leygardagur 25. mai 1996síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.
Tekstur á síðuni
er
Jøgvan Hansen, pinkuflogskipari
Hevur bygt 30
flogfør i 18 år
At fligva vid modellflúgvara er eitt fritidaritriv, sum eg ikki kedist av. Hetta
er stuttligt og spennandi og samanhaldið er gott. Eg fekk min fyrsta flúgvara
sum fjúrtan ára gamal, sigur hann
Jógvan Hansen við WOT 4 flúgvaranum á Velbastaðhálsi. Mynd Áki Hermanssen
JUSTINUS LEIVSSON
EIDESGAARD
Hvert einasta mikukveld,
tá veðrið er til vildar, ljósu
tíðina, setir 32 ára gamli
Jógvan seg í bilin og trillar
niðan á Velbastaðháls við
lítla modellflúgvaranum í
bagasjurúminum. Í einar
tveir tímar gloymir hann
alt um balstýrugar kopi-
maskinur, um svertupulv-
ur og viðskiftafólk, sum
ikki duga at handfara eina
kopimaskinu rætt. Hann
arbeidir dagliga hjå Rank
Xorex. Hann umvælir
kopimaskinur.
Á Velbastaðhálsi sleppur
smádrongurin aftur fram í
hann, lyndið at leika, sum
liggur í okkum øllum, men
sum tíverri so mangan verð-
ur køvt av berari materia-
lismu
- Eg haldi, at eg havi bygt
einar 30 modellflúgvarar
síðan eg byrjaði sum fjúrtan
ára gamal. Eg havi altíð
havt stóran áhuga fyri flog-
fórum og at flúgva. Longu
sum smádrongur límaði eg
flúgvarar saman. Sum fjúrt-
an ára gamal kom eg fram
á ein príslista, har tað bar
til at bestilla ein flúgvara,
sum kundi flúgva. Tá var
bert ein maður í Havn, sum
fleyg við modellflúgvara
Tað var Birgir Simonsen,
men eg visti einki um hann,
sigur Jógvan Hansen
— At hava bygt 30 flúgv-
arar, ljóðar kanska av nógv-
um, men eg havi eisini havt
hetta frítíðarítriv í mong år.
Heili 18 ár. Eg havi slitið
mong flogfør upp. Tá tú
hevur nýtt eitt flogfar í eini
tvey ár, so er tað uppslitið
So hendir eisini at tey fáa
skaða, og at ein vil royna
nýggj modell, sigur Jógvan
Hansen.
- Flogfarid, sum eg flúgvi
í løtuni eitur WOT 4. Hetta
er eitt serbygt flogfar, sum
ikki hevur nakra fyrimynd
í stórri flogførum. Tað er
bygt serliga til modellflúgv-
ing. Eg keypti flogfarið sum
byggisett. Ein bretlending-
Fleyg heilt til
Tjørnuvikar
} »
al I &
) Í ) fk
U tt he Ovggja
Førovar g norður
Tjørnuvikar. Eg sat 1 einum
bili, sum ein annar koyrdi
Ur bilinum stýrdi eg flog
farinum. Eg hevði sett ein
eykatanga undir flogfarid
Ein litur av brennievni, men
tangin var ikk: meira ent
reiðiliga hålvur, tá vit komu
norður. Flogfarið eg nýtti tá
brendi nógv, sigur Jógvar
Hanset
ta er ikki var t
Það & 6: £
træspril og 20n
restin er Wæspit tt
Jógvan Hansen
Ahugin fyri modell
flúgving er eitt sindur skil
andi. Fyri trimum árum síð
an skipaði felagið hjá okk
um RC-Føroyar fyri eini
framsýning í Svimjihøllini
á Olavsøku. Felagið hýsir
teimum sum flúgva við
modellflúgvarum og eisini
teimum, sum sigla við
radiostýrdum bátum. Hend
an frmasýning varð sera væl
vitjað og aftaná, so øktist
áhugin fyri modellflúgving
Vit hava ætlanir um at skipa
fyri eini slíkari framsýning
á Olavsøku í ár, sigur Jógv-
an Hansen
Sjálvir flågvararnir
kosta ikki so nógv at
byggja, umleið 1000 krón-
ur. Men til fyrsta flúgvaran
skal motorur og fjarstýring.
so ein skal rokna við eini
ílagu millum 5-6000 krón
ur. Ahuga eru vælkomin at
hyggja eftir okkum. Vit
flúgva hvert mikukvøld um
summarið og teir við bát-
unum sigla hvert hoskvøld,
sigur hann.
Jógvan hevur eisini bygt
og flogið tyrlu. Hann sigur
at hetta er meira krevjandi,
enn at flúgva vanligan flúg-
vara.
Herjar nú á
aftur einsamøll
kring jorðina
Hon vitjaði Føroyar í fjør, kom í
havsneyð og fekk skaða í ryggin,
men um ein mána leggur hon aftur
til brots, vestureftir
Jústinus LEIVSSON EIDESGAARD
hon hevur einaferð fyrr siglt kring knøttin einsamøl
Ber til at tosa um konubrot, so má tyska kvinnan
teljast millum hesar. I 1988 legði hon ul havs alla
dag og
leiðina suður við vesturstrond, síðan cystur í hav
Fram við Autraliu, vitjaði á Tasmaniu og sidan un
Kyrrahavið. Í næstan tvey ár heyði hon ættina sunnan
í uppá tvørs í stýriborðssíðu. Hon ætlaði sær suður
um Kap Horn. Men hon fekk trupulleikar við bátinum
og valdi tí at seta upp í Kili fyri at fáa umvælt skaðan
Tá var solangt útliðið, at hon ikki hættaði sær suð-
ureftir og fór síðan heim aftur til Tysklands gjøgnum
Panamaveitina
Nú ætlar hon at royna aftur at sigla kring knøttin
vestureftir. Hesuferð vil hon hava ættina sunnan í
bakborðssíðu. Hon royndi í fjør, men tað miseyd-
nadist. Vit hava frætt frá henni gjøgnum norðmannin
sum leitaði eftir leiðinum hjá langabbanum í Føroyum
í fjør.
Tá Gudrun Calligoro var farin úr Føroyum í fjør
helt hon leiðina til Íslands. Hagani var ætlanin, at
hon skuldi sigla langa teinin suður móti Kanarisku
oyggjunum. Síðan ætlaði hon at halda leiðina vestur
í hav. Men komin nakað væl suður úr Íslandi, kom
ódnarveður á hana. Hon skræddi seglini illa, og
báturin fekk eisini skaða. Hon fekk eisini ilt í ryggin
og noyddist tí at venda við aftur til Týsklands. Eftir
ætlanini loysir hon úr Týsklandi- 24. juni ella sjálvan
jóansskudag og hon hevur ikki ætlanir um at mynstra
av aftur fyrr enn um tvey ár. Tá hevur hon, um alt
veit væl við, siglt kring Kap Horn, vestur um Kyrra
og Indiska havið og norður gjøgnum Atlantshavið.
Gudrun skrivar bøkur um slíkar ferðir og tær selja
eitt sindur.
Guðrun hevði góð orð at siga um Føroyar tá hon
vitjaði í fjør.
— Eg havi verið víða og sæð mong paradís. Tit
búgva eisini í einum paradisi í Føroyum. Eg eri heilt
ovfarin av ljósinum í Føroyum og leikinum við sólar
ljósinum millum skýggini, segði hon.