Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-05-18, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 18. mai 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 tíðindablaðið sosialurin Nr. 95 - 18. mai 2000 24 tíðindablaðið sosialurin Nr. 95 - 18. mai 2000 Lesið eisini Sosialin á Internetinum www.sosialurin.fo At tú Arnbjørn Ó. Dalsgarð er fullveldismaður og eg ikki, tað er bert ein veruleiki, sum vit báðir hvør í sínum lagi mugu liva við. Eg ætli mær ikki at brúka tíð og kreftir upp á at sannføra teg um, at tað er ein skeiv kós, sum tú og onnur fullveldis- fólk ganga, og eg haldi ikki, at tú eigur at brúka stórvegis av tíð og kreftum til tað mót- satta. Tað er ein partur av dem- okratinum, at vit hava loyvi til at hava hvør sína støðu. Men tað eru tó tvey viður- skifti í samband við seinna samráðingafundin millum landsstýrið og donsku stjórn- ina, sum eisini grein tín við heitinum ”Eftir annað um- far”partvís snýr seg um, sum gera, at eg má koma við ein- ari rættleiðing og einari við- merking. Fyri tað fyrsta hetta, at vit í dag møguliga skulu taka eina avgerð bæði á løgtingi og við eina fólkaatkvøðu um tað, sum skal henda um kanska 15 til 20 ár. Løgmað- ur nevndi á tíðindafundinum møguleikan fyri at útseta í- gildiskomanina av fullveld- inum, og tað var í samband við júst hetta, at eg gjørdi mína viðmerking. Sjálvandi fáa politiskar av- gerðir altíð fylgjur fyri eftir- tíðina, tað kunnu vit ikki verða ósamdir um. Men har- frá og so til at taka pant í einari tíð, sum møguliga ikki er okkara egna, er skeivt. Politikkarar, sum taka eina avgerð, skulu sjálvir merkja konsekvensin. Hvat líkist tað, at løgtingið, sum nú sit- ur, og fólkið, sum nú livir, skal taka eina avgerð, sum fyrst og fremst okkara eftir- komarar skula merkja.Eg haldi beinleiðis, at tað er ó- sømiligt at gera slíkt. Og hvat -er tað, sum ger okkum inclusivt løgmann so eina- standandi, at tað eru vit, sum skulu taka hesa avgerðina. Eru okkara førleikar so av- bera góðir, at eingin í eftir- tíðini kann metast javnt við okkum? Og hvat eru løgmaður og Jóannes Eidesgaard um 15 til 20 ár. Jú, um vit liva, so eru vit tveir fittir pensjon- istar. Hví skulu vit ikki hava so frægt álit á okkara børn- um og abbabørnum, at tey ikki duga at taka røttu av- gerðirnar til ta tíð? Tað var henda vinkulin, sum eg fanst at eftir seinna samráðingarumfarið. Tað er ikki nakað eg meini, tí eg siti í andstøðu, men tað er nakað innast í mær sjálvum, sum sigur, at vit ikki skulu taka avgerðir fyri okkara eftir- Annar samráðingarfundur Føroya og Danmarkar í- millum staðfesti sannfør- andi, at samgongan framveg- is hevur besta og einasta ser- iøsa boðið uppá eina fram- tíðar skipan millum Føroyar og Danmark. Besta prógv um hettar eru reaktiónirnar frá føroysku andstøðuni, sum nú kallar øll framstig fyri afturstig, og av hesi or- søk krevur, at samgongan sigur frá sær fólksins álit í stundini. Í hesum margháttliga eft- irspæli til annað umfar av samráðingunum, er tað ser- liga reaktiónin frá Javnað- arflokkinum, ið hevur fangað mín áhuga, tí hon so ómetaliga beinrakið avdúkar, hvat tað er, sum forðar hes- um