Sosialurinarkiv
Sosialurin 1996-07-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 6. juli 1996síða 15

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Hendan síðan hevði ongan tekst í PDF-skjalinum. Teksturin niðanfyri er lisin maskinelt (OCR) og kann hava villur.

Tekstur á síðuni

EDVARD JOENSEN Tá tú í fleiri ár á rað hevur ferðast uttanlands í summarfrítíðini, kann tað kennast eitt sindur erðvísi, nú umstødurnar lagaðu tað so, at ikki varð farið nakran veg í ár. So her var eitt at gera. Nú var bara at syrgja fyri at fáa eina góða summarfrí heima Og hjá tí, sum er eitt sind ur uti um seg, ber væl til at fúa rættiliga væl burtur úr her í Førovum Okkum báðum, soninum dámar væl at veiða. Tað ver ið seg í báti, við tráðu ella innað. So vit avráddu, at i summar skuldu vit royna at vilja nøkur vøtn í Føroyum har vit ikki høvdu verið so vanligir gestir fyrr. Og hetta bar ju væl til, nú frítiðin fall saman hjá báðum. So tað ráddi bert um at rgga sær tráðurnar til, finna rygg sekkirnar fram, og so annars fara hagar, hildið var, best líkindi vóru at veiða. S0- leiðis ferðaðust vit í nakrar dagar á Sandoynni, Eystur- oy og Streymoy, og fingu eima frålika summarfrítíð burturúr Við ryggsekki móti hegum málum. Tann túrurin, sum okkum avgjørt dámdi best, var túr- urin niðan á Víkarvatn á Streymoynni. Hetta vakra lítla vatnið, sum liggur í umleið trýhundrað metra hædd, var avgjørt túrin vert Koyrt varð við bili norður á Bjargir, har bilurin varð settur, og avgjørt varð, at gangast skuldi niðan á vatn- ið haðani. Utgerdin varð funnin fram. Ryggsekkirnir fatlaðir um herðarnar, tráður og fototól tíkin í hondina, og so til gongu Væl vitandi um, at tururin nidan frå vegnum ikki fór at gerast serliga lættgongd ur, var ikki byrjað so harð liga. Men skjótt kom tó fyri ein dag. at miðvísa fótbólts venjingin hjá unga manni num kom væl við, og ikki var sért, at hann av og á noyddist at:sketta til hin eldra fyri at vita, hvussu til stóð. Og sveittað varð , har gingið varð brekkuna berni í bróstið við fullum rygg kk: í gummistyvlum í brennandi solskim ein av lýggjastu døgunum, hugsast kann í Feroyum. Tá komið var niðan á hamaran, varð roynt at taka okkum so langt niðan frå sum gjørligt bein anvegin, fyri soleiðis at gera túrin gjøgnum Fossdal so lættan sum gjørligt. Vit gingu norður yvir, il komið var so mikið norður, at:vit sóu inn í dalin. So settust vit at hvíla og njóta útsýnið eina løtu. Og sjónin var stórsligin Ein tigandi ljós (rn har lá tað so, Sunda lagið, einar hålvtannad hundrað metrar undir okk um, og líktist einum bláum belti, bundið um eitthvert grønt klæði. sum breiddi seg út báðumegin á bláum floyalsbotni í fjarleikanum SØN . Vikuskiftið , á + 4 - w, " t Vikuskiftið + N EN Få KV 7 8 to Við sílatráðu á Víkarvatni Ein symfoni av litum og ljósi, sum tú hevur ógvuliga ringan hug at loysa teg frá aftur. Tað er ikki ringt eina slíka løtu at skilja, hví lista- målarar siga seg kenna seg so væl, og fáa slíkan íblást- ur, av at ferðast í Føroyum Tað kemur ein bátur suður gjøgnum Sundini. Ein klænur hvítur trådur, sum er vilstur í tí bláa beltinum Hann tykist ikki rættiliga hoyra til har, og skundar sær eisini so smoykin suður um Hann líkasum oyðileggur alla tekningina, og tykist vita tað. Men so eiðasert, at vit hoyra nakað til hansara Hann fer bert glíðandi so ljóðleysur sína leið. Einasta vit hoyra, er tøgnin Og so fer ein bilur strúk andi norður um neðra. Og hann hoyra vit og vita, at vit eru ikki longur burtur enn so, at hesin eyð kennislutur tíðarinnar, hesin eg havi ikki tíð“ avguðurin hevur við eitt sett okkum aftur í tann oyðandi strongda