Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-16, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2003síða 12

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 16. september 2003 23 Talvið hesa vikuna GM Curt Hansen (2618) - FM Heikki Lehtinen (2362) NM 2003, 8. umfar 1.d4 d6 2.Rif3 g6 3.c4 Bg7 4.Ric3 e5 5.e4 exd4 (Ein variantur, sum Lehtinen eisini leikti í javnleikinum móti IM Palo) 6.Rixd4 Ric6 7.Be3 Rige7 8.h4 f5 9.h5 fxe4 10.hxg6 hxg6 11.Rxh8+ Bxh8 12.Rixe4 Bf5 13.Rixf5 gxf5 14.Fh5+ Kd7 15.0—0—0! Fg8 (fxe4 er ikki gott orsakað av Fh3+ og bispurin á h8 rýkur, og hvíti fyrimunurin verður enn størri) 16.Ric5+ Kc8 17.Rie6 Kd7? (Betri var 17...Bxb2 18.Kxb2 Fxe6) 18.Rif4 Rie5 19.Fe2 Re8 20.Kb1 Rig4 21.Bc1 Rih2 22.c5! (Svarti kongurin verður enn meira veikur) 22...d5 23.Fb5+ Kc8 24.Bd3 c6 25.Fa4 Rig4 (Verri er 25...Kb8 26.f3 og riddarin á h2 hevur sæð betri dagar) 26.Fxa7 Rixf2 27.Bd2 Be5 (Um rókurin varð tikin, verður mát eftir Fa8+ og Ba5) 28.Fa8+ Bb8 Støðan eftir 28...Bb8 29.Ba6! (Avgerandi leikur) 29...bxa6 30.Ba5 (Svartur kann einki gera) 30...Rd8 31.Fxa6+ Kd7 32.Fb7+ Ke8 33.Bxd8 Fg5 34.Re1 Støðan er vónleys, og finnin gavst tí 1—0 Eftir átta umfør í Norðurlandameistara skapinum, hevur Flóvin Tór Næs hálvt stig og er aftastur í kappingini. Trý um- før eru eftir at telva TALV Carl Eli Nolsøe Samuelsen Í miðal er ratingmótstøða Flóvins í vælmannaða Norðurlandameistaraskap- inum, sum verður telvað í Århus, 2516. Átta stór- meistarar, tveir altjóða meistarar og ein Fide- meistari, eins og føroying- urin sjálvur er, eru mót- støðumenn Flóvins. Hesin seinasti nevndi tittul, kann ein fáa sær, um ein er farin uppum 2300 í altjóða rat- ing. Væntaða samlaða skoran hjá Flóvini er eitt vet oman fyri trý stig av teimum ellivu umførunum. Ein serlig ratingskipan roknar væntaðu skorurnar út. Higartil hevur Flóvin einans eitt hálvt stig, sum hann vann sær í fimta umfari ímóti GM Lars Schandorff úr Danmark. Tað er tó ikki so óvæntað at so fá stig eru fingin til høldar, eftirsum mótstøðan gjøgnum alla kappingina er krútsterk. Men mátin Flóv- in hevur tapt nøkur talv uppá, eru tekin um at soltna úrtøkan má hava órógvað Flóvin. Hann hevur leikt heldur stórar feilir, oftani í byrjanarspælinum, og tað er als ikki eyðkent fyri havnarmannin, ið er næst- fremstur á føroyska rating- listanum. Tað er nú heldur einki tespiligt at vera í mótvindi, og sjálvsagt ávirka fleiri tap ein telvara á ein ella annan hátt. Nakrir glottar hava tó verið. Hann leikti eitt gott talv móti danska stórtalent- inum IM Davor Palo, hevði minst javna støðu djúpt inni í talvinum, men mátti kort- ini loksins lúta. Sunnu- dagin telvaði Flóvin seg til fyrimun í miðspælinum móti GM Einar Gausel úr Norra, men varð óneyvir eitt skiftið, sum Gausel út- nyttaði til at venda rákið í talvinum. Javnleikurin í fimta um- fari móti GM Schandorff mundi koma væl við, og varð tað eisini væl uppi- borið. Flóvin útnyttaði við svarta fólkinum ein lítlan feil í byrjanini hjá danan- um, sum tískil var sinnaður at takka ja til javnleikin. GM Hansen vælleikandi Eingin ivi er um hvør er favorittur