Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-16, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2003síða 14

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 16. september 2003 27 27 26 Nr. 174 - 16. september 2003 Sumba-B71 2-0 (1-0): Sumbingar halda møguleikanum Vindurin setti sín dám á dystin á Kross- inum, men fyri sum- bingar vóru stigini tey týdningarmestu 2. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ein dystur varð leiktur í aðru deild sunnudagin, tá Sumba heima á Krossinum tók ímóti B71. Júst hesi bæði feløgini mundu vera millum teirra, sum vórðu havd á munni, tá tosast skuldi um kandidatar til uppflyting, men í ár hevur tað so bert verið Sumba, sum hevur livað upp til hetta heitið. Og tað var eisini sjón fyri søgn sunnudagin, at tað vóru teir á heimaliðnum, sum vóru betri fyri. Nógvi vindurin gjørdi sítt til, at tað bar illa til at fáa nakað veruligt fótbóltsspæl fram, men serliga í fyrra hálv- leiki, tá teir høvdu vindin undan, royndu sumbingar at trýsta mótstøðumenn- inar. Og hetta gav eisini úrslit. Vindurin viðførdi ofta, at spælið varð kroyst oman móti sandoyarmálinum, og ta einu ferðina førdi trunka- spælið her við sær, at Karl Lisberg fekk skot á, og so stóoð 1-0. Seinna umfarið vóru tað sandoyingarnir, sum høvdu vindin undan, men teir megnaðu sjáldan at seta eins stórt trýst á, sum vertirnir høvdu megnað tað. Tó so, onkran møgu- leika høvdu teir, og ivaleyst iðrar Eli Hentze seg um, at skotið ikki var fáar senti- metrar beinari, tá hann meddaði á stongina. Og móti dystarenda fall revsingin fyri vantandi úrtøkuna. René Thomsen fekk bóltin eftir innkast, og tá hann smekkaði hart og flatt innfyri málið, var verjuleikari á heimaliðnum somikið óheppin, at hann beindi bóltin í málið, og so var alt avgjørt. Iðra seg Við sigrinum syrgdu sumb- ingar fyri, at teir enn halda fast í silvurstríðnum, har teir í løtuni eru tvey stig frammanfyri TB, sum hin- vegin eigur ein dyst til góðar. Men tað er einki at taka seg aftur, at sumbingar iðra seg um, at tað ikki hevur eydnast at fáa betri úrtøku enn tað sama í fleiri dystum í ár. Serliga á heimavølli hevur gingið striltið at fáa úrtøku burtur úr málmøguleikunum, og eitt nú vóru bæði tvøramenn og fuglfirðingar væl nøgdir um, at tað eydnaðist at fáa stig við sær av Krossinum. Stig, sum fyri Sumba kundu ført við sær, at silvurið hevði verið mest sum tryggjað. Fyri ikki at tosa um dystin móti LÍF fyri viku síðani, tá sumb- ingar tveittu eina tvey mála stóra leiðslu burtur. Hjá sandoyingum verður tað so ikki í ár, at uppflyt- ing kemur upp á tal. Heldur tvørtur ímóti,tí í verandi støðu kann liðið als ikki kenna seg heilt trygt. LÍF fór við sínum sigri leygar- dagin upp um sandoyingar, og tó at beinleiðis niður- flyting neyvan kemur upp á tal, so man tað vera lítið hugaligt at spæla fyri lívin- um í deildini, tá ætlanin var at spæla um rættin fyri uppflyting. Dysturin í tølum Sumba-B71 2-0 (1-0) 1-0: Karl Lisberg 2-0: sjálvmál B36 helt leingi, men í seinastu løtu kom Johnny Samuelsen sum ketta úr høvda- trogið og skey málið, sum heldur AB í nær námind heiðurs- merkjaplássunum 2. DEILD Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo AB er enn við í stríðnum um at ogna sær heiðurs- merki. Hesum syrgdu argjamenn fyri, tá teir á heimavølli fingu øll trý stigini til høldar móti B36. Og fagnaðurin var stórur. Ikki bara um stigini, men eisini tí hetta var fyrstu ferð í heilt langa tíð, at tað hevur eydnast AB at fáa øll stigini á heimavølli móti B36. Hetta hevur annars verið roynt hesi seinnu árini, meðan AB hevur arbeitt seg upp ígjøgnum deildirnar, men men mest sum hvørja ferð hevur tað tó eydnast árstalsfelagnum at leggja fót fyri hesum. Og tað var sum so um reppið, at tað eydnaðist aftur hesaferð. Fyrra umfarið leygardagin var tað