hósdagur 18. mai 2000síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 95 - 18. mai 2000
22
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 95 - 18. mai 2000
Viðmerking:
Við stórum svørtum bók-
stavum skrivar Dimmalætt-
ing, 28. januar 2000, at nú
er klárt at bora. Øll andlitini
á teimum 32 løgtingsmonn-
unum strálaðu av gleði og
dummheit, nú gjønt ljós er
givið til at knúsa alt sjálv-
stýri og búskap í Føroyum.
Tað harmar meg at hava
sæð, øll hesi mongu ár, ið
runnin eru, síðan eg valdi
loysing í 1946, hvussu allir
flokkar á tingi hava kappast
um at skuldarbinda Føroyar.
Undirsjóvartunlarnir
eru
besta prógvið um hvussu
líkasælt alt løgtingið er,
eingin undantikin. Koma
undirsjóvartunlarnir, sum
vinnumálaráðharrin leggur
upp til, at kosta í forhold til
hvat Gardemoen kostaði
norska fólkinum, so vil bara
vágatunnilin kosta føroyskt
skattaborgaranum minst 2,4
milliardir og tað er mest trú-
ligt at so verður.
Luksus og eitt stórt
pengaforbrúk vil altíð elva
til vanlukkur og tað er tað,
ið vinnumálaráðharrin legg-
ur upp til. Ruinin í Leynum,
sum okkara politikarir vóru
pápar til, tá Føroyar fóru á
húsagang, sigst at hava
kosta okkum skattaborgar-
um 50 milliónir. So kann
forstandi siga einum og
hvørjum, hvussu nógv rest-
in, sum vinnumálaráðharrin
borðreiðir við, vil koma at
kosta.
Vóru kommunurnar í
Vágum og Klaksvík fíggj-
arliga sterkar, við einum
fólkagrundarlagið, sum ikki
var nógv undir 20.000 hvør
kommunan, so kundu tær
verði við til at fíggja ein part
av
undirsjóvartunlinum,
men so er ikki. Tær allar-
flestu kommunurnar í Før-
oyum, eru skuldarbundnar,
eisini tær í Vágum og
Klaksvík og tað eru tær
sum, uttan at kenna búskap-
arligu fylgjurnar, rópa harð-
ast upp um at fáa undirsjóv-
artunlar. Tingmanningin í
Vágum og Klaksvík, hava í
langar tíðir lametera sum
býttlingar fyri at fáa yvir-
talað samgongu og and-
støðu til at verða við í einari
verkætlan,
sum
hvørki
fólkagrundarlag ella fíggj-
arliga orku hevur. Pening-
urin, sum bæði undanfarna
og sitandi landstýri í áravís
hevur knossast við at fingið
til vega, sigst at verða kom-
ið upp á 160 milliónir. Tá
tær 160 milliónirnar eru
uppbrúktar, hvat so? Vinnu-
málaráðharrin hevur fyri
langt síðani avdúka, hvussu
lítið skil hann hevur fyri
búskapið, tá hann fær seg
til, av fullum álvara, at
mæla til at fáa gjørt ein
undirsjóvartunnil, sum skal
ganga frá Toftum í Eystur-
oynni til Hvítanes á Streym-
oynni. Øll framskygd fólk
síggja at tørvur verður á
tveimum flogvøllum og um
tit vilja skattaborgaranum
væl, droppa tit øllum tonk-
um um gerð av undirsjóvar-
tunlum. Brúki heldur pen-
ingin til nýggjan flogvøll
ella til at fáa uttanlanda-
skuldina niður um tær 4-5
milliardir, sum hon sigst at
verða á.
Í kvøld, 18. apríl hoyrdi
eg at fígging til vágatunn-
ilin var fingin til vega. Tað
hevði verið áhugavert hjá
okkum skattaborgarum at
sæð í bløðunum, hvussu
tann fíggingin sær út. Eitt
vita vit, við hundrað pro-
sents sikkurheit, at tað verða
ikki bummpengarnir, ið
koma at gjalda undirsjóvar-
tunnilin aftur, tí fólkagrund-
arlagið er ikki til staðar.