at verða NM 2003, nú tað restar trý umfør í kappingini. Eftir óvæntaða tapið í fyrsta umfarinum móti Helga Olafsson, hevur 39 ára gamli Curt Hansen telvað sum ein brandur. Serliga talvið móti FM Lehtinen, sum longu eftir sjey talvum hevði tryggjað sær IM- norm, varð vælleikt, og er tað við í blaðnum í dag. Aðrir sum liggja fram- við, eru sviin Evgenij Agrest og íslendski Helgi Olafsson. Veteranurin Olafsson hevur serliga yvirraskað við frískari álopstelving og tykist væl sterkari enn síni 2498 ratingstig. Finski Lehtinen hevur sanniliga eisini víst tenn og er hann hóast tapið móti Curt enn við í oddin- um, og hevur sagt longu tryggjað sær ein IM-norm. Trý umfør resta í. Kapp- ingin endar mikudagin. Støðan eftir 8. umfar GM C. Hansen (2618), DK. 6,0 GM Agrest (2605), Svø. 5,5 GM Olafsson (2498), Ísl. 5,0 FM Lehtinen (2362), Fin. 4,5 GM Hector (2538), Svø. 4,5 GM Stefansson (2560), Ísl. 4,5 GM Gausel (2533), Nor. 4,0 IM Palo, (2510), DK. 4,0 GM Schandorff (2525), DK 3,5 GM Kallio (2471), Fin. 3,0 IM Lie (2440), Nor. 3,5 FM Flóvin Tór Næs (2330) 0,5 Flóvin kann ávirka topp- in nógv, við at hann í sein- astu tveimum umførunum hittur oddamennirnar Han- sen og Agrest. Tað hevði verið stuttligt um Flóvin í hesum talvum gjørdi ein vørr, sum somuleiðis vildi bjargað kappingini hjá honum. Møguliga finnur hann aftur sína innaru orku fram, samstundis sum sterku stórmeistarnir kanska taka uppgávuna móti Flóvini ov lætta. Í níggjunda umfari, sum bleiv telvað eftir evsta- mark, møtti Flóvin sterka álopstelvaran og stórmeist- aran Jonny Hector. Sostatt tríggjar torførar uppgávur hjá Flóvini í endaspurtin- um. Hørð viðferð Kappingarárið hjá føroysku súkklarun- um er farið at halla og seinastu kappingar- nar verða í vikuskift- inum. Hesu ferð í Ís- landi, har fýra kapp- ingar verða ímóti bestu súkklarunum í Íslandi. SÚKKLING Tíðindaskriv Fríggjadagin 12. september fara nýggju føroyskir súkk- larar til Íslands at kappast. Millum hesar eru tríggir unglingar, royndir súkkl- arar og føroyska súkklu- landsliðið, ið luttók á Oyggjaleikum fyrr í summ- ar. Fýra kappingar standa á skránni, har tann eina er ein liðkapping millum Ísland og Føroyar. Tá verður koyrt einkultstart fyri lið. Tríggir mans eru á hvørjum liði, og tíðin hjá tveimum teimum fyrstu um málstrikuna telur. Hinar tríggjar kapping- arnar verða koyrdar sum etapukappingar, og tað vil siga, at tíðin fyri hvørja etapu verður løgd saman, og verður samlaði vinnarin tí funnin sunnukvøldið. Liðsúkklingin verður sum sagt ein einkultstartur, ið er 20 km langur. Leyg- armorgunin verður koyrt landavegkoyring, har tein- urin er umleið 80 km. Á hesum teini skulu súkkl- ararnir rættiliga upp í hæddirnar at royna seg. Teinurin er brættur onkra- staðni og hægsta punkt á rutuni er góðar 450 metrar. Sunnumorgunin verður aftur koyrdur ein langur teinur, landavegkoyring, og hesin teinur er eisini um- leið 80 km. Sunnudagin seinnapart verður so seinasta kapp- ingin og tá verður aftur koyrdur ein einkultstartur, men hesu ferð fyri ein- staklingar. Eisini hesin teinur er umleið 20 km. Við á ferðini eru: Unglingar: Hans Krosstein