flokki, og lutvíst Sam- bandsflokkinum, at taka á seg ábyrgd fyri egnum landi. Veljarakanningin, sum varð gjørd herfyri, vísti hesar somu tendensir. Skammleysur løgmaður Løgmaður var enn ikki heimaftur komin av fundi við donsku stjórnina, tá hann frá formanni Javnaðarfloks- ins fekk at vita, at hann átti at skamma seg, soleiðis at taka politiskar avgerðir vegna Føroyar og komandi ættarlið, uttan at spyrja nakr- an (les: Javnaðarflokkin) um loyvi. Í somu vending spurdi hann hvat tað er, sum ger løgmann so einastandandi, at hann einsamallur (les: uttan Javnaðarflokkin) ætlar av- gera lagnu føroyinga. Nei, løgmaður átti at skamma seg, helt formaður Javnaðarfloks- ins. Undirskilt er, hvussu lágt Tjóðveldisflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin figurera í hugaheimi Javnaðarfor- mansins. Men hettar við at politik- arar taka avgerðir, sum á- virka samfeløg í fleiri ætt- arlið, er ikki nakað nýtt. Hettar er sjálv kjarnin í poli- tikki. Hettar varð eisini gjørt í 1946 og ikki minst í 80‘u- num. Tað er spell, at and- støðan er vorðin so fordjúp- að í egnum trongskygni, at hon ikki enn hevur uppdaga hvussu stóran týdning tað hevur, at vit ikki endurtaka somu mistøk. Í 1946 vórðu avgerðir tiknar, sum raktu seinni ættarlið, ikki minst okkum núlivandi, og sum tók øll seinni ættarlið til gíslar í einum tjóðskaparligum klandri og sundurlyndi, sum hevur forðað okkum í einari veruligari menning av egn- um politiskum og búskapar- ligum skipanum. Í 1946 varð ført fram, at føroyska samfelagið var ikki búgvið til fullveldi. Vit vita í dag, at Føroya Fólkið var búgvið, men politisku leið- arar landsins vóru ikki búnir til at taka á seg neyðugu á- byrgdina, og tí datt alt nið- urfyri. Til stóran skaða fyri menningina av einum sjálv- støðugum Føroyum, og til stóran ampa fyri allan fram- burð, serliga á politiska og búskaparliga økinum. Hesir leiðarar tordu ikki at taka neyðugu stigini til tess at før- oyingar kundu yvirtaka á- byrgdina fyri sær sjálvum og egnum landi, og avleiðing- arnar av hesi skeivu avgerð teirra kulmineraðu við kreppuni fyrst í 90‘unum, tá manglandi ábyrgdarkensla føroyinga í fullum blóma varð sýnd fram á almennari framsýning í útlendskum og serstakliga donskum fjøl- miðlum. Hettar er tað, sum hendir, tá politiskir leiðarar ikki tora at liva upp til tað álit, teimum er litið. Hettar er tað, sum Javnaðarflokkurin, sambært formanni floksins, vil hava, at vit royna einaferð afturat. Aftur skulu vit til at fortelja børnum okkara, at vit ikki, eins og aðrar frælsar tjóðir, hava fult ræði á okkara landi og okkara samfelag, og at vit tí ikki kunnu samstarva á jøvnum føti við aðrar tjóðir. Og at tey, hóast tey tosa før- oyskt, eta føroyskan mat og búgva í Føroyum, eru dansk- ir ríkisborgarar, og einans standa til svars yvirfyri donsku grundlógini og danska dómsvaldinum. Og so annars fáa tey at skilja, at við myndugleika fylgir á- byrgd. Løgmaður ynskir ikki at endurtaka hesi mistøk, og tí eigur hann at skamma seg, sambært formanni Javnaðar- floksins. Vit vita, at í árinum 2000 eru bæði Fólk og politiski myndugleiki búgvin til at taka á seg ábyrgdina fyri