gerandisdagin, vit júst á hesum túrinum ætlaðu at leggja aftur um okkum So best er helst at fara aft ur til gongu Komnir nakað inn i dalin, síggja vit, at vit hava gingið í so ovarlaga kortin, tí nú er gjógv fyri, sum vit ikki halda serliga skilagott vera at ganga um, ókendir sum vit eru. So vit velja at ganga oman við henni, til vit koma til ánna, og so heldur bara fylgja henni niðan gjøgnum dalin, til vit koma at vatninum Niðri í dalinum ganga vit fram á nøkur ungneyt, sum kúbýtt og dølsk standa og glaða at okkum, sum vildu tey spurt, hvøjir Guðs vinir vit eru, sum soleiðis eru Fossá 1 vilstir niðan higar, so langt burtur frå koyrivegi og bil um. Hetta er jú teirra heim- ur, og ikki okkara, tykjast tey halda. Men vit eru iva leyst ikki stórvegis gransk- ing verdir, so tey fara aftur í holt við tað, tey mest hugsa um. At eta Meðan vit ganga um ánna, sum í dag ikki er meira enn ein lagrandi løkur, sum tutl- andi fer hyl úr hyli, hiðani úr hæddini og oman av homrunum, gjøgnum teir kendu fossarnar og út á sjógv. Og aftur stødga vit á, og líta rundan um okkum at hesum ófatuliga stórleika og veldi, vit her síggja Sum lagrandi á í dali Tað er nakað serligt, nakað hugtakandi, við ánni. Tað ger tað sama, um tað er tann stinhandi kloakkin millum húsini tað er hendan reina, friðarliga áin her uppi millum fjalla. Tað er eins og tú eigur at stødga á og hyggja niður í hana. Hvat man hon goyma? Hvat hev ur hon hoyrt og sæð, sum tú ikkt hevur fingið at vita? Hvaðani kemur hon, og hvar fer hon at enda sína ferð? Er øll ferð hennara bara úr vatninum, vit vita er har uppi, og oman á sjógv einastaðni millum Vík og Langasand? Tú spyrt, men hon hevur ongan hug at svara tær. Tutlar bert víðari á síni endaleysu ferð, sum ikki kann enda í Sundalag num. Tað ber ikki til. Tað kann ikki henda seg anni9 enn at hon heldur fram ferð sína einastaðni út í ævin leikan Og hvussu við tær sjálv- um? Hver ert tú, og hvaðar gongur tín leið? Tað kann eila kanska vera gott tað sama at hugsa sum minst um tað Ivaleyst man vera best at hugsa sum Job, og vera nøgdur við: "at dagarnir eru ásettir, mánaðatalið er til skilað, og mark er sett, sum tú ikki sleppur um." Og so er bara at gleðast um dag sín, sum Job sigur Nú var væl lættari at ganga. Og vit tosa um, at tå vit koma um næstu sýnuna, so man vatnið fora at vera har, tí nú sær út til, at dalurin er endaður, og áin hevur hug at benda seg meira norðurá, móti einum minni, hægri liggjandi dali. Og tá vit komu niðaná, sóu vit tað Endamálið við túrinum Har lá tað so, málið við øllum túrinum. Hetta fitta lítla fjallavatnið. Og vit sóu beinanvegin, at tad var reið tliga allan tann fimm korter langa gonguturin vert. Tað fyrsta, hugsað varð um nú áðrenn farið verð eftir tráð um ella øðrum, var bara at seta seg niður og njóta løtu na. Hetta sjáldsama vakra kveldið, í brennandi sól á fjøllunum. Eitt tað fyrsta sum rann til hugs var, at hetta kundi uttan nakað set ast javnt við tann vakur leikan, tú upplivir til dømis í eysturríksku Alpunum Eftir stutta hvíld, vórðu tráðurnar pakkaðar út, og so varð farið oman at vatni- num at vita, um nú nakað livandi var í ti. Tað undradi, tå vit komu nidan, hvussu lítið fuglaliv var har í mun til niðri i dalinum. Tveir kjógvar - annar hvítkjógvi - og tveir bakar. vóru alt vit bóru eygað við. Ivaleyst. høvdu bæði pørini ungar, sum tey leikaðu í. Kjógvin lamdi seg Oført, og sá óg vu- liga vongbrotin út, og bak- urin heyði sanniliga ongan hug at lata okkum sleppa framat Kjógvapisurnar mundu ikki fara at vera so lættar at finna í grasinum rundan um vatnið. men baksskurarnir mundu iva leyst fara at síggjast