Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-16, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2003síða 11

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 • týsdagur • 16. september 2003 • 77. árgangur • www.sosialurin.fo 2. DEILD TB–ÍF Jóannes Hansen Tað skal vilja meiri enn illa til, um tað ikki fer at eydnast hjá ÍF. Teir hava alt kappingarárið verið fremst- ir í næstbestu deildini, og leygardagin tóku teir eitt stórt fet ímóti 1. deild, har teir ikki hava átt pláss síðani í 1999. Hesa ferð vóru teir á Tvøroyri, har einasta liðið, sum tóktist eiga einasta møguleikan at taka ÍF aftur, ikki megnaði at standa royndina. ÍF vann 5–2, og venjarin, Sigfriður Clementsen, orð- ar tað soleiðis: – Vit hava tríggjar match bóltar, og kanska fáa vit hjálp frá onkrum øðrum, sum hevur møguleika at vinna á teimum, sum eru aftanfyri okkum. Men tá ið tað hevur roynst so væl higartil, sum tað hevur, so eiga vit sjálvir at vera menn fyri at syrgja fyri uppflyt- ingini, heldur ÍF venjarin, ið sigur seg vera sera væl nøgdan við sínar spælarar leygardagin. TB kom á odda, tá ið ÍF miðverjin, Viggo Johanne- sen, var so óheppin at fáa flatt innlegg á fótin, men ÍF svaraði skjótt aftur. Høgni Zachariasen sendi úr 21 metrum og eitt vet til høgru fríspark í handara síðunetið, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra umfarinum. Í 2. hálvleiki leikaði tað leingi javnt á. Men tá ið ÍF hevði lagt seg framum gekk tað skjótt. Hanus Eliasen fór ímillum Óla Johanne- sen og Jon Johannesen og setti framvið málverjanum. Tá restaðu tað tjúgu minutt- ir, og sjey minuttir seinni var 4–1. Triðja málið skoraðiKen Bærentsen upp á brotsspark, eftir at Hanus Eliasen varð feldur, og fjórða málið skoraði Eyð- olvur R. Petersen. TB rangstøðufellan hjá TB kiksaði, Eyðolvur gjørdist leysur úr høgru og lyfti hegnisliga upp um mál- verjan, tá ið hesin kom út ímóti. Óli Johannesen stútaði til 4–2 eftir horna, og Høgni Zachariassen setti punktum fyri sannførandi ÍF sigri. TB misti bóltin, tá ið teir vóru á veg í álop, og mið- vallarin Høgni Zacharias- sen, sum megnar sera væl at sparka til bóltin, sendi úr fjøruti metrum og upp um málverjan. Ei undur í, at ÍF legan stórfegnaðist. Leygardagin fær ÍF vitjan av AB, so skulu teir til Leirvíkar, áðrenn teir runda av við Sumba á heimavølli. Tá fara fuglfirðingar heilt víst at fáa gullkrónurnar um hálsin, tí teir hava vunnið næstbestu deildina. Hvussu tað fer at hilnast í bestu deildini fer at valdast um fyritreytirnar. Einki er at ivast í, at í Fuglafirði eru teir longu farnir at hugsa um næsta kappingarár. Á Tvøroyri vóna teir framvegis, at tað skal bera til at vinna næstfremsta plássið. Nú skulu teir vil Vágs, so fáa teir vitjan av KÍ, áðrenn teir í síðsta um- farinum skulu til Sands. TB–ÍF 2–5 (1–1) 1–0: sjálvmál 1–1: Høgni Zachariassen 1–2: Hanus Eliasen 1–3: Ken Bærentsen br 1–4: Eyðolvur R. Petersen 2–4: Óli Johannesen 2–5: Høgni Zachariassen ÍF annað beinið í bestu deildini Tvøramenn fingu ikki steðgað fuglfirðingunum, sum nú hava meira enn hálvt annað bein í bestu deildini Mynd: Áki Bertholdsen 21 20 Nr. 174 - 16. september 2003 UTTAN ÚR HEIMI Ráðharrar bróta mannarættindi Ein mannarættindafelagsskapur í Afghanistan vil vera