sær sjálvum, og í dag siga vit, at vit vilja ikki taka okkara eft- irkomarar til gíslar, soleiðis sum okkara ommur, abbar og foreldur, og seinni vit sjálvi, vórðu tikin til gíslar í 1946, men heldur tvørtur í- móti geva teimum komandi ættarliðunum møguleika at viðgera viðurskifti, sum við- koma føroyingum, innanrík- is- sum uttanríkispolitikk, í tí álvara, ið sømir seg, og uttan áhaldandi grenj og klandur um samband ella loysing. Vit vilja ikki lata eftirkomarar okkara arva okkara sundurlyndi og hettar oyðandi stríð, sum hevur býtt tjóðina sundur alt ov leingi. Tí mugu vit standa saman um at taka avgerðina nú, saman við okkara fólkavalda politiska myndugleika. Andstøðan onki boð Hvørki føroyska andstøðan ella danska stjórnin hava lat- ið við seg koma, tá ið sam- gongan hevur sóknast eftir konstruktivum viðmerk- ingum, ella í minsta lagið onkrum líkinda alternativi til samgonguuppskotið, nú and- støðan leikar soleiðis í. Tað átti heldur ikki at verið ov nógv at forlanga av teimum, at tá ið teir soleiðis kunnu sita frammanfyri Føroya Fólki og sápla niður alt tað framúr væl úr hondum greidda forarbeiðið, sum er gjørt í sambandi við fullveld- issamráðingarnar, skíra tað óseriøst, nationalromantiskt og rabiat, ja, onkur hevur enntá kallað tað fascistiskt, so áttu hesi somu at kunna víst á onkra aðra gongda leið, men nei. Tað ber ikki til. Spyr tú ein javnaðar- ella sambandstinglim, hvat vit føroyingar skulu gera, tá ið vit fáa størri sjálvstýri og blokkurin tá minkar (sam- svarandi teirra egnu uppskot- um og útsagnum Nyrups), tá er standardsvarið: „tað eru ikki vit, ið vilja loysa; tað eru tit, og tí eru tað tit, sum skulu siga hvat tit ætla.“ Sum íkast til sjálvstýriskjakið er hettar jú fullkomuliga ónýt- iligt. Tí er tað eisini hópin lættari nú at skilja, hví semja ikki kundi fáast í lag millum samgonguna og Javnaðar- flokkin, tá teir sokallaðu kaffifundirnir vórðu hildnir. Har er jú onki at semjast um. Javnaðarflokkurin hevði læst seg fastan longu framman- undan, so hesir kaffifundir vóru frá teirra sjónarhorni bert eitt spæl fyri gallarínum. Tað løgna er, at danska stjórnin sigur júst tað sama sum føroyska andstøðan. Danska stjórnin tekur heldur ikki undir við ætlanunum hjá samgonguni, men hevur heldur onki boð uppá aðrar skipanir ella aðrar ætlanir at taka støðu til. Við øðrum orðum eru vit í einari støðu, har føroyska andstøðan sam- an við donsku stjórnini øðr- umegin gartera og leika í, kalla løgmann skammleys- an, samgonguna í ørviti, og landsstýrismannin í sjálv- stýrismálum propaganda- chef, og hinumegin sam- gonguna, sum vil lurta eftir og fáa góð ráð frá andstøð- uni, til tess at skapa eitt breiðari grundarlag fyri semju. Men tá vendir and- støðan ryggin til og grettir ikki orð. Tá er tað knappiliga ikki teirra borð, at siga hvat vit skulu. Tað hevur sam- gongan jú patent uppá, sigur andstøðan. Tá hettar alt verður havt í huga, er tað kortini ikki so løgið at andstøðan ikki fegn- ast um at tað gongur væl hjá samgonguni at vinna Føroy- um tjóðarfrælsi, tí tað tykist vera teirra lutur, ella lagna um ein vil, at virka undir danskari yvirvøld. Tað er eyðvitað