mikudagur 17. september 2003síða 4
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 175 - 17. september 2003
Nr. 175 - 17. september 2003
7
Dimmalætting skal
nú gera tíðinda-
sendingina hjá Rás
2. Miðlarnir hava
gjørt avtalu um
samstarv í eitt hálvt
ár
FJØLMIÐLAR
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Frá mánadegnum verða
tað tíðindi, sum Dimma-
lætting hevur framleitt,
sum verða at hoyra á Rás
2.
Talan er um nýtt sam-
starv millum teir báðar
fjølmiðlarnar.
– Vit síggja tað sum
eina sera spennandi av-
bjóðing, at Dimmalætt-
ing nú ikki bara skal
framleiða prentað tíð-
indi, men eisini luftbor-
in, sigur Ingi Samuelsen,
blaðstjóri
á
Dimma-
lætting.
Í fyrstu syftu verða tíð-
indini lisin í studio hjá
Rás 2, men ætlanin er, at
Dimmalætting skal gera
sítt egna studio í blað-
húsinum á Smyrilsvegi.
– Ásannandi at bløðini
møta stóra kapping frá
luftbornu
miðlunum,
síggja vit hetta sum ein
møguleika fyri at royna
aðrar vegir fyri at koma á
tal við okkara viðskifta-
fólk, sigur Ingi Samuel-
sen.
Tíðindasendingarnar á
Rás 2 verða sendar kl.
12, 16 og 18. Tað verður
Finnur Jensen, sum skal
taka sær av tíðindasend-
ingini fyri Dimmalætt-
ing.
Rás 2 í nýtt
samstarv
Erling Eysturoy,
bilførari, er nú farin
undir nýggja
flutningsleið ímillum
Havnina og Klaksvík,
ið hann hevur nevnt
Klaksvíksleiðin.
Frammanundan
rekur hann
Eysturoyarleiðina
FLUTNINGUR
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Ofta hevur verið ført fram í
Klaksvík, at tað er kann
vera trupult at fáa vørur
norður úr Havnini. Ella í
øllum førum kann tað taka
sína tíð, um ein ikki nýtir
Strandferðsluna. Tí flestu
fyritøkur, sum flyta til
Klaksvíkar hava flutning
einaferð um vikuna. Men
framyvir verður ein nýggj-
ur møguleiki til at fáa vørur
og annað flutt millum
Havnina
og
Klaksvík.
Erling Eysturoy, bilførari,
sum í fleiri ár hevur rikið
hurð til hurð flutningstæn-
astuna millum Eysturoynna
og Havnina, hevur nú víðk-
að sína tænastu til at fevna
um Klaksvík og Havnina
eisini.
Hendan sokallaða hurð
til hurðtænastan virkar á
tann hátt, at Erling sjálvur
heintar vørur frá sendaran-
um á tí eina staðnum og let-
ur hana til bústaðin hjá
móttakaranum í hinum
endanum.
Tænasturnar hjá Erlingi
eru serliga vælegnaðar til
smærri og størri sendingar
hjá fyritøkum úr einum
staði í annan. Erling sjálvur
er bjartskygdur um, hvussu
hendan nýggjan tænastan
fer at verða móttikin í
Klaksvík.
Sum dømi kann nevnast
at skip og vinnuvirki í
Klaksvík ofta hava tørv á at
fáa vørur og eykalutir úr
Eystur- og Streymoynni
hvønn dag, og tað fer at
bera til framyvir.
Allar
yrkadagar
fer
Klaksvíksleiðin úr Havnini
klokkan 11 fyrrapart, og
vøran kemur til Klaksvíkar
beint eftir døgurða sama
dag.
Viðskiftafólk kunnu til
eina og hvørja tíð ringja til
Klaksvíks ella Eysturoyar-
leiðina á fartelefon 215045,
har nærri fæst at vita um
evstamark fyri heintan av
vøru á teim ymisku bygd-
unum.
– Prísirnir á Klaksvíks-
leiðini er sera kappingar-
førur í prísi, sigur Erling
Eysturoy.
Í døgunum 6. til 13.
oktober 2003 er
ætlanin at seta eitt
felag fyri børn og
vaksin við arm- og
beinbreki
FELAG
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Nú verður farið í holt
við at seta eitt felag á
stovn fyri børn og vaks-
in við arm- og beinbreki.
Talan er um ein bólk,
sum hevur virkað í
fimm ár, men onki felag
hevur verið til kortini.
Nú er so sum sagt ætl-
anir frammi um at seta
eitt tílíkt felag á stovn.