Bergur Johansen Dánjal Michaelsen Vaksin: Bogi Kristiansen Sverri M. Edvinsson Eli Christiansen Gunnar Dahl-Olsen Esmar Joensen Christian Guttesen Tórshavnar Súkklufelag vil her nýta høvi at takka teimum, ið hava stuðla ferðina. Hesi eru: Statoil Føroyar, Tórshavnar Skipa- smiðja og Fitur Føroyskir súkklarar til Íslands at kappast Millum føroyingarnir, sum fara til Íslands at kappast, eru eisini teir fremstu í unglingabólkinum 23 22 Nr. 174 - 16. september 2003 Umframt at skora fýra mál, var topp- skjúttin við í upp- spælinum til tvey, og so sendi hann tríggjar ferðir í stólpan hjá Skála, sum tíðliga legði frá sær KÍ–SKÁLA Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað var fótbóltskæti í Klaksvík sunnudagin av tí slagnum, sum ikki hevur verið at sæð fyrr í ár. Eftir at Leon Bjartalíð eftir tvær- bólt frá Hjalgrími Elttør hevði sett hol á, vóru teym- arnir langir hjá evnaríku spælarunum, sum rættuliga foldaðu seg út. – Vit høvdu eina rúgvu av møgueikum, og vit kundu havt skorað nógv fleiri mál enn tey sjey, sum vit fingu. Sjálvur sendi eg tríggjar ferðir í stólpan. Umframt tey fýra málini, sum eg fekk, so hevði eg møguleik- ar at skjóta fleiri afturat, men tað ber nokk ikki til at klaga, tá ið man í einum dysti fær loyvi at gera fýra mál, heldur Hjalgrím Elt- tør, sum nú hevur lagt seg heilt væl fyri í kappingini at gerast besti málskjútti í hesum árinum. Skála fylgdi væl við fyrstu løtuna. Teir vóru framvið, og Jónhard Fred- eriksberg hevði fínan møguleika, men Kartin Jo- ensen bjargaði. At Skála hevur misnýtt nógvar upp- lagdar møguleikar í ár er ein av orsøkunum til, at teir liggja so illa fyri, sum teir gera. Fríggjakvøldið varð Arn- hold Berg skaddur. Bogi Gregersen var ivasamur, og hann noyddist út við koykt- um fóti, og tá ið miðvallar- ovastin Pauli G. Hansen ikki var førur fyri at spæla meiri enn fyrra umfarið, sigur tað seg sjálvt, at Skála var illa fyri. Teir góvu skarvin yvir, og tað var týðuligt, at teir undir dyst- inum vóru farnir at hugsa um lykladystirnar, sum nú eru á skránni. Teir skulu í trimum teimum síðstu um- førunum spæla ímóti VB, FS Vágum og EB/Streymi. Hjalgrím og málini Eftir útspark frá Kartini Joensen skoraði Hjalgrím Elttør til 2–0. Hann kapp- rann við verjuspælara, og tá ið ungi Skála málverjin leyp út, fekk Hjalgrím snittað bóltin framvið honum. Tá ið hann økti til 3–0, var tað eftir at Arnold Joensen hevði lagt innfyri úr høgru. Hjalgrím troðk- aði seg framum málverja og verju og skoraði. Tá ið Jan Andreasen, sum eftir dystarenda var kosin besti KÍ spælarin hesa ferð, umsetti brotsspark til mál, var tað eftir at Hjalgrím Elttør var kliptur ímillum tveir mótstøðuspælarar. 