stórur ivi um fram- tíðina hjá hesum báðum flokkum, Javnaðarflokki- num og Sambandsflokki- num, í fullveldinum Føroyar, og tað er teirra marrudreym- ur. Kanningin greið tala Eins og Edmund Joensen, so haldi eg, at kanningin, sum varð gjørd herfyri, vísti púra greitt, hvat føroyingar vilja. Tað er bara tann munurin, at Edmund tulkar úrslitið beint øvugt av úrslitinum. Sam- bært kanningini ynskja 60- 70% fullveldi, um skiftistíð- in bara er nóg long. Hettar eru nógv fleiri enn nakrantíð fyrr. Men Edmund Joensen heldur, at samgongan eigur at leggja frá sær. Standardviðmerkingin hjá formanni Sambandsfloksins til allar veljarakanningar, sum hava verið síðani hend- an samgongan varð skipað, umframt teir báðar samráð- ingarfundirnar, sum hava verið, er, at nú má samgong- an taka avleiðingarnar og leggja frá sær í stundini. Tess størri undirtøku samgongan hevur, tess meira átroðkandi er tað sambært Edmundi Jo- ensen, at hon leggur frá sær. Seinasta veljarakanning sýndi, at tað framvegis er ein meiriluti av Føroya Fólki, ið tekur undir við politikkinum hjá samgonguni og føroysk- um fullveldi, hóast bæði fjøl- miðlar, andstøðan og Óli P. seinastu tvey árini hava rikið eina eirindaleysa og perfida ræðuherferð móti fullveldis- politikkinum og hugsjónar- ligu undangongumonnunum í føroyskum politikki. Hend- an herferð hevur verið so massiv og dominerandi, at tað næstan ikki hevur verið pláss til at viðgera onnur týð- andi samfelagsmál í álvara. Ábyrgdina fyri hesum mugu fyrst og fremst fjølmiðlarnir taka á seg, men spurningurin er, um ikki andstøðan eisini eigur at viðurkenna sín leik- lut, taka á seg sína ábyrgd, so ella so. Tað er í øllum førum óheppið fyri okkara sjálvsvirðing og áræði, at fólkavaldir politikarar og fjølmiðlar nýta so nógva orku uppá at niðurbróta trúnna uppá egnan mátt og megi, heldur enn at stuðla við konstruktivum hugskot- um og vilja til at loysa sam- felagslig stórmál. Virðilig umboð fyri land okkara Vit hava ein stinnan og dugn- aligan løgmann, sum dugir at seta seg sjálvan í respekt, og sum hevur stórt álit í fólk- inum. Hartil hava vit ein dip- lomatiskan og lærdan vara- løgmann, sum eisini er landsstýrismaður í sjálvstýr- ismálum, og sum fyri kortum varð róstur sum ‚problem- knúsari‘ av forkvinnuni í Føroya Lærarafelag. Og saman við teimum berjast vit fyri at vinna Føroya Fólki heimsins mest grundleggj- andi rættindi, nevniliga fult tjóðskaparligt frælsi og fólk- aræði. Allar ræðumyndir og mytur, andstøðan hevur bygt upp kring hugtakið ‚full- veldi‘, eru afturvístar og punkteraðar, og tí fari eg at enda við einari áheitan á and- støðuna, annahvørt at saðla um nú, ella rætt og slætt at leggja frá sær. Tað er ikki rætt av fólkavaldum politik- arum at brúka alla sína orku uppá at fortelja føroyingum, hvussu lítið vit duga og hvussu lítið vit megna. Tí er tað í veruleikanum andstøð- an, sum átti at skammast. Arnbjørn Ó. Dalsgarð komarar. Og eg havi so ó- trúliga stórt álit á okkara eft- irkomarum. Tey eru sanni- liga før fyri at taka avgerðir, bæði stórar og smáar. Hitt var viðvíkjandi Nato og Friendship for Peace. Eg má siga sum er, at eg hvakk ikki