Tað skulu túsundtals ak-
før um dagin til at niður-
gjalda so stóra íløgu, sum
ein tunnil um Vestmanna-
sund kemur at vera. Eisini
hoyrdist sama kvøldið, at
fólk skuldi vera rædd fyri
fullveldinum. Í mínari verð
tykist tað ótrúligt, líka ótrú-
ligt sum tað, ið hoyrist dag-
liga, at uttan milliardina frá
Danmark er okkum ikki lív
lagað. Allan handa sangin
kunnu teir billa inn í smá-
børn og ikki inn í vaksin
fólk, nú vit eru inni í ár tvey-
túsund. Líknandi sangur
hoyrdist nógv av í 30‘unum
tá eg varð ungur, at um ikki
Danmark forbarmaði seg
yvir okkum við at keypa vín
og frukt fyri tann fiskin, ið
vit
seldu
til
miðalhavslondini, so sótu
vit køld og svong. Tann,
sum trýr at danir lata okkum
eina milliard av kærleika til
Føroyar, er ógvuliga blá-
oygdur. Í 1918 taka íslend-
ingar fullveldi, tað vil siga
so mikið, at vit føroyingar
standa 82 ár aftan fyri ísl-
endingar, tað skal ikki vera
nógv skeivt, at so er.
Eg kom at kenna Ísland
ógvuliga væl, bæði fyri,
undir og eftir kríggið. Ísland
hevur ment seg ár eftir ári,
alla tað tíð eg havi kent
landið og síðan teir slitu seg
leysar frá Danmark, er tað
vorðið eitt av heimsins mest
framkomnu londum. Tað er
nógv fyri, man eigur sítt hús
og heim, men landið hevur
sambands- og javnaðar-
flokkurin latið staðið opið
fyri dønum at hagreitt, sum
teimum lystir. Hava danir
hug at selja Føroyar, líkn-
andi sum 1917 tá danir
seldu Vestindisku Oyggj-
arnar til USA, ja, so góð-
tekur Sambandið og javnað-
arflokkurin eisini tað, uttan
at blunka.
Nú eru smá 54 ár liðin,
síðan eg valdi loysing, 14.
september 1946. Eftir hógvi
stríð og klandur av tí sendi-
nevnd, ið fór til Danmarkar
eftir kríggið í 1945, gjørdust
danir troyttir av at hava før-
oyingar gangandi malandi á
Kristiansborg, sum ótangar.
Danir settu tí eitt greitt
uppskot at taka støðu til,
soljóðandi: ynskja tygum
loysing ella stjørnarupp-
skoti. Úrslitið bleiv klárt,
loysingin vann valið, við
5638 atkvøðum og stjørn-
aruppskotið fall við 5454
atkvøðum. Hetta úrslit toldi
hvørki sambandið ella javn-
aðarflokkurin, ei heldur
danir. Nú fer svikarmyllan
í gongd, vælmannað av
Tvøroyra-, javnaðar og
sambandspolitikarum, við
hjálp frá dønum. Orlogs-
skipið Thetis fekk í skundi
ordra at sigla til Føroya, at
niðurberja okkum loysing-
arfólk. Kristian kongur, ið
lá á deyðastrá, hálvur í ør-
viti bleiv eisini brúktur til
at niðurberja føroyingar til
tað lógliga val, sum danir
sjálvir høvdu biðið føroy-
ingar taka støðu til 14. sept-
Tann stóri legði fót fyri hin lítla
ember 1946.
