Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-16, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2003síða 13

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 16. september 2003 25 Í ódnarveðrinum á Eiði misti HB týðandi stig í oddastríðnum, og nú er leiðslan hjá føroyameistarunum bert eitt stig FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað var ivamál um, hvørt dysturin millum EB/Streym og HB skuldi spælast yvir- høvur. Undan dystinum ivaðist dómarin, Eiler Ras- mussen, nevnliga í, hvørt tað yvir høvur var ráðiligt at spæla, men eftir at hava ráðført seg við leikararnar varð ein roynd kortini gjørd. Anghel á blettinum Og tað skuldi vísa seg, at hendan royndin eydnaðist, skilt á tann hátt, at liðini bæði megnaðu at fullføra samfullar 90 minuttir. Vindurin órógvaði sjálv- andi spælið nakað nógv, og tað var ógvuliga trupult – fyri ikki at siga ógjørligt – at fáa nakað veruligt skipað álopsspæl í lag. Vindurin lág at kalla diagonalt eftir vøllinum, og fyrra hálvleik var tað EB/Streymur, sum hevði hann undan. Tað gav eisini útslag í einum ávísum trýsti oman móti HB málinum, men ógvuliga sigandi fyri vángaligu líkindini, so vóru tað at kalla tilvildarligir bóltar, sum góvu teir størstu møguleikarnar. Um miðjan fyrra hálv- leikin var heilt nær við, tá Egil á Bø sparkaði langt úr verjuni. Bólturin sigdli yvir um vinir og fíggindar, og í kapprenning við Jan Dam sá út til, at Sorin Anghel skuldi gerast púra leysur. Tað var ikki líkt til, at tað var ein tilvitað gerð, tá Jan kom at taka beinini undan rumenska álopsmanninum, men kortini mundu bæði Jan og restin av HB-liðnum draga andan lættari, tá dómarin valdi at tiga, með- an sorin og Jan báðir fóru bóltandi eftir vøllinum. Hevði dómarin floytað, so var uttan iva talan um reytt kort til verjuskiparan hjá HB, og tó at heimamenninir royndu at siga sína hugsan, so gjørdist einki. Undan hesum vóru havnarmennin- ir eisini ónøgdir um, at Ronnie Samuelsen ikki varð revsaður, tá hann sagaði beinini undan Andrew av Fløtum, men heldur ikki ta ferðina lat dómarin við seg koma, so í so máta mundi støðan vera 1-1. Tað var tó ein stokkutur lætti hjá gestunum, tí løtu seinni var Anghel aftur upp á spæl. Aftur var talan um eina heldur tilvildarga støðu, tá Gunnuar á Steig sparkaði langt niðan eftir vøllinum. Símun Eliasen helt ivaleyst ikki, at vandi var á ferð, men Sorin smoygdi sær inn um verju- leikaran, og einsamallur við Bárði Johannesen sveik hann ikki, og so var 1-0. Trýst uttan brodd Tað sá einki serligt út hjá HB, men tað gekk tó ikki leingi, áðrenn teir høvdu fingið vónina um trý stig aftur. Tór-Ingar Akselsen royndi at bróta ígjøgnum í høgru síðu. Sum so var eingin beinleiðis vandi á ferð, men í nærdyst við Jákup Martin Joensen fór vágamaðurin hjá HB um koll, og dómarin ivaðist ikki. Brotsspark varð dømt, og so kundu vertirnir mót- mæla tað, sum teimum lysti. Í fráveruni av Andrew varð Rógvi Jacobsen settur at skjóta, og tó at Gunnar á Steig fekk vart fyri brots- sparkinum, so hevði hann ongan møguleika, tá retur- urin eisini fall til Rógva, sum bert skuldi skumpa í tóma málið. Restina av