sørt við, tá eg seint á kvøldi 2. mei fekk eitt fax, sum segði, at landsstýrið umhugsaði limaskap í hesum felagsskapi undir Nato. Sum løgtingsmaður, sum floksfor- maðar, sum limur í løgtings- ins uttanlandsnevnd og sum føroyingur vildi eg hildið, at eg átti at vitað hetta, áðrenn Nyrup, Lykketoft og Jelved vórðu kunnaði um hesar ætlanirnar hjá lands- stýrinum. Hetta var nýtt fyri meg og væl saktans fyri alt Føroya fólk. At landsstýrið hevði tikið støðu fyri Nato, visti eg ikki, og at Tjóðveldisflokk- urin, sum ein nú fyrrverandi inkarneraður mótstandari av Viðmerking: Eftir 2. umfar Viðmerkingar til grein hjá Arnbirni Ó. Dalsgarð Nato hevði skift støðu — tað vóru tíðindi, sum fyrst og fremst festu í í Føroyum. Ikki kundi eg heldur lata vera við at minna á, at Før- oya Løgting fleiri ferðir síð- an apríl 1940 hevur samtykt at standa óheft av øllum verj- uskipanum eisini Nato. So sanniliga vóru hetta stórtíð- indir, sum eg dittaði mær at hava viðmerkingar til. Tað kann væl vera, at tú Arnbjørn Ó Dalsgarð heldur meg vera eitt gamal grenj, tá tað snýr seg um fullveldið, men eg má minna teg á, at er ikki frægari stirðil í tykkum fullveldismonnum, at tit ikki tola atfinngarsomu røddina frá andstøðuni, so hava tit tapt áðrenn dysturin er byrj- aður. Múrurin er fallin — and- støðan skal eisini hava orðið. Jóannes Eidesgaard Støðutalvan, eftir at fýra umfør eru farin afturum, boðar frá, at kappingin kann fara at gerast javnari í ár, enn hon so ofta áður hevur verið. Í hvussu so er tykist tað ikki sum at nakað upp- lagt evni til niðasta plássið av álvara hevur givið seg til kennar higartil. Undan- farin ár hevur tað ofta verið soleiðis, at aftasta plássið so at siga hevur verið bílagt beinanvegin! Undantakið frá øllum hinum liðunum hevur hig- artil verið B36. Gongdin hjá teimum er meinlík henni hjá besta liðnum. Teir í árstals- felagnum hava kveistrað alla mótstøðu til síðis. B36 hevur eitt gott lið. Góða gongdin hjá besta liðnum ger, at teir á 3. deildarlið- num títt og ofta fáa onkrar av eykamonnunum hjá 1. deildarliðnum at hjálpa sær, og tað styrkir øgiliga væl um. Vit hava í farnu vikunum staðfest, at Skáli so at siga hevur verið í dvala. Teir hava verið aftastir, og VB var undan vikuskiftinum næstaftast. Botnliðini hittust á Vágs eiði, og Skáli vann síni fyrstu stig. Vit skilja á lagnum, at tað verður rok- nað við, at stigaposin á Skála fer at tyngjast upp- aftur meiri tær næstu vik- urnar. Til dystirnar í teimum fyr- stu umførunum vóru teir á Skála hálvavegna noyddir at biðja fólk, tí tað møttu so fáir upp at venja. Nú er betri vorðið, og tey fyrru kvøld- ini í hesi vikuni vóru teir upp ímóti tjúgu til venjing. Onkrir, sum hava verið skaddir, eru komnir fyri seg aftur, og onkrir, sum eru skipsmenn, eru komnir heim og steðga kanska einar tveir mánaðir. Alt hetta hev- ur við sær, at tað eisini verð- ur hugaligari at venja hjá teimum, sum higartil hava saknað nógv fólk. FS Vágar og AB spældu ikki í Vágum. Orsaka av syndarligu bilvanlukkuni sunnumorgunin varð allur fótbóltur avlýstur, sum skul- di vera í Vágum síðsta sunnudag. Vit skilja á lagnum, at ætlanin er, at