Frá apríl 1940 til mei í
1945 var alt samband mill-
um Føroyar og Danmark
slitið og hóast føroya løg-
ting ikki hevði fult harra-
dømi á tí enska valutainum,
sum tey føroysku skipini
forvunnu við at selja fisk á
tí bretska marknaðinum,
fingu teir nokk til at vit so
spakuliga sluppu burtur úr
tí vesaladómi, sum vit
høvdu verið bundnir til í
hundradavís av árum, har
danir einsamallir høvdu
havt ræði í Føroyum. Fyrst
tá kom ferð á búskapin,
sum hvørki fyri ella eftir
tða, hevu blóma sum tað
tíðina bondini millum Før-
oyar og Danmark vóru slit-
in. Tað kann sláast fast við
sjeytumma seymi. Minnist
eg rætt, áttu vit 80 milliónir
í bretskum bankum í 1945,
skuld var eingin.
Fimmhálvtrýss ár seinni
hava vit skuldarbundi Før-
oyar til at gjalda 323 milli-
ónir árliga, í eitt tjúguára
tíðarskeið, til tann danska
statskassan og eina skuld
hangandi yvir okkara heys-
ar uppá 4-5 milliardir, ja
soleiðis hava hesi 54 árini
roynst, meðan danir og
sambandið við javnaðar-
flokkinum á odda hava ar-
beitt sum úlvar á skóg ímóti
fólkaviljanum 14. septemb-
er 1946. Er tað ikki upp á
tíðina at fólkaviljin 14. sept-
ember 1946 verður til veru-
leika í ár 2000, áðrenn nøk-
ur onnur fólkaatkvøða verð-
ur send út til fólkið.
Eg kann minnast eldri
fólk, sum nú hvíla undir
grønu torvu, hvussu ótrygg
tey vóru, nú kríggið fór at
halla í 1945. Við tí politikki,
ið sambandið og javnaðar-
flokkurin høvdu ført øll
krígsárini, føldi eg meg
nógv tryggari tað tíðina eg
sigldi vandasjógv undir
krígnum, enn við at lata
framtíðarstøðu Føroya upp
í hendurnar á Sambandinum
og javnaðarflokkinum. Tað
er eisini prógva at hesi 55
árini eftir kríggið, tá bond-
ini millum Føroyar og Dan-
mark vóru knýtt saman,
hava verið sera dýr fyri okk-
um føroyingar. Eg eri vísur
í, at um forholdið Danmari–
Føroyar bleiv hegnisliga
lagt fyri ein altjóða rætt, so
varð tað Danmark, sum
hevði staðið sum tapari, við
at hava verið tann stóri, ið
spenti beint fyri tí lítla, sum
vann frælsi 14. september
1946.
Mass Andrias Fitjar
Vestmanna 14. mei 2000
Hefti við yvirliti yvir villar plantur funnar í Føroyum
Nú summarið nærkast og
vit øll gleða okkum til túr-
ar úti í náttúruni, gevur
Føroya Náttúrugripasavn
út nýggjan plantulista, ið
skuldi verið ein góð hjálp
hjá øllum, ið ætla sær at
hyggja eftir villum plant-
um í summar.
Anna Maria Fosaa,
plantufrøðingur á plantu-
deildini á Náttúrugripa-
savninum, hevur skrivað
yvirlitið. Yvirlitið byggir
á innsavningar á savni-
num.
Í yvirlitinum fær lesarin
nakað at vita um uppruna,
títtleika, hædd og út-
breiðslu fyri hvørja ein-
staka plantu. Aftast í yv-
irlitinum er eitt Føroya-
kort, og á hesum korti-
num sæst, at landið er býtt
í 31 økir. Um ætlanin er
at fara ein ávísan túr í
summar, kann ein hyggja
í yvirlitið og skjótt fáa at
vita, hvørjar plantur vaksa
í júst tí økinum, har leiðin
gongur. Yvirlitið finst eis-
ini á heimasíðuni hjá
Náttúrugripasavninum
www.ngs.fo. Á heimasíð-
uni er møguleiki fyri at
trýsta á eitt ávíst øki og
síðan fáa ein lista yvir
planturnar í økinum.
Heftið er 11x15 cm til
støddar, hevur 25 blað-
síður og finst eisini í eini
ensk/ danskari útgávu.
Kostnaðurin er kr. 25,-.