Bólkurin heldur, at tað
er av alstórum týdningi
at fáa sett á stovn eitt
felag soleiðis, at øll við
hesum breki og teirra
familjur og avvarðandi
vita, hvar tey kunnu fáa
stuðul og ráðgeving.
– Vit hava í hesi fimm
árini verið limir í danska
felagnum, sum hevur
verið ein hollur stuðul,
verður sagt í tíðinda-
skriv, har tey leggja
afturat, at tað framyvir
verður eisini neyðugt at
halda áfram við lima-
skapinum í danska fel-
agnum soleiðis, at tey
kunnu gera gagn av
teirra vitan, royndum og
skeiðvirksemi.
Bólkurin sigur, at tey
hava sæð, hvørjir stovn-
ar í hesum landi virka
væl, og hvørjir virka
minni væl.
– Tað er tí okkara
ynski at fáa í lag eitt
størri
tvørgreinaligt
samstarv, sigur bólkurin.
Í sambandi við at
nýggja felagið verður
sett á stovn, skipar bólk-
urin fyri einum fyri-
lestri. Tey hava boðið
Karsten Torst Pedersen,
fyrrverandi leiðaranum
av danska felagnum
Landsforeningen
af
arm- og bendefekte,
sum sjálvur er føddur
við armbreki, til Føroyar
at halda fyrilestur.
Hesin fyrilestur verð-
ur í MBF húsinum týs-
dagin 7. oktober fyri
innbodnum.
Fyri einum sløkum
mánaði síðani lat Njál
Reinert Petersen, sum
eigur Pizzaria Napoli
í Klaksvík, upp eina
buffét, har fólk
kunnu koma inn og
fáa millum átta og
tólv ymiskar rættir
fyri ein sámuligan
penga
MATSTAÐ
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Klaksvík:
Í eina tíð var onki matstað
opið í døgurðatímanum. Og
hetta hava fleiri havt hug at
argast inn á. Mong eru tey,
sum hava betur hug at njóta
eina pizza ella hvat tað skal
vera, heldur enn at smyrja
ein matpakka og eta hann á
arbeiðsplássinum.
Men
sum sagt so var hetta ikki
møguligt í eina hampuliga
rúma tíð í Klaksvík.
Men fyri einum mánaði
síðani gjørdi Njál Reinert
Petersen, sum eigur Pizza-
ria Napoli, av at royna seg
við eini buffét, har ein kann
fáa nógvar ymiskar rættir.
Hann gjørdi av at royna
hetta av fleiri orsøkum.
Fyri tað fyrsta tí, at onki
matstað var longur framm-
anundan, og tí hann vildi
geva sínum viðskiftafólk-
um eitt sindur av fjøl-
broytni í dagligu mat-
skránna, sum er pizza og
aðrir smáir rættir. Njál við-
gongur eisini, at hann fekk
fleiri áheitanir um at gera
eitt hvørt, so til fór at bera
at fáa heitan mat at eta á
einum matstaði í Klaksvík í
døgurðatímanum.
Og nú ein mánaður er
farin aftur um, letur hann
sera væl at.
– Tann fyrsta vikan var
heldur trilvandi, men síðani
tað hava vit havt fult hús
hvønn dag, sigur Njál, sum
er einsamallur kokkur.
Hann sigur, at tað er at
kalla ongin kappingarneyti,
sum nú er, og hann hevur
ætlanir um at halda fram
við hesum.
– Hetta er ikki nøkur
roynd. Tørvur er á einum
slíkum matstaði, og so
longi undirtøkan er har, eru
vit har, sigur hann.
Pizzaria Napoli lat upp
fyri góðum hálvumøðrum
ári síðani, og tað hevur
royndst væl. Njál sigur, at
fyri tað um tað er buffé
millum 12 og 14, so ber tað
sanniliga til at fáa pizza,
um tað er tað, ein ynskir.
Bufféin er opin týsdag til
fríggjadag.
Nýggj flutningsleið
í Klaksvík
Napoli buffét roynist væl
Felag fyri fólk við
arm- og beinbreki
Njál Reinert Petersen bjóðar viðskiftafólkum sínum eina buffét
við millum átta og tólv ymiskum rættum í døgurðatímanum
týsdag til fríggjadag
Mynd: Jens Kr. Vang
Erling Eysturoy hevur nú víðkað hurð til hurðflutningstænastuna hjá sær til eisini at umfata
flutning ímillum Klaksvík og Havnina
C
M
Y
K
7
6