hálvleikinum royndu teir á heimaliðnum at trýsta, men teir fingu ongar veruliga málmøgu- leikar, og tó at vindurin kanska legði upp til nakrar skotroyndir, so varð hetta vápnið heldur ikki brúkt, og tí hevði HB ikki stórvegis trupulleikar við at verja borg. Seinna umfarið var tað HB, sum hevði vindin und- an, men eins og hjá EB/ Streymi, so tóktust teir hava sera ilt við at fáa nakra leikliga yvirvág burtur úr hesum. Ikki tí. Vindurin trýsti spælið oman móti brotsteiginum hjá vertun- um, men sjáldan varð talan um nakran tilspældan møguleika. Seinastu minuttirnar eydnaðist tó at seta eitt veruligt trýst á mótstøðuna. Størsta møgu- leikan fingu teir tó, tá Gunnar á Steig bíðaði ov leingi eftir einum langum sparki fram eftir vøllinum, men lobbarin hjá Tór-Ingar fór omanfyri málið hjá heimaliðnum. Styttist í oddinum At tað annað umfarið í slag miseydnaðist HB at taka øll stigini, er uttan iva ein dyggur smeitur fyri odda- liðið. Tað eru teir nevnliga enn, men nú er av álvara farið at treingjast í odda- stríðnum. Júst hesi bæði umførini, sum farin eru, var annars at kalla neyðugt við fullum stigatali, soleiðis at trýstið ikki skuldi gerast ov stórt undan seinastu umfør- unum. Nú er støðan tó tann, at tað mest sum líkist eini finalu, hvørja ferð HB fer á vøllin seinastu umførini. Fyrst koma toftamenn á vitjan í einum dysti, sum nærum við vissu sendur annað liðið úr gullstríð- num. Síðani er tað granna- uppgerðin móti B36, og hesa ferð stendur nógv meira enn bara slagið um høvuðsstaðin upp á spæl. Og at enda er tað so KÍ, sum kemur á vitjan. Klaks- víkingar eru kanska ikki partur av oddastríðnum, men teir hava havt eitt gott taka á HB í ár, og so vilja teir helst minni enn nakað annað, at HB skal koma ájavnt teimum í dystinum um flestu meistaraheitini. Hjá EB/Streymi inni- halda seinastu dystirnir kanska ikki sama slag av spenningi. Liðið hevur sum so longu rokkið málinum um at stabilisera seg í deildini, og tað væl og virðiliga. Liðið liggur í løtuni so væl fyri, sum tað ongan tíð hevur gjørt áður, og júst hetta er ivaleyst ein faktor- ur, sum kann motivera leik- ararnar til at geva sítt allar besta seinastu trý umførini. Her skal EB/Streymur spæla á útivølli móti GÍ og Skála, meðan teir eiga VB á heimavølli. Á pappírinum dystir, sum liðið hevur góðan møguleika at vinna, og so er spurningurin, hvørt tað fer at eydnast at klintra longur upp á talvuna. Dysturin í tølum EB/Streymur-HB 1-1 (1-1) 1-0: Sorin Anghel, 30 1-1: Rógvi Jacobsen, 34 EB/Streymur: Gunnar á Steig – Eyðfinnur Joensen, Andrzej Pacek, Egil á Bø, Hallur Jacobsen – Marni Djurhuus, Ronnie Samuel- sen, Marek Wierzbicki, Jákup Martin Joensen – Sorin Anghel, Magni á Lakjuni HB: Bárður Johannesen – Hans á Lag, Jan C. Dam, Símun Eliasen, Janus M. Joensen – Hallur Daniel- sen, Kári Nielsen, Rúni Nolsøe – Tór-Ingar Aksel- sen, Rógvi Jacobsen, Andrew av Fløtum Dómari: Eiler Rasmussen. Hevði í fyrra hálvleiki nakrar feildómar, men kom sum heild væl frá dystin- um. Ikki minst tá vánaligu líkindini og harav óskipaða spælið verður havt í huga. EB/Streymur-HB 1-1 (1-1): HB í mótvindi Fyri tað nógva var trupult at halda