FS Vágar og AB komandi sunnudag skulu spæla út- setta dystin frá fjórða um- farinum. Tað vil við øðrum orðum siga, at sunndagin tekur AB ímóti VB, og FS Vágar skal suður á Tvør- oyri, og so hittast FS Vágar og AB tveir dagar seinni. Tá hava øll hini liðini í deildini frídag. B68–B71 Toftamenn eru so smátt far- nir at ota seg fram móti tí plássinum, sum tað undan kappingarbyrjan var sann- líkt, at teir fóru at vera í nánd av. Á B71 liðnum var Ib Mohr Olsen veteranurin, sum hevði nógvar ungar menn rundanum seg. Einki at ivast í, at fleiri teirra kom- andi árini fara at spæla í 1. deild. Hjá B68 vóru einstakir ungir menn, t.d. Kristian Poulsen, sum hevur verið skaddur, men sum nú tykist vera komin fyri seg aftur. Men hjá B68 vóru eisini fleiri veteranar. Ein teirra var Jóannes Jakobsen, sum fyrstu 78 minuttirnar var á miðvøllinum og skoraði tvey mál. Ein annar var Ak- sel Højgaard, sum varð skiftur inn í 71. minutti, og sum skoraði bæði í 80. og 85. minutti. Og ein triðji superveteranur a B68 lið- num var Ingolf Petersen. Hann hevur ikki verið so nógv at hoyrt til í fleiri ár. Men nú er hann aftur á klett- unum, og sunnudagin spæl- di hann teir síðstu tólv min- uttirnar. B36–TB Talan var um ein rættuliga spennandi dyst. Gestirnir fylgdu leingi væl við. TB kom tvær ferðir á odda, men teir í B36 vóru drúgvari. Tvær ferðir megnaðu teir at koma afturíaftur, og tá tað restaði eitt korter, skoraði liðformaðurin, Regin Arge, sigursmálið. Merkisvert var annars, at málverjin á besta hond- bóltsliðnum hjá Neistanum, Petur Magnusson, hesa ferð vardi málið hjá B36 í 3. deild. Tað var eisini merkis- vert, at Allan Manai í 2. hálvleiki varð skiftur inn á B36 liðið. Fyri tveimum ár- um síðani var hann fleiri ferðir á besta liðnum hjá B36. Í fjør helt hann frí frá fótbólti, og fyrsta partin av hesum kappingarárinum hevur hann spælt í 4. deild. Men nú kom hann altso inn á 3. deildarliðið, og so er spurningurin, um vongver- jin ella miðvallarin ætlar at gera meiri við venjingina. ÍF–KÍ Klaksvíkingar høvdu Allan Joensen í álopinum. Sera evnaríki maðurin, sum mið- skeiðis í níti árinum spældi fleiri ferðir á landsliðnum, hevur ikki fingið spælt fót- bólt í næstan tvey ár. Og sjálvt um hann hesa ferð hjálpti illa mannaðu liðfe- løgunum við so at siga at standa frammarlaga á vøll- inum, so røkist einki fyri, at Allan Joensen fær før- leikan av álvara at fara aftur at venja. ÍF hevði fleiri ungar og evnaríkar menn á liðnum, men hóast teir høvdu yvir- vág alla tíðina, so kom hol ikki á fyrrenn eftir steðgin. Ein nýggjur Lakjumaður skoraði tvey tey fyrstu mál- ini. 16 ára gamli vinstra- beinti miðvallarin, Leivur á Lakjuni, sett hol á við fínum fríspark, og hann økti til 2– 0, tá hann var fyrstur á, eftir at málverjin hevði hálv- bjargað. Ein annar av ungu og evnaríku monnunum, 16 ára gamli Hanus Eliasen, sum var innskiftur seint í 1. hálv- leiki, økti til 3–0 eftir gott skift í høgru. Klaksvíkingar settu nógvar rangstøðufell- ur, sum riggaðu væl. Men tá tað restaðu tíggju minuttir kiksaði ein, og tað gjørdi vongverjin, Sigfríður Abra- hamsen, sær dælt av. Bogi Isaksen lobbaði upp um