Sosialurinarkiv
Sosialurin 2003-09-16, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 16. september 2003síða 15

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 174 - 16. september 2003 29 29 28 Nr. 174 - 16. september 2003 C M Y K 28 Esbjerg, Midtjylland og OB tykjast hava førleika at bjóða stóru feløgunum í høvuðsstaðnum av í stríðnum um meist- araskapin SUPERLIGAN Jóannes Hansen Tað er sum í Skotlandi. Har eru tað Glasgow feløgini Rangers og Celtic, sum stríðast um meistaraskapin. Í Danmark eru tað FCK og Brøndby. Soleiðis hevur ofta verið tikið til seinnu árini, og síðani Jákup Mikkelsen og Herfølge lumpaðu øll og vunnu DM í 2000, hava tað bara verið tey bæði stóru í høvuðs- staðnum, sum hava verið meistarar. FCK í 2001 og 2003 og Brøndby í 2002. Men tað eru ábendingar um, at tað kanska ikki fer at verða eins sjálvsagt, at tað hesa ferð verður FCK ella Brøndby, sum tað hevur verið undanfarnu árini. Brøndy er oddalið eftir sjeynda umfarið, og FCK er á triðja plássi saman við FCM og OB. Esbjerg er næstfremst, og øll tey trý nevndu feløgini – OB, Esbjerg og FCM – tykjast hava styrki og førleika til at vera við í toppstríðnum og kanska at halda tørn inntil øll 33 umførini eru fingin frá hondini. Esbjerg var undan sunnu- degnum fremst. Teir vóru í Odense, har tað ikki eydn- aðist at verja oddasessin. Esbjerg hevur ikki vunnið í Odense ímóti OB í 35 ár, og hesa ferð taptu teir 2–0. Es- bjerg hevði nógvar møgu- leikar, men Martin S. Jen- sen í OB málinum stóð seg rættuliga væl. Síðsta kapp- ingarár varð hann ikki nóg góður at fáa møguleikan sum Esbjerg málverji! At fótbólturin rættuliga hevur fingið fastatøkur í Odense sást á áskoðara- talinum. Tað møttu næstan tíggju túsund upp. So mong plaga tað bara at møta upp í fynska høvuðsstaðnum, tá ið talan hevur verið um lokaluppgerðir í bestu deildini. Nú er langt síðani, at nøkur sovorðin var á skránni, tí B1913 er í næst- bestu deildini, og B1909 er í triði bestu deildini. OB hevur nú spælt 16 landskappingardystir á heimavølli á rað uttan at hava tapt. Teir taptu 1–0 29. september í fjør ímóti FCK. Síðani tá hava teir hvørja ferð fingið stig á heima- vølli. Brøndby tryggjaði sær seinnapartin sunnudagin oddasessin. Teir vunnu 3–0 á Glasdaxe stadion, og sigurin á AB var fult uppi- borin. Heldur ikki hesa ferð helt Michael Laudrup seg hava pláss fyri álitinum í miðverjuni á føroyska landsliðnum, Jón Róa Jacobsen. FCM vann fyri fyrstu ferð nakrantíð á FCK í Parkini. Úrslitð var 1–0, og tað hevði við sær, at FCM legði seg undir liðina á OB og FCK á triðja plássinum. Broytingar í botninum AGF hevði knívin á bark- anum. Mannfjøldin á Århus stadion var stór, og AGF sveik ikki hesa ferð. Teir løgdu seg á odda 2–0 ímóti Herfølge. Gestirnir mink- aðu í 2. hálvleiki um munin, og teir hildu seg eisini í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, at hava javnað til 2–2. Dómarin kolldømdi málið fyri rangstøðu, og tað vóru Herfølge menninir rættu- liga misnøgdir við. Við sigrinum slapp AGF av niðurflytingarplássinum og upp um strikuna. Hjá FC Nordsjælland minnir gongdin ikki so lítið