AB, sum átti meginpartin av spælinum. Bólturin varð koyrdur væl kring vøllin, har mótstøðumenninir høvdu sera trupult við at fáa fatur á honum, men tað var alla tíðina, sum um avgerandi møguleikin – og málið - bíðaði. Kanska hevði tað gingið ov væl fyri steðgin, soleiðis at ferðin nú varð sett nakað niður, men í øllum førum kom B36 nógv betri við eftir steðgin. Málmøguleik- ar spurdust burturúr, og eitt nú høvdu Sonni Johansen og Áki Mørk tveir heilt stórar av slagnum, men tað eydnaðist ikki at fáa bóltin framvið Egini Høgnesen, sum nú verjir AB-málið. Hinvegin átti AB nú eisini onkran møguleika, og eitt nú átti Hans Jørgen Djurhuus at fingið betri nyttu burturúr, tá hann gjørdist blankur stutt úr málinum, men skotið fór beint í krovið á Magnusi Poulsen í B36-málinum. Líkt var til, at alt skuldi enda, á sama hátt sum tað byrjaði, men so fingu argjamenn loksins orsøk at fegnast. Trunkaspæl var í B36-brotsteiginum, og onkursvegna fekk Johnny Samuelsen skot á. Bólturin smeyg sær millum vinir og fíggindar og helt fram eftir jørð heilt úti við stongina, og so hjálpti tað lítið, at málverjin royndi at toyggja seg. Hetta hendi bert tveir minuttir fyri leiklok, og tá var ov seint hjá mótstøðuni at svara aftur. AB syrgdi við hesum fyri, at teir enn eru við í stríðnum um heiðursmerki. Her er tó enn nakað upp til bronsuna, sum TB eigur í løtuni, og eftirverandi dystarskráin sær alt annað enn løtt út. Men í øllum førum fingu teir nú kensluna av, at javnir dystir eisini kunnu koppa til teirra fyrimun, og so er spurningurin, hvussu nógv sjálvsálit hetta hevur kastað av sær. Dysturin í tølum AB-B36 1-0 (0-0) 1-0: Johnny Samuelsen LÍF-B68 3-1 (0-1): LÍF upp um strikuna 2. DEILD Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo B68 hongur framvegis í einum klønum tráði, men hann er ógvuliga klænur. Leygardagin høvdu teir møguleikan at styrkja um vánaliga støðuna, og í 1. hálvleiki sá tað hampuligt út í Leirvík, har vindurin leikaði í og mól. Við næsta sigrinum á rað slapp LÍF upp á áttanda plássið. Har hava teir einki ímóti at vera, tá ið átjanda umfarið verður liðugt spælt, men tað er framvegis nógv at stríðast um og fyri. Ein minutt undan steðg- inum legði Aksel Høj- gaard B68 framum. LÍF miðverjan roknaði skeivt, bólturin stakk inn um verjuna, og veteranurin gjørdi einki mistak, tá ið hann varð einsamallur frammanfyri Allan Joen- sen, sum kendi seg noyddan at koma út ímóti, og so bakkaði eitt sindur aftur. Aksel lyfti bóltin í bleytum boga, og so var B68 í betra hýrinum í steðginum. Seinna umfarið var bara tríggjar minuttir gamalt, tá ið Magnus á Dalbø javnaði til 1–1. Niels Pauli Justinussen, sum var rættuliga væl upp- lagdur í vinstra borði, legði flatt innfyri, og Magnus skoraði úr brots- teiginum. Eitt korter restaði, tá ið Niels Pauli Justinussen legði LÍF framum. Úr vinstru sendi hann í hand- ara síðunetið. Spenning- urin svann, tá ið Kaj Eli Olsen, sum tá ið tjúgu minuttir vóru eftir hevði avloyst Magnus á Dalbø, í Zuma stíli, sum teir siga í Leirvík, legði seg afturav og sendi framvið Mortani Hansen. LÍF er sloppið undan allari hóttan av beinleiðis niðurflyting. B68 hevur ein lítlan møguleika at fáa B71 aftur, men alt bendir á, at toftamenn bara fingu eitt ár í næstbestu deildini á hesum sinni. LÍF skal í síðstu umfør- unum spæla ímóti B36 í Gundadali, ÍF í Leirvík og í Vági. B68 eigur Sumba og B71 á heimavølli og B36 í Gundadali. LÍF–B68 3–1 (0–1) 0–1: Aksel Højgaard 1–1: Magnus á Dalbø 2–1: Niels Pauli Justinus- sen 3–1: Kaj Eli Olsen AB-B36 1-0 (0-0): Í evstu løtu C M Y K 26 Støðan, 1. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 HB 15 9 - 5 - 1 34 15 19 32 2 B36 15 10 - 1 - 4 32 16 16 31 3 B68 14 8 - 5 - 1 20 8 12 29 4 NSÍ 14 8 - 4 - 2 26 11 15 28 5 KÍ 15 7 - 2 - 6 24 22 2 23 6 EB/Streymur 15 5 - 5 - 5 25 29 -4 20 7 GÍ 14 4 - 4 - 6 16 22 -6 16 8 VB 14 3 - 4 - 7 15 24 -9 13 9 FS V 15 2 - 2 - 11 19 38 -19 8 10 Skála 15 1 - 0 - 14 8 34 -26 3 Støðan, 2. deild menn vunnin tapt mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 ÍF 15 11 - 3 - 1 33 12 21 36 2 Sumba 15 8 - 4 - 3 28 13 15 28 3 TB 14 8 - 2 - 4 44 22 22 26 4 AB 15 6 - 5 - 4 26 18 8 23 5 KÍ 15 7 - 1 - 7 31 41 -10 22 6 VB 15 6 - 2 - 7 28 19 9 20 7 B36 14 5 - 3 - 6 22 19 3 18 8 LÍF 15 5 - 1 - 9 20 39 -19 16 9 B71 15 4 - 2 - 9 18 22 -4 14 10 B68 15 2 - 1 - 12 9 54 -45 7 Máltindarnir 1. deild Hjalgrím Elttør KÍ 13 John Petersen B36 9 Heðin á Lakjuni B36 8 Andrew av Fløtum HB 8 Helgi L. Petersen NSÍ 7 Jákup á Borg B36 6 Rógvi Jacobsen HB 6 Sonni L. Petersen NSÍ 6 Birgir Jørgensen VB 6 Milan Kulic VB 6 Súni Fríði Johannesen B68 5 Sorin Anghel EB/S 5 Krzystof Popczynski GÍ 5 Karsten From NSÍ 5 John Heri Dam B68 4 Egil á Bø EB/S 4 Hans Pauli Samuelsen EB/S 4 Ronnie Samuelsen EB/S 4 Birgir Joensen FSV 4 Clayton Soares FSV 4 Kim Poulsen FSV 4 Símun Samuelsen GÍ 4 Rúni Nolsøe HB 4 Tór-Ingar Akselsen HB 4 2. deild Kaj Roest TB 10 Dan Mortensen TB 9 Áki Mørk B36 8 Hanus Eliasen ÍF 8 Eirikur Joensen Sumba 8 Eyðun Samuelsen AB 7 Allan Michelsen TB 7 Pætur Dam Jacobsen AB 6 Høgni Zachariasen ÍF 6 Ken Bærendsen ÍF 6 Helmar Lassen KÍ 6 Óli Johannesen TB 6 Sigmundur Mikkelsen VB 6 Erling Fles KÍ 5 Olgar Danielsen KÍ 5 Rasmus Nolsøe TB 5 Jón Pauli Olsen VB 5 Axel Højgaard B68 4 Símun Hansen B71 4 Tummas Pauli Olsen B71 4 Magnus Dalbø LÍF 4 René Thomsen Sumba 4 Illfýsna veðrið kring landið sunnudagin hevði eisini sína ávirkan á fótbóltin. Longu væl undan dystinum á Toftum stóð greitt, at har var í øllum førum ikki spælandi, og tí fingu liðini bæði boð um, at her gjørdist einki. Ístaðin varð nýggjur dystur ásettur longu mánakvøldið, og ístaðin kundu toftamenn og runavíkingar fara við bili til Eiðis, har teir sóu argasta kappingarneytan seta stig til. Heldur ikki í Vági eydn- aðist at avgreiða dystin millum VB og GÍ. Her varð ein roynd gjørd, men eftir einum korteri stóð greitt, at tað var ikki spælandi, og tí valdi dómarin at floyta dystin av. Nær hesin dystur verður leiktur, er enn ikki greitt. Sum skilst vóru gøtumenn hugaðir at gera eina nýggja roynd mánadagin, men hetta vildu vágbingar ikki, so í løtuni er ikki greitt, nær nýggjur dystur verður ásettur. - jm Í hálvleikssteðginum í dystinum millum Føroyar og Litava seinasta mikudag, var tíðin loksins komin, tá FSF skuldi heiðra leikarar- nar, sum seinastu nógvu árini hava sett Føroyar á altjóða fótbóltskortið. Hetta hevur uttan iva verið nakað, sum leikarar- nir hava ótolnast eftir, og skemtisøgurnar um, tá Jens Martin hevur handað skeið- ir og gaflar av døgurða- borðinum eru eisini fleiri í tali. Nú sleppur aldursforsetin tó undan hesum tátti, tí framyvir verða nálir latnar øllum teimum, sum um- boða føroyska landsliðið á tí pallinum, sum eitur A- landsdsdystir hjá monnum. Fyrstu ferð leikari er á liðn- um, verður ein bronsunál latin. Silvurnál verður latin teimum, sum røkka 25 dystum og gullnál er so til teir, sum koma upp á hálvthundrað dystir. Enn er ikki gjørt av, hvørt talan verður um aðrar heið- ursgávur, um dystartalið verður enn størri, men ein leikari sum Óli Johannesen fer nú av álvara at nærkast teimum 75, og so er spurn- ingurin, hvørt talan eisini tá verður um nakra gávu. Nálir á Svangaskarði Jóannes Jakobsen var fyrstu nógvu árini liðskipari hjá føroyska liðnum, og hann fekk sjálvandi eisini sína viðurkenning fyri hetta á Svangaskarði Mynd: Álvur Haraldsen Óvist við VB-GÍ Pop.fo er ein fesk s p.fo er ein fesk íða við tónleiki og undirhaldi, sum hevur fleiri túsund vitjandi um mánaðin Fylg vi F ð hvat er heitt & feitt - vitja pop.fo Øll hava eina góð óða s a íðíðu - pop.fo hevur 100 hevur 100