Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-06-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 7. juni 1996síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

Re gin Sonur sum eisini eitur Regin tíðindablaðið - Nr. 107 — 7. JUNI 1996 Regin Vágadal tók øll á bóli í Skotlandi er júst fyltur trý ár Men enn er eingin trupulleiki hjá babba at halda honum í stæktum armi. Mynd: Jan Múller k 7 B Næsta mál: Heims- meistarakappingin Regin Vágadal stóð seg so væl í styrkikappingin í Skotlandi um viku- skiftið, at hann helst sleppur at kappast um heitið >heimsins sterkasti maður<. Men havnardrongurin er eisini av góðum slag, tá tað kemur til styrki... SJÚRÐUR SKAALE Hann hevur tað ikki eftir ongum, Regin Vágadal. Har er gott í at bregða báðar vegir. Abbin í móðurætt er tann 73 ára gamli Karl Johan Mikkelsen, sum altíð hevur verið tiltikið sterkur Og påpin, Jørmund, er jú heldur eingin piningur. At Regin sjálvur hevur góð evni, kom eisini tíðliga til sjóndar. Hann hevði ong- an hug til skúlan, og longu sum 15 ára gamal fór hann við Hvilvtenni til rækju- fiskiskap. Og tað lá væl fyri hjá Regini at syfta teir 80 pund tungu sekkirnar um borð Venjing av álvara Regin var við Hvilvtenni í fýra ár. Síðani fekk hann sær seks mánaða siglingstíð við farmaskipinum Vest landia, so hann kundi byrja at lesa til skipsførara Har gavst hann kortini eftir eitt ár, og fór í staðin at arbeiða sum útblakari í Maxim og Club 20. Men tí er ikki tann stóra framtíðin í, so í 1994 fór hann aftur uppá skúla. Hann tók skip- araeksamiu í vetur, og stílar nú fram ímóti at gerast skipsførari um eitt år á hann gavst at sigla fór Regin undir regluliga styrkivenjing í Fragd og Fimi. Tað var týðuligt at hann hevði óvanliga góð evni, og tey góðu úrslitini eggjaðu til meira venjing Men ikki fyrr enn í 1994 fór hann at venja »heilt alvorliga«, sum hann tekur til. Síðani tá hevur hann vant fýra ferðir um vikuna Månadag, tysdag, hósdag og friggjadag - millum tveir og triggjar timar hvørja ferð Einsligt Tað eru ikki nógv sum fåast við styrkivenjing í Føroy- um, og stundum kann tað vera eitt sindur einsligt. Tað er bara ein annar - Sámal Johannes Hansen - sum fæst serigst við styrkivenjing Annars hevur Regin bara vektirnar at halda seg til, tá hann skal meta um sítt stæði. Hetta var orsøkin til, at Regin tók stig til styrki- kappingina, sum varð hildin síðstu ólavssku. Ahugin millum áskoðararnar var stórur - men verri var at fáa luttakarar. Og tað gjørdust eisini júst teir báðir - Regin og Sámal Johannes- sum blivu nr. eitt og tvey Til Skotlands Fyri betur at kunna meta um sítt stæði fekk Regin hug at royna seg í kapping við aðrar. Tað nevndi hann fyri heimsins sterkasta manni, Magnus Magnusson, eina- ferð teir hittust í Íslandi Magnus gav so Regini telefonnummarið hjá skot- anum Douglas Edmunds, sum plagar at vera dómari, tá heimsins sterkasti maður skal finnast. Og Regin ringdi - Eg kann einki lova, segði Douglas. Ein er grynna av fólki ringir til mín og sigur seg klára so og so nógy, men tá til stykkis kemur hevur tað ofta lítið uppá seg. So eg má síggja teg áðrenn tú sleppur vid til nakra av teimum stóru kappingun- um Og tað var við hesum endamálið - at síggja Regin ann - at Douglas beyð hon- um at taka lut í Highland Festival<-kappingini í Skotlandi 1. og 2. juni - Har vera fleiri av teim- um fremstu vid, so klårar tå teg toluliga har, hevur tu møguleika at sleppa til tær ståru kappingarnar seinni, segði Douglas