Góðan lestrarhug! Koyr
yvirlitið í lumman og
góðan túr!
Villar plantur
í Føroyum
Mong eru tey, sum nú
spyrja, hvussu tað man fara
at ganga at skipa Føroyar
sum eitt fullvalda ríki.
Nú er ivin ikki so nógv
um, hvørt tað fer at bera til
at fáa ein sáttmála í lag við
Danmark. Heldur verður
hildið, at tað kann hugsast,
at hesin sáttmáli fer at vera
so vánaligur, at hann fellur
til fólkaatkvøðuna.
Lítil orsøk er til at frykta
fyri hesum.
Í 1946 sýndu vit øllum
heiminum, at tá okkum stóð
í boði at taka skilnað við
Danmark her og nú uttan
tillagingartíð og tilsøgn um
ein sáttmála um samstarv,
so tóku vit av. Hetta svarar
til at fáa eitt tilboð um at
leypa út av 10-metur vipp-
uni uttan at hava nakra vissu
fyri, at vatn er í hylinum.
Tá vístu føroyingar seg sum
menn og tóku av hesi av-
bjóðing.
Politisku eygleiðararnir
vóru púra paff av at føroy-
ingarnir vóru so óttaleysir.
Líka síðan Stauning í 1930
kom við uppskotinum um
fólkaatkvøðu, har føroying-
ar skuldu taka støðu til um
teir vildu vera hjá ella frá
Danmark, hevði Jóannes
bóndi kravt at tað fyrst
skuldi gerast ein sáttmáli,
har við heilt greitt fingu at
vita treytirnar fyri at fara frá
Danmark. Av tí at stjórnin
hjá Knud Kristensen í 1946
ikki vildi gera ein slíkan
sáttmála, var ætlanin hjá
stjórnini at loysingin skuldi
standa
sum
tað
stóra
skrímslið, og allíkavæl
valdu føroyingar loysing-
ina.
Men nú er støðan júst
tann, sum Jóannes bóndi í
1930 kravdi at hon skuldi
vera. Vit fáa eina semju við
donsku stjórnina, har øll iv-
amál eru komin upp á pláss.
Vit koma heilt greitt at
síggja, hvørjar treytirnar
verða um vit gerast eitt full-
valda ríki.
Eitt sum higartil er komið
lítið fram, er tað, at vit sjálv-
andi eisini mugu fáa at vita,
hvussu treytir okkara verða,
um so er at vit vraka sátt-
málauppskotið. Kunnu vit
so rokna við, at vit í allar
ævir skulu hava ta skipan,
sum vit nú hava?
Hetta er ikki serliga sann-
líkt.
Bert fyri at taka ein part
av hesum máli.
Nú sigur danska stjórnin,
at vit kunnu vera blokkin
fyri uttan eftir fýra árum um
so er at vit gerast eitt sjálv-
støðugt ríki. Próvførsluna
fyri hesum skal stjórnin
leggja fram á fundinum tann
15. juni.
Men um so er, at stjórnin
prógvar, at vit kunnu fáa ein
burðardyggan búskap eftir
fýra árum um so er, at vit
gerast eitt fullvalda ríki, so
má hon eisini svara hesum
spurningi: Hvussu skjótt
kunnu vit so vera blokkin
fyri uttan um so er at vit
ikki eru eitt fullvalda ríki?
Um so er, at tað er betri
fyri búskap okkara at vera
saman við Danmark enn at
fara frá tí, so átti búskapur
okkara sjálvsagt at kunna
gjørst burðardyggur skjótari
um støða okkara er óbroytt.
Eingin orsøk er hjá donsku
skattgjaldararnum at gjalda
skatt sum fer til ónyttu, og
kunnu Føroyar betri klára
seg sjálvar saman við Dan-
mark enn sum fullveldi, so
má blokkurin kunna skerast
niður á 0 eftir tveimum ella
trimum árum um vit heldur
vilja vera saman við Dan-
mark.