eina- staðni úti á vatninum. Og so var. Heilt uppi móti norð ara enda á vatninum lá nak að, sum minti um nakrar steinar. Men tað vísti seg at vera skurarnir. So púra still ir lógu teir og andøvdu tríggir í tali, og vóru ógvuliga ringir at raka við móti sólini Men sílini vóru nú tað, vit fyrst høvdu í huganum, tá farið varð heiman. So best var nokk at kasta og fáa greiði á, hvussu stovnurin var fyri. Ikki høvdu vit fing ið nakrar metingar, hvorki frå Stovns-røktarnevnd ella ødrum, men vit kendu okk- um toluliga vísar í, at hetta var ein lokalur stovnur, sum ivaleyst ikki toldi so øgiliga hart veiditryst. Men ikki høvdu vit heldur nakrar hugsanir um, at vit fóru at oyða hann bráddliga So skal tráðan ro Av ti, at skið var heldur avmarkað - vatnið er jú lítið og bert ein flugutráða var við, varð hildið frægast, at báðir royndu við spinnara Klænt nylon var vundið á spølini, og tá væntast kundi, at vatnið ikki var so øgiliga djúpt, vórðu smáir spinnarar gjørdir undir Og so fóru vit hver sær at teimum stóðum, vit sjålvir hildu vera frægast at royna á. Bakurin garteraði við sama lag, meðan kjógvin var meira kúrrur nú. Iva leyst tí, at vit fluttu okkum av hansara "territori" og pisurnar kanska eisini vóru fluttar Kastað var og vundið. Og hóast spinnarin var lættur var i klænt, at hann kom næstan upp å land hinumegin so øk10, rokkið nylonið so rt kort ini. Men smáligt tykus vera her Nú plaga sílaveiði menn ofta at:siga, at teir Tara 1. fyri turn skuld, og mest må fongurin koma í aðru rød. Hetta halda ikki øll passa altid. Men í kvold var hetta allan túrin vert Hevdi so okkurt síl verið sum heyði hug at gera sjálv morð við at heingja seg á spinnarin, ja so var túrurin fullkomin Sum eg stóð har og spann, varð mær hyggjandi norður- eftir, eg tá somu mynd, eg so ofta havi sitid í vindeyganum i barnaheiminum og hugt at Ta kendu myndina av Slætt aratindi, Manssetrinum og Gráfelli við Krákuni so spískari dagandi móti bláu rimdini. Har standa tey enn, sum tey altíð hava staðið Og So var hon har. Kenslan tú hevur sekundið áðrenn fiskurin tekur. Og so tók Og tað var ikki lukkuligt, sum hetta leikaði í. Hetta var ikk: sama slag fiskur, sum tey linu brúnu silini á Stóravatni, sum kendust mest sum ein tómur sekkur at draga upp á turt Nei her var sanniliga "plúmm" í. Tað rykti ógvu- sliga, so tú líkasum vart eitt sindur bangin fyri, at tað klæna nylonið ikki fór at halda. Men væl bar til. Við lagaligari viðferð mundi hetta nokk fara at ganga, sum tað skuldi. Men best sum røknad var vid, at nú mundi tað fara at mødast, so var aftur em vørrur, og neyðugt var at linka brems una, so at spælið gav út aftur. Og so við fullari ferð fram við landið. Vendid so beint út á vatnið, so tað sang í dorgim, og tráðan bognaði Hetta bar sum ein rættiliga stórur fiskur Og longri tíðin gekk. meira okt iskt spenningurin. Men ongantíð leyp tað, so til bar at síggja, hvussu tað sá út Men at enda sást tað so Tað líkasum flotnaði upp og legðist á liðina, og so skuldi borið til at fingið tað upp á turt. Og tað var heldur ein gin trupulleiki. Men heldur enn ikki snópisligt at síggja tað í fullari stødd. Ti sanni- liga var tað ikki av teimum stórstu, sum veitt er Men so trillrunt og spika-feitt, so ikki var lagið, at tað hevði kreftir at berjast við Og so silvurblankt, at tú skuldi hildið, at talan var um eitt sjósíl, um vit ikki vóru staddir heilt her uppi millum fjøllini. Bert teir fáu reyðu blettinir á síðunum søgdu frá, at talan var veru- liga um vatnasíl. Ein sera, sera vakur fiskur Tað var slíkur hátíðardám- ur yvir løtuni, at hon má upplivast. Tað kann íkki greiðast frá NOKK og sá seg at