Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-01-17, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 17. januar 1996síða 13

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Nr. 11 — 17. JANUAR 1996 tíðindablaðið + = - ||" 13 Viðmerking Jú, vist mugu Fiskavirking og fuglfirðingar óttast Eg má síga. at eg hvakk við tá ið eg í Degi og Viku hoyrdi Signar á Brúnni síga, at nú skulu hann og Tjóð veldisflokkurin syr gja fyr í at ein møgulig eykajåttan til frystan fisk fær undir tøku å tingi Tad er heilt ótrúligt, sum tað politiskt ber til at snar a ellum. Tí í staðin fyri at Signar sigur sum er, at hann var við til at lækka játtanina til frystan fisk úr 18 mió niður í 9 mi6., so loypur hann á Fólkaflokkin og sig ur, at tað fer at undra hann stórliga, um Fólkaflokkurin ikki vil taka undir vid hes um og ætlar at atkvøda í móti tí Veruleikin er, at Signar at kveddi ímóti uppskoti Fólkafloksins til fíggjarlóg, sum hevði havt við sær, at játtanin til frystan fisk framhaldandi hevði verið 18 mió. kr. Og tað var tjóð veldismaðurin Finnbogi Ísakson, saman við sam gonguni og Tordi Niclasen og Finnboga Arge, ið var forsprákari fyri at skera stuðulin niður í helvt. Og hesum atkveddi Signar eis ini fyri, hóast vit ávaraðu ímóti tí! Tjóðveldisflokkurin var Lesarabrøv vid til at samtykkja figgjar lógina hjá samgonguni og hevur saman við henni á byrgdina av, at tann al menni sektorurin bara verður sterri í 1996 enn í 1995, og at tað sindrið av stuðuli, ið vinnulívið hevur fingið, er minkað niður í nærum einki. Játtaninar eru fluttar frá vinnulívin um til almenna nýtslu! Signar á Brúnni og hans ara flokkur atkvøddu eisini ímóti, tå ið Fólkaflokkurin bæði undir 2. og 3. viðgerð royndi at fáa tingið at játta framhaldandi ílegustuðu! til tey elstu skipini, bæði stállínuskip og trolarar, og somuleiðis atkvøddu teir ímóti, tá ið vit royndu at fáa teir at lata vera við at lækka ílegustuðulin til alivinn una! Ótrúligt, at Signar í út varpinum skal fáa vent øll um á hevdið! Men eg sigi bara fyri meg: eg kvíði fyr i at Tjóðveldisflokkurin verður nekur borgan fyri at hjálpa vinnulivinum! Og eg skilji væl teir, sum óttast! Fuglafjørdur, 11. jan. 95 Jógvan á Lakjuni løgtingsmadur »Vit tiga ikki longur« Sat og bladadi i avisum frå november, sum eg hevdi fingið sendandi. Í Sosial- inum nr. 224 frá 22.11.95, stóð grein við omanfyri- nevndu yvirskrift. — Nógv sítat, úr Bíbliuni m.a. - Ég ætli mær ikki at viðgera nakað av hesum sitatum, tað er helst burturspilt Men - eg hugsaði, um nú sonur mín t.d. vrakaði unn- ustu sína og fór at fjeppast uppi í einum av vinmonn unum í staðin, hvat hevði eg sagt. - Ja, eg hevði helst ikki sagt so nógv — tí hvat skal ein síga, ein veit jú, at tað finnast avvíkjarar, men eg hevði verið ógvuliga keddur og tað veit eg, at mamman, systkin, omman og øll familjan eisini høvdu verid Tad er sjålvandi ikki rætt at forfylgja teimum, sum eru eðrvísi Men tað er heldur ikki rætt at gera tað ónatúrliga natúrligt Hvat er natúrligt? Ertað t.d. natúrligt, at ein tarvur fjeppast uppí í ein- um eðrum tarvi? Ein frens- ur uppi í einum eðrum frensi? Ein