skil á bóltinum í nógva vindinum, og tað merkti eisini spælið, sum størsta partin av tíðini var sera óskipað Mynd: Álvur Haraldsen 25 24 Nr. 174 - 16. september 2003 B36-FS Vágar 4-1 (1-0): B36 eltir møguleikan Vágamenn mutaðu leingi ímóti, men at enda fall korthúsið hjá teimum saman, og nú er B36 bert eitt stig frá grannunum úr HB FÓTBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað styttist rættiliga í odd- inum í fótbóltslandskapp- ingini. Hóast veðurgudarnir so avgjørt ikki vístu seg frá síni bestu síðu, so mundu tey í B36 kenna onkrar sól- arglæmur fløva sunnudag- in, ella vóru tað bara meld- ingarnar úr hátalarunum um, at tað ikki eydnaðist HB at fáa fult norðuri á Mølini. Hetta gav nevnliga B36 møguleikan at minka enn meira um munin upp til oddin, soleiðis at hesin nú bert er eittans stig undan teimum seinastu trimum umførunum. Bitu frá sær Tað mundi tó ikki vera dysturin á Eiði, sum stóð fremst í huganum hjá B36 leikarunum, tí teir høvdu sum so ríkiligt at taka til sjálvir. Hóast teir vóru í eini rættiliga skerdari út- gávu, so megnaðu gestirnir at bíta frá sær, og teir góvu eisini heimaliðnum ein rættiligan hvøkk, tá Birgir Joensen tíðliga í dystinum smekkaði til á tvørtrið. B36 kom tó alt meira við, og ivaleyst vóru tað eisini teir, sum høvdu bóltin meira, men tað skuldi eitt mistak av teimum stóru til, áðrenn teir fingu lagt seg á odda. Heðin á Lakjuni royndi seg við langskoti, og Jákup Joensen tóktist hava tamarhald á, men bólturin smoygdi sær millum hend- urnar á málverjanum og rullaði síðani seinasta pett- ið í netið. B36 hevði eisini onkran møguleika eftir hetta at økja um leiðsluna fyri steðgin, og tey flestu mundu halda, at sigurin var mest sum vunnin, men gestirnir lótu seg ikki kúga. Heldur royndu teir eftir steðgin at seta meira á, og eftir einum korteri gav hetta úrslit, tá Birgir Joen- sen stútaði FS upp á javn- leik. B36 hevði tá mist ein hálvskaddan John Petersen, og tí mundu áskoðararnir av álvara bíta negl, nú eitt hitt vandamesta álopsvápn- ið manglaði, men hendan støðan helt sær tó ikki leingi. Jákup á Borg sendi hornaspark innfyri, og har eydnaðist Allan Mørkøre at órógva verjuna somikið, at bólturin fór inn um strik- una. Eitt mál, sum Allan eisini varð skrásettur fyri, men tey flestu mundu ivast í, um bólturin ikki hevði verið í málinum undan hesum. Og so skrædnaði hjá gestunum. Enn royndu teir at trýsta eitt sindur, men tað gjørdist alt meira tunt í hin- um endanum, og við tveim- um tveimm málum móti dystarenda kundu Klæmint Matras og Jákup á Borg seta punktum fyri dystin- um. Tætt í báðum endum Fyri B36 var hesin dysturin tann fyrsti av fýra finalu- líknandi umførum, og í so máta er einki at ivast í, at sigurin var ein treyt. At HB so samstundis snávaði, gjørdi á ongan hátt lagið verri hjá hvíta høvuðsstað- arfelagnum, tí nú er munur- in til oddin bert eitt stig. Men hinvegin B36 enn ikki avgera sjálvt, hvørt teir skulu gerast meistarar ella ikki. Til tess krevst – um- framt at B36 vinnur sítt – at B68 eisini snávar á vegn- um. Hjá vágamonnum var tal- an enn eitt dømi um, at hepnið so avgjørt ikki hev- ur verið við liðnum