinum og bussinum í øllum førum fingið íblástur til líknandi tiltøk sjálvi at fremja uttan hjálp úr Danmark, og á henda hátt kann væl hugs- ast, at stig verður tikið til okkurt líknandi, endar Heri Kraagesten. Oddbjørg Johansen, sjúkrarøktarfrøð- ingur, var ein av fyrireikarunum til ráðstevnuna, og var hon serliga glað um luttøkuna frá við- komandi politikarum RÁÐSTEVNA Heini í Skorini heini@sosialurin.fo Oddbjørg Johansen er ein drívmegi í áhugabólkinum FPS, sum saman við øðrum skipaði fyri tiltakinum í Norðurlandahúsinum mánadagin og sum eisini hevur fingið psykiatribuss- in til Føroya. Oddbjørg er serliga glað fyri, at politikarar, sum hava við sálarfrøðiliga økið at gera, vóru at síggja í Norðurlandahúsinum. - Tað eru jú politikar- arnir, sum kunnu taka tær stóru avgerðirnar á økin- um, og tískil var tað týdn- ingarmikið, at teir vóru við á tiltakinum, sigur fyrireik- arin. Væntaðu 150 áhoyrarar Hon vísir víðari á, at tey í fyrstu syftu høvdu væntað umleið 150 áhoyrarar, og tískil var tað sera óvæntað, at umleið 400 fólk høvdu møtt upp. - Við fjølmenta skaranum var sjón fyri søgn, at áhugi er fyri evninum, og hetta eggjar sjálvsagt at halda fram við líknandi tiltøkum í framtíðini, so vit so líðandi kunnu bróta niður fordóm- ar og tabu á sálarfrøðiliga økinum, sigur fyrireikarin Oddbjørg Johansen at enda. samt vanligari, og hetta hevur ført við sær strongd. - Vandin er størri fyri, at børn ikki fáa sosiala tørvin nøktaðan frá vaksnum, sum nýta alsamt meiri tíð í ar- beiði og minni við hús. Við fleiri mammum á arbeiðs- marknaðinum er barna- ansing vorðin ein alsamt vaksandi funktión, har ov nógv børn eru til ov fáar barnaansarar, segði Per Schultz Jørgensen. Profess- arin legði afturat, at alsamt fleiri familjur svíkja børn síni í umsorgan. - Alkoholtrupulleikar, kynslig misnýtsla, strongd, harðskapur o.s.fr. eru van- ligastu orsøkirnar til de- pressión, og barnið veksur upp uttan nakra trúgv á eitt gott lív, vísti sálarfrøðing- urin við sorgblídni á. Barnið útvalt og týdningarmikið Niðurstøða Per Schultz Jørgensen var at fáa aftur føstu karmarnir um eina trygga familjuskipan, har barnið hevur orsøk at vænta sær eitt gott lív í eini sosialari integratión, áliti og tryggleika. - Menniskjaliga, peda- gogiska og fakliga nærver- an skal umgyra eitt barn, sum skal hava fleiri álítandi vaksin kring seg. Barnið skal kunna kenna seg útvalt og týdningarmikið, og við støði í hesum idealum er støði lagt og karmarnir skaptir fyri einum fram- haldandi sterkum eintakl- ingi, sum kann yvirliva í einum sosialum vandasam- felagi, vóru millum niður- støðurnar hjá danska professaranum í sálarfrøði, Per Schultz Jørgensen. Politiskur vilji til íløgur Eftir ráðstevnuna var prát fingið við danska profess- aran, og spurdur, hvussu hesi ideal hansara skulu realiserast, vísti hann fyrst og fremst á, at politiskt signal og vilji krevst at gera íløgur í tey starvsfólk, sum arbeiða við børnum. - Um tey ideal, eg nevndi í fyrilestrinum, skulu full- førast, mugu vit skapa so góðar karmar sum gjørligt fyri tey, sum starvast mill- um børn. Sjúkrarøktar- frøðingar, pedagogar, lær- arir, sálarfrøðingar o.s.fr. mugu hava neyðuga grun- darlagið at virka á, tí hesi fólk hava størri og størri leiklut í samfelagnum, segði Per Schultz Jørgen- sen. Heitið á fyrilestrinum var eisini høvuðsboðskapur sálarfrøðingsins, sum hann í viðtaluni eftir ráðstevnuna endurtók. - Det er så vigtigt, at et barn i hvert fald har en voksen til hver hånd...! Bill Justinussen, landsstýrismaður: - Fyribyrgja heldur enn bøta um - Vit mugu satsa uppá at fyribyrgja í staðin fyri at reparera, segði Bill Justinussen, landsstýrismaður, eftir ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum mánadagin Heri Kraagesten, orðstýrari: - Breiður lurtaraskari Oddbjørg Johansen, fyrireikari: - Gott at politikarar vóru við Sálarfrøðingurin Heri Kraagesten var orðstýrari á ráðstevnuni í Norðurlandahúsinum mánadagin. - Vit hava avgjørt fingið íblástur til framhaldandi tiltøk, sigur Heri Kraagesten m.a. C M Y K 7 6