mikudagur 3. september 2003síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 165 - 3. september 2003
Nr. 165 - 3. september 2003
9
Fleiri hundrað fólk
vóru til móttøkuna
hjá ábyrgdarblað-
stjóranum á Sosial-
unum, og Jan Müller
segði seg vera tiknan
á bóli av hesum
MÓTTØKA
Eyðun Klakstein
Fríggjadagin í farnu viku
hevði Jan Müller móttøku,
nú tað vóru liðin 25 ár,
síðani hann kom í starv á
Sosialinum.
Ábyrgdarblaðstjórin,
sum hevur stýrt blaðnum í
20 ár, bjóðaði inn á Plat-
form, og tað vóru nógv,
sum tóku av. So nógv, at
blaðstjórin var ovfarin av
nógva fólkinum, sum vildi
heilsa upp á hann.
Hann vóru fólk av øllum
slagi – familja, vinir,
arbeiðsfelagar, politikarar,
vinnulívsfólk og onnur.
Brøv til leiðarar
Onkur nýttu eisini høvi at
halda røðu, og ein av teim-
um var blaðstjórin á Sosial-
inum, Eirikur Lindenskov.
Hann lýsti millum annað
framfýsni hjá Jan Müller.
– Tá Føroyar spældu fót-
bólt móti Týsklandi, setti
hann seg í samband við
sjálvan Gerhard Schröder –
vildi hava hann at kommen-
tera dystin – og nú Nelson
Mandela fylti runt, fekk
hann eisini eina heilsan frá
Sosialinum. Millum alt
annað á borðinum hjá Jan
liggja tvey brøv: Annað frá
Gerhardi Schröder og hitt
frá Nelson Mandela, sigið
so tað!
– Eg veit, at Jan ikki er
komin á mál enn. Hann ætl-
ar sær ikki at gevast, og vit
vilja heldur ikki hava hann
at gevast. Tað kundi líka
verið, um Eyðun Elltør
legði frá sær, segði Eirikur
Lindenskov skemtandi.
Blaðstjórin var ovfarin
Jan Müller saman
við familjuni
Eyðun Elttør, landsstýrismaður við oljumálum,
kom eisini umborð á Platformin
Sjónvarpsmaðurin Johnsigurd Johannesen
og teknarin Óli Petersen práta
Flemming Samuelsen heilsar upp á Jan Müller
Starvsfólk á Sosialinum: Jákup Mørk, Ingi Rasmussen,
Jonhard Hammer og Eirikur Lindenskov
NØVN Í VIKUNI
Telefon 311820 - Fax 314720 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Farmakonomar fingu prógv
Í summar 2003 fingu trígg-
ir farmakonomar prógv á
Tjaldurs Apotek í Havn og
ein á Suðuroyar Apotek.
Útbúgvingin sum farma-
konomur tekur trý ár. Ein
partur av útbúgvingini er á
apotekunum í Føroyum,
meðan skúlin er í Hillerød í
Danmark, har næmingarnir
eru sjey ferðir í tey trý
árini, útbúgvingin tekur.
Tær sum fingu prógv
sum farmakonomar vóru
Laila Haraldsen á Argjum
(Tjaldurs Apotek), Fríðunn
Jacobsen í Havn (Tjaldurs
Apotek),
Jóna
Miné
Thomsen í Havn (Tjaldurs
Apotek), og Annika Han-
sen á Tvøroyri (Suðuroyar
Apotek).
Til pápa mín,
Dagbjart Johansen
Mín elskaði pápi, nær síggi eg
teg aftur?
Tann, sum eg havi hugt upp til,
og gav ta stóru gleði frá sær.
Sálarliga, hevði ta størstu gleði,
men likamliga, ta ringastu pínu.
Tú hevði tað smílið, sum kundi
bjarga einum degi
og gav ta troyst frá tær,
sum styrkti og helt einum uppi.
Tá tíðin var ring og tung,
hevði tú títt stóra hjarta
og góða mót,
sum helt áfram við at síggja
fram til ein ljósari dag.
Á, tann undurfuli dagur verður
at møta tær aftur,
í tí Himmalska stað.
Takk fyri tey ríku minni, ið tú
gav mær.