Er tað hin vegin soleiðis,
at tað ikki er eins gott fyri
búskap okkara at vera sam-
an við Danmark sum at vera
eitt sjálvstøðugt ríki, so má
niðurskurðurin í blokkinum
vera yvir eitt longri tíðar-
skeið um so er at vit ikki
fara frá Danmark.
Men sigur danska stórnin
hetta síðsta, so setur hon
harvið eisini tøl á, hvussu
nógv betri tað hevði verið
fyri búskapin í Føroyum at
vit gjørdust eitt sjálvstøðugt
ríki.
Áhugavert hevði verið at
sæð hetta roknistykkið!
Fá munnu tey vera, sum
ivast í hvat ið føroyingar
fara at atkvøða tá hesir upp-
lýsingar liggja á borðinum.
Einki er tí at óttast fyri,
at tann sáttmáli, sum gjørd-
ur verður millum føroyaska
landsstýrið
og
donsku
stjórnina, ikki verður sam-
tyktur av føroysku veljaru-
num.
Zakarias Wang
Hvussu væl loysir fullveldið seg?
Viðmerking:
Kórstevnan 2000 stendur fyri durum
Fjølbroytt
kórkonsert á
Kambsdali
Leygarkvøldið 20. mei kl
19:30 verður høvi hjá
eysturoyingum at hoyra
nógvan ymiskankórsang.
Tá fara tey trý kórini
Leirvíkar Gentukór, Fel-
agskórið Gøta/Leirvík
og Fuglafjarðar Manskór
at hava konsert saman í
Studentaskúlanum
á
Kambsdali.
Leirvíkar Gentukór,
sum er sett saman av
ungum evnaríkum gent-
um, fer at syngja ymiskar
fjølbroyttar sangir - alt
frá ABBA til vanligar
føroyskar summarsangir.
Felagskórið Gøta/Leir-
vík hevur eftir hondini
nøkur ár á baki. Kórið
hevur sangarar úr ymsum
bygdum í Eysturoynni,
og Eivør Pálsdóttir er sol-
istur í kórinum. Leygar-
kvøldið fer kórið at fram-
føra sangir eftir Paul Mc-
Cartney, Richard Rod-
gers o.o.
Ikki eru manskórini í
Føroyum so nógv í tali,
men í Fugalfirði hava teir
so eitt. Teir fara leygar-
kvøldið at lata sínar
málmklingandi
røddir
ljóða. Sungnir verða
bæði føroyskir og út-
lendskir sangir. Kórini
fara eisini at syngja okk-
urt verkið saman.
Leirvíkar Gentukór
Felagskórið Gøta/Leivík
Fuglafjarðar Manskór
Á stóru kórstevnuni fyri
trimum árum síðan, sum
hevði heitið “Kórstevnur
Føroya tríati ár” varð av-
gjørt, at “Kórstevnan 2000”
skuldi verða næsta stevnan
í høvuðsstaðnum, her sum
hetta árliga kórstevnuhald
byrjaði í 1967. Stevnan
byrjar mikukvøldið 31. mai
og endar við konsert og
veitsluhaldi leygardagin 3.
juni.
Tað hevur kanska verið
hildið, at stevnurnar úti um
landið eru festligari, av tí at
kórsangararnir tá búgva á
skúlum og tí eru saman alt
stevnuhaldið; men í ár kann
Havnin bjóða somu um-
støður, við tað at Eystur-
skúlin verður karmur um
kórstevnuna bæði til sam-
sang og til bústað.
Fyri at geva kórstevnuni
nú við túsundáraskiftið eitt
breiðari innihald verða tað
í ár tveir høvuðskórleiðarar.
John Høybye er gitin um
øll Norðurlond og eisini utt-
an fyri fyri sítt kórarbeiði
og er eisini vælkendur tón-
listamaður her í landinum.
John hevur fleiri ferðir áður
havt okkara kórstevnur um
hendur og hevur annars havt
sera gott samarbeiði við sín
góða vin Frits Johannesen í
Fuglafirði og hansara leg-
endariska gentukór.