greðingur uppi í einum ødrum gredingi? Ein veðrur uppi í einum eðrum veðri? o.s.fr Eg haldi ikki! Teir høvdu allir valt åvikavist kúnna, kettuna, ryssuna, ærina o.s.fr. Tí hvussu skuldi antin annars- nerast??? Men - tað er naturligt, at tað eru frávik í náttúruni, bæði í djóraverðini og okk- ara millum. Um tað er ein sjúka ella ikki at vera sam- kyntur, tað dugi eg íkki at svara uppá - men — tað virkar uppá okkum sum „halda“ okkum vera nor- mal (natúrlig), samb. om- anfyri, at vera sjúkligt. Tað er kanska synd at seta tað uppá prent her, men eg haldi álíkavæl, at tað má gerast, soleiðis, at tann sum tíverri víkir frá, í umredda feri, veit hvar hann stend- ur. Nú kann eg betri úttale meg fyri kallkynið. - Mann- fólkið yvirhevur vamlast við, at annað mannfólk „krámar“ uppi á einum! Mótsett um tað er ein kvinna, har tað fer sum eld ur í gøgnum bæði likam og sál! Hetta er ein beiskur veru leiki, sum tann samkynti eigur at vita. Hetta er íkki skrivað fyri at klikkja niður á nakran, ella at koyra nakr- an longur út í kuldan, men — fyri at vit ikki skulu gera tað ónatúrliga natúr- ligt. Eisini haldi eg, at vit skulu fyribyrgja, at ung, sum meguliga eru í iva um seg sjálvan, hvar tey hoyra heima kynsliga, at tey velja skeivt, orsakað av „misin- formatión“ Míni ráð til „frávíkjarar“ eru: Brestið ikki ov nógv við hurðunum, nýtið heldur friðin, tí vit mugu liva við, at tað eru nøkur sum eru oðrvísi, og vit skulu jú øll vera her Gott nýggjár Lummafilosoffurin Viðmerking til málkjakið Eg tosi við rættiliga mong ferðafólk á hverjum ári, og flestu teirra hava á munni, hvussu stóra virð ing tey hava fyri málkunn leikanum her á landi. Líka mikið, hvar í Feroyum tey hava ferðast, er altíð onkur ið skilur teirra mál, tað ver- ið seg danskt, norskt svenskt, íslendskt, enskt, tyskt, franskt og so mikið sum hollendskt. Ég eri púra samd við teimum. So vítt eg veit, eru vit tey, ið læra flest fremmandamál í skúl anum. Øll við målsligum studentsprógvi hava lært 5 mál umframt latín. Við at læra latín, lata dyrnar seg upp til ell „fremmanda orðini“ ið floyma inn yvir okkum dagliga, og tey flestu hava lætt við at læra at skilja tey Bretar læra bert enskt í barnaskúlanum. ikki fyrr enn teir fara á hægri læru stovn, læra teir antin franskt ella t.d. týskt. Ofta hava teir á munni, hvussu heppin vit eru í mun til teir, ið eftir teirra metan eru eftirbátar á målsliga ekin- um Vansin við at byrja at stavseta fremmandaorðini á føroyskum frá barnsbeini av kann so seinni verða at- voldin til, at tað gerst trup- ult at skilja millum tey ym- isku fremmandu málini. Eg ivist ikki í, at rættast er at varðveita upprunastavi- háttin til ell tey ymisku fremmandaorðini. Byrja vit at pilka við stavsetingina er skjótt hjá einum barni at venja seg vid føroyska stavi håttin, og tess vegna kann tað gerast sera trupult at læra t.d. enska ella latínska stavihåttin seinni Feroyskt kunnu vit ong- antíð læra nóg væl. Fremsta uppgávan hjá feroyingin um må vera at læra sítt egna mál til lítar; og eg haldi ikki, at vit nakrantfå kunnu siga, at nú duga vit føroyskt nóg væl. Alt mesn- ið, um at øll „nýgjerd“ før oysk orð eru av íslendskum uppruna, fær meg at seta ein spurning: Hvussu mong her á landi munnu hava eina norrøna orðabók standandi á hillini ímillum allar tær útlendsku? Eg havi eina standandi, og eg ivist ikki í, at henda er mest nýtta orðabókin her í húsinum. Ein stóran fyri- mun hevur norrøna orða- bókin - har finni eg tey flestu „nýgjardu“ „ís lendsku-feroysku“ orðini! Keypið hana, lesið hana, áðrenn tit aftur havasi at okkara máli — eg ivist ikki í, at tey flestu verða ovfarin yvir ell tey „foroysku“ orð- ini, tey kunnu finna í henni Eg vóni, at Feroya Fróð- skaparsetur í allari framtíð fer at hava málvinir, ið eins og nú standa á varðhaldi, hverja ferð eitt fremmanda- orð spekir í føroyskum, og eins kvikliga og nú, royna at geva tí eina „feroyska“ (norrena) týðing, tí bert við málreinsan kunnu vit halda fram við at tosa føroyskt Kæru målvinir — brótið upp um armar og farið til verka, ið staðin fyri at klandrast. Nógv liggur á láni og bíðar eftir tykkara evnum til umseting. Hvussu hevði verið at fingið eina orðabók í t.d. lívfreði og nåttårufrødi ella orðað eðrvísi — hver kennir munin á náttarfir- valdi, heygsmanni, huldu ella mottu 0.s.fr Marita Siglinga radioprogv - síðsta freist - Navigatørar og fjarritarar Sidan GMDSS (Global Maritime Distress and Safe ty System) bleiv sett å stovn, hava navigatørar og fjarritarar, sum frammanundan hevdu algilt radio- prógv (generelt radiocertifikat) ella fjarr itaraprógv havt høvi til at útvega sær tað stóra GMDSS-radio prógvið (GOC) vid at far a á 8 daga ískoytisskeið á sjómansskúlanum og síðan til próvteku Tann 1. februar 1997 fellur hesin meguleiki burt ur Eftir hendan dag skulu áður nevndu, sjålvt um teir frammanundan hav a radioprógv, gjøgnum eitt vittfevnandi og kravmikið 3. vikurs skeið á sjó- mansskúlanum Síðan verður farið undir skrivliga og munnliga próvtoku Tó kunnu fólk, ið hava algilt radioprógv ella fjar - * ritaraprógyv, i ár (1996) og til 1. febr uar 1997, koma undir gomlu skipanina við ísko ytisroynd. Henda skipan verður mett at vera stytsti vegurin til GMDSS-prógv. og munandi ódýrari fyri skeiðlut- takaran Nærri fæst at vita við at venda sær til Radioeftirlitið Tlf. 18335 - 87335 - 84335 Føroya Sjåmansskuli Tlf. 11749 Klaksvikar Sjómanskúl 2 Starvsfólk Søkt verður eftir hjálparfólki til Fiski- rannsóknarstovuna. Arbeiðið er at savna og viðgera tilfar í sambandi við fiskirannsóknir og aðrar kanningar. Roknast kann við nakað av sigling við Magnus Heinason og oðrum skipum. Umsøkjarar við útbúgving sum fiski- vinnutøkningur, skipsførari ella tilsvar- andi hava fyrimun tå starvið skal set- ast. Arbeiðstreytir og løn verður eftir avtalu millum Føroya Landsstyri og Starvs- mannafelagið. Umsóknir við avritum av pråvskjølum og frágreiðing um arbeiðsroyndir skulu sendast Fiskirannsóknarstovuni innan 1. februar 1996 Fiskirannsóknar- stovan Box 3051 - Nóatún - 110 Tórshavn Blindastovnur Føroya hevur opið måndag-friggjadag kl. 9-16. Telefon 18222. Suduroyar Sunnara Læknadømi Frá 17. januar til 23. februar arbeiðir Richard Løvstrøm sum kommunu- lækni i Vågi. Hann hittist å tlf. 73844. Kommunulæknin