málverjan, tá hann pynt- aði um fyri KÍ. Innleggið var komið úr vinstru. VB–Skáli Endiliga eydnaðist tað hjá Skála. Superveteranurin, Egil Steintórsson, setti hol á fyri heimaliðið eftir innlegg og verjudrál, men tað varð skjott greitt, at tað fór at bera á hitt borðið. Skáli hev- ði mest spælið og flestar møguleikar. Pauli Hansen góður til- rættisleggjari á miðvølli- num, og hann stútaði til 1-1 eftir horna. Uppskriftin var tann sama, álopsmaðurin, Ólavur Klein Olsen, levði gestirnar framum. Miðvallarin, Marius Jo- ensen, var blankur, tá hann økti til 3-1, og málskjúttin spældi høgra vongverja, Arnhold Berg leysan, so hesin kundi økja til 4-1. Álopsmaðurin, Jón Ras- mussen, hevði misnýtt brotsspark, tá støðan var 2- 1, men hann sveik ikki, tá Pauli Hansen lyfti upp um VB verjuna. Síðsta skála- málið skoraði Ólavur Klein Olsen eftir innlegg úr høgru frá Arnhold Berg. Gestirnir vóru allir grammir eftir at skjóta enn fleiri mál, og so stóð Egil Steintórsson leysur í hinum endanum, so hann kundi Skáli kom á listan 3. deild: Øll liðini hava nú fingið stig, og B36 hevur framvegis fult stigatal vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 B36 4 4 - 0 - 0 18 4 14 12 2 B68 4 2 - 1 - 1 14 10 4 7 3 AB 3 2 - 0 - 1 17 5 12 6 4 ÍF 4 2 - 0 - 2 11 12 -1 6 5 B71 4 2 - 0 - 2 10 13 -3 6 6 KÍ 4 2 - 0 - 2 11 19 -8 6 7 TB 4 1 - 1 - 2 13 14 -1 4 8 FS Vágar3 1 - 0 - 2 6 8 -2 3 9 Skála 4 1 - 0 - 3 8 13 -5 3 10 VB 4 1 - 0 - 3 10 20 -103 Støðan, 3. deild menn Signar Johannesen AB 5 Dánial Petur Johansen B36 4 Aksel Johannesen KÍ 4 Egil Steintórsson VB 4 Regin Arge B36 3 Vinjard Guttesen B36 3 Jóannes Jakobsen B68 3 Kristoffur Vidtfeldt B71 3 Jákup Baldvonsson ÍF 3 Just Johannesen TB 3 Bárður Johannesen AB 2 Fróði Stenberg AB 2 Svend Poulsen AB 2 Tumas Eli Hansen B36 2 Aksel Højgaard B68 2 Arnfinn Olsen B68 2 Bogi Petersen B68 2 Kristian Poulsen B68 2 Magnus Simonsen FS Vágar 2 Petur Niclasen FS Vágar 2 Leivur á Lakjuni ÍF 2 Bogi Isaksen KÍ 2 Bogi Gregersen Skála 2 Ólavur Klein Olsen Skála 2 Eyðun Svalbard TB 2 Kaj Roest TB 2 Niels Gunnar Petersen TB 2 Hans A. Niclasen VB 2 Kári í Lágabø VB 2 pynta um úrslitið fyri vert- irrnar. Úrslit 4. umfar FS Vágar–AB útsettur B68–B71 7–3 (1–0) 1–0: Jákup Djurhuus 10. 2–0: Kristian Poulsen 48. 2–1: Kristoffur Vidtfeldt 51. 3–1: Jóannes Jakobsen br 54. 4–1: Bogi Petersen 58. 4–2: Mourits Mohr Viderø 74. 5–2: Jóannes Jakobsen 76. 6–2: Aksel Højgaard 80. 7–2: Aksel Højgaard 85. 7–3: Rúni Joensen 89. B36–TB 3–2 (1–1) 0–1: Kaj Roest 34. 1–1: Bjarki Sørensen 40. 1–2: Jan Albinus 60. 2–2: Petur Martin Johansen 63. 3–2: Regin Arge ÍF–KÍ 4–1 (0–0) 1–0: Leivur á Lakjuni 54. 2–0: Leivur á Lakjuni 62. 3–0: Hanus Eliasen 70. 4–0: Sigfríður Abrahamsen 80. 4–1: Bogi Isaksen 86. VB–Skáli 2-6 (1-2) 1-0: Egil Steintórsson 1-1: Pauli Hansen 1-2: Ólavur Klein Olsen 1-3: Marius Joensen 1-4: Arnhold Berg 1-5: Jón Rasmussen 1-6: Ólavur Klein Olsen 2-6: Egil Steintórsson 5. umfar fríggjadagin – dýra biðju- dag TB–FS Vágar KÍ–B68 B71–B36 Skáli–ÍF AB–VB sunnudagin FS Vágar–AB (útsettur frá 4. umfari) Lesið eisini ÍtróttaSosialin á alnetinum: www.sosialurin.fo Máltindurin