við, at fleiri av landsins ráðharum og ovastu embætis- monnum geva boð um at handtaka tilvildarlig fólk, og at fleiri fangar verða píndir. Felagsskapurin sigur seg hava skrásett 634 brot altjóða reglurnar um mannarættindi hetta seinasta árið. Umframt tilvildarligar handtøkur og píning snýr tað seg um neyðtøkur, burturflytingar og ólógligar ognar- tøkur. Millum annað skal trygdarovastin í landspartin- um Herat hava givið boð um at pína fangar, og so seint sum í seinastu viku gav trygdarovastin í høvuðsstaðn- um Kabul boð um at javna 30 hús við jørðina, tí ætlan- in er at byggja bústaðir til embætismenn har. Afghanski mannarættindafelagsskapurin sigur, at teir flestu, sum standa fyri harðskapinum, eru úr teirri fyrr- verandi Norðursamgonguni, sum gekk undan í bardag- anum ímóti Taliban-stýrinum fyri tveimum árum síð- ani, og sum hevur fleiri ráðharrar í stjórnini hjá Hamid Karzai, forseta. Estland í ES Sunnudagin var fólkaatkvøða í Estlandi um limaskap í ES, og sum væntað var stórur meiriluti fyri limaskap- inum. 66,9 prosent atkvøddu fyri at fara upp í ES, meðan 33,1 prosent vóru ímóti, kunngjørdi almenna valnevnd- in sunnukvøldið. Valluttøkan var 63,4 prosent, og tað er lutfalsliga nógv í Estlandi, verður sagt. Juhan Parts, forsætisráðharri, var sera fegin um úr- slitið sunnukvøldið. Hann helt fyri, at Etsland er komið til Evropa, og at landið verður verandi her. Hann segði, at úrslitið av fólkaatkvøðuni tryggjar landsins demo- kratisku skipan, men at fólkið í Etslandi eigur kortini at gera sær greitt, at alt verður ikki gott, bara tí landið fer upp í Evropasamveldið. Russiskar kvinnur drekka verri Seinastu árini er talið á russiskum kvinnum, sum drekka, meiri enn gott er, vaksið nógv, siga læknar og onnur, sum kenna trupulleikarnar. Samstundis vísir tað seg, at tær flestu drekka í loyndum. Alexej Magalif, sum er leiðari á einari avrúsingar- støð í Moskva, sigur, at bæði múgvandi og fátækar kvinnur drekka meiri øl, vín og brennivín nú, enn van- ligt var fyri bert fáum árum síðani. Tað hevur eisini víst seg, at nógvar kvinnur, sum fáa ringa viðferð við hús, velja sær rúsdrekka til stimbur, sigur hann. Russisku serfrøðingarnir siga, at eisini nógvar ungar kvinnur gera ov nógv við tað váta slagið. Tað hevur gjørt, at fleiri felagsskapir hava mótmælt einari ætlan um, at bryggjaríini skulu fáa loyvi til sølufremjandi til- tøk, sum eru beinleiðis ætlað teimum ungu í Russlandi. Nýttu tunnil til smugling Í Meksiko hevur løgreglan funnið ein tunnil undir markinum til USA, og hildið verður, at smuglarar hava nýtt tunnilin til at smugla rúsevni ígjøgnum. Higartil eru seks fólk tikin í málinum. Tunnilin, sum er 300 metrar langur, var millum meksikanska býin Nogales og amerikanska býin Nogales í statinum Arizona. Í tunlinum, sum er tveir metrar breiður og tveir metrar høgur, er ein jarnbreyt, sum smuglararnir hava flutt plattar við rúsevni eftir, sigur løgreglan. Hildið verður, at tað eru serliga kokain og marihuana, sum er farið ígjøgnum tunnilin úr Meksiko til USA. Meksikanska løgreglan hevur illgruna um, at teir seks tiknu menninir hava arbeitt fyri smuglarakongin Joaquin Guzman, sum har á leiðini gongur undir navn- inum "El Chapo". Hann sat í einum væl vardum meksi- konskum