John Høybye hevur í ár
sum aðalverk kosið sær
gitna kór- og orkesturverkið
Sacred Concert, t.e. Heilag
konsert, eftir jazzhøvdingin
Duke Ellington. Í hesari út-
gávuni av verkinum, sum
John sjálvur saman við
kenda danska tónlistamann-
inum Peder Pedersen hevur
lagt til rættis, hevur kórið
ein serligan leikleilut, men
verður annars eisini sum
upprunaliga framført saman
við sopransolisti og stór-
bandi.
Solo fer svenska jazz-
sangarinnan Eleanora Jo-
hansson at syngja, og ork-
esturspælinum tekur før-
oyski úrvalsbólkurin JAS-
PIS sær av.
Við sínum kóri TRITON-
US, sum eisini verður við á
kórstevnuni, hevur John
Høybye framført hetta verk
bæði í USA og úti í Europa.
Hin
høvuðskórleiðarin
verður norska Tone Bianca
Dahl. Tone er kend bæði í
Noregi og í norðurlendska
kórheiminum eitt nú í sam-
bandi við regluligu kór-
stevnurnar “Nordklang”.
Tone er lærari í kórleiðslu
og
musikkteoretiskum
greinum á Østlandets Mus-
ikkhøyskole, t.e. konserva-
toriinum í Oslo, og hevur
sjálv fleiri kór um hendur.
Kendast av hesum man
manskórið Den norske
Studentersangforening
vera.
Á hesari síni fyrstu Før-
oyavitjan fer Tone B. Dahl
at arbeiða við norskum kór-
tónleiki. Millum annað
sleppa kórsangararnir undir
hennara hondum at uppliva
slíkar perlur sum “Ved Ron-
dane” og “Våren” eftir
norska tjóðarkomponistin
fram um allar Edvard Grieg.
Upprunaliga var ætlanin,
at Tone og John skuldu ar-
beiða hvør sær við sínari
helvt av stevnuluttakaru-
num; men nú verður hildið,
at hugnaligari er við einum
felagskóri, soleiðis at sang-
ararnir fáa høvi til at uppliva
báðar kórleiðararnar og tað,
sum tey hava at bjóða.
Limakórini í Kórsambandi
Føroya hava øll fingið frá-
boðan um og innbjóðing til
stevnuna; men kórstevnan
stendur eisini sangarum
uttankóra í boði. Fólk
skulu bara flyta luttøku-
gjaldið upp á 400 kr., sum
eisini fevnir um mat og gist-
ing, + 150 kr., um ynski er
at vera við til veitsluna aft-
aná, inn á konto nr.
4986336 í Føroya Banka
ella konto nr. 1271328 í
Føroya Sparikassa og
leggja navn við. Hetta gjørt
skulu sangarar skrivliga
boða frá til ”Kórstevnu
2000” v/ Doru Samuelsen,
Handan Á 4, ella ringja til
Doru á tlf. 31 48 50. Ringj-
ast kann eisini til skrivara
kórsambandsins Palla Ask-
am (tlf. 31 23 06 (arb.) ella
42 43 04 (heima)) ella til
formannin Ólav Hátún tlf.
31 18 19.
Seinasta
tilmeldingar-
freist er nú sett til týsdagin
24. mai á miðdegi.
Kórini í Havn og
Kórsamband Føroya
Í kvøld, hósdagin 18.
mai kl 19.30 fer tón-
leikabólkurin Musica
Viva at hava konsert í
Norðurlandahúsinum.
Á konsertini verða
kend klassisk stykki
framførd eftir Paga-
nini, Schumann, Tjai-
kovski, Lizst, Halvor-
sen og Dvorak. Limir-
nir í Musica Viva eru
Jóhannes Andreasen
og Stamen Stanchev
klaver, Sámal Petersen
violin og Nikolaos
Kapnas violin/bratsj.
Musica
Viva
kon-
sert í
kvøld