Vit elska teg. Hvíl í friði.
Elin Dagbjartsdóttir
Mikudagin 3. sep-
tember fyllir Anna
Maria Jacobsen, Mia
á Heyggi, á Selatrað
90 ár. Foreldrini hjá
Miu vóru, Emilie og
Karl
Petersen,
á
Trøðni, á Selatrað.
Í 1937 giftist hon
við Mathias Jacobsen
(1904-1980),
hann
var sonur Suffíu og
Mathias Jacobsen, á
Heyggi á Selatrað.
Mathias var sjó-
maður í nógv ár, hann
róði eisini út í Grøn-
landi. Síðstu nógvu
árini var hann á landi
og arbeiddi sum timb-
urmaður, og hevði
hann tað mesta av
landinum sum sítt
arbeiðsøki. Ein av
teimum góðu gomlu
timburmonnunum.
Mia hevur síðan tey
giftust passað hús,
mann og børn. Eitt skifti
vaskaði hon í skúlanum á
Selatrað, til skúlin bleiv
niðurlagdur í 1969.
Mia og Mathias fingu 9
børn, tey eru: Diana, Lena,
Ásbjørn,
Tórur,
Tróndur, Grímur, Mia,
Dávur og Kári.
Børnini búgva ymsa-
staðni kring landið, og
eitt býr í Í slandi og eitt
í Norra.
Mia eigur 28 ommu-
børn og 25 langommu-
børn.
Hóast Mia hevur havt
mótgongd og síðstu
árini verið illa gongd, og
ikki kunna gingið og
runnið sum mong onn-
ur, hevur hon tó ongan-
tíð mist álitið á sín
Harra og frelsara, sum
hon tók ímóti sum ung,
og hon veit, at hon eina-
ferð skal møta Mathiasi
aftur heima í himli.
Hjartaliga tillukku við
degnum.
x
31.august
2003
fylti Hans Sunleiv
Sigurdson
Høj-
gaard 45 ár, hann
er sonur Sigurd
Paula, ið er ættað-
ur úr Rituvík og
Jolinu Højgaard,
ið er ættað úr
Norðragøtu.
16. juli 1988
giftist hann við
Annu, ið er dóttir
Martin og Dinnu
Eliasen í Fugla-
firði.
Í
1982
fekk
hann prógv sum
timburmaður, og í
1987 bygdi hann
sær hús í Runa-
vík.
Hann eigur tvær
døtur, sum eita Linda og
Silvia Maria Højgaard, og
tvær abbadøtur sum eita
Irena og Vár Mid-jord, tær
búgva í Fuglafirði.
Dagliga starvast Sunleiv
sum formaður í Føroya
Postfelag, har hann hevur
verið í fýra ár. Postmaður
hevur hann nú verið í 22 ár,
og brandmeistari í 1 ár.
Til síðsta løgtingsval
stillaði hann upp sum um-
boð fyri Javnaðarflokkin,
men ikki hesaferð slapp
hann inn um tær trongu
dyrnar í føroyskum polit-
ikki, men vónandi er hann
til dystin fús næsta val,
hann hevði uttan iva gjørt
eitt gott arbeiði.
Við øllum hesum um
oyrini skuldi man kanska
hildi, at tað ikki var nógv
tíð til yvurs, men so er ikki.
Tann tíð hann hevur til
yvurs fer heilhjartað til
familju og vinir. Er tað
nakar sum manglar eina
hjálpandi hond, so er hann
har, og alt hann ger er av
fullum hjarta.
Við hesum fáu orðum
vilja vit ynskja pápa okkara
hjartaliga tillukku við 45
ára degnum og takk fyri
farnu og komandi árini.
Heilsan Linda
og Silvia Maria
Farmakonomar sum fingu prógv í summar 2003, f.v. Laila Haraldsen, Fríðunn Jacobsen og Jóna Miné Thomsen. Annika Hansen
vantar á myndini.
Sunleiv Højgaard 45 ár
Dagurin
3. september. Seraphia. Kristin trælkvinna úr Sýriulandi, sum varð hálshøgd fyri trúar
sakir.
Mia Jacobsen 90 ár
C
M
Y
K
9
8