fongsli, men slapp til rýmingar fyri tveimum mánaðum síðani. Demokratarnir í Kali- fornia hava sett øll segl fyri at forða fyri, at Anrold Schwarze- negger skal vinna guvernørvalið. USA Árni Joensen: fartekst@mail.dk Seinasta demokratiska stig- ið í royndunum at bjarga guvernørinum Gary Davis er fyrrverandi forsetin Bill Clinton. Tann pallvandi Clinton, sum ber orð fyri at hava serlig evni at rúnarbinda sínar áhoyrarar, vendi sær serliga til minnilutabólk- arnar í Kalifornia, júst sum hann plagdi at gera, tá hann sjálvur rak valstríð. Hann ávaraði kaliforniska fólkið ímóti republikanarunum og segði, at teir vilja einans hava vald. Millum teirra, sum royna at gerast guvernørur í Kali- fornia, er filmsleikarin Arnold Schwarzenegger. Tær seinastu meininga- kanningarnar geva honum 25 prosent av atkvøðunum, og hann er sostatt á øðrum plássdi aftan fyri var- aguvernørin, demokratin Cruz Bustamente. Clinton ímóti Arnold Í amerikonskum valstríði verða allar snildir nýttar. Her hevur Bill Clinton fingið sær ein smábarn í føvningin, meðan hann prátar við Gary Davis, guvernør Svøríki fær minni ávirkan í ES í framtíðini Sviar fara at missa ávirkan í ES, nú teir søgdu nei til at fara upp í evrusamstarvið. SVØRÍKI Árni Joensen fartekst@mail.dk Gøran Persson, forsætis- ráðharri, royndi sunnu- kvøldið at leggja dent á, at sviar høvdu sagt nei til evr- una, men ikki til ES. Men úrslitið sunnudagin fer eftir øllum at døma at ávirka svenska limaskapin í ES kortini. Í hvussu er var formaðurin í ES-nevndini, Romano Prodi, ikki í iva, tá svenska sjónvarpið spurdi hann, um úrtslitið fer at ávirka støðu Svø´ikis í samveldinum. - Tað er eingin ivi um, at svenska avgerðin fer at bera í sær, at landið fær minni ávirkan í ES, svaraði ein avgjørdur Romano Prodi. Hann segði, at hann í síðstu viku hevði verið á einum fundi um búskapar- ligu viðurskiftini í ES í framtíðini, og at har var Svøríki ikki við í myndini. Leiðandi politikarar í ES- londunum duldu heldur ikki fyri, at teir vóru vón- brotnir av svenska úrslitin- um. Týski kanslarin, Ger- hard Schrøder, segði, at tað hevði tænt bæði Svøríki og ES, høvdu sviar sagt ja, tí tað ber ikki til at fáa fulla nyttu av teimum nógvu møguleikunum á evrope- iska marknaðinum uttan eitt felags gjaldoyra, segði Schrøder. Í ES-tinginum vóru fólk eisini vónbrotin. Formaður- in í tí konservativa ting- bólkinum, Hans-Gert Pøtt- ering, viðgekk, at hann var sera vónbrotin, og hann segði seg ikki ivast í, at teir flestu ES-borgararnir høvdu somu áskoðan sum hann. Graham Watson, sum er formaður í tí liberala tingbólkinum, var eisini vónbrotin. Hann helt, at svenska stjórnin hevði ikki megnað at sannføra veljar- arnar um teir nógvu fyri- munirnar, sum evrusam- starvið ber í sær. Í Danmark fylgdu polit- ikararnir væl við svensku fólkaatkvøðuni. Í sjónvarp- inum sunnukvøldið vildi Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, ikki siga nakað um, nær danir skulu taka støðu til evruna, men hann legði tó afturat, at spurningurin um danska luttøku í evrusamstarvinum fær uppaftur størri týdning, tá tey nýggju limalondini koma uppí næsta ár. Teir donsku politikarar- nir, sum eru ímóti evruni, vóru sum vera man væl nøgdir við svenska úrslitið. C M Y K 20