um hana hjá Herfølge í 2000/2001, tá ið teir frammanundan høvdu vunnið DM. FCN vann púra óvæntað bronsukrón- urnar í summar, men nú vil einki bera til hjá teimum. Sunnudagin vóru teir í Ålborg og spældu ímóti kreppurakta AaB, sum eftir næstsíðsta umfarið skifti venjara. AaB vann 1–0, og harvið er FCN undir niður- flytingarstrikuni, meðan teir í Ålborg í hvussu so er inntil í annaðkvøld kunnu draga ondina eitt sindur lættari. At tað eisini fer at verða sera strevið hjá nýuppflutta Frem sást á heimavølli ímóti Viborg, sum vann 3–2, eftir at Frem, sum var rættuliga lítið sannførandi í verjuspælinum, hevði verið frammanfyri 1–0 og aftan fyri 3–1. Men hóast teir tykjast hava ov mikið av góð- um spælarum, so hev- ur FCK higartil í hes- um kappingarárinum tapt sjey stig í Parkini ÚTISETAFELAG Jóannes Hansen Leygardagin tapti FCK 1–0 á heimavølli ímóti FC Midtjylland, sum var rættu- liga væl skipað og spældi seg til fleiri málmøguleikar enn FCK. – Vit vóru betri fyrsta korterið. Eg fekk møgu- leika at royna ímóti málin- um við høvdinum í 8. minutti. Tíverri bjargaðu teir á strikuni. Hvussu gongdin hevði havt verið, um tað ta ferðina hevði eydnast at skora, ber til at filosofera yvir, men tað gevur ongan meining. Teir vóru skarpari enn vit. Hjá okkum kom ferðin ongan- tíð nóg langt upp. Tað var ov nógv pilkarí, og vit høvdu fáar upplagdar mál- møguleikar, sigur Todi Jónsson á heimasíðu sínari todi.fo. FCM málið skoraði mið- vallarin Thomas Frandsen, tá ið ein tími var farin. Fimtan túsund áskoðarar vóru í Parkini, og teir flestu teirra vóru vónbrotnir. Síðani FCK sá dagsins ljós fyri ellivu árum síðani, hava teir vunnið nógv teir flestu heimadystirnar. Parkin hevur í hesum kappingarárinum ikki verið tann skansin, sum hon áður hevur verið hjá FCK. Higartil hava teir mist sjey stig á heimavølli. Tað er væl meiri, enn teir plaga at missa í leyvuholini, sum teir taka til í Danmark. Ov nógvir góðir spælarar Todi Jónsson var leygar- dagin á vøllinum í 66 minuttir. So varð hann tikin út, og á vøllin kom í staðin Álvaro Santos. Løtu seinni varð Thomas Røll Larsen tikin út, og tá kom Peter Møller inn. Zuma var á vøllinum alla tíðina, men hann var verri enn so eins væl upplagdur, sum hann hevur verið undanfarnu vikurnar, og Todi er tann av álopsmonnunum, sum í pressuni fær besta skoðs- málið. Í donsku pressuni eru teir farnir at tosa um, at ein trupulleiki hjá FCK nú í heyst er, at teir hava ov nógvar spælarar, sum eru kvalifiseraðir at spæla í superliguni. Leygardagin staðfesti Politiken, at FCK hevur mannað seg til at spæla í Europa Cup fyri meistaralið, og at tað nú tað kiksaði at sleppa upp í part í fremstu kappingini, er ein trupulleiki, hvat teir skulu gera við manningina. Leygardagin høvdu fimt- an spælarar fingið boð til landskappingardystin ímóti FCM. Millum spælararnar, sum ikki høvdu fingið boð, vóru eitt nú Peter Christ- iansen, sum inntil hann fyrr í summar varð skaddur, var fastur vongverji í vinstru, og Jörgen Pettersson, sum fyri einum ári síðani varð keyptur úr týsku bundes- liguni og til FCK, har hann skuldi verða stóra