5–0 málið mundi vera tað margháttligasta á árinum í Klaksvík. Jan Andreasen sparkaði í bleytan boga, hvirlan tók undir bóltin, sum stiklaði eina ferð, málverjin kom út ímóti, men fyri hann og Skála var tað óheppið, at bólturin stakk upp um hann og í málið. Tá ið Hjalgrím økti til 6–0 var talan um besta málið. Sentrali miðvallarin og landsliðsmaðurin Atli Danielsen og Hjalgrím spældu eitt tvey í vinstru, og so var toppskjúttin púra blankur. Síðsta málið kom eftir langa sending og snittara framvið málverjanum. – Vit hava ikki annað enn æruna at spæla fyri, og hesa ferð gekk væl. Ímóti FS Vágum, og serliga NSÍ og HB kunnu vit rokna við væl størri mótstøðu. Men vit fara at royna at gera okkara besta fyri at fáa ein góðan enda á kappingarárinum, sum ikki hevur roynst, sum vit høvdu vónað, sigur Hjalgrím Elttør. Dysturin í tølum: KÍ–Skála 7–0 (4–0) 1–0: Leon Bjartalíð, 17 2–0: Hjalgrím Elttør, 29 3–0: Hjalgrím Elttør, 38 4–0: Jan Andreasen, 42 (br.) 5–0: Jan Andreasen, 60 6–0: Hjalgrím Elttør, 71 7–0: Hjalgrím Elttør, 83 KÍ: Kartin Joensen – Jan Andreasen, Ovi Nysted, Aleksander Djordjevic, Símun Joensen – Arnold Joensen, Atli Danielsen, Allan Joensen, Eyðun Klakstein (Fríðin Ziskason, 61.) – Hjalgrím Elttør, Le- on Bjartalíð (Jacob Bymar, 61.) Skála: Heini Kristiansen – Sveinur Justinussen, Dusan Jaic, Ronni Hansen, Julian Floresco – Bogi Gregersen (Bárður Danielsen, ), Alex- andar Jovevic, Pauli G. Hansen (Rói Jacobsen, 46.), Hanus Thorleifson – Alexander Johansen, Jón- hard Frederiksberg KÍ-Skála 7-0 (3-0): Hjalgrím var høvuðsleikari Hjalgrím Elttør var høvusðmaðurin í trivaliga KÍ-sigrinum, tá hann fyri aðru ferð í ár skeyt fýra mál í einum dysti Mynd: SáH Jógvan Martin heldur fram í NSÍ Hóast fleiri av hinum stóru feløgunum í landinum hava ligið framvið, so hevur hjálparvenjarin á landsliðnum gjørt av, at hann í øllum førum tekur eitt ár afturat í NSÍ VENJARI Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Runavíkingar hava nú í fleiri ár roynt at arbeiða seg upp ímillum stóru feløgini í landinum, og nógv er, sum bendir á, at hetta eisini er eydnast teimum. Gaman í er NSÍ enn ikki komið á listan yvir feløg, sum hava vunnið FM-heitið í mansfótbólti, men í fjør gjørdist talan um silvur, og eisini í ár er liðið við í dyst- inum um fínasta heiðurs- merki. Fleiri um boðið Venjari hesi bæði árini hev- ur verið Jógvan Martin Ol- sen, sum annars eisini er kendur fyri leiklut sín á landsliðnum seinnu árini. Og tað er ikki farið óvart framvið, at hann hevur fingið somikið góð úrslit við NSÍ. Eftir hvat skilst, so hava bæði HB, B36 og KÍ ligið framvið at ogna sær undirskriftina hjá venjaran- um, men nú tykist hendan jagstranin so at vera park- erað komandi tvey árini. Á heimasíðu sínari hevur NSÍ nevnliga boðað frá, at felagið hevur gjørt nýggjan eitt ára sáttmála við Jógvan Martin. Og einki er at ivast í, at hetta stuðlar enn meira undir álitið um, at felagið nú er um at støðast sum eitt av teimum stóru. Øðrvísi kann tað neyvan tulkast, tá sambiðlarnir eftir undir- skriftini hava verið somikið stórir. So er spurningurin bara, um gullmerkini fara at koma í ár, ella um felagið kemur at bíða okkurt árið afturat eftir hesum. Umframt sáttmálan við Jógvan Martin hevur NSÍ eisini gjørt sáttmála við Óla Hansen og Jónstein Peter- sen, og halda teir báðir fram í felagnum í øllum førum tvey ár afturat. Jákup Mortensen, formaður í NSÍ, og Jógvan Martin Olsen skrivaðu leygardagin undir nýggjan sáttmála, sum bindur venjaran at felagnum í øllum førum eitt ár afturat Mynd: www.nsi.fo C M Y K 22