í ár. Ferð eftir ferð eru dystir mistir á gólvið, har talan mundi og kundi verið um stig, og nú er av álvara farið at sansa at. Enn hava vága- menn tríggjar dystir, men útlitini fyri at koma av 9. plássinum tykjast sera døp- ur, og kanska skuldi liðið heldur savna tankarnar um dystin móti Skála í næst seinasta umfarinum, so- leiðis at vandin fyri bein- leiðis niðurflyting í øllum førum kann fáast heilt burt- ur. Dysturin í tølum B36-FS Vágar 4-1 (1-0) 1-0: Heðin á Lakjuni, 32 1-1: Birgir Joensen, 67 2-1: Allan Mørkøre, 71 3-1: Klæmint Matras 4-1: Jákup á Borg B36: Tróndur Vatnhamar – Allan Mørkøre, Fróði Clementsen, Rúni Elttør, Kenneth Jacobsen – Niels Joensen, Klæmint Matras, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen – John Petersen, Heðin á Lakjuni FS Vágar: Jákup Joensen – Jógvan Hendrik Samuel- sen, Albert Ari Thomassen, Jack Johansen, Elfinn Ørvarodd – Hannus Olsen, Jens Erik Rasmussen, Rói Árting, Birgir Joensen – Kim Poulsen, Clayton Soares Dómari: Oddmar Andrea- sen 2. DEILD KÍ–VB Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Klaksvíkingar drógu leyg- ardagin longra stráðið, tá ið teir næstbestu úr Vági vitjaðu teir næstbestu hjá KÍ. Línuskipið Jákup B hev- ur síðstu mánaðirnar ligið á Klaksvík og skifti brúgv. Tað kunnu teir á 2. deild- arliðnum hjá KÍ vera fegnir um. Helmar Lassen siglir við Jákup B, men nú skipið liggur, hevur hann havt møguleikan at vísa síni fót- bóltsevni. Helmar hevur síðstu vikurnar skorað fleiri mál, og leygardagin skoraði hann tvær ferðir. Dysturin var ikki serliga væl spæld- ur, men tað vóru málmøgu- leikar báðar vegir. Helmar legði í 1. hálv- leiki KÍ framum, tá ið hann var fyrstur á leysum bólti í brotsteiginum, eftir at verjuspælari hevði roynt at steðga innleggi úr høgru. Undan hvíldini fekk KÍ gyltan møguleika at avgera. Í tvídysti millum Eyðun Kjærbo og Olgar Danielsen kom Eyðun eitt sindur skeivt fyri, nýtti sum aftasti maður hondina, og so bríkslaði dómarin fyri brotssparki og vísti verju- spælaranum av vøllinum. Olgar Danielsen misnýtti møguleikan úr ellivu metr- um. Eftir steðgin eydnaðist tað undirmannaða VB at javna. Innleggið kom úr vinstru, og Jón Pauli Olsen møtti bóltinum sera hegnis- liga og stýrdi við innaru síðuni framvið KÍ málverj- anum. Sjálvandi hevi KÍ bóltin størsta partin av tíðini í 2. hálvleiki, men tað var alla tíðina spennandi. Mið- skeiðis í 2. hálvleiki fekk Helmar Lassen bóltin inn um VB spælararnar, sum ikki gravaðu seg niður, hó- ast teir vóru undirmannað- ir. Helmar setti framvið Finnboga Olsen, og harvið vóru stigini í Klaksvík. Næstu ferð skal KÍ til Sandoyar, meðan VB sleppur frá at fara norður um fjørðin. Teir fáa vitjan av Tvøroyri. KÍ–VB 2–1 (1–0) 1–0: Helmar Lassen 1–1: Jón Pauli Olsen 2–1: Helmar Lassen Reytt kort: Eyðun Kjærbo Eftir at Allan Mørkøre hevði skorað til 2-1, fór seinasta luftin úr gestunum úr FS Vágum, og seinastu løtuna kundi B36 staðfesta sigurin Mynd: Árni C Helmar aftur høvuðsleikari Vágbingar iðra seg, men tað leggur Helmar Lassen lítið í. Við tveimum málum syrgdi hann nevnliga fyri, at KÍ enn einaferð fekk fulla úrtøku Mynd: SáH C M Y K 24