álops- stjórnan. Politiken veit at sig, at tá ið Hans Backe, FCK venj- arin, endaði venjingina fríggjadagin við at boða frá, at teir somu fimtan skuldu møta leygardagin, sum høvdu spælt ímóti AGF, var framrættaði svenski spælarin skjótur til hús. Hann segði seg vera í toppvenjing, og hevði ilt við at góðtaka, at hann fyri aðru ferð á rað als ikki slapp upp í part. FCK venjarin tók tað róligt. Hann vísti á, at nú verður ivaleyst brúk fyri øllum spælarunum. FCK skal í annaðkvøld spæla landskappingardyst í Vi- borg, leygardagin skulu teir spæla á heimavølli ímóti Herfølge, og í næstu viku skulu teir spæla á útivølli í UEFA Cup. Rosenborg heldur fram við at vinna, meðan tað hesa ferð royndist illa hjá feløgunum, sum føroyingar hava havt nakað við at gera NOREG Jóannes Hansen Tað er einki nýtt, at Rosenborg er nakað heilt fyri seg í Noregi. Í hesi vikuni fara teir at spæla altjóða fótbólt í UEFA Cup. Leygardagin høvdu teir heimavøll ímóti Odd Greenland úr Skien, og heimaliðið í Tróndheimi vann 3–1. Harald Bratt- bakk, sum í síni tíð var í FCK álopinum saman við Toda Jónsson, skor- aði øll trý málini. Øll hini feløgini tosa um Rosenborg, og um ein spælari tykist hava hug at stinga seg serliga nógv fram í einum øðr- um felagi, so verður beinanvegin tosað um, um hann kanska fer at verða seldur til Rosen- borg. Eitt dømi um hetta er Martin Andresen í Stabæk. Sunnudagin vann felagið hjá honum 2–0 á útivølli ímóti Bryne. Hesin Martin skoraði bæði málini úr stórari fjarstøðu. Hitt fyrra við frísparki og hitt seinna við langskoti. Rune Bratseth, sum er ítróttarstjóri í Rosenborg, hevur sagt, at Martin Andresen er áhugaverdur fyri Rosenborg. Tí verður hann ivaleyst skjótt part- ur av liðnum í Trónd- heimi, tí har eiga teir ógvuliga nógvar pengar. Hjá feløgunum, sum føroyingar hava havt við at gera, royndist viku- skifti ikki væl. Sogndal, sum leingi var á silvur plássinum, er dovnað rættuliga nógv. Hesa ferð løgdu teir á útivølli rygg til 3–0 tap ímóti Aale- sund, sum er næstaftast. Øll málini vórðu skorað í 1. hálvleiki. Molde var á útivølli í Tromsø, har heimaliðið vann 1–0. Tveir Molde spælarar fingu reytt kort. Molde venjarin, Odd Berg, var so illur eftir dystin, at teir rundanum hann ikki góvu honum loyvi at fara at takka dómaranum fyri dystin! Lyn var á útivølli ímóti Viking í Stavanger. Úr- slitið var 2–2. Tað lyfti ikki Lyn av aftasta plássinum, men tá ið havt verður í huga, at Viking er nummar fýra, so var úrslitið ikki verri enn ilt hjá Lyn, sum í hesi vik- uni fer at spæla í UEFA Cup. Vålerenga, sum er triði aftast, hevði vitjan av Bodø/Glimt, sum nú er næstfremst. Fyri heima- liðið var 1–1 ikki so galið. Fyri Glimt og norskan fótbólt hevði stigamissurin hjá teimum við sær, at tað nú er upp- aftur longri fram til Rosenborg, sum er í einum flokki heilt fyri seg sjálvt. Molde venjarin í øðini Toppurin er breiður í Danmark Ov nógvir góðir spælarar Undan síðsta umfar- inum, sum verður spælt leygardagin, eru seks lið í vanda fyri at enda á teimum báð- um niðurflytingar plássunum ÍSLAND Jóannes Hansen Tað er fyri fleiri vikum síð- ani avgjørt, at KR úr Reykjavík hevur endur- vunnið meistaraskapin. Men tað er kortini stórur spenningur í landskapp- ingini, nú bara eitt umfar er eftir at spæla. Síðsta um- farið verður spælt leygar- dagin, og tá sær skráin so- leiðis ut: FH–KR, Fylk- ir–Valur, Grindavík–KA, Fram–Þróttur og ÍBV–ÍA. Tað er spenningur um, hvør skal vinna silvur- merkini, og tað er serligur spenningur um, hvørji feløg fara at flyta niður í næstbestu deildina. Í silvurstríðnum liggur ÍA best fyri. Julian Johns- son og liðfelagarnir høvdu hesa ferð vitjan av Grina- vík, sum varð sent til hús við 2–1 tapi. Stéfan Þórðar- son skoraði bæði málini hjá ÍA. Fylkir var leingi næst- fremst, men nú eru teir dotnir niður á fjórða pláss- ið. Hesa ferð vóru teir á Akureyri, har KA, sum alt kappingarárið hevur verið millum botnliðini, vann 2–1 og akkurát lyfti sær upp um niðurflytingar- strikuna. Størsta hóttanin ímóti næstfremsta plássinum hjá ÍA er FH av Hafnafirði. FH var hesa ferð á útivølli í Reykjavík ímóti Þrótti, sum legði rygg til størsta tapið hesa ferð. FH vann 3–0. Í síðsta umfarinum hava bæði FH og ÍA torførar uppgávur. FH eigur heima- vøll ímóti meistaraliðnum úr KR, sum ivaleyst vil runda av við sigri, tá ið teir skulu fáa gullkrónurnar. ÍA skal spæla á útivølli í Vest- mannaoyggjunum, har ÍBV ikki heilt er komið undan niðurflytingar hóttanini, men tað skal vilja heilt illa til hjá oyggjamonnum, um teir ikki skulu hóra undan. At teir rættuliga hava spent seg út fyri at varðveita plássið í bestu deildini, fekk meistaraliðið úr KR at síggja í vikuskiftinum, tá ið teir á heimavølli taptu 2–0 ímóti ÍBV. Vestmanna- oyggjarnar skoraðu málini í 74. og í 84. minutti. Trongt í botninum Tvey feløg fara at flyta niður. Undan síðsta umfari- num eru tað høvuðsstaðar feløgini Valur og Fram, sum eru aftast við 20 stig- um. KA hevur 21 stig, Grindavík og Þróttur 22 og ÍBV hevur 23 stig. Tá ið bara eitt umfar er eftir, og tá ið fleiri feløg skulu spæla fyri lívinum, ber illa til at meta um, hvussu tað fer at hilnast. At okkurt heilt óvæntað kann koma fyri var úrslitið hjá ÍBV í Reykjavík í næstsíðsta umfarinum gott dømi um. Grindavík og KA skulu spæla. Tað kann væl vera, at bæði feløgini fáa nýtt at- gongumerki til bestu deild- ina, um tað verður javn- leikur, men tað er ikki víst. Valur skal spæla granna- dyst ímóti Fylkir, sum luftin tykist vera farin úr, og hjá Fram tykist tað ikki vera vónleyst at vinna á heimavølli ímóti grannun- um úr Þrótti. Tá ið landskappingin verður liðug, verður farið undir hálvfinalurnar í steypakappingini. Har eru ÍA og Julian Johnsson framvegis uppií. Julian á silvur kós Julian Johnsson hevur alla orsøk at smílast, nú tað røkist alt meira fyri, at hann og liðfelagarnir í ÍA skulu ogna sær silvurmerkini Christian Høgni aftur mál við høvdinum Men tað gongur ikki væl hjá Vejle, sum nú er nærri botninum, enn teir eru toppin- um, ið teir droyma um at vera partur av DANMARK 1. DEILD Jóannes Hansen Christian Høgni Jacobsen tykist rættuliga hava funnið stevið í Vejle álopinum. Undan landsliðsferðini skoraði hann fyrsta málið í hesum kappingarárinum. Tað gjørdi hann við høvd- inum, og aftur í hesum vikuskiftinum skoraði hann við høvdinum. Tað gjørdi hann í 59. minutti. Við at seta krúllin undir innlegg legði hann Vejle framum 2–1 ímóti Fremad Amager. Men ólukkutíð fyri heima- liðið Vejle, so javnaði Fremad Amager tíggju minuttir seinni. Øll fýra málini komu í 2. hálvleiki. Tað verður sagt, at Christian Høgni var rættu- liga eyðsýndur í Vejle álop- inum. Í 1. hálvleiki var hann um reppið at seta hol á fyri Vejle, men eftir skjótálop sendi hann bóltin dygst omanfyri tvørtræið. Úrtøkan hjá Vejle hevur higartil ikki verið nakað at reypa av. Sigursvanda fe- lagið, sum hevur vunnið DM fleiri ferðir, hevur vunnið tvær ferðir, spælt tvær ferðir javnt og tapt tríggjar ferðir. Teir hava sostatt átta stig, og teir eru sætti niðast. Tað er langt frá plássinum, sum teir droyma um – altso uppflyting. Fremad Amager verður nú áhugavert hjá føroysk- um fótbóltsfjepparum. Tað er hetta felagið, sum Jann Ingi Petersen skal spæla fyri, tá ið føroyska lands- kappingin verður liðug. Liðið vil fegið flyta upp í bestu deildina, men enn eru teir ikki í nánd av bestu plássunum. Fremad Amager er eitt gamalt felag í høvuðsstað- num, men teir hava ongan- tíð verið heilt frammarlaga. Undir 2. heimsbardaga vóru teir okkurt árið fram ímóti teimum bestu í Dan- mark, men teir hava ikki spælt nógv í bestu deildini, har teir seinastu royndu seg fyri umleið tjúgu árum síðani. Tað, sum teir kanska eru kendast fyri í Danmark, er, at teir spæla á heima- vølli sunnumorgun klokkan 10–10.30, og at teir hava fostrað so kendar fótbólts- spælarar sum Frank Arne- sen, Søren Lerby og Ivan Nielsen. Tað hilnast væl betri hjá grannunum hjá Vejle. AC Horsens, sum hevur Johan Byrial Hansen millum spælararnar, hevur fult stigatal. Hesa ferð vóru teir á Sælandi og spældu ímóti Køge, sum í fjør royndi seg í superliguni. Horsens vann 2–1. Teir hava fult stigatal fyri sjey dystir. Í hølinum á Horsens eru Silkeborg og Ølstykke. Silkeborg hevur vunnið allar dystirnar uttan ein. Hesa ferð sendu teir B93 aftur til Keypmannahavnar við 3–1 tapi. Ølstykke hevði torføran útidyst í Sønderborg. HFK Sønder- jylland legði seg framum 2–0, men so fingu teir brotsspark ímóti sær og ein mann vístan av vølli. Øl- stykke skoraði upp á brotssparkið, og teir vunnu 4–2. Randers FC, sum ikki longur hevur Atla Greg- ersen í hópinum, er væl við í toppinum. Hesa ferð vunnu teir 2–1 í Ålborg ímóti FC Nordjylland. Skjold stóð seg rættuliga væl í fjør. Í ár hevur gingið striltið hjá teimum í fyrstu umførunum, men nú tykist glið vera komið á. Hesa ferð vunnu teir 6–2 á Brønshøj. Hetta var annar sigurin á rað. Brønshøj hevur enn einki stig fingið. FC Aarhus, sum fyri nøkrum árum síðani við Flemmingi Povlsen sum oddamanni ætlaði sær at gerast seinni møguleikin í Århus, hevur bara fingið eitt stig. Hesa ferð taptu teir 3–1 í Fredericia. Triði aftast er Nykøbing Falster Alliancen, sum eisini droymir um rættuliga at seta seg á fótbóltskortið í Danmark. Teir hava fýra stig. Eitt av teimum fingu teir hesa ferð í Odense, har teir spældu 3–3 ímóti